Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 Fýra mál í sama dysti og trý innanfyri 13 minuttir. Robbie Keane skrivaði leygardagin seg sjálvan inn í søgubøkurnar sum tann 20. leikarin, ið hevur skotið fýra mál í sama dysti í Premier League Við mongu málunum hevur Keane enn einaferð staðfest, at hann stórtrívist í Tottenham. Líkamikið hvar Keane hevur spælt, hevur hann altíð verið ein hóttan. Totten­ ham tykist tó at vera einasta felagið, har Keane vísir seg sum ein støðugt vandamiklan áleypara. Fyrsta ferðin, at Keane beyt frá sær, var í august 1997, tá hann sum 17 ára gamal spældi sín fyrsta dyst sum yrkisleikari, og skoraði tvær ferðir fyri Wolves í móti Norwich í næstbestu ensku deildini. Longu árið eftir var Keane topp­ skjútti felagsins. Áhugin fyri lítla írska áleyparanum vaks alsamt, og 1999 skifti hann til Coventry í bestu ensku fótbóltsdeildini. Eisini her gjørdist talan um ein øgiliga byrjan. Tvey mál í fyrsta dystinum og 12 mál tilsamans í Premier League høvdu við sær, at áhugin fyri írska landsliðsleik aran­ um var øgiligur. Tað var greitt, at næsta felagið hjá Keane fór at vera eitt stórfelag, men at tað gjørdist italska Inter, høvdu tey allarfægstu roknað við. Í Italia gekk á ongan hátt eftir vild hjá Keane, sum tískil var meiri enn nøgdur við at verða útleigaður til Leeds í ensku Premier League. Hann kvitteraði við at skora níggju mál í tilsamans 18 dystum, og síðani keypti Leeds hann leysan av italska sáttmálanum. Keane megnaði ikki at kappast við Fowler, Viduka og Smith árið eftir, og sat tí í ógvuliga stóran mun á beinkinum. Í so máta kom tað ógvuliga væl við, at Leeds fekk stórar fíggjarligar trupulleikar, og í 2002 tók hann av einum tilboð frá Tottenham og segði nei takk til Sundarland. Her skúgvaði hann skjótt allar kappingarneytarnar av vegnum, og næstu seks kappingárini spældi Keane tilsamans 254 dystir og skoraði 107 mál. Keane er eisini fyrsti leikarin, ið var kosin ársins leikari tríggjar ferðir í Tott­ enham, umframt at hann sum tann einasti leikarin í søgu felagsins hevur skorað omanfyri tíggju mál í Premier League seks kappingárár á rað. Keane og Kerr í Føroyum Tað var eisini undir góðu gondini í Tottenham – afturi í oktober í 2004 – at Keane vitjaði í Føroyum saman við Brian Kerr, ið var írskur landsl­ iðsvenjari tá. Her skeyt Keane bæði málini í sigrinum á Føroyum. Hesi mál høvdu við sær, at Keane yvirhálaði Niall Quinn og gjørdist mest skorandi írski landsliðsleikarin. Marrukendur dreymur Eftir seks góð og støðug ár í Totten­ ham tryggjaði Liverpool sær undirskriftina hjá lítla íranum. Skiftið var ein dreymur, staðfesti Keane, men tilveran í Liverpool gjørdist meira marrukend enn nakað annað, og eftir eitt hálvt ár í dreymalandi gekk leiðin aftur til Tottenham. Keane kom í helvt Her er hann nú farin undir sítt níggjunda kappingarár. Undan vikuskiftinum hevði Keane skorað einaferð, men ímóti Burnley og danska Brian Jensen, kundi eingin steðga honum. Talan gjørdist um ein sannfør­ andi 5­0 sigur, har Keane gjørdi fyrsta málið við at seta brotsspark í netið. Í næsta málinum hjá Totten­ ham átti hann stóran lut í upp­ legginum, og millum 74. og 87. minutt setti arbeiðssami írin bóltin í kassan tríggjar ferðir aftrat. Og hyggja vit at hagtølunum, skorar Keane minst fimm mál aftrat í ár, tí enn hevur Keane ongantíð skorað undir tíggju mál í einum heilum kappingaárið fyri Totten­ ham. O’Shea rundaði 350 Írski John O’Shea spældi um vikuskiftið sín dyst nummar 350 fyri Manchester United. Og hetta feiraði hann við 2­0 málinum í sigrinum hjá reyðu devlunum móti Stoke. Upleggunum til bæði málini stóð æviga ungi Ryan Giggs fyri, og sjálvur var Giggs um reppið at skora sítt mál nummar 150 fyri Manchester United, men hann sendi ístaðin beint omanfyri málið, eftir at Scholes spældi walisan leysan. Eingir timburmenn í Chelsea Carlo Ancelotti, venjari hjá Chelsea, er ivaleysur í, at tapið hjá Chelsea móti Wigan ikki fer at nerva liðið stórvegis. – Vit spældu ikki væl, og í dag vóru teir munandi betri enn vit. Men tað er tað, sum hendir í fótbólti, og so mugu vit bara syrgja fyri at verða betri næstuferð. Chelsea spælir í miðvikuni á útivølli móti Apoel Nicosia, sum í summar sendi EB/Streym úr Champions League­kappingini. Írska arbeiðs ­ grevið Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Man Utd. 7 6 - 0 - 1 17 6 11 18 2 Chelsea 7 6 - 0 - 1 16 6 10 18 3 Liverpool 7 5 - 0 - 2 22 10 12 15 4 Tottenham 7 5 - 0 - 2 17 10 7 15 5 Arsenal 6 4 - 0 - 2 18 8 10 12 6 Man City 5 4 - 0 - 1 11 6 5 12 7 Aston Villa 6 4 - 0 - 2 9 5 4 12 8 Sunderland 7 4 - 0 - 3 14 11 3 12 9 Everton 6 3 - 0 - 3 8 10 -2 9 10 Wigan 7 3 - 0 - 4 7 13 -6 9 11 Burnley 7 3 - 0 - 4 5 15 -10 9 12 Stoke 7 2 - 2 - 3 5 9 -4 8 13 Bolton 6 2 - 1 - 3 8 9 -1 7 14 Birmingham 7 2 - 1 - 4 4 6 -2 7 15 Blackburn 6 2 - 1 - 3 6 9 -3 7 16 Wolves 7 2 - 1 - 4 7 13 -6 7 17 Fulham 6 2 - 0 - 4 4 8 -4 6 18 West Ham 5 1 - 1 - 3 5 6 -1 4 19 Hull 7 1 - 1 - 5 6 19 -13 4 20 Portsmouth 7 0 - 0 - 7 3 13 -10 0 Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sunderland ­ Wolverhampton 5­2 Fulham ­ Arsenal 0­1 Liverpool ­ Hull 6­1 Tottenham ­ Burnley 5­0 Wigan ­ Chelsea 3­1 Stoke ­ Manchester United 0­2 Blackburn ­ Aston Villa 2­1 Birmingham ­ Bolton 1­2 Portsmouth ­ Everton 0­1 Chelsea ­ Tottenham 3­0 Úrslitini hetta umfarið Robbie Keane hevur funnið seg aftur, síðani hann seinasta vetur skifti aftur til Tottenham eftir hálvt ár í Liverpool. Leygardagin varð hann stóri maðurin, tá Tottenham bukaði Burnley við 5-0 Mynd: Polfoto/AP