mánadagur 28. september 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 184 - 28. september 2009
Sosialurin
Forkemur fíggjarlóg
samgongu?
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he
vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo
Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Árni Joensen arni@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo
Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 8.0020.00
og boða frá
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Tað er einki óvanligt í tí, at allir limir í eini samgongu
ikki eru samdir um allar lutir í einum fíggjarlógar-
uppskoti, tá tað fer í tingið. Men óvanligt man tað
vera, at so stór ósemja er sum nú tykist vera. Sambært
Sosialinum fríggjadagin eru stórar frustratiónir og
ósemjur longu, áðrenn fíggjarlógaruppskotið er
vorðið almannakunnugt.
Keldur blaðið hevur tosað við vilja vera við, at pengar
eru ikki settir av til nógv umrøddu tunnilisverkætlan-
inar í Sandoynni og Norðoyggjum. Og hetta hevur
fingið øði í fleiri tingmenn.
Spurningurin er, hvussu tað ber til, at fíggjarmála-
ráðharrin koyrir tunnlarnar út í myrkurið, tá hann
veit, hvussu nógv hesir hava at siga fyri fleiri ting-
menn í samgonguni! Er hetta tøkk fyri seinast í
onkrum ávísum máli ella er hetta rætt og slætt tí, at
fíggjarmálaráðharrin, og her man hann helst hava
formenninir í hinum báðum flokkunum við sær,
heldur, at tá neyðugt er at slaka í vælferðini, so ber
ikki til at seta pengar av til nýggjar tunlar!
Til ber eisini at lesa hetta sum eina provokatión
frá fíggjarmálaráðharranum móti kreftum í egnari
samgongu og egnum flokki, at nú má tað røkka
ella støkka. Man hann hugsa, at Javnaðarflokkurin,
við vánaligu veljarakanningunum í bakhøvdinum,
einki hevur at missa skuldi hann endað í andstøðu?
Hinvegin kann fíggjarmálaráðharrin, formaður Javn-
aðarfloksins, illa liva við at skula skerja í vælferðar-
tænastum, samstundis sum pengar verða settir av til
stórar tunnilsverkætlanir.
Tað áhugaverda í øllum hesum er tað vald, sum
ein einstakur persónur tykist hava í allari telvingini
rundan um fíggjarlógir ár eftir ár, fyrrverandi løgmað-
ur og formaður Fólkafloksins, Anfinnur Kallsberg.
Við Sosialin fríggjadagin leggur hann longu upp til
konfrontatión í fíggjarnevndini, áðrenn fíggjarlógar-
uppskotið er vorðið kent. Eins og Sandoyartunnilin
er vorðin eitt hjartamál fyri Lognberg, eru tunnlarnir
Norð um Fjall ikki bert eitt hjartamál fyri Kallsberg.
Teir eru sjálvt tilverugrundarlagið. Soleiðis má ein
kunna lesa tey signal, sum hann hevur latið frá sær
nú í longri tíð. Eisini hetta veit fíggjarmálaráðharrin,
sum kortini hevur frávalt tunlarnar, skulu vit trúgva
keldunum. Helst veit fíggjarmálaráðharrin, at tað
er nyttuleyst at stríðast móti so sterkum kreftum í
samgonguni,so henda støða hansara er meira ein
markering.
Sum sagt er tað ikki óvanligt við orrustum í eini
fíggjarlógarviðgerð. Spurningurin er kortini, hvussu
leingi tríggir flokkar, sum í nógvum eru so ósamdir,
kunnu halda fram í samgongu. Tað, sum helst fær teir
at geva seg langt fyri at kunna halda fram, er tann
sannroynd, at møguleikarnir fyri at skipa fyri tryggum
samgongum við øðrum bókstavasamansetingum eru
ikki so nógvir. Og at taka eitt nýval bert eitt ár eftir, at
samgongan varð skipað, vil uppfatast sum ein veikleiki
fyri ikki at siga ein fallittavgerð. Samfelagið hevur
ikki ráð til eitt val nú. Veljarin krevur av flokkunum at
finna tær loysnir, sum eru so neyðugar í hesum tíðum.
Orðatakið er kent fyri flest,
men ongantíð so nógv sig
andi sum fyri sjálvstýris
politikkin, ið ungi tjóð
veldismaðurin, Bjarni H.
Niclasen, vil vera við, skal
føra okkum til ein sjálv
støðugan búskap.
Í fyrru greinini varð ført
fram, at Sambandsflokk
urin er einasti flokkur á
tingi, ið 100 % arbeiðir
fyri ríkisfelagsskapinum.
Tað, sum Ungmannafelag
ið Samband vil siga við
hesum er, at til eina og
hvørja tíð, so leingi sum
ríkisfelagsskapurin er ein
fyrimunur fyri føroyska
fólkið og livistøðið í landi
num, ynskja vit at vera
partur av honum. Tað er
tryggleikin, sum vit kalla
sambandspolitikk.
At tosa um at strika tað,
ið tjóðveldissamgongan
framdi í sínari tíð, er tað
vit kalla konservatisma.
Samfelagið hevur fyri ein
part tillagað seg, men hava
vit sæð, at hetta hevur havt
við sær, at økir í samfelagn
um eru afturúrsigld orsak
að av blokkniðurskurðin
um. Hyggja vit á heima
síðuna hjá Sambandsflokk
inum sæst, at hesin niður
skurður hevur kostað før
oyska samfelagnum 2,8
milliardir krónur umframt
fastfrystingina. Peningur,
sum í dag kundi havt ført
til, at mongu inntrivini,
sum skula hava sparingar
við sær, ikki vóru neyðug.
Eitt dømi um hetta er
heilsumál og almannamál,
sum bæði skríggja eftir
pengum.
Støðan fyri teir flestu
føroyingar, sum vit kenna,
er góð. Ivist onga løtu í, at
øll 23 % av føroyingunum,
ið atkvøddu fyri Tjóðveldi
num til seinasta val hava
tað gott í hesum landinum.
Tískil kann ein spyrja seg
sjálvan, hvat betur fáa vit so
við loysing? Tað er her eg
vil taka orðini: “Neyð lærir
nakna kvinnu at spinna”
fram. Hví skulu borgarar í
Føroyum í dag føla tað á
sínum kroppi, at vit skulu
loysa frá Danmark?
Ungmannafelagið Sam
band vil arbeiða fyri, at
eingin í hesum landinum
skal fara so langt út, at
neyðin skal læra tey at liva.
Tað er ikki nakað, ið eyð
kennir eitt nýmótans væl
ferðarsamfelag. Tí enn er
eingin komin við eini
ætlan um, hvussu mangl
andi peningurin skal koma
í landskassan.
Ungmannafelagið Sam
band vil til eina og hvørja
tíð, fyri ein og hvønn prís, í
minsta lagi varðveita ver
andi livistøði í hesum landi.
Tískil heldur Ungmanna
felagið Samband, at tað
hevur alstóran týðning, at
borgararnir í landinum ikki
koma at føla orðini í orða
takinum á sínum egna
kroppi.
Svar til Unga Tjóveldi:
»Neyð lærir nakna kvinnu at spinna«
ArNE
WINtHErEIg
Í dystinum millum ÍF –
HB sunnudagin tann 20.
september var ein sera
óheppin hending millum
Bartal Eliasen og nøkur
HB viðhaldsfólk. Her er
ein frágreiðing og ein
umbering frá ÍF og
Bartal Eliasen
Frágreiðing:
Bartal Eliasen fær ein HB
alboga í andlitið eftir
hornaspark og fær sera ilt í
nøsina av samanstoytinum.
Hann steðgar á eina løtu og
spælir síðani víðari. Eina
lítla løtu seinni fær Bartal
enn einaferð ein HB alboga
í andlitið eftir hornaspark,
men hesaferð verður hann
liggjandi á vøllinum. Tað
vísir seg, at hann bløðir illa
í nøsini og má tí út av vølli
num at fáa hjálp. Meðan
Bartal gongur av vøllinum,
rópa nøkur HB viðhalds
fólk háandi orð eftir
honum (m. a. bleiv rópt »at
hann hevði gott av tí« o. s.
fr.), og í frustrasión fáa HB
viðhaldsfólkini »fingurin«
frá Bartali. Bartal var ógvu
liga frustreraður yvir at
hava fingið ein alboga í
andlitið tvær ferð innan
heilt stutta tíð, og eftir at
hava fingið slík orð frá
áskoðarunum afturat, kók
aði tað yvir hjá honum.
Leikbann:
Bartal Eliasen er ein
leikari, ið nógv síggja upp
til, og eigur tí altíð at vera
fyrimyndarligur á vøllin
um. ÍF nevndin góðtekur
ikki at leikarar á Vodafone
liðnum hjá felagnum gera
slíkt, og tí hava vit valt at
geva Bartal Eliasen leik
bann í dystinum ímóti EB/
Streymi komandi
sunnudag.
Umbering:
Ítróttarfelag Fuglafjarðar
kann ikki standa inn fyri,
at leikarar hjá felagnum
gera slíkt, og tí vilja vit
hervið geva HB og við
haldsfólkunum hjá HB
eina umbering fyri hend
ingina. Bartal hevur eisini
góðtikið leikbannið, vit
hava givið honum, og vilja
vit hervið geva HB við
haldsfólkunum eina um
bering vegna Bartal sjálv
an. Hann er ógvuliga harm
ur yvir at hann handlaði
sum hann gjørdi.
Við fótbóltskvøðu!
Frágreiðing, leikbann og umbering
Formaður, vegna ÍF
nevndina
ÓLAvUr
LArSEN