mánadagur 28. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Tá HB-spælararnir settu
sær fyri at levera vøruna,
fingu teir eisini úrtøkuna.
Og so eru flestu spurningar
av ársins Vodafone-deild
avkláraðir
Einasti spurningurin, sum er eftir at
svara, er, um tað verður B68 ella NSÍ,
sum skal fylgja Víkingi út í Europa.
Hóast matematisk vissa enn ikki
er fyri niðurflytingini hjá KÍ ella
silvurmerkjunum hjá EB/Streymi, so
ger málmunurin í hesum førum, at
ivin er so lítil, sum hann á nakran
hátt kann verða. Tí tað væl einans
eitt fullkomið kollaps hjá antin B36
ella EB/Streymi á seinasta leikdegi,
sum kann forpurra raðfylgjuna í
hesum.
20. meistaraheitið
Dysturin í Gundadali gjørdist søgu
ligur í fleiri mátar. Fyri HB merkti tað
enn eitt fet á leiðini sum mest
vinnandi felagið í landinum, nú teir
eru komnir upp á 20 av slagnum í
samlaða roknistykkinum.
Og tað gongur helst rúm tíð,
áðrenn nakar kemur at hótta teir í
so máta. KÍ hevur annars verið
felagið, sum HB hevur kappast við í
tali av meistaraheitum, men kiksaði
visjón 2009, sum nú endaði við
niðurflyting, ber samstundis við
sær, at KÍ fyri fyrstu ferð nakran tíð
ikki longur eigur umboð í bestu
føroysku mansdeildini í fótbólti.
20. gullið lá fyri tað nógva beint
til høgrabeinið hjá HB í ár. Fyrst og
fremst takkað verið støðugu
avrikunum hjá HB, ið sera sjáldan
misti stig á gólvið, og sum ofta
hevur sýnt hegni og dugnasemi at
koppa tøttu dystunum til egnan
fyrimun. Ikki minst hevur hetta havt
týdning, tá sambiðlarnir støðugt
hava skiftst um at heil og hálv
kiksa, og tí fekk HB rættiliga tíðliga
eina leiðslu, sum skuldi vísa seg at
verða gull verd.
Ikki minst tóktist gullið liggja
víðopið, eftir at HB tann 23. august
vann 20 í Runavík, men gummi
beinini tóktust gera um seg, tá
næstu fýra dystirnir móti Víkingi,
B36, AB og ÍF bara kastaðu tvey stig
av sær.
Mest av øllum tóktist álvarin ikki
hava fingið fatur í HBleguni, har
útmeldingarnar støðugt snúðu seg
um, at tað manglaði bara tað
seinasta og at spælið var nóg gott.
Veruleikin var eins nógv tann, at
liðið fyri tað nógva ikki tóktist til
reiðar at fara út at stríðast fyri
FMgullinum, men tað vóru teir
sunnudagin. Og tá føðingardags
barnið, veteranurin og Mr. HB –
Hans á Lag – stýrdi bóltinum í netið
longu í øðrum minutti, var leiðin til
gullið greið.
Niðurflyting kann vera sunn
HB vísti við sigrinum, at hóast
beinini skulu nýtast í fótbólti, so
gongur spælið fult so nógv fyri seg
í høvdinum, og meira enn nakað er
tað hetta, sum hevur kostað KÍ dýrt
í ár.
Hóast liðið til tíðir hevur togað
seg nær eini bjarging, so hevur
veruleikin eisini verið, at spælar
arnir eru hoyknaðir undir trýstinum,
tá mest stendur á. Tað var sjónligt í
dystinum móti B36 fyri einum
mánaði síðani, og tað var aftur
sjónligt í Gundadali sunnudagin.
Ikki minst svíður tað fast, at teir
spælarar, sum áttu at verið berandi,
ikki megnaðu uppgávuna, og so
verður tungt hjá yngru kreftunum
at fylgja við.
Yngru kreftirnar á liðnum hava í
alt ár livað undir mest sum
ómenniskjansliga trýstinum, sum
tað er at spæla við KÍ, tá illa gongst í
hond. Ætlandi sum ein liður í einum
menningararbeiði, ið tók atlit til
komandi nógvu árini, men undir
slíkum umstøðum er trupult at
mennast.
Júst í kann ein niðurflyting eisini
vísa seg sum gagnlig fyri KÍ, hóast
sjálvsálitið hevur fingið stórar
foyrur av hesum. Við lakari
mótstøðu er møguleikin fyri
búning, menning og succés
upplivingum nakað nógv størri hjá
ungu spælarunum, og tí er væl
hugsandi, at føroyskur fótbóltur í
framtíðini sleppur at síggja eitt
nógv sterkari KÍ, enn talan hevur
verið um seinastu kreppuárini.
Seinasti spurningurin
Einasti spurningurin, sum nú er eftir
at svara, er, um tað verður B68 ella
NSÍ, sum fer avstað við seinasta
europiska plássinum. B68 hevur í
løtuni munin, og vinna teir
útidystin móti B36, hava teir
staðfest sína egnu succéssøgu
hetta kappingarárið. Samstundis
spælir NSÍ á útivølli móti ÍF, og tað í
sjálvum sær er ein sera trupul
uppgáva, sum tó skal loysast, um
NSÍ skal hava nakra vón um at
hanga fast í Europa og teimum
krónum, sum har til hoyra.
Dystirnir á seinasta leikdegi, sum
altso er leygardagin, byrja allir
klokkan 14.30, og eru teir hesir:
B36B68, ABVíkingur, ÍFNSÍ, KÍEB/
Streymur og 07 VesturHB.
Eingin Guvernator í Danmark
Arnold Schwarzenegger kemur ikki til Keypmannahavn í eini roynd at fáa
OL í 2016 til California. Og tað hevur ongan tíð verið ætlanin, skrivar BT í
dag. Tað hevur annars ljóðað leingi, at Schwarzenegger skuldi verða
høvuðsmaðurin í royndunum at fáa OL til Chicago, men hetta verður nú
avstannað. Ístaðin er Terminator oddamaðurin í royndini at fáa
HMkappingina í fótbólti til USA í 2018 ella 2022.
Avgerðin fellur fríggjadagin
Á OLfundinum, sum verður settur í Keypmannahavn í morgin,
verður gjørt av, um tað verður Chicago, Rio, Madrid ella Tokyo, sum
verður vertur fyri Olympisku leikunum í 2016. Millum kendu
gestirnar, sum verða á staðnum at stuðla sínum vertsskapi, teljast eitt
nú Oprah Winfrey, Michelle Obama og Pelé.
Niðanfyri prenta vit bestu SMS’ini úr
3. hálvleiki á Rás2. Tann, sum sendir
besta SMS’ið fær eitt gávurkort frá
Carello
»Nù er tad ik haribo sum eru sponsor hja HB
MEN TOMS GULDKARAMELLIR TILUKKU HB«
»Gulltænastan søkir fòlk, erfaring vid
gummi hanskum krevst! Fòlk skullu seta seg
ìsmb. vid Sorin (gummi) Angel tlf. 5655XX !!!
Vinaliga GULLSTJORIN;-)«
»Haldi vision 2009 hjà okkum ..kiksaði«
»Luft kom i gummidukkurnar aftur«
»Atla at lava ravasju í Gøtu ;)«
»Verdur nokur klaksvikskapping nesta ar?«
»Hans er okkara Maldini«
»Símun á KÍ-liðið og Paris sum venjara ...
Paris Hilton also!«
»Skal bara siga til tykkum sum speireka ki,
teir eru ikki farnir ur vodafone enn, eitt
ordatak sigur: spottarin kemur i spottarans
stad. Tillukku vid FM,HB.
Hb'ari:-)«
Bestubitar úr 3. hálvleiki
So var
HB til
reiðar
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Todi og KÍ reistust ongan tíð í Gundadali. Ístaðin gjørdust tað Hans á Lag og liðfelagarnir úr HB, sum
struku avstað við sigrinum, trimum stigum og FM-heitinum
Mynd: Jens Kr. Vang