Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 225 - 21. november 2001 Nr. 225 - 21. november 2001 11 -Tá varaløgmaður alment sáar iva um ognarrættin til oljuna setur hann til viks alla ta lóggávu, sum er gjørd á Føroya løgtingi, og sum er grundarlagið undir øllum. Tað er fullkomiligt hasard at misbrúka olju í valstríðnum á henda hátt, tí sjálvandi hava vit fingið ognar- og ræðisrættin til oljuna sigur løgmaður, ið umhugsar, hvørjar avleiðingar útspælið hjá varaløgmanni skal fáa í lands- stýrinum VAL OG OLJA Jan Müller Í stórari lýsing í Dimma- lætting valdagin sáar Høgni Hoydal, varaløgmaður iva um, hvør eigur oljuna í føroysku undirgrundini. Hann vísir á, at danska stjórnin viðurkennir fram- vegis ikki, at føroyska tjóðin hevur ognarrættin til oljuna og ger harvið til einkis avtaluna, sum er gjørd millum Danmark og Føroyar um, at Føroyar hava fullan ognarrætt til ráevnini í undirgrundini. Nakað, sum bæði fólka- tingið og forsætisráðharrin hava staðfest. Anfinn Kallsberg, løgmaður er púra ovfarin av, at vara- løgmaður brúkar slíkt í valstríðnum og umhugsar hann nú, um og hvørjar avleiðingar hetta skal fáa fyri samstarvið í landsstýr- inum. Løgmaður metir út- talilsini hjá varaløgmanni so mikið álvarslig, at hann skjótast fer at taka ein fund við varaløgmann um málið. Hann ætlar so ikki, at hetta skal standa ósvarað. Tíðin fer at vísa, um tað skal fáa avleiðingar fyri varaløg- mann. - Tað er púra burturvið at siga slíkt. Tá varaløgmaður fer út alment við slíkum pástandum setur hann til viks alla ta lóggávu, sum er gjørd á Føroya løgtingi, og sum er grundarlagið undir øllum. Tað er fullkomiligt hasard at skriva slíkt, tí sjálvandi hava vit fingið ognar- og ræðisrættin til oljuna sigur løgmaður, ið heldur tað vera ómetaliga langt úti, tá sjálvur vara- løgmaður í valstríðnum gamblar við ognarrættinum til ráevnini í undirgrundini. Tað er ógvuliga hugstoytt og heilt langt úti at brúka ein so álvarssaman spurn- ing sum rætt føroyinga til oljuna í einum valstríði. Løgmaður sigur, at Høgni Hoydal við hesum bara kann skaða føroyingar. Og hann heldur fram: - Man kann ikki fyrst samtykkja eina kolvetnis- skattalóggávu, eina loyvis- rundu og samtíðis sáa iva um, hvør eigur oljuna. Ger man tað, so undirgrevur man sítt egna støði, og tað er einki minni enn at spæla hasard við landi og fólki. Anfinn Kallsberg, løg- maður heldur málið vera ógvuliga álvarsligt. - Er man komin hartil, at løg tingið hevur samtykt eina lóggávu, sett hana í verk, boðið út o.a. uttan at hava heimild til tað, uttan at eiga rættin til tað, ikki at hava lóggávuøkið og disposi- tiónsrættin, so er alt sam- felagið á riðlandi grund. Anfinn Kallsberg, løg- maður sigur, at við hesum noktar varaløgmaður og Tjóðveldisflokkurin í veru- leikanum at viðurkenna ein sáttmála, sum er gjørdur undir Heimastýrislógini. Og tað er í sjálvum sær álvarsligt, tí tað er løg- tingið, sum hevur samtykt avtaluna um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini, og tað hevur varaløgmaður ikki loyvi til at sáa iva um. - Eg kann tí als ikki góð- taka, at varaløgmaður fer út alment við einum slíkum úttalilsi, sum sáar iva um, hvør eigur oljuna. Hetta er at undirgrava tað, sum løg- tingið byggir á. Løgmaður sigur, at í síni verð er eingin ivi um, at føroyingar eiga bæði lóg- gávurætt og ognarrætt til ráevnini í undirgrundini, og tað er tað sum løgtingið hevur samtykt og sum øll oljulóggávan byggir á. Og sum øll útbjóðingin gongur út frá og er tað út frá hes- um, ið vit vóna at fáa eina komandi oljuvinnu. - Tí er útspælið frá vara- løgmanni og formanni Tjóðveldisfloksins óseriøst villeiðandi valgass. Í lýsingini í Dimmalætt- ing verður víst til úttalilsini hjá Frank Jensen, løgmála- ráðharra, ið hevur sagt, at føroyingar hava ikki fingið ognarrættin til undirgrund- ina. Hesum er løgmaður ikki ósamdur í, tí ognar- rættin til undirgrundina fáa vit bert við at taka fullan suverenitet. Men hvat ognarrættinum til ráevnini í undirgrundini, sum av- talan gongur út upp á, viðvíkur, so hevur fólka- tingið váttað, at tann av- talan er endalig og at føroyingar eiga ráevnini í undirgrundini sigur løg- maður og vísir á, at tað er samsvar millum tað Frank Jensen sigur og veruleikan. Men hetta verður mis- tulkað, tá hugtøkini ognar- rætt til undirgrund og ogn- arrætt til ráevnini í undir- grundini verða blandað saman. Løgmaður í øðini inn á varaløgmann: Høgni Hoydal misnýtir oljuna í valstríðnum Lýsingin sum talan er um og sum viðmerkingar verða gjørdar til í blaðnum er soljóðandi: Oljan er okkara Olja er funnin. Men tann 15. mars í ár var undirgrundaravtalan millum Føroyar og Danmark til umrøðu í Fólkatinginum og tá segði Frank Jensen løgmálaráðharri: - Det færøske hjemmestyre har med råstofaftalen alene fået overdraget den lovgivende og administrative kompe- tanse. Der er således ikke med aftalen tale om overdragelse af ejendomsretten over undergrunden på Færøerne”. Við øðrum orðum, danska stjórnin viðurkennur framvegis ikki at føroyska tjóðin hevur ognarrættin til oljuna. Verður hesin spurningur ikki endaliga avgreiddur stendur fyri framman eitt eljusttríð um ognarrættin til hetta ríkidømið. Tað er bert ein máti at sleppa undan hesum stríði. Tað er at taka við skeytinum til okkara land og gerast sjálvstøðugt fullveldisríki. Tá valdar eingin ivi. Slepp okkum undan einum stríði um oljuna. Stuðla sjálvsstýrisgongdini í dag. Vel Tjóðveldisflokkin. Lýsingin hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum OLJA OG VAL Jan Müller Herálvur Joensen, stóri í Oljumálastýrinum ivast ikki í, at føroyingar hava fingið og eiga rættin til oljuna, tvs. til ráevnini í undirgrundini. Hetta var eisini tað hann útalaði til dansdka sjónvarpið í vik- uni. - Núverandi stjórnin og forsætisráðharrin hava staðfest, at tey stóu við avtaluna frá 1992. Tí hava vit onga grund til at ivast í tí leggur hann aftrat. Herálvur Joensen heldur tað ikki vera serliga heppið, tá tað verður sáddur ivi um tær avtalur við hava gjørt við Danmark og sum m.a. eru grundarlag undir okk- ara egnu lógum og reglum mótvegis oljufeløgunum. Herálvur Joensen sigur, at hvørja ferð ivi verður sáddur um vit eiga rættin til ráevnini so spyrja oljufe- løgini, sum hava fingið undirdeildir í Føroyum, um tað eru føroyingar tey skulu samráðast við. Og hann heldur fram: - Tað kann ikki tæna føroyskum áhugamálum alla tíðina sjálvir at ganga og sáa iva um vit nú hava tann myndugleika, sum vit útinna sigur stjórin í Olju- málastýrinum, sum sjálvur er bangin fyri, at tað skaðar meira enn tað gagnar. - Hatta er ein grov reinging av veru- leikanum. Tað er als einki hald í pástand- inum um, at vit ikki eiga allan rætt sum vit hava brúk fyri til oljuna – vit kunnu útvinna oljuna, vit kunnu selja oljuna og gera við hana, hvat vit vilja sigur Halgir W. Poulsen, advokatur um vallýsing hjá Høgna Hoydal VAL OG OLJA Jan Müller Halgir W. Poulsen, advo- katur, sum var við í sam- ráðingunum við danir um yvirtøku av ráevnunum í undirgrundini er sjokeraður av útmeldinini hjá Høgna Hoydal í vallýsing í Dimmalætting valdagin, har varaløgmanni sáar iva um, hvør eigur møguliga olju í undirgrundini og sigur, at danir hava ikki viðkent okkara ognarrætt til ráevnini. - Hatta er ein grov reinging av veruleikanum. Tað er als einki hald í pástandinum um, at vit ikki eiga allan rætt sum vit hava brúk fyri til oljuna – vit kunnu útvinna oljuna, vit kunnu selja oljuna og gera við hana, hvat vit vilja. Einasta skylda vit hava móti Danmark er eftir míni meining tann grund- leggjandi andstendigheit, at vit siga við Danmark, tá vit hava nokk av inntøkum av olju, at nú skulu vit ikki hava meira sosialhjálp frá teimum. Halgir W. Poulsen heldur tað vera ábyrgdarleyst og ótrúliga groft av Høgna Hoydal, sum næstovasta mann í landinum at kasta tann brandin út aftur nú aðru ferð innan fyri eitt hálvt ár, um at vit ikki eiga ognarættin til oljuna - og serliga tá allur umheimurin vendir eyguni móti Føroy- um, nú olja er funnin her. Halgir W. Poulsen, advokatur: Vallýsing hjá Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkinum um oljuna er reinging av veruleikanum Ábyrgdarleyst av varaløgmanni Danska oljufelagið Dong, sum eigur góð 28 prosent av verkætlanini hjá Faroese Partner- ship, sigur í tíðindaskrivi, at hetta er eitt positivt úrslit, men serligu fortreytirnar í Føroyum kunnu ávirka, um hetta verður rakstrarvert OLJULEITING Heri á Rógvi Í Faroese Partnership eru Amerada Hess, British Gas, Dong og Atlantic Petroleum. Eftir at royndarboringarnar høvdu tikið teir 3.800 niður undir havbotnin, so valdu tey trý, Ame- rada, Dong og Atlantic Petroleum at halda áfram at bora longu niður í einari sokallaðari Sole Risk-operation. Í tíðindaskrivi, so siga Dong, at teir eru bæði stoltir og fegnir um úrslitið. Serliga tað, at vágin nú hevur givið úr- sliti og hetta endurspegl- ar teirra tekniska før- leika. - Med udgangspunkt i de tekniske undersøg- elser og analyser vi foretog i området forud for boringen, har vi arbejdet ud fra en anden teori end de øvrige selskaber, og resultatet her viser, at vores vur- dering var rigtig. Det er vi selvfølgelig stolte af, for det bekræfter, at vores ekspertise fuldt ud kan måle sig med andre og større selskabers. Men set fra DONG’s side – der også har licenser i onrådet på britisk side – så er det virkeligt positive, at vi nu har konstateret, at der er olje og gas omkring Færøerne, sigur Søren Gath Hansen í tíðinda- skrivinum. Dong enda tíðinda- skrivið við at minna á, at viðurskifti við Føroyar skulu kannast betri, og hesar eins og aðrar kanningar vilja endaliga vísa, um hetta er rakst- rarvert. Stjórin fyri Amerada Hess í Stóra Bretlandi er ikki í iva um, at hetta er eitt frálíkt úrslit, ið teir nú hava fingið í Føroyum. Hann ávarar, eins og aðrir, ímóti at gleða seg ov nógv longu nú OLJULEITING Heri á Rógvi - This is a great result. We’re delighted that the Faroese Partnership’s first well in the Faroes has been succesful and we look forward to following up on this succes with our drilling programme next year, sigur Nick Fairbrother, sum er stjóri fyri Amerada Hess í Stóra Bretlandi. Í tíðindaskrivinum frá Amerda Hess kontórin- um í Bretlandi verður sagt, at fleiri kanningar skulu til fyri heilt at kunna avgera lagnuna hjá brunninum, men tað er einki yvir at dylja, at teir tykist heilt væl nøgdir við úrslitið. Tað verður lagt aftur, at heilt fitt av arbeiði afturat skal til fyri at sláa fast, um hetta nú er rakstrar- vert. Í tíðindaskrivinum nýtur Hess eisini høvi til at endurgeva bæði Ben Arabo og Wilhelm Petersen. Amerada Hess vænta, at komandi kanningar fara at siga teimum meira um brunnin í Føroyum. Amerada Hess: Frálíkt úrslit Dong: Positivt úrslit Óheppið á sáa iva Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum C M Y K 11 10