Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 225 - 21. november 2001 Nr. 225 - 21. november 2001 9 Tað mesta av sunnu- degnum var Norður- landahúsið fylt við rithøvundum, áhoyrarum, upplestri og bókum – nógvum bókum. Árligi bókadagurin, sum Rihøvundafelagið og Norðurlandahúsið í felag skipa fyri, varð hildin sunnudagin BÓKADAGUR Orð og myndir: Heri á Rógvi Seinasta fríggjadag vóru vinnudagar í Norðurlanda- húsinum. Sunnudagin rakti eitt nýtt rák Norðurlanda- húsið, tá ið árligi bóka- dagurin stóð á skránni. Hesin eini dagurin um árið hevur áður verið hildin tíðliga á heystið, men er fluttur nakað longur út á árið. Bókadagurin er rætt og slætt eitt forkunnugt og sermerkt høvi. Hendan eina dagin um árið hittast rit- høvundar og áhugaði til nakrar tímar, har bøkurnar eru settar í hásæti. Í ár varð bókadagurin hildin sunnudagin í Norð- urlandahúsinum. Rithøv- undafelagið, sum í dag telur einar 100 limir, og Norðurlandahúsið skipaðu í felag fyri degnum, ið eisini var heilt hampuliga væl vitjaður. Eini hundrað fólk vóru gestir í Norð- urlandahúsinum, tá tað vóru mest. Bókadagurin byrjaði kl. 15 og hildið varð á til kl. 18. Bókadagurin í ár var skipaður eitt sindur øðrvísi enn okkurt árið framman undan. Gunnar Hoydal, formaður í Rithøvunda- felagnum, greiðir frá, at teir í ár royndu at gera bóka- dagin meira livandi, har forumið var rættiliga café kent. Bókadagurin var skipað- ur soleiðis, at bæði for- høllin og klingran í Norður- landahúsinum vórðu tikin í nýtstlu. Upplestur var tað, sum einamest merkti skránna. Tað var skipað soleiðis, at við seks ymisk høvi lósu tveir rithøvundar upp ávíkavíst í forhøllini og Klingruni. Hetta merkti so, at fólk kundu sjálvi velja, hvørjum tey vildu lurta eftir. Upplesararnir umfat- aðu bæði meira og minni kendar føroyskar rithøv- undar. Millum teir meira kendu rithøvundarnar vóru Oddfríður M. Rasmussen, Carl Jóhan Jensen og Oddvør Johansen. Hini, sum lósu upp, vóru Elias Askham, Malan Poulsen og Marjun Kjelnæs. Oddvør Johansen kundi á bóka- degnum eisini leggja fram sína nýggjastu bók, sum hevur tað heldur sermerkta heitið, Tá ið eg havi málað summarhúsið. Umframt at lesa upp, so slap Oddvør Johansen eisini framat í einari samrøðu. Guðrun Gaard, sum í løtuni er í ferð við at skriva eina Phd. ritgerð, spurdi á bóka- degnum Oddvør Johansen ymisk um hana og hennara skaldskap. Marjun Kjelnæs og Elias Askham hoyra bæði til tað nýggja ættarliðið av før- oyskum rithøvundum. Teirra stóra gjøgnumbrot hava verið stuttsøgu- kappingarnar, sum hava verið fyriskipaðar seinastu tíðina. Gunnar Hoydal heldur tað verið áhugavert, at tað yngra ættarliðið av før- oyskum rithøvundum eisini velur at skriva prosa. Felags fyri allar rit- høvundar er at teirra størsta søluhøgtíð nærkast. Gunnar Hoydal sigur, at jólini eru lívsæðrin hjá forløgunum heldur enn sjálvum rit- høvundum, tá ið tað ikki gevur nakað stórvegis av pengum at vera rithøvundur í Føroyum. - Sum støðan er nú, so eru fleiri av forløgunum rættiliga illa fyri, og í ár eru eisini komnir færri bøkur enn í fjør, sigur Gunnar Hoydal. Eftir hvat skilst, er tað trupult at fáa neyðuga stuðulin til bókaútgávur. Á bókadegnum var bóka- sølan í SMS eisini umboð- að. Bókadagurin 2001 Carl Johan Jensen var millum teir rithøvundarnar, sum lósu upp á bókadegnum Ein av teimum nýggju í føroyska bókaheiminum er Elias Askham. Hann las á bókadegnum eina av sínum stuttsøgum Eingin bókadagurin uttan eina bókasøla Áhoyrarnir hugnaðu sær óført sunnudagin í Norðurlandahúsið Tað fer at taka tvær vikur at tøma ringin við sjúka fiskinum hjá Faroe Salmon. Felagið ætlar at taka fiskin í øllum teimum 9 ringunum í Hvannasundi sum skjótast ILA Eyðun Klakstein Faroe Salmon er nú farið undir at taka laksin í ringin- um, har ILA varð staðfest í farnu viku. Slaktið kann ikki fara fram á vanliga virkinum, har Faroe Salmon og East Salmon virka sín fisk, men arbeiðið er flutt til North- ern Fish Cold Storage í Klaksvík, sum hevur fingið góðkenning til arbeiðið við ILA-laksinum. Nógvur laksur er deyður í ringinum, har ILA varð staðfest. – Tað eru eini 500 tons í ringinum, og vit hava mist eini 100 tons, og tað doyr framhaldandi nógvur fisk- ur, sigur Heini Gregersen, sum er annar eigarin av Faroe Salmon. Fleiri fólk til arbeiðis Fiskurin, sum doyr í ringin- um, skal burturbeinast, men tann fiskurin, sum verður tikin, kann seljast. Alt vikuskiftið á tamb hevði Faroe Salmon fólk til arbeiðis fyri at taka sær av deyða fiskinum. Hesin fiskurin varð tikin upp á land í Hvannasundi, har hann skuldi fáast í tangar og beinast burtur. Vanliga arbeiða fýra mans í Hvannasundi, men um vikuskiftið vóru eini 12 fólk til arbeiðis. Missa óneyðugan fisk Tað fer at taka einar tvær vikur at tøma ringin við sjúka fiskinum, og tað er long tíð, tá fellið í ringinum er so stórt. – Vit missa óneyðuga nógvan fisk, tí vit ikki kunnu slakta skjótari, sigur Heini Gregersen. Faroe Salmon byggir saman við East Salmon nýtt kryvjivirki í Klaksvík. Hetta virkið er komið væl áleiðis, men verður ikki klárt fyrr enn móti várið. Hevði hetta virkið verið liðugt, kundi ringuin við sjúka fiskinum verið tømd- ur eftir trimum døgum. Sum er verða eini 250 tons av laksi slaktað um vikuna, men nýggja kryvji- virki fer at klára um 100 tons eftir átta tímum. Slakta alt Faroe Salmon hevur 9 ali- ringar í Hvannasundi, og laksur í góðari stødd er í teimum øllum. Talan er um 900.000 fiskar yvir fýra kilo. Átta ringar liggja tætt at hvørjum øðrum, meðan tann 9. ringurin liggur eitt sindur burtur frá hinum ringunum. Tað er í hesum ringi, at ILA er staðfest. – Tá vit eru lidnir at tøma ringin við sjúka fiskinum, ætla vit beinanvegin at fara undir at taka fiskin í øllum hinum ringunum eisini. Nú er ILA staðfest í eina ring- inum, og tí kann væntast, at sjúkan spreiðir seg til hinar ringarnar eisini, sigur Heini Gregersen. – Um ILA verður staðfest í øllum hinum ringunum eisini, og fellið verður eins stórt har, sum tað hevur verið í sjúka ringinum, so fer tað at kosta okkara felag nógv, sigur hann. Faroe Salmon, sum nú eisini stríðist við ILA-sjúkuna, er ein risi í føroyskari aling. Felagið hevur virksemi á fýra ymiskum økjum í Norðoyggjum og byggir í løtuni nýtt og framkomið kryvjivirkið í Klaksvík FAROE SALMON Eyðun Klakstein Faroe Salmon í Klaksvík varð stovnað í 1985, tá felagið framleiddi 60 tons av laksi. Síðani hevur framgongdin hjá felagnum verið støðug, og í fjør útflutti felagið 8000 tons av laksi, sum høvdu eitt virði upp á 150 milliónir krónur. Ætlanin hjá felagnum hevur verið at økja fram- leiðsluna upp í 12000 tons um árið, men hend- an ætlan hevur fyribils fingið eitt bakkkast or- saka av ILA-sjúkuni, sum er staðfest í einum ringi hjá felagnum. Faroe Salmon keypti í 1999 Polarlaks, og síð- ani hevur Faroe Salmon havt alivirksemi á fýra ymiskum økjum í Norð- oyggjum – á Borðoya- vík, við Kunoyarnes, í Haraldsundi og í Hvannasundi. Felagið hevur skipað sítt virksemi soleiðis, at eitt av økjunum altíð liggur stilt. Byggja nýtt virki Fyri at tryggja sær nóg mikið av smolti fór fel- agið undir sína egnu smoltstøð í 1999. Hend- an støðin liggur í Kals- oynni. Í løtuni er Faroe Sal- mon í holt við at byggja eitt stórt kryvjivirki saman við hinum alifel- agnum í Norðoyggjum, East Salmon. Hetta virk- ið skal eftir ætlan takast í nýtslu nakrar mánaðir inn í nýggja árið. Hetta virkið skal kunnu slakta 15000 tons av fiski um árið, fer at lúka øll nýggj krøv til fiskaframleiðslu og kostar um 30 millión- ir krónur at byggja. Umleið 30 fólk starv- ast hjá Faroe Salmon, sum í fjør hevði eitt tað besta úrslitið í føroysk- um vinnulívi at vísa á. ILA-laksurin verður nú tikin Trølla Pætur og Trølla Omman eru høvuðs- leikarar í nýggjum sjónbandi, sum verð- ur at fáa til keyps fyrst í desember mán- aði FILMUR Eyðun Klakstein Um góðar tvær vikur verð- ur nýtt føroyskt sjónband givið út. Tað eru Trølla Pætur og omma hansara, sum eru høvuðsleikarar í hesum sjónbandi, og tað hendir mangt og hvat, tá tey fara til Grønlands at leita eftir Nósa. Løgreglan er í hølunum á teimum báðum trøllunum, sum nýta allar snildir fyri at sleppa undan lógarinnar langa armi. Tey lána speed- bát, tyrlu og flogfar, og tá er ikki lætt hjá løgregluni at fylgja við. Søgugongdin í filminum er, at Trølla Pætur og Trølla Omman skulu vitja Nósa. Hann er farin til Grønlands, har Kular Røtur hava kons- ert, og so leggja trøllini leiðina til Grønlands fyri at finna Nósa. Filmurin er 50 minuttir til longdar, og upptøkurnar vóru gjørdar í summar og í heyst. Fyrst í komandi mánaði fæst sjónbandið til keyps kring landið. ILA hóttir alirisan Deyði ILA-fiskurin hjá Faroe Salmon verður tikin upp á land í Hvannasundi. Laksurin verður koyrdur í tangar og skal beinast burtur Trøll á sjónbandi Trølla Omman saman við grønlendskum børnum C M Y K 9 8