mánadagur 28. september 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184
– Tað er ótrúliga skuffandi
at flyta niður, tí felagið er
stórt og hetta er ein ordilig
strika í traditiónunum hjá
felagnum. Men KÍ fer bara
niður at venda og kemur
uppaftur beinanvegin.
Tað skal eingin ivi vera
um, sigur Fríðin Ziskason,
nevndarformaður í Sp/F KÍ
Møguleikarnir hjá KÍ fyri at yvirliva í
Vodafonedeildini eru mestsum
mikroskopiskir, nú bert tað seinasta
umfarið er eftir. Munurin upp til
B36 er trý stig og níggju mál, so
skal teoretiski kjansurin gerast
reellur, skal KÍ vinna 5-0 á EB/
Streymi, samstundis sum B36 tapir
0-5 fyri B68.
– Vit eru so at siga farnir í 1. deild.
Tað er sjálvandi keðiligt, men sum
Petur sigur, so hava liðini verið góð
í ár, og tvey lið skulu niður. Vit eru
so blivnir so at siga tað eina, sum er
farið, tí har er øgiliga lítil møguleiki
nú, staðfesti nevndarformaðurin í
Sp/f KÍ, Fríðin Ziskason, tá hann eftir
dystin í gjár stóð saman við venj-
aranum, Peturi Mohr, mitt á
vøllinum í Gundadali og eygleiddi
HB-fólkini, ið fegnaðust um sítt
meistaraheiti.
– Undan kappingini settu vit
okkum sum mál, at vit vildu brúka
okkara egnu spælarar og byggja
felagið upp. Samstundis væntaðu
vit, at fingu vit 25 stig, so fóru vit at
verða verandi í deildini. Men nú
hava vit 24 stig, ið ikki røkka á mál,
samstundis sum vit mugu ásanna,
at skuldu vit til síðst fingið enntá 27
stig, so er tað kanska heldur ikki
nóg mikið.
HB verið best
Hóast nevndarformaðurin ikki duldi
fyri, at hann var keddur um, at tað
skuldi hava gingist KÍ so illa í ár,
viðurkendi hann veruleikan og
hevði hug at hyggja frameftir.
– Tað er ótrúliga skuffandi at flyta
niður, tí felagið er stórt og hetta er
ein ordilig strika í traditiónunum
hjá felagnum. Men KÍ fer bara niður
at venda og kemur uppaftur
beinanvegin. Tað skal eingin ivi vera
um. Sum tað sær út í løtuni, verða
teir flestu av spælarunum hjá
okkum verandi í felagnum, sigur
Fríðin Ziskason.
– Hinvegin mugu vit bara ásanna,
at HB hevur verið tað besta liðið,
sum KÍ hevur møtt í ár, so hetta
føroyameistaraheitið er fult
uppiborið. Nú fara vit, men koma
sterkt aftur, og kanska vit næsta ár
fara at satsa upp á uppflyting og
kappingina um Løgmanssteypið, so
vit hava nakað gott at koma
uppaftur til.
Cech ónøgdur
Chelsea-málverjin, Petr Cech, var alt annað enn
nøgdur um, at hann fekk reytt kort, tá Chelsea
heldur óvæntað tapti 3-1 móti Wigan leygardagin.
Cech varð rikin av vølli, tá dómarin bríkslaði fyri
bortssparki, sum Wigan skoraði til 2-1 uppá, og
hetta var málverjin alt annað enn nøgdur um. –
Brotssparkið var sera hart dømt, og eg varð bilsin
um at fáa reytt kort, tí eg var ikki seinasti maðurin,
skrivar Cech á heimasíðu sínari.
Tjaldur-StÍF í dag
Seinasti dysturin í fyrsta umfarinum av Sunset-kappingini í
hondbólti verður í Runavík klokkan 19 í kvøld. Tá taka
meistararnir úr Tjaldri móti StÍF, sum í ár veruliga tykist ætla
sær móti tindunum. StÍF hevur seinastu árini miðvíst satsað
upp á egnar spælarar, men í ár er liðið styrkt við tveimum
rumenskum spælarum, og so er spurningurin, hvussu langt
tað fer at røkka. Ein partur av svarinum fæst í øllum førum,
nú tær í fyrsta dystinum skulu spæla á útivølli móti
meistarunum.
Nú bara eitt umfar er
eftir av landskappingini í
Vodafonedeildini, røkist
einki fyri, at tað aftur
í ár eydnaðist Peturi
Mohr at bjarga KÍ undan
niðurflytingini, sum hevur
spøkt seinnu árini
Hetta er annað árið á rað, at KÍ
hevur sent boð eftir Peturi Mohr
ímóti endanum á einum kappinga-
rári, og í ein mánað hevur hann
staðið við endan hjá klaksvíkingum.
Í fjør eydnaðist at bjargað liðnum
eitt triðniðasta pláss, við fimm
stigum niður til eitt pláss hinu
megin strikuna, men nú sær meira
svart út hjá KÍ.
– Eg haldi, at deildin hevur
ongantíð verið so góð sum í ár. Tað
hevur ikki verið nakað vánaligt lið,
men tað hevur tað verið hini árini,
sigur Petur Mohr, so ikki vil tosa um,
um hann møguliga skal halda fram
sum venjari hjá KÍ og spæla liðið
uppaftur næsta ár.
Hann ásannar, at góða byrjanin
hjá HB gjørdi tað sera torført hjá KÍ
at fáa nakað við sær úr Gundadali í
gjár.
– Vit byrjaði óvanliga illa, og tí var
tað tungt at koma afturíaftur. Og eg
má viðganga, at tá teir so skoraðu
til 4-0, so sá tað ikki gott út. Tá vit so
komu upp á 4-2, vóru vit aftur við,
men fingu so eina útvísing, og so
gjørdist tað ikki meira, staðfesti
Petur Mohr, sum í gjár ikki dugdi at
síggja nakran serligan møguleika
fyri, at KÍ skuldi yvirliva í evstu løtu.
– Vit fara at gera kappingina
lidna og vilja vinna á EB/Streymi,
men málúrtøkuna kenna vit. Tað
verður trupult.
Miðvikudystir næsta ár
ÍTRÓTTARKLUMMAN
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Eitt tættpakkað kappingarár í
fótbólti nærkast endanum, og so
skjótt síðsta bríkslið er farið
komandi leygardag, er tíðin
komin at eftirmeta kappingina í
2009. Har verða óivað nógvir
tættir, ið kunnu takast upp til orðaskifti, men í hesum umfari kunnu
vit dvølja eitt sindur við samansetingina av sjálvari landskappingini í
Vodafonedeildini, ið hevur verið meira samanstúvað, enn hon plagar.
Fyrsta landskappingarumfarið var 3. apríl og tað seinasta verður 3.
oktober, og harímillum hevur so verið ein summarsteðgur, ið var
styttur nokk so fitt, samanborið við undanfarin ár. Bara fýra ferðir
hevur verið talan um miðvikudystir í sjálvari landskappingini, men
um ólavsøkumundið og nakað fram var talan um sera tætta og harða
dystarskrá hjá teimum spælarum, ið bæði skuldu spæla við í heimligu
kappingini og á landsliðnum.
Hetta var so ein roynd at skipa kappingina øðrvísi, men lítið man
vera at ivast í, at fleiri fara at seta spurnartekin við, um hetta nú var
rætti leisturin. Ikki minst, tí ein tættpakkað dystarskrá ofta hevur hug
til at ganga út yvir tey liðini og teir spælararnar, ið finnast í frægara
endanum og tí næstan kenna tað sum revsing fyri sínar dygdir, at
eingin munagóð hvíld finst í skránni.
Í ár hevur samansetingin av liðunum í Vodafonedeildini verið
soleiðis háttað, at tað hevur verið landfast, so øll hava fingið ferðast
ómaksleyst til sínar útidystir, uttan at brúka stórt meiri enn ein tíma
hvønn vegin. Øðrvísi verður komandi ár, tá bæði VB/Sumba og B71
aftur teljast millum fremstu liðini, og ferjusamband er einasti
ferðamøguleikin til bæði Suðuroynna og Sandoynna.
Kortini hevði verið vert hjá Fótbóltssambandinum at umhugsað
møguleikan fyri, at fyrsti triðingurin av landskappingini kundi verið
avgreiddur eftir fimm vikum, við bæði vikuskiftis- og miðvikudystum.
Tað hevði skundað undir dystarvenjingina hjá teimum liðum, sum
kanska ikki hava fingið so nógvar dystir í ofta illfýsna várveðrinum,
og tí kundi dygdin í spælinum skjótari blivið so góð, sum liðini kundu
ynskt sær. Tá er eisini ljósari í veðrinum og ikki so myrkt, sum tað var
onkran av dystunum, ið vóru spældur um kvøldarnar hetta
kappingarárið.
Eisini kundu fleiri miðvikudystir verið frá hálvum juni til hálvan juli,
tá nøkur av liðunum skulu spæla europeiskar dystir, tí so høvdu tey
fingið góða dystarvenjing undan±stóru avbjóðingunum, umframt at
tað kundi gjørt alt lagaligari, so hvørt sum heystið nærkaðist við
sínum ivaveðri, tá ein trupulleiki kann vera, at »fløskuhálsar« gera tað
torført at avgreiða kappingina eftir ætlan.
KÍ kemur
sterkt
aftur
Deildin betri enn nakrantíð
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
24 stig – og
kanska 27 – eru
ikki nóg mikið
hjá KÍ, sum fyri
fyrstu ferð í 105
ára longu søgu
felagsins skal
royna seg millum
tey næstbestu
Mynd: Jens Kr. Vang
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen