Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 184 - 28. september 2009 7 tíðindi Sosialurin og Rás2 skipa fyri ársins fótbóltsveitslu. Allir leikarir í Vodafonedeildini, 1. Deild kvinnur, nevndarlimir, venjarar og hjálparfólk og dómarar eru boðin við og kunnu tekna seg til veistluna, við at senda ein teldupost til: fotboltsveitsla@sosialurin.fo innan mikudagin 1. oktober. Navn og eftirnavn skal viðmerkjast í teldupostinum. Frá kl 19.00 verður ókeypis buffet, men ein má gjalda fyri drykkivørurnar Tekna teg til veitsluna við at senda ein teldupost til: fotboltsveitsla@sosialurin.fo innan 1.oktober Ársins stjørnuskot: Vodafonedeildin og 1. Deild kvinnur Ársins leikari: Vodafonedeildin og 1. Deild kvinnur Ársins málverji: Vodafonedeildin og 1. Deild kvinnur Ársins venjari: Vodafonedeildin og 1. deild kvinnur Ársins dómari NomiNeRiNgAR: Skrá Dyrnar í Bowlinghøllini lata upp kl. 19.00 Vinnararnir verða kunngjørdir kl. 20.00 Tónleikur og hugni árSinS fótbóltSveitSla í Bowlinghøllini sunnukvøldið 4. oktober ARKITEKTURADAGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo 9. oktober er altjóða arki­ tekturardagur. Her í Føroy­ um verður hesin dagur hild­ in á fyrsta sinni. Arkitekturardagurin er eitt tiltak, sum UIA, ein al­ tjóða felagsskapur fyri arki­ tektar, setti í verk í 1985. Dagurin hevur síðan verið hildin um allan heim á hvørjum árið. Í ár er ælanin á fyrsta sinni at halda arkitekturardag í Føroyum. ­ Tað er okkara ætlan, at hetta verður ein byrjan til eitt afturvendandi tiltak, á hvørjum árið, har arkitekt­ ururin verður í focus, sigur Heidi H. Poulsen, arkitektur, sum er ein av fyrireikar­ unum. Altjóða yvirlýsingin hjá UIA fyri arkitekturardegnum í ár er: »architects energy versus global crisis«. Hjá okkum eitur yvir­ lýsingin »Burðardygd, sið­ venja og tøkni«. ­ Á arkitekturardegnum ynskja vit at vísa á nýggja føroyska byggilist og hvussu føroyskir arkitektar fyrihalda seg til hugtakið burðardygd. Byggilistin er týðandi partur í samfelags­ menningini, hon tulkar tíð og stað, vísir á nýggj huga­ rák og nýggja tøkni. Sam­ stundis eru vit tilvitað um at varðveita okkara mentun­ ararv, sigur Heidi H. Poul­ sen. Ein fotoframsýning, »Arkitektur–við–merk­ ing«, í Listaglugganum í Dr. Jakobsensgøtu í Havn. Arkitekturframsýnining, har føroysk arkitektavirkið vísa fram verkætlanir verð­ ur í Reinsarínum í Havn. Framsýning av arbeiði hjá børnum, har verkevni er at eygleiða, skjalfesta og viðmerkja. Framsýningar­ staður verður lýstur seinni. Landsverk hevur opið hús. Í matarhølinum hjá Landsverki, við Sverrisgøtu, verður framsýning við bæði aktuellum og søgulig­ um verkætlanum hjá Lands­ verki. Jarðfeingi luttekur eisini við eini framsýning. Lýst verður seinni, hvar fram­ sýningin verður, og hvat hon fevnir um. Sjónvarpið fer í banda­ savnið og leitar fram egnar sendingar um arkitektur. Hesar sendingar verða víst­ ar í viku 41. Útvarpið verður eisini við, og fer Gunnar Nolsøe at taka serligan tátt upp. Í Dimmalætting og Sosi­ alinum verða ymsar greina­ røð um arkitektur í døgun­ um frá mánadag til fríggja­ dag í næstu viku. Altjóða arki­ tekturadagur í Føroyum Arbeiðsfólk í Hoyvíkar kirkju, tá hon varð reist fyri trimum árum síðani