mánadagur 28. september 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 184 - 28. september 2009
Broyta fosturtøkulóg
Í Spania ætlar stjórnin at broyta fosturtøkulógina, soleiðis
at kvinnur frá 16 árum og uppeftir skulu hava rætt til
fosturtøku. Tann galdandi lógin, sum er frá 1985, loyvir
bara fosturtøku, um kvinnan er vorðin við barn undir
neyðtøku, um talan er um misfostur, ella um kvinnan av
heilsuávum kann koma í lívsvanda av at ganga við
barninum. Nú ætlar stjórnin at broyta lógina, so kvinnur
frá 16 ára aldri kunnu fáa fosturtøku, tá fostrið er yngri enn
14 vikur. Er vandi fyri lívinum hjá kvinnuni, kann hon fáa
fostrið tikið, til tað er 22 vikur gamalt. Katólska kirkjan er
harðliga ímóti uppskotinum.
Fangar til Írlands
Tveir menn, sum hava sitið í fangaleguni í Guantanamo, eru
sendir til Írlands, og ein triði er sendur til Jemen, haðani
hann er ættaður. Sambært amerikanska løgmálaráðnum eru
tað tveir usbekar, sum eru sendir til Írlands. Samstundis hava
amerikanararnir gjørt avtalu við tað lítla oyggjalandið Palau,
sum hevur játtað at taka ímóti 12 kinesiskum muslimum úr
Guantanamo. Løgmálaráðið í Washington sigiur, at nú eru
223 fangar eftir í Guantanamo-leguni. Nakrir teirra verða
sendir til onnur lond, og nakrir koma fyri hernaðardómstólar
í USA, sigur løgmálaráðið.
Sum tøkk fyri árini,
hon gekk á stud
entaskúlanum í
Hoydølunum, hevur
listakvinnan Rannvá
Kunoy latið skúlanum
stórfingið listaverk
Listagáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein sera fegin rektari á Før-
oya Studentaskúla avdúkaði
fríggjadagin eitt listaverk, ið
ein av fyrrverandi næming-
unum hevur latið skúlanum.
Næmingurin er ongin minni
enn listakvinnan Rannvá
Kunoy og verkið er ein
sermerkt litprentsrøð við
heitinum »Frontal«. Røðin
er sett saman av fimm
myndum, sum nú prýða ein
langan vegg á miðhæddini á
skúlanum
saman
við
snøggari navnaplátu.
Ikki í iva
Tað var á sumri í 2008 at
Rannvá Kunoy setti seg í
samband
við
Mikkjal
Helmsdal, rektara á Føroya
Studentaskúla, og spurdi,
um skúlin var áhugaður í at
taka ímóti einum verki, ið
hon var í ferð við at gera á
grafiska verkstaðnum, sum
tá lá við Listasavn Føroya í
Gundadali, greiddi rektarin
frá í røðu í sambandi við
avdúkinguna.
Nakrar vikur seinni, tá
verkið var liðugt, bjóðaði
Rannvá Mikkjali Helmsdal
oman í grafiska verkstaðin
at hyggja at verkinum, tí
hon vildi fegin, at hann sá
tað, áðrenn skúlin tók ímóti
gávuni.
- Fyri at tryggja mær
dygga fakliga uppbakking
bað eg myndlistalærara okk-
ara Kinnu Poulsen koma
við. Og vit vóru ikki í iva
um, at hetta var ein gáva av
eini slíkari listarligari dygd,
at skúlin átti at taka ímóti
henni. Eisini sjálvt um verk-
ið kravdi so mikið veggja-
pláss, at vit ikki beinanvegin
vistu, hvar á skúlanum vit
skuldu finna pláss fyri
myndunum, segði Mikkjan
Helmsdal.
Nógvir ymiskir veggir
hava
verið
umhugsaðir,
men at enda mátti so stóra
uppslagstalvan á miðhædd-
ini víkja fyra listini.
Ríkandi gáva
Hóast tað er ein klisjé, at
góð list ríkar gerandisdagin,
er tað ikki tess minni ein
sannleiki, at góð og hug-
vekjandi listarverk gera eitt
rúm hugaligari og heimligari
at vera og trívast í, staðfesti
rektarin. Serliga tá talan er
um listarverk, sum lyfta seg
langt upp um tað bráðvakra
og dekorativa, og sum dag
um dag og ár um ár bjóða
tær av at síggja nýggjar síð-
ur og nýggj brigdi av sær
sjálvum.
- Tað er tað, sum eg fái
burtur úr góðari list í mínum
nærumhvørvi og tað er tað,
ið eg vænti, at vit starvsfólk
og næmingar fara at fáa
burtur úr hesum verkinum.
Tí eg eri vísur í, at stein-
prentrøðin Frontal er eitt
listarverk av tí slagnum,
sum ongantíð tømist fyri
týdningar og brigdi, hvussu
so leingi ella ofta tú hyggur
at tí og fordjúpar teg í tí,
segði Mikkjal Helmsdal.
Hann legði afturat, at
Rannvá grundgav gávu
sína við, at hon fegin vildi
geva nakað av tí aftur, ið
hon føldi, at skúlin hevði
givið henni tey trý árini, ið
hon gekk á skúlanum frá
1991-1994.
- Skúlans vegna vil eg
takka Rannvá Kunoy hjarta-
liga fyri hesa sera generøsu
og stórfingnu gávuna, segði
Mikkjal Helmsdal, sum við
hesum
orðum
avdúkaði
steinprentsrøðina Frontal.
Rannvá takkar skúlanum við listaverki
»Glansbílætasamlararnir«
út á norskum
Í dag kemur skaldsøgan
»Glansbílætasamlararnir«
hjá Jóanes Nielsen út á
norskun. Hetta er fjórðu
ferð føroyski rithøvundurin
verður týddur til norskt.
Í
Noregi
er
Jóanes
Nielsen longu kendur sum
lyrikari við eitt nú yrkinga-
søvnunum
»Pentur«,
»Brúgvar av svongum orð-
um« og «Tey eru, sum taka
mánalýsi í álvara». Tað er
Lars Moa, sum stendur fyri
týðingunum, og tað er eisini
hann, ið nú hevur týtt »Gla
nsbílætasamlararnir«, sum
á norskun hevur fingið
heitið »Glansbildesamlar-
ane«.
Í Danmark vakti »Glans-
bílætasamlararnir» ans, tá
hon kom út á donskum í
fjør, og fekk bókin stak góð
ummæli í fleiri donskum
bløðum.
Norska týðingin kemur
út á Heinesen forlag.
-ave-
Ein snøgg pláta á vegginum minnir um gávuna, sum
listakvinnan Rannvá Kunoy hevur latið Studentaskúlanum í
Hoydølum sum tøkk fyri árini, hon gekk har
- Eg eri vísur í, at steinprent-
røðin Frontal er eitt listarverk
av tí slagnum, sum ongantíð
tømist fyri týdningar, segði
Mikkjal Helmsdal, rektari
á Føroya Studentaskúla, tá
hann avdúkaði listaverkið
fríggjadagin
Fyri fjórðu ferð er ein
bók hjá Jóanes Nielsen
nú týdd til norskt