mánadagur 28. september 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 184 - 28. september 2009
Portugal sosialistiskt
Hóast veljarakanningarnar upp undir tjóðartingsvalið í
Portugal bendu á, at tað fór at verða rættiliga javnt millum
ta sosialistisku stjórnina og ta borgarligu andstøðuna,
vunnu sosialistarnir rættiliga trygt. Munurin bleiv sjey pros
entstig. Sosialistaflokkurin hjá Jose Socrates, forsætisráð
harra fekk 36,6 prosent av atkvøðunum, og hann kann nú
velja ímillum at skipa stjórn saman við einum stuðuls
flokki ella at skipa minnilutastjórn, skrivar Reuters. Hóast
onkur av teimum borgarligu flokkunum hevði framgongd,
eru teir ikki nóg væl mannaðir til at skipa stjórn.
Bendir á írskt ja
Í Írlandi benda allar meiningakanningar á, at írar fara at
atkvøða fyri Lissabonsáttmálanum, tá fólkaatkvøða verður
um spurningin síðst í vikuni. Í einari kanning, sum bleiv
almannakunngjørd í gjár, søgdu 55 prosent, at tey fara at
siga ja, 27 prosent fara at siga nei, og 18 prosent høvdu
ikki tikið støðu enn. Ein kanning, sum blaðið Irish Times
prentaði leygardagin, vísti, at 48 prosent ætla sær at
atkvøða fyri, 33 prosent vóru ímóti, og 19 prosent vistu
ikki. Tá írar vóru á fólkaatkvøðu um Lissabonsáttmálan í
juni í fjør, atkvøddu 53,4 prosent ímóti sáttmálanum, sum
tí ikki er komin í gildi í ES enn.
Installatiónir,
høggmyndir og
koparprent er bara
nakað av tí, sum er
at síggja frá nøkrum
av okkara fremstu
yrkislistafólkum
á ársins
Heystframsýning
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hóast teirra umstøður neyv
an altíð eru tær bestu, tykist
føroyska yrkislistin at verða
í støðugari menning. Tað
ber ársins Heystframsýning
á Skipasmiðjuni boð um,
har vit í løtuni hava høvi at
síggja nøkur av nýggjastu
verkunum hjá einum stórum
parti av føroysku yrkislista
fólkunum.
Byggja víðari
Hetta er fimta árið á rað, at
flestu av teimum somu lista
fólkunum sýna fram á
Heystframsýningini, og hjá
teimum, ið hava fylgt við,
er týðiligt, at fleiri av lista
fólkunum hava flutt seg
nógv í áhaldandi leitanini
eftir nýggjum útrykkum.
Eitt tað tað fyrsta, tú varn
ast á framsýningini, er stóra
installatiónin hjá Brandur
Paturssyni, sum fyllir stóran
part av gólvvíddini. Á sín
egna hátt tykjast tey trý verk
ini at spæla saman í onkrum
slag av hightech ævintýri,
har lasarastrálur og viðarbular
kasta kendar og ókendar
týdningar inn í verkið.
Eisini Tóroddur Poulsen
roynir seg hesuferð við eini
installatión, ið byggir víðari
á verk, vit sóu í summar,
har bomm og gøtukustar
vóru partur av tilfarinum.
Kendu prentini hjá Tóroddi
Poulsen hava eisini fingið
nýggj úttryk, við at tey nú
eru sett saman sum mynda
kollaga við gomlum familju
myndum.
Millum yngru listafólkini
ger Tummas Jákup Thomsen
vart við seg við eini mynda
røð, sum er tað fyrsta, sum
fangar eygað, tá tí kemur
inn í Listahøllina. Stílurin
er popart kendur, og onki
er at mistaka seg í, at mynd
irnar eru sjálvsportrettir.
Av eldru listafólkunum,
hevur Bárður Jákupsson
hesuferð eina røð av vatnlits
myndum við, sum tykjast at
hava fingið eitt enn lættari
flog yvir sær við ljósu heilt
út í ljósareyðu litunum.
Við á Heystframsýningini
í ár eru Andrias Andreassen,
Hanni
Bjartalíð,
Hjördis
Haack, Zacharias Heinesen,
Hansina Iversen, Bárður Ják
upsson, Anker Mortensen,
Marius
Olsen,
Torbjørn
Olsen, Bjarne Werner Søren
sen, Tummas Jákup Thom
sen. Hesi framsýna ikki í ár:
Rannvá Kunoy, Olivur við
Neyst og Tróndur Patursson.
Gestaframsýnararnir í ár
eru Aggi Ásgerð Ásgeirs
dóttir og Brandur Patursson,
sum bæði vóru við seinasta
ár, og Tóroddur Poulsen, ið
er við á fyrsta sinni.
Yrkislistin letur
dyrnar upp
Eftir øllum at
døma verður ikki
leingi, til greiða
fæst á, um Hanus
Hansen megnar
at finna fígging til
Kósina í Klaksvík.
Føroyagrunnurin og
Norðoyagrunnurin
hava fingið umsóknir
til fígging, men
enn hevur hvørgin
grunnur tikið støðu.
Tó verða umsóknirnar
viðgjørdar skjótt
VinnuLíV
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Føroyagrunnurin
hevur
gjørt sína skyldu í fiskivinn
uni, og fer tí ikki at vera við
til eina endurreisn av Kós
ini.
Hetta vóru boðini í nov
emburmánaði í fjør, eftir at
Maru Seafood var farið í
gjaldsteðg við virkinum.
Nú kundi meira enn so
hent seg, at Føroyagrunnur
in, sum hevur eitt av enda
málunum at eiga pening í
JFK, kúvendir í hesum máli.
Ein umsókn um fígging
frá nevniliga JFK liggur
nevniliga hjá nevndini um
at vera við til at endurreisa
Kósina, og hóast tað ikki
ber til at røkka formanninum
í grunninum, Leif Abra
hamsen, í dag, so staðfesta
aðrir limir í nevndini, at
umsóknin viðvíkjandi Kós
ini, ikki hevur verið við
gjørd á fundi, og tí er ongin
almenn støða tikin enn.
Allir aðrir spurningar verða
vendir
til
formannin
í
nevndini.
Norðoyagrunnurin hevur
somuleiðis
fingið
eina
umsókn, men heldur ikki
har hevur fundur verið.
Vit hava í seinasta lagi
um tvær vikur viðgjørt
umsóknina, og tástani tá
fari eg at úttala meg um
nakað, sigur Absalon í Buð,
formaður í Norðoyagrunn
inum.
Hanus tegir
Hanus Hansen heldur seg
hava sagt ov nógv í samband
við endurreisnina av Kósini
í Kringvarpinum í seinastu
viku, og vil nú lítið siga,
hóast tað eftir øllum at døma
bara verða nakrar fáar vikur
til Kósin letur upp.
Tó sigur hann, at frá tí, at
avtalurnar koma upp á pláss
og til Kósin letur upp varða
einar tvær vikur. Somuleiðis
staðfestir Hanus Hansen, at
tað bæði kann vera í morgin
og í næstu viku, at hann
veruliga veit nær ætlanin
verður veruleiki.
Hinvegin er onki vist við
fíggingini, tí hvørki Norð
oyagrunnur ella Føroya
grunnur
hava
viðgjørt
umsóknirnar á fundi. Og tí
er ikki endaliga vist, um
hesir vilja spæla við.
Rávøra verður
Sum skilst fer rávøra ikki at
tróta, tí bæði parið, sum P/
F Christian í Grótinum hjá
Kristian Martin Rasmussen
keypti og parið sum felagið
hjá Tummas Christophersen
keypti fara at avreiða til
Kósina, um ella tá hon
byrjar sítt virksemi aftur.
Men enn ber ikki til at
siga nakað við vissu viðvíkj
andi
virkseminum
hjá
Kósini í Klaksvík, men tað
er vist, at Hanus Hansen
saman við øðrum roynir og
er komin fitt ávegis at finna
fígging til eina endurreisn
av Kósini.
Kósalagna heilt nær
Aftur ein óvanlig listarlig avbjóðing frá Brandi Paturssyni
Sermerktu speglingarnar hjá Hjørdis Haack hava fingið eitt øðrvísi gerandisligt úttryk
Nýggju koparprentini hjá
Ankeri Mortensen tykjast
agggomul og spildurnýggj í
senn