mánadagur 28. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Trygd stuðlar Neistakvinnum
Undan vikuskiftinum skrivaðu Trygd og Neistin undir sponsoravtalu,
sum ger tryggingarfelagið til høvuðsstuðul hjá besta kvinnuliðnum
hjá Neistanum í vetur. Á myndini síggjast Durita Hansen, Hanus
Thomsen og Kára á Dunga eftir undirskriftina, meðan tær báðar,
Marjun F. Danberg og Anja Heinadóttir eru í nýggja búnanum, sum
altso varð tikin í nýtslu í Vági.
Evans vann HM
Australski Cadel Evans vann um vikuskiftið HM í
landavegssúkkling. Evans hevur leingi verið mettur sum eitt
tað størsta navnið innan ítróttina, men so ella so hevur hann
altíð kiksað í stóru Tour-kappingunum. Men á teimum 262
kilometrunum, sum vórðu súkklaðir í Sveis sunnudagin, var
eingin ivi. Á seinastu brekkuni setti australimaðurin restina
av feltinum eftir seg og kom einsamallur á mál sum nýggjur
heimsmeistari.
Tá dysturin millum AB og
KÍ hevði verið í gongd í eitt
korter, valdi dómarin at
blása av, tí hann helt veðrið
vera ov vánaligt til ein so
týðandi dyst. Víkingur vann
á Skála og botnuppgerðin
millum B68/NSÍ og EB/
Streym endaði við javnleiki
Tað stóra oddabrakið í bestu
kvinnu deildini, sum skuldi vera inni
í Vika á Argjum í gjár, gjørdist ein
fusari. Tá liðini høvdu spælt í eitt
korter í nógva vindinum og æla-
veðrinum, tók dómarin avgerð um
at blása dystin av, tí hann ikki helt
tað vera ráðiligt at spæla. Tá var
støðan framvegis 0-0.
– Eg helt, at tað var synd at av -
greiða eitt meistaraheiti í hesum
veðrinum, sum var beinleiðis hættis -
ligt fyri spælararnar. Fyri meg hevði
tað ikki so nógv at siga, tí eg skuldi
bara floyta, men kvinnurnar skuldu
altso spæla fótbólt í hesum vánaligu
umstøðunum, segði Jóan Petur
Michelsen, tá hann hevði blást av.
Hesa fyrstu løtuna hevði AB havt
vindin ímóti, men hevði kortini
forðað KÍ í teimum stóru kjansun-
um, og ofta fór bólturin undan
KÍ-kvinnunum í vindinum. Og næst-
an hvørja ferð, tá AB-málverjin,
Simona Heinesen, skuldi skjóta eitt
av mongu málspørkunum, fekst
bólt urin ikki at liggja stillur.
Liðini ósamd
Hóast avgerðin var tikin, eftir at
dómarin hevði tosað við bæði
venjarar og liðskiparar, so var ikki
semja millum partarnar um, um
spælast skuldi ella ikki. KÍ-kvinn-
urnar fagnaðu avgerðini hjá dóm-
aranum, men tað gjørdu tey í AB
ikki, tí tey hildu, at dysturin skuldi
sloppið at hildið fram.
– Eg haldi, at tað var púra beint
av dómaranum at blása av, tí tað
ber ikki til at avgera eitt meistara-
heiti í slíkum veðri. Har var eitt æl,
tá vit hitaðu upp, og tá bar næstan
ikki til at spæla. Vit eru sjálvandi
klárar at royna aftur, tá tað verður
betri veður, segði Ragna Patawary í
KÍ.
Venjarin hjá AB, Lennard Peter-
sen, sá tó eitt sindur øðrvísi upp á
tað:
– Vit vildu hildið fram við at
spælt, men eg skilji væl, at KÍ vil
blása av, tí hetta korterið vóru tað
vit, sum spældu, meðan KÍ einki
hevði at bjóða. Eisini passar tað KÍ
fínt at fáa dystin útsettan, tí so
kunnu kanska onkrir av teirra
skaddu spælarum gerast klárir. Vit
kunnu hinvegin kanska ikki brúka
Bjørg Syderbø, ið er komin upp til
júst henda dystin, segði hann.
Men hvussu er og ikki, so verður
dysturin altso spældur í dag klokk-
an 16.30, og tá fær Bjørg kortini
spælt við, meðan tað hinvegin er
ivasamt, um nakar skaddur
KÍ-spælari verður klárur, sum ikki
var tað í gjár. Rás 2 fer at siga frá
seinna hálvleiki í dystinum á
Argjum.
Hinir spældir
Hóast dysturin á Argjum var av -
blástur fyri veður, blivu hinir báðir
dystirnir í 1. deild hjá kvinn um kort-
ini gjøgnumførdir, hóast fótbólts-
veðrið nokk heldur ikki var tað
allarbesta í Gøtu og á Toftum.
Í Gøtu tók Víkingur ímóti Skála,
og her gjørdist tað Hanna Isaksen
Højgaard, sum við tveimum skall-
arum skoraði eitt mál í hvørjum
hálvleiki, so Víkingur vann 2-0.
Vindurin var nógvur og ferðin á
spælinum lítil, men hóast Skála
hevði sínar kjansir, hevði Víkingur
minst líka nógvar og vann ein
uppibornan sigur.
Hin dysturin var spældur á
Svangaskarði millum B68/NSÍ og EB/
Streym, og hetta var ein javnur
dystur, ið hevði mest at bjóða fyri
steðgin, tá liðini fingu hvør sítt mál
innan fyri ein góðan minutt. Í seinna
hálvleiki var minni spæl og púrt
eingir kjansir, so tí gjørdist tað altso
javn leikur 1-1 á Toftum.
Gulldystur í eitt korter
Veðrið var ikki til nakra FM-finalu á Argjum sunnudagin, og eftir einum korteri staðfesti dómarin, at
talan var ikki um ítróttarliga forsvarligar umstøður
Mynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
AB-KÍ (avblástur)
Víkingur-Skála 2-0 (1-0)
1-0: Hanna Isaksen Højgaard, 32.
2-0: Hanna Isaksen Højgaard, 75.
B68/NSÍ-EB/Streymur 1-1 (1-1)
1-0: Erna Svalbard, 18.
1-1: Fríða við Streym, 19.
Úrslit, 19. umfar
1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 KÍ
18
15
-
2
-
1
90
7
83
47
2 AB
18
14
-
3
-
1
50
7
43
45
3 Víkingur
19
10
-
4
-
5
38
23
15
34
4 Skála
19
7
-
1
-
11
24
46
-22
22
5 EB/Streymur
19
2
-
2
-
15
9
67
-58
8
6 B68/NSÍ
19
1
-
2
-
16
8
69
-61
5