Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 184 - 28. september 2009 Mortan í Hamrabyrgi var als ikki fyrireikað­ ur upp á at fáa heið­ urin sum Ársins átak ÁRSINS ÁTAK Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var í uppskoti í Sosi­ alinum at lata Tórshavnar Matfestival heiðurin sum Ársins átak, og tað bleiv eisini soleiðis. Í grund­gev­ ingini fyri at lata Ársins átak til Tórshavnar Matfestival, sigur d­ómsnevnd­in soleiðis: »Í skipanini fyri val av ársins virki, verður sagt, at umframt at velja ársins virki kann d­ómsnevnd­in gera av at heiðra virki ella persón, sum hevur gjørt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Nevnd­in hevur gjørt av at nýta hend­a møguleika eisini í 2009. Seinastu árini er rættiliga nógv gjørt burtur úr sam­ leikanum hjá føroyskum virkjum og stovnum. Hetta er at fegnast um, tí tað ber prógv um fyritøkur, ið inneftir eins væl og úteftir brynja seg í kappingini um jaliga áhugan hjá viðskifta­ fólki, íleggjarum, mynd­ug­ leikum, ja almenninginum sum heild­. Alt gerst lættari í samvinnu og samvirki, um allir partar frá byrjan hava eina jaliga hugsan um hvønn annan, og innanhýsis virka vit fyri at liva upp til tann samleika, vit kenna og ynskja at onnur kennast við okkum sum. Men tað eru ikki bara fyritøkur og stovnar, ið vilja herða tilvitskuna um sam­ leikan. Tað er eisini vorðin almennur politikkur, ikki minst í ferðavinnuhøpi og at gera okkum sum land­ áhugavert at gera íløgur í. Dómsnevnd­in kund­i sjálv­ sagt valt at tikið fram okkurt av hesum mongu tilvitaðu samleikatiltøkum, men hev­ ur valt at heiðra eitt átak, sum er meira fólksligt, og – hevur tað víst seg – tykist at hava breiða, jaliga und­irtøku í land­inum. Sjálv held­ur d­ómsnevnd­in, at her er ein tilgongd­ byrjað við mongum áhugaðum uppi í, sum fer at gagna vinnuligum framburði og ikki minst gera okkara samfelag ríkari og meira áhugavert at liva í. Tilgongd­in hevur verið long og við hvørt trilvand­i, og tey mongu sum hava borið hana fram, hava ikki skúmað nógvan róma oman av, men eru held­ur at meta sum id­ealistar, hugsjónar­ fólk, ið und­ir truplum um­ støðum berjast hvønn d­ag fyri sínum ætlanum. Úrslit­ ið er kortini, at vit d­ag um annan fáa prógv um, hvussu ríkt okkara tilfeingi er og hvussu áhugaverd­ okkara mentan er á hesum øki, um vit gera tað møguligt hjá okkara besta fakfólki og áhugaðum leikfólki og veit­ arum av okkara forkunnugu rávørum at bjóða okkum og gestum okkara sínar tæn­ astur á vinnuligari grund­. Tað ber ikki til at nevna øll tey mongu, sum millum ár og d­ag hava verið uppi í og stuðlað hesari tilgongd­, sum er við at menna okkara errinskap og samleika sum veitara av tí mest forkunn­ uga og spennand­i mati á okkara heimligu matstovum. Mati gjørd­um úr føroyskari rávøru við føroyskum urt­ um og tí serføroyska, ið útlend­skir matkennarar hald­a vera í heimsklassa. Í hesari tilgongd­ eru Før­ oyar vorðnar kend­ar á fremstu matstovum í heimi­ num og ikki bara í okkara heimsparti, og føroyskir kokkar eru virknir í norður­ lend­skum samstarvi um matkynstur á hægsta stigi. Matstovur okkara eru farnar at kappast um at kunna bjóða nýggjar rættir og smakkir úr ymiskligari før­ oyskari rávøru, og fleiri tiltøk hava verið gjørd­ at fáa matfrøi og matfrøði upp í breiðan ljósmála, ja, sjálvt at fáa hjalssnapsin til for­ kunnugan d­urasnaps. Alt var tí kanska búgvið til tað átak, sum d­ómsnevnd­­ in hevur valt at heiðra. Men onkur skuld­i taka stigið til væleyd­naða matfestivalin, ið varð hild­in í Havn 22. august ár, og Mortan í Hamrabyrgi var stigtakarin, sum vit um eina løtu fara at biðja koma upp her, at taka ímóti silvurlittu stand­mynd­­ ini fyri ársins átak 2009. Samanumtikið er Matfesti­ valurin vald­ur sum Ársins Átak, tí matfestivalurin: ­ er ein kærkomin sýnis­ gluggi hjá framleiðarum av føroyskum rávørum á bygd­ og í býi ­ er við til at økja tilvitan­ ina hjá vanliga føroyingin­ um um føroyskar rávørur og tað margfeld­a ríkid­ømi, ið her er, og hann ­ er við til at økja áhugan fyri føroyskari matlist og matstovumentan, grund­að á føroyskar rávørur. Ein fortreyt fyri at vera ein góður seljari er, at ein kennir og virðir ta vøru, ið ein selur. Vit føroyingar "selja" okkara land­ hvønn d­ag. Matfestivalurin er við til at økja okkara kunnleika, áhuga og virðing fyri før­ oyskum rávørum, mati og matlist. Og hann kann vón­ and­i vera við til at lata eyg­ uni upp fyri enn fleiri møgu­ leikum at nýta føroyskar rávørur. Alt hetta er til gagns fyri trivnaðin hjá okkum før­ oyingum, til gagns fyri áhugan fyri Føroyum sum ferðamannaland­ og til gagns fyri áhugan hjá út­ lend­ingum at keypa okkara útflutningsvørur. Valið av Matfestivalinum skal síggjast sum ein heiður til øll tykkum, ið framleiða føroyskar rávørur, og til øll tykkum innan matstovu­, ferðamanna­ og útflutnings­ virksemi, ið d­agliga leggja d­ent á føroyskar rávørur og hjúkla um d­ygd­ina og tað serliga í teimum. Dómsnevnd­in hevur tí ikki ivast í at valt at heiðra átakið Matfestivalurin 2009 og Mortan í Hamrabyrgi, stigtakara til hend­a festival, sum ársins átak 2009«. Kom púra óvart á Tað var ein fegin Mortan í Hamrabyrgi, sum tók móti heiðrinum Ársins átak 2009 Mynd: Jens Kristian Vang Høvundar í neyð Tað er strævið at vera rithøvund­ur í Grønland­i í hesum tíðum, og á einari høvund­aráðstevnu í Katuaq um viku­ skiftið samd­ust luttakararnir um at biðja heimastýrið um hjálp. Vil tað almenna ikki hjálpa, kann tað fáa álvarssam­ ar avleiðingar fyri framtíðina hjá tí grønlend­ska málinum, sigur aðalskrivarin í rithøvund­afelagnum, Peter Fred­erik Rosing, við kringvarpið KNR. Umstøðurnar hjá høvund­­ unum eru nógv versnaðar, síðani forlagið Atuakkiorfik fór á húsagang. Harafturat er tað torført at selja bøkur, tí at bókhand­larnir eru bara tríggir, sigur hann. Oslo stórt hotell Norski hotellkongurin Petter A. Stord­alen ætlar sær at útbyggja Clarion Hotel Royal Christiania í Oslo, so tað verður eitt hotell, sum norski høvuðsstaðurin kann rósa sær av. Hotellið bleiv upprunaliga bygt í samband­i við teir olympisku leikirnar í Oslo í 1952. Tað hevur 508 kømur, men eftir ætlanini skal tað hava 850 kømur og eitt fund­arhøli til 1.200 fólk um fimm ár, skrivar Aftenposten. Hotel Plaza, sum hevur 673 kømur, er í løtuni tað størsta í Oslo. Petter A. Stord­alen sigur við blaðið, at tað fer at kosta um 350 milliónir norskar krónur at útbyggja Clarion Hotel Royal Christiania.