Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 225 - 21. november 2001 Nr. 225 - 21. november 2001 7 TÍÐINDASKRIV Í juli mánaða komandi ár verður læraraskúlin í Havn karmur um mentanarlegu fyri ungar sjónleikarar og tónleikarar. Norðurlandahúsið stend- ur fyri verkætlanini, sum skal fylgja eini fram- leiðsluprosess av dramati- seraðum tjóðarkvæðum og nýskrivaðum tónleiki. Tey ungu skulu skriva eina arbeiðsdagbók, og aftaná leguna verða tríggjar bøkur settar saman við nótum, handritum, leið- beiningum og viðmerk- ingum frá ungdómunum sjálvum, umframt eina ung- dómsbók. Norðurlendska Ráð- harraráðið hevur tikið stig til nakrar stórar verkætl- anir, sum millum annað, skulu hava sum mið at menna norðurlendsku list- arligu skapanina, og harvið gera hana sjónligari. Ment- unarlegan fyri ung er føroyska liðið í hesari heildarætlan. Fimtan tónleikarar úr Ís- landi, Føroyum og Finlandi venja saman til eina konsert við norðurlendskum skúlaorkesturverkum. Í løtuni verður arbeitt uppá at bjóða tónaskøldunum til Føroya at fylgja venjingun- um. Tríggir sjónleikarabólkar fyrireika hetta árið hvør sítt kvæði. Í Føroyum er tað ungdómsbólkurin hjá Havnar Sjónleikarafelag, sum fer at leggja út eina egna dramatisering av Margrethukvæðnum. Á leguni vera hinir bólkarnir settir inn í bólkapallar, soleiðis, at sjónleikararnir – júst sum tónleikararnir – koma at arbeiða saman og gera eina felags framførslu. Tað serstaka við saman- setingini av bólkum er, at finnar, føroyingar og ís- lendingar, umframt grøn- lendingar og samar, eru tey, sum altíð skifta mál í norðurlendskum sambandi. Hesuferð er ætlanin at øll skulu sleppa at brúka sítt egna mál – felags málið verður tað listarliga. Í eini tíð har anglo-amerikansk mentan verður bjóðað fram sum dagligur kostur vil verkætlanin undirstrika ta sannførslu, at norðurlendsk ung hava okkurt eins spennandi í síni egnu ment- an, og at tey duga at sam- skifta yvir um mentanarlig og málslig mørk. So leingi sum tey eru tryg í síni egnu mentan, spenna kropsmál, rútma og ljóðspæl eins vítt og orðini. Kanska skilja vit ta finsku mentanina betri, tá ið vit síggja finnar spæla Kalevala á finskum, enn vit høvdu gjørt, varð tað fram- ført í umseting. TÍÐINDASKRIV Fiskimálastýrið kunn- gerð, at Óli Hans Hammer Olsen, búsit- andi í Streymnesi, er settur sum nýggjur deildarstjóri á Skipa- eftirlitinum. Óli Hans Hammer Olsen er 44 ára gamal og útbúgvin skipsførari. Harumframt hevur hann tikið eftirútbúgving sum merkonom og umfatandi skeiðvirksemi innan trygd á sjónum. Óli Hans hevur eisini drúgv- ar starvsroyndir á sjó- vinnuøkinum og royndir innan umsitin. Í løtuni starvast Óli Hans Hammer Olsen sum undirvísingarleiðari í Mentamálastýrinum, men fer hann at taka við nýggja starvinum skjót- ast gjørligt. 8 umsóknir vóru til starvið. Skipaeftirlitið fingið nýggjan deildarstjóra Ung millum 11 og 16 ár: Skapa sjónleik og tónleik HÁRFRÍÐKAN Ingrid Bjarnastein Mánadagin læt upp nýggj hárfríðkanarstova í Jónas Broncks Gøtu 34 í Havn. Salong Bronx er navnið á nýggju hárfríðkanarstov- uni, og kann ein siga, at tað hóskar jú væl til, tá sa- longin jú liggur í Jónas Broncks Gøtu. Tað er Lizzy Mouritsen, sum hevur opnað nýggju hárfríðkanarstovuna. Lizzy starvaðist áðrenn á Salong Bylgjuni á Argjum. Hvussu ber tað til, at Lizzy hevur valt at lata upp nýggja hárfríðkanarstovu í Havnini? – Tað eru nóg mikið av hárfríðkanarstovum í Havn, men hóast alt, so haldi eg, at allar frisørar droyma um at verða sjálvstøðugar, sig- ur Lizzy Mouritsen. – Fyribils verði eg einsa- møll, men møguliga fái eg onkran afturat mær seinni. Tríggir stólar eru í sa- longini, og longu í gjár høvdu fleiri verið og fingið sær nýtt hársnið í nýggju hárfríðkanarstovuni. Bronx í J. Broncksgøtu Salong Bronx í J. Broncks- gøtu 34 læt upp mánadagin Mynd: Jens Kr. Vang Savnsmynd Til seinasta fólka- tingsval varð Miðvág- ur helst tað valstaðið í kongaríkinum, sum hevði avgerandi á- virkanina á, at Uffe Elleman Jensen ongantíð gjørdist danskur forsætis- ráðharri. Í dag eru vilstu sambandsat- kvøðurnar helst komnar aftur á heimabeitið, halda miðvingar VAL Edvard Joensen Miðvági: Seinast fólka- tingsval var, fekk Sjálv- stýrisflokkurin 155 at- kvøður í Miðvági. Sámal Petur í Grund fekk 151. Tað var mótmæli móti táverandi løgmanni, Edmundi Joen- sen, sum stutt undan valin- um hevði koyrt Sámal Petur úr landsstýrisessinum, tí hesin vildi hava undir- sjóvartunnil undir Vest- mannasund. Í dag vænta miðvingar, at vilstu sam- bandsatkvøðurnar frá sein- asta fólkatingsvali eru komnar aftur á heimabeitið hjá Sambandinum. Valúrslitið, seinast fólka- tingsval varð hildið, var sera áhugavert í Vágum. Vágafólk vendu Sambands- flokkinum, sum annars er sterkur í oynni, bakið. Eitt beinleiðis mótmælisval aft- ur fyri ta viðferð, lands- stýrismaðurin við sam- ferðslumálum fekk frá løg- manni. Tað kostaði løg- manni fólkatingssessin og danska vinstrahøvding- anum forsætisráðharrasess- in. Vit fara ein tú til Mið- vágs at vita, hvussu mið- vingar munnu fara at at- kvøða í dag. Munnu teir vera vendir aftur til Sam- bandflokkin, ella er full- veldisrákið, sum nógva staðni er, eisini komið í sambandsoynna Vágar? Koyri ígjøgnum Sanda- vág á veg til Miðvágs. Her eru nakrar valplakatir uppi. Leggi merki til, at Tjóðveldis- Fólka- og Javnaðarflokkuirn hava flestar. Kanska hava sam- bandsmenn ikki verið úti enn við sínum. Og tó. Har liggur okkurt bláligt pappír á vegnum. Og mín sann um tað ikki er sníðið á Marjusi Dam, sum liggur har og hyggur at tí ferðandi. Ná, teir hava nokk verið úti í nátt, og so eru tær regnaðar niður aftur, tí sum skilst hevur veðrið verið meira at kalla vánaligt í nátt. Fólkafloksmenninir tykjast eitt sindur seinir í upp- trekkinum, tí har ganga tveir og heingja upp, nú ein hálvan tíma áðrenn val- hølini lata upp. Men tað er kanska taktikkur. So regna tær heldur ikki burtur, áðrenn fólk kemur á gongd um bygdina. Løgtingsmaðurin í oynni hevur fingið ein granna við sær, sum stendur so huga- góður og neglir, meðan tingmaðurin prátar við ein veljara, sum kemur fram- við. Jú hvør veit, um ikki ein atkvøða er har at heinta? Haldi leiðina inn til Mið- vágs. Onkur hendinga plakat er at síggja gjøgnum bygdina. Mest javnaðar- plakatir, leggi eg merki til. Men komin inn móti skúlanum, har valstaðið er, broytist myndin. Nú eru tær har allar samlar. Allir teir stóru flokkarnir, sum kapp- ast um hesar báðar sessir- nar, eru við. Teir báðir smærru tykjast ikki leggja í at brúka pening og orku upp á sovorðið. Heldur ikki Sjálvstýrisflokkurin, sum ikki man vænta tað stóra her vesturi hesaferð. Tað er friðaligt í skúl- anum. Valstýrið er í ferð við at rigga til. Búrini standa klár, og atkvøðu- kassin stendur víðopin á gólvinum. Formaðurin greiðir frá, at til valið í dag hava 708 fólk valrætt í Miðvági. Luttøkan plagar at vera umleið tað, nsum meðal er fyri land- ið,sigur hann. Tey telja seðlar og leggja í bunti. 20 í hvørt, so lætt er at fylgja við alla tíðina, hvussu nógv fólk hevur verið á vali. –Kom her, sigur hann og tekur eina gamla bók og vísir mær. Ein gomul val- bók, sum skrivað er í fyrstu ferð fyri 85 árum síðan tann 24. november 1916. Og tað er heldur ikki hvør sum helst, sum skrivað hevur. Hondskriftina eigur Mikkjal Dánjalsson á Ryggi, sum var valstýris- formaður, greiðir stýrisfor- maðurin frá. Fyrstu ferð, bókin varð brúkt til ein atkvøðu- greiðslu, var tann 14. december sama árið, tá atkvøt varð um, hvørt Dan- mark skuldi lata Vest- indisku oyggjarar frá sær. Men valluttøkan í Miðvági var lítil tá. Eini fimm fólk greiddu atkvøðu. Klokkan slær níggju, og tann fyrsti veljarin er við diskin. Hann fær seðilin og fer in í búrið. Hann er skjótur aftur, og valstýris- formaðurin fer saman við honum at kanna, um tann opni atkvøðukassin er tóm- ur. Jú, tað semjast teir um, og formaðurin steingir, áðrenn fyrsti seðilin verður latin í kassan. –Eg valdi Sambandið. Lisbeth Petersen, greiðir veljarin frá. Eg kundi sjálvandi valt Marjus Dam, men hann hevur so nógv at gera sum lækni í oynni, at eg helt tað vera best bara at hava hann her og ikki á Fólkatingi. Jú, líkt er til at sam- bandsatkvøðurnar fara at koma aftur á heimabeitið í Miðvági hesaferð. Tað koma fleiri. Eldri fólk, sum hava frí, og saktans er onkur lærari upp í millum eisini, tí skúlin er jú stongdur í dag, og børnini hava fingið frí, nú hann verður nýttur til valstað. Ikki tann øgiliga trongdin her beinanveg, men nøkur hava kortini verið, tá blaðmaðurin skundar sær út aftur at finna sær eitt stað at skriva stubban, sum sendast skal um Internetið til blaðhúsið á Argjum. Teir rigga av í Undir- húsinum, sum heldur til í MB húsinum við síðuna av skúlanum. Teir hava havt tann relguliga morgunfund- in, og saktans hevur onkur vitað av, at val er í dag. Eg fái eina vinaliga heilsu á veg inn i bilin og verði mintur á, at eg átti at valt Sambandsflokkin, tí tað er tað frægasta, tá saman um kemur. Jú, tað halda teir helst, verður svarað aftur. Men tað er ov seint nú, tí eg havi longu atkvøtt við brævat- kvøðu, so til bar at vera í Miðvági, tá hetta týdning- armikla valstaðið lat upp til fyrsta løgtingsval eftir, at tað hevði avgjørt politisku lagnu Danmarkar í fyra ár. Miðvingar avgjørdu valið Fyrsti veljarin hevur kannað kassan og er í ferð við at koyra atkvøðuseðilin í hann Mynd: Edvard Joensen Mikkjal Dánjalsson á Ryggi skrivaði tann 24. november 1916 titulblaðið í valbókni í Miðvági Mynd: Edvard Joensen Fyrstu ferð valbókin varð brúkt, minkaði Danmark Mynd Edvard Joensen C M Y K 7 6