Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 184 - 28. september 2009 Tað metir Ragnar Johannesen, sum helt fyrilestur um FDI (Foreign Direct Investment) á vinnudegnum hjá Vinnuhúsinum fríggjadagin FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo FDI er tá ein íleggjari í einum landi ger íløgur í einum øðrum landi. Og tað er í veruleikanum tað øvugta av, bara at keypa nøkur partabrøv í einum virki. Men hvat skal til, fyri at Føroyar kunnu gerast ein áhugaverdur mnóttakari av FDI-íløgum? - Ja, tað er ein góður spurningur. Vit skulu hugsa um tvinni ting samstundis. Vit skulu hugsa um at gera íløguklimaið so tiltalandi sum gjørligt, samstundis sum vit skulu gera okkum greitt, innan hvørjum vinn- um vit ynskja fremmandar íløgur, sigur Ragnar Johannesen. Kanningar hava víst, at tá íleggjarir hava gjørt eina íløgu í einum øðrum landi, so er tað ikki bara tað virkið, sum teir gera íløgurí, sum tað snýr seg um, men um íløguklimaið í síni heild, teir hyggja at. Men hvat heldur Ragnar Johannesen er størstu forð- ingarnar hjá Føroyum at fáa íleggjarar hendan vegin? - Tær eru sjálvandi fleiri. Summar eru geografiskar og einfaldar. Føroyar liggja fjarskotnar, vit hava lítla arbeiðsorku og tímalønin er høg. Heimamarknaðurin er lítil, og hartil kemur so eis- ini trupulleikin við, at vit eru uttan fyri ES og uttan fyri evrusamstarvið, sigur Ragnar Johannesen. Hinvegin eru eisini fyri- munir, sum vit kunnu vísa á. - Vit hava longu sæð við FAS-skipanini, at føroyingar hava nakrar førleikar, sum kunnu seljast í útlondunum. Tað fyrikemur mær, at tað lættasta fyri okkum hevði verið at marknaðarført teir førleikarnar, sum vit longu framman undan hava, og teir eru kanska serliga knýtt- ir at fiskivinnuni og havi- num generelt, sigur Ragnar Johannesen. Neyðugt við eini ætlan Eitt mál, ið nærum altíð er uppi og vendir, eru fog- vallarviðurskiftini, og tey nam Ragnar Johannesen eisini við í sínum fyrilestri. - Heimurin gerst jú minni og minni, og tað verður lætt- ari og lættari at flyta seg frá einum staði til annað. Men vit hava framvegis somu flogvallarviðurskifti og somu trupulleikar, sum vit hava havt í mong, mong ár, sigur Ragnar Johannesen. Hann metir, at tað verður trupult hjá Føroyum at marknaðarføra seg sum íløguland, samstundis sum vit hava ein flogvøll, ið er so óálítandi.. Tað verður eisini neyðugt hjá føroyingum atg hava eina ætlan um, hvat tað er vit ynskja. - Hvat slag av samfelag vit ætla av hava, hvat fyri slag av íløgugestum vit vilja hava og tá vit hava gjørt av, hvat vit ætla okk- um, mugu vit útinna ætlan- ina. Og tað krevur so, at man hevur politiskan stabili- tet og at syrgt verður fyri, at her er eitt íløguklima, so at útlendskir íleggjarir kenna seg væl, sigur Ragnar Johannesen. Royndir frá FAS Men hvussu metir Ragnar Jo- hannesen møguleikarnar vera hjá Føroyum at gerast eitt íløguland innan rímiliga tíð. - Nú eru tíðirnar fíggjar- liga ringar, og tí er truplari at fáa fatur á kapitali nú, enn tað var fyri nøkrum árum síðani. Men tað, at gerast eitt íløguland, er ikki nakað, ið verður gjørt eftir einum degi, og tí haldi eg, at um vit byrja at fyrireika okkum upp á at gera lógirnar so gópðar sum gjørligt, og hvørjar sektorar vit ynskja fólk at gera íløgur í, so haldi eg í ein vissa mun, at vit kunnu fáa út- lendingar at gera íløgur í Føroyum, sigur Ragnar Johannesen. Han sigur, at vit jú longu hava sæð tað í sambandi við FAS. - Og ein annar fyrimunur er, at Føroyar eru so smáar, so tað skal ikki so nógv til, fyri at gera mun. So eg haldi tað vera realistiskt at halda, at tað ber til at fáa útlendingar at gera íløgur í Føroyum. Hví ikki?, sigur Ragnar Johannesen. Føroyar kunnu gerast íløguland Ragnar Johannesen helt fyrilestur á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin Mynd: Jens Kristian Vang Trupul fíggjarlóg Tað er ikki bara tað føroyska landsstýrið, sum hevur ilt við at fáa fíggjarlógina at ganga upp. Somu trupulleikar hevur landsstýrið í Grønlandi, og tann støðan fekk drúgva um- røðu, tá Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, helt røðu, tá Landstingið bleiv sett fríggjadagin. Hann segði, at tað verður kanska neyðugt at læna pengar uttanlands, men at tað kortini verður neyðugt við sparingum og avmarking- um. Politiski viðmerkjarin Jakob Janussen sigur við KNR, at fíggjarlógin fyri 2010 verður tað stóra stríðsmálið hjá grønlendskum politikarum í heyst. Vænta onga fólkapensjón Í Danmark eru politikarar og búskaparfrøðingar ovfarnir av einari kanning, sum vísir, at helmingurin av teimum ungu kvinnunum rokna ikki við at fáa nakra fólkapensjón, tá tær koma upp í tann aldurin. Tær siga bart út, at tað verður eingin fólkapensjón, tá tær fara at gevast á arbeiðsmarknað- inum. Búskaparfrøðingurin Michael Svarer undrast á, at fólk hava so lítið álit á fólkapensjónini, tí hon verður ver- andi, sigur hann. Tað sama sigur Jens Vibjerg, framsøgu- maður hjá Vinstra. Tað kemur als ikki upp á tal at nema við fólkapensjónina, sigur hann við DR. Meira tilfar verður um vinnudagin í blaðnum í morgin