mánadagur 28. september 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Alt liðið til sølu
Eftir at Port Vale um vikuskiftið tapti 1-3 móti Notts County í fjórðbestu
ensku deildini, hevur venjarin hjá liðnum, Mickey Adams, eftir øllum at
døma fingið nóg mikið. – Tað býr einki persónligt aftanfyri, men
áskoðararnir hjá okkum hava betur uppiborið, og tí havi eg sett alt liðið
til sølu, segði Mickey Adams við BBC. Port Vale fekk annars eina góða
byrjan upp á kappingarárið, men seinastu tríggjir dystirnir hava bert
givið eitt stig.
Holst bukaði Brøndby
Christian Lamhauge Holst bæði tendraði og sløkti, tá
Silkeborg í gjár vann sannførandi 4-1 sigur á Brøndby í
donsku SAS-liguni. Holst skoraði til 1-0 eftir 23 minuttum, og
eftir at Jim Larsen og Rajko Lekic høvdu økt munin til 3-0,
skoraði føroyski landsliðsspælarin eisini til 4-0, áðrenn Jan
Kristiansen minkaði um munin fyri Brøndby. Silkeborg er á
sjeynda plássi í donsku SAS-liguni, har tey hava spælt 10
umfør.
Tað hevur gingið av skrið
uni hjá B36 á útivølli í
ár. Seinnapartin í gjár
eydnaðist heldur ikki at fáa
stig, tá liðið og fjeppararnir
vóru í einum rusjibana frá
byrjan til enda
Einu løtuna líktist tað einum eyð-
mýkjandi avsmurningi. Síðan varð alt
í ruðuleika. Seinastu minuttirnar vón-
aðu teir at fáa útjavnandi málið. Tað
eydnaðist ikki. Men hóast tap, kundu
teir frøast. Sætið varð tryggjað.
Tað var ikki lætt at vera B36-
fjeppari seinnapartin í gjár. Tí
heldur ikki hesaferð eydnaðist tað
at fáa fult á útivølli. Tað hevur ikki
lukkast síðan 13. apríl. Men grann-
arnir úr HB bæði vunnu føroya-
meistaraheitið og hjálptu árstals-
felagnum, tá teir reyðu og svørtu
vunnu á KÍ.
Ein sigur av 13
B36 hevur bara vunnið eina ferð á
útivølli í 2009. Tað var í Fuglafirði hin
13. apríl. Síðan hevur liðið spælt fýra
javnleikir og tapt fyri rest. Tað hevur
av álvara sæst aftur á stiga talvuni,
og seinastu tíðini hevur tað sansa at
hjá B36. Men Gundadalur hevur
verið bjargingin. Tað var hann aftur í
gjár, tá HB sendi klaks víkingar sera,
sera nær niðurflyt ingini. Og bjargaði
B36, sum kom andi leygardag bara
skal syrgja fyri ikki at tapa málmunin
á níggju mál til KÍ.
Blást upp
Miðskeiðis í seinna hálvleiki í gjár
varð rok í Sarpugerði. Andreas Lava
Olsen varð rendur um koll, og lands-
liðsleikarin hevndi seg. Dag finn
Olsen, dómari, var skjótur á stað-
num, og minuttin seinni vóru trý
reyð kort á lofti. Andreas Lava Olsen,
Atli Gregersen og Dennis Holmberg
noyddust allir av vøllin um.
- Eg meti ikki, at hendingin var so
álvarsom. Tað tóktist sum, at tað
varð blást upp, og alt endaði í ruðu-
leika. Tað var eingin trupulleiki eftir
dystin, og allir tóku í hondina á
hvør øðrum, sigur Herbert í Lon
Jacobsen, verjuleikari hjá B36.
Og Jógvan Martin Olsen, venjari
hjá Víkingi, hevur somu fatan.
- Liðini spældu fair undan hesum,
og tað var ongantíð rok. Men brád-
liga vóru tríggir leikarar vístir av
vølli. Satt at siga skilti eg ikki reiðu-
liga, hvat gekk fyri seg. Men tað
fekk sjálvsagt stóra ávirkan á okkara
spæl, sigur Jógvan Martin Olsen.
Finnur málið hvørjaferð
Finnur Justinussen hevur fingið sítt
gjøgnumbrot í ár. Og tað við manér.
Framherjin, sum roynir seg á
fyrsta sinni í bestu føroysku fót bólts-
deildini, verður eftir nógvum av
døma toppskjútti í Vodafone deildini
í 2009. Hann styrkti ruddi liga um
sína støðu í gjár, tá hann tríggjar
ferðir sendi framvið Jóan Paula Dahl
Jakobsen, sum vardi B36-málið.
Og tað var ikki tí, at hann var
serliga eyðsýndur. Men hann veit
altíð, hvar hann skal verða. Tvær
ferðir í gjár gjørdi hann sær dælt av
verjuvillum hjá gestunum.
- B36 leggur bragdligari fyri, men
vit skjóta málini. Tá vit eru á odda
4-0 í seinna hálvleiki sær eisini sera
ljóst út. Men vit spæla seinasta
hálva tíman við átta útileikararum,
og tað merktist sjálvsagt, sigur
Jógvan Martin Olsen.
Herbert í Lon Jacobsen staðfestir,
at B36 ætlaði at tryggja sær sætið í
Vodafonedeildini uttan hjálp.
- Men tá úrslitini lagaðu seg, sum
tey gjørdu, eru vit glaðir fyri, at vit
taptu 4-3 heldur enn 4-0. Tí nú skal
tað ganga sera illa hjá okkum og EB/
Streymi leygardagin, um vit ikki
spæla í Vodafonedeildini í 2010,
sigur verjuleikarin, sum metti, at B36
var sera óansi í verjupartinum í gjár.
Umframt tey trý málini hjá Finni
Justinussen, var Sølvi Vatnhamar á
blettinum fyri Víking. Málini hjá B36
skutu Berger Midjord, Odmar Færø
og Sjúrður Thomassen.
B36
Víkingur
VíkingurB36 43 (20):
Nummar 13 var
ein rusjibani
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
ÍF – B36 1-2
07 Vestur – B36 4-2
EB/Streymur – B36 0-0
Víkingur – B36 3-1
AB – B36 3-1
KÍ – B36 2-2
HB – B36 2-2
NSÍ – B36 3-0
B68 – B36 3-0
ÍF – B36 1-1
07 Vestur – B36 2-0
EB/Streymur – B36 4-1
Víkingur – B36 4-3
Útidystirnir
hjá B36 í 2009