Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 184 - 28. september 2009 Bakkafrost var longu framman undan mett sum eitt gott boð upp á Ársins virki 2009, og tað vísti seg eisini at halda. Ein fegin stjóri gav starvsfólkunum ærina fyri tann heiðurin, sum vístur varð virkinum ÁRSINS VIRKI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Fleiri av teimum spurdu í Sosialinum hósdagin peik­ aðu á Bakkafrost sum eitt gott boð upp á Ársins virki, og tá spenningurin var loyst­ ur fríggjadagin, stóð Regin Jacobsen við standmyndini í hondini sum sjónligt prógv fyri, at Bakkafrost varð kosið Ársins virki 2009. Í grundgevingini fyri at velja Bakkafrost sigur dómsnevndin soleiðis: »Við val av ársins virki skal metingarnevndin taka sína støðu út frá hesum krøvum: ­ Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan eitt nú útflutning, vøru­ menning, tøknifrøði, út­ búgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menn­ ing og vøkstur, ­ Virkið skal hava verið støðugt/vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarligt úrslit seinastu árini, ­ Virkið skal vilja trína alment fram sum vinnari av kappingini sum Ársins virki. Fyrsta metingarkravið hjá nevndini byggir á ta sannroynd, at alt er í broyt­ ing, og at okkara framtíð veldst um, hvussu vit síggja hesar broytingar og møgu­ leikarnar í teimum, og hvussu væl vit tora og duga at handla. Umframt at seta mál í broyttu støðuni, mugu vit eisini rætta fyritøkuna til og fáa okkara samstarvs­ fyritøkur og myndugleikar at broyta almennu karmar­ nar samsvarandi hesum. At hóra undan í broyting­ artíðum og finna nýggjar leiðir er ein styrki hjá før­ oyskum fyritøkum. Skjótt at síggja aðrar møguleikar og leiðir at ganga – sámuliga lættgongdar til broyting kemur í; eisini har. Óvan­ ligari er í broytingartíðum at skoða longri fram og við gjørdum royndum og styrkj­ um í fyritøkuni at leggja eina strategiska ætlan fyri fyritøkuna og halda fast um hana, sjálvt um aðrar fyritøkur innan nakað somu vinnugrein til tíðir kunnu fáa størri inntøku við aðrari, valdari leið. Vit fáa støðugt fleiri av hesum fyritøkum, ið meta um, hvør heildarstrategi best kann byrgja upp fyri óvissum, ið tær kunnu hava ávíst ræði á, og sum við valdu strategiini fáa tann stabilitet og effektivitet í rakstrinum, sum gevur vøkstur og framhaldandi menning av fyritøkuni. Ein av hesum fyritøkum er Bakkafrost. Á Bakka hevur verið vinnuligt virk­ semi í kanska 100 ár ella meira bygt upp á tað, sum fjørðurin og havið hevði at geva. Tað er næstan ikki tað fiskaslag, sum ikki hevur verið virkað á Bakka, ið eisini tíðliga kom upp í aling við øllum tí, sum fylgdi við her. Men í 1992 verður tann strategi løgd, sum hevur verið fylgd líka síðan, og sum hevur givið ta menning og tann vøkstur, at fyritøkan í dag er tann nógv størsta innan fiska­ aling í Føroyum og er millum størstu útflutnings­ fyritøkurnar í landinum. At hava biologiska trygd, bæði veterinert og tá tað snýr seg um at fáa rávøru, at skapa jøvn og góð prísviðurskifti við miðvísari sølu beinleiðis vend til endabrúkaran, og at skapa jøvn og góð inn­ tøkuviðurskifti við lang­ siktaðum samanhangi av allari virðisketuni, aling, liðugtframleiðslu og sølu, hevur verið tann strategi, sum hevur ført á mál. Fyritøkan er í dag í saman­ legging við Vestlax og fer eftir samanleggingina 1. januar komandi at ala eini 30.000 tons árliga, harav knappliga helvtin verður í retail­pakningi. Miðað verður eftir, at fyritøkan skal skrásetast á virðisbræva­ marknaðinum í Oslo og verða burtur av altjóða fyri­ tøka, við teimum krøvum um burðardygd og gott lang­ siktað avkast, ið eigararnir fara at krevja av henni. Fyri­ tøkan hevði við seinastu árs­ uppgerð eina eginogn upp á 229 mió. kr. og eitt ársúrslit upp á 37 mió. kr. Starvs­ fólkatalið hevur verið støð­ ugt vaksandi og var knapp­ liga 300 við ársbyrjan. Nevndin hevur tí ikki ivast í at valt PF Bakkafrost Hold­ ing til ársins virki 2009«. Bakkafrost er Ársins virki 2009 Regin Jacobsen, stjóri, Líggjas í Bø, nevndarformaður, og Hans Jacobsen tóku ímóti heiðrinum at gerast Ársins virki 2009 Mynd: Jens Kristian Vang Dýrur farmur Eitt skip hjá bretska herflotanum fekk góðan fong, tá tað steðgaði einum fiskiskipi úti fyri suðuramerikonsku strondini fyrr í hesum mánaðinum. Nakað úr landi kom herskipið HMS Iron Duke fram á eitt fiskikip, og tá menn av herskipinum fóru umborð á fiskiskipið, funnu teir 5,5 tons av rúsevninum kokain í kastini. Tað sigur bretska verjumálaráðið, sum hevur fingið at vita, at á gøtuni er kokainið næstan tvær milliardir krónur vert. Skiparin á HMS Iron Duke, Andrew Stacey, sigur, at hetta er størsta rúsevnafongur hjá teimum nakrantíð. Hann vil ikki siga, hvar teir komu fram á fiskiskipið. Fjall á botni Amerikanskir og kanadiskir granskarar hava funnið eitt fjall á havbotninum í tí arktiska økinum, og tað kann fáa týdning, tá havleiðirnar kring Norðpólin eina ferð skulu býtast millum londini í økinum. Granskararnir eru við tveimum skipum, sum kanna og skráseta havbotnin norð­ an fyri Alaska og Yukon­økið, og har hava teir funnið eitt 1.100 metrar høgt fjall, sum eingin visti um. Amerikan­ skir og kanadiskir talsmenn siga, at fjallið á botni hevur stóran týdning, nú londini royna at fáa staðfest, hvør hevur rætt til hvat í økinum kring Norðpólin.