Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 Illa skal vilja til, um EB/ Streymur ikki fær annað plássið í bestu deildini í ár, tí í gjár megnaði Hans Pauli Samuelsen við seinasta sparkinum í dystinum at taka øll stigini Tað skuldi vilja óvanliga væl til, um EB/Streymur skuldi røkka nøkrum gullheiðursmerkjum í ár. So væl vildi ikki til, tí HB gjørdi sína skyldu. Hinvegin lá EB/Streymur best fyri, at gerast best av restini, og við sigrinum á ÍF í gjár er hetta nærum staðfest. Aftur í gjár merktist, at veðrið ikki háttar sær eins væl alt árið, men hetta fekk tó avmarkaða beinleiðis ávirkan á spælið, hóast kavi var í einum æli. Gjørdu skjótt av At tað var heimaliðið, sum ætlaði sær at spæla fyri sínum møguleika fyri gulli sást beinanvegin. Stórt trýst var lagt á viknaðu ÍF verjuna, eftir at Bartal Eliasen hevði fingið leikbann frá egnum felagi fyri at lufta ein ávísan fingur. Men eftir at EB/Streymur fekk fyrsta málið vistu EB/Streyms­ leikararnir ikki heilt, hvat teir skuldu gera. Hetta hevði við sær, at ÍF við sínum sera beinleiðis spæli trýsti bóltin skjótt og ofta frameftir. Hetta gav í tveir minuttir tvey mál, og so tók EB/Streymur aftur yvir, og einar tíggju minuttir fyri hálvleik var aftur javnt. Hendan fyrsta partin av dystinum var onki serligt veður við Margáir og tað hevði størri ávirkan á verjuspælið enn á álopsspælið. Rótutur hálvleikur Eftir steðgin var veðrið vorðið munandi frægari. Men tað var spælið ikki. sera rótut spæl, sum tó hevði við sær, at bæði liðini fingu fleiri góðar møguleikar, tó uttan at geva mál. ÍF spældi sama stýlin. At sparka bóltin eftir Rógva Jacobsen, sum síðani legði bóltin til antin Andy Olsen ella Øssur Dalbúð. Hjá EB/Streymi var uppskriftin at kontra ímóti rímiliga seinu ÍF verjuni, men hetta gav heldur onki mál. Dreymamál Ransin Djurhuus hevði lagt tríggjar minuttir afturat leiktíðini, tá hesir tríggir minuttirnir eisini vóru farnir fekk EB/Streymur fríspark. Hans Pauli Samuelsen hevur ikki gjørt so nógv mál við frísparki í ár, men hetta eydnaðist í gjár, tá hann skeyt bóltin upp móti samankomingini í síðuni hjá Andras Gango. Tá ÍF gav bóltin upp, bríkslaði Ransin fyri seinastu ferð, og sum úrslitini háttaðu sær aðrastaðni er ÍF tryggjað á allan hátt í deildini, meðan Víkingur skal vinna við nógvum málum og EB/Streymur tapa ímóti KÍ, um felagsliðið úr Sundalagnum og Eiði ikki skal gerast best av restini. Ana skramblar á listanum Ana Ivanovic, sum eitt skifti var heimsins besta kvinnuligi tennisspælari, reyk út í fyrsta umfarinum í fyrstu kappingini eftir floppið í US­Open. Hesa ferð mátti vakra Ana lúta móti kekkisku Lucie Safarova, og tapið sendir Ivanovic niður á 17. plássið á styrkislistanum hjá WTA. Met-úrsli hjá Arsenal Risa­íløgan í Emirastes Stadion og ein varin innkeypspolitikkur hjá Arsena Wenger geva av álvara úrslit á botnlinjuni hjá enska Arsenal, sum ikki tykist tað minsta merkt av fíggjarkreppuni. Soleiðis hevur felagið nú lagt seinasta ársroknskapin fram, og niðast linjan vísti eitt svart tal upp á heilar 285 milliónir. Skuffandi í endanum Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, var vónbrótin eftir dystin í gjár. ­ Sjálvandi er mann skuffaður, tá mann tapir soleiðis í endan­ um av dystinum. Men nú eru vit tryggir í deildini, og tað var eisini málsetningurin, tá eg byrjaði í ÍF eftir summarsteðgin, greiddi Abraham Løkin frá. Hann legði afturat, at vind­ urin helst hevði sína ávirkan, hóast hann var javnur tað mesta av dystinum. Um árið hjá ÍF sigur Abraham Løkin, at nú er hann nøgdur við tí, sum hevur gingið fyri seg seinastu tíðina, hóast eitt stig í gjár og trý leygardagin høvdu fløvað enn meira. -eij Hepnir at vinna Heðin Askham, venjari hjá EB/ Streymi, kendi seg hepnan eftir dystin. ­ Tað er ein kvalitetur í EB/ Streymi, at leikararnir skapa møguleikar allan dystin ígjøgnum, men sjálvandi kenni eg meg hepnan, at vit vinna móti dystarenda, segði Heðin Askham. Hann legði afturat, at nú er silvurið nærum heima, og illa kundi roknast við meira, tá liðið var so mikið aftanfyri. ­ Eg haldi vit hava vunnið røttu dystirnar, og fingið tey stigini, vit kundu fáa, staðfesti Heðin Askham. Um seinasta dystin sigur Heðin Askham, at tað verður stuttligt at fara til Klaksvíkar at spæla og taka ímóti silvur­ merkjum. -eij eij@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu 1-0: Sorin Anghel leggur bóltin inn um verjuna hjá ÍF til høgru. Hans Pauli Samuelsen fær bóltin, og leggur hann inn fyri til Arnbjørn Hansen, sum nærum kann ganga inn í málið við bóltinum. 1-1: Øssur Dalbúð smekkar til á tvørtræið beint við samankomingina. Rógvi Jacobsen fylgir upp og javnar fyri ÍF. 1-2: Alexander Jovevic skjýtur úr einum 25 metrum, og bólturin syngur í netinum. 2-2: Pætur Dam Jacobsen stríðist í høgru síðu. Spælir bóltin frameftir til Levi Hanssen, sum pressaður leggur bóltin innfyri, har Pauli G. Hansen kemur spurtandi inn í brotsteigin og skallar bóltin í málið. 3-2: Fríspark á brotsteigarmarkinum. Hans Pauli Samuelsen skjýtur upp móti samankomingini í síðuni hjá málmanninum. Andras Gango er ov seinur og Hans Pauli Samuelsen hevur staðfest sigurin fyri EB/ Streym Málini EB/Streymur – ÍF 3-2 (2-2) Hans Pauli við silvurfóti ÍF EB/Streymur ÍF rann tað mesta av dystinum aftaná EB/Streymi, men ikki fyrr enn í seinastu løtu sparkaði Hans Pauli Samuelsen EB/Streym til sigur Mynd: Sofus D. Johannesen