Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 Longu frá fyrsta bríksli vísti HB, at gummibeinini síðstu vikur nar vóru løgd til viks. HB hevði fult tamarhald á, revsaði mistøkini hjá KÍ og spældi so mikið sann­ før an di meistaraspæl, at KÍ fyri tað nógva ikki kundi sígg ja út sum annað enn niður flytari Í longri tíð hevur verið tosað um hesi vælsignaðu gummibeinini hjá HB, nú liðið ikki hevur megnað at tik ið føroyameistaraheitið inn, sum so leingi hevur verið á veg. Men í Gunda dali í gjár sást einki til nøkur gummi bein, og í staðin var tað eitt HB-lið, sum við sonnum meistara- spæli fekk tryggjað sær avgerandi fongin. Beinanvegin legði heimaliðið trýst á gestirnar, og fleiri av vanda- støð um og eisini onkur av málunum stóðust av KÍ-villum, ið HB dugdi at revsa til fulnar. Miðskeiðis í hálv leiki- num mátti HB umskipa sær liðið, tí Pæt ur Jørgensen fór skaddur út, men sjálvt ikki tað nart tað allar- minsta við vælsmurdu HB- maskinuna. Góða byrjan Longu í øðrum minutti fekk HB hol á. Eftir eitt hornaspark í vinstru síðu endaði bólturin yviri í hinari síðuni, haða ni Rógvi Poulsen í aðru atløgu fekk lagt bóltin innfyri. Og púra leysur inni fyri málinum fekk Hans á Lag prikað bóltin inn. Hetta var ein dreymabyrjan hjá HB og fekk óivað stóran týdning fyri dystin og tey sokal l aðu gummibeinini, ið annars hava darvað í longri tíð. Mitt í hálvleikinum var tað so Poul Thomas Dam, ið var maðurin aftan- fyri næsta leiðslumálið, tá hann í vinst ru síðu slapp frá tveimum KÍ- ar- um og hegnisliga legði innfyri, har Andrew av Fløtum var avgjørdur við fremru stong og økti til 2-0. Tey bæði málini vóru eisini mun- ur in, tí HB var betri á øllum frontum og spældi við stórum sjálvsáliti og neyðuga hugfloginum. Kortini var um reppið, at Atli Danielsen fekk mink að um munin, tá hann gjørdist púra leysur inni í HB-málteiginum, men ein fantastisk fótparada frá Símu ni Rógva Hansen fekk forðað fyri, at bólturin slapp í málið. Hetta var ein fantastiska góð og sera avgerandi bjarging, tí hóast HB sat á øllum, er ikki til at siga, hvat kun di hent, um KÍ púra óvæntað kom afturíaftur. Og nú fáa vit tað so ongan tíð at vita, tí í staðin fyri at KÍ minkaði um munin, var tað HB, ið stutt undan steðginum økti til 3-0. Hetta triðja málið kom eftir eitt frí spark, sum Vagnur Mohr Morten- sen sendi væl inn í KÍ-brotsteigin, har Fróði Benjaminsen var hægstur og snittaði bóltin í málið. Jákup Mikkel sen stóð sum negldur og fekk einki gjørt. Svaraði aftur Todi Jónsson, sum var byrjaður á bonki num, kom inn við byrjan í seinna hálvleiki, tá KÍ framvegis trúði uppá, at HB kanska kundi fáast aftur. Men hann hevði nóg illa nortið við bóltin, so var tað í hinum endanum, at heimaliðið mestsum staðfesti sigur in, áðrenn sekundvísarin var kom in runt. HB fekk eitt fríspark, sum var tikið skjótt. Úrslitið av hesum var, at KÍ- ar- ar nir slett ikki vóru klárir, so Bjarni Jørgensen fekk fría kós ímóti bak- linju ni, áðrenn hann legði flatt inn- fyri, har Rógvi Poulsen kom skreið- an di og sópaði bóltin í málið. Nú var 4-0, og dysturin sá mestsum liðugur út. Heilt liðugur var hann kortini ikki, og meðan HB hevði hug at taka sær av løttum, fekk KÍ troðkað seg meira inn í dystin. Ta einu ferðina vórðu beinini tikin undan Toda beint uttan fyri brotsteigarmarkið, og frísparkið út nyttaði Hjalgrím Elttør til fulnar, tá hann við einum bleytum skoti lyfti bóltin upp um múrin og dygst undir yvir liggjaran, so KÍ eisini kom á mál- talvuna. Yvirhøvur var KÍ nokk so væl við eina løtu mitt í seinna hálvleiki, og tá seinna málið kom, var tað aftur Hjal grím, ið var upphavið. Hann fór við ferð inn í HB-brotsteigin, og kom in heilt inn á fimmmeturin, tók Hans á Lag beinini undan honum, so dómarin mátti døma brotsspark. Hjal grím slapp sjálvur at skjóta, og hann skoraði trygt. Klárt best Tættari kom KÍ tó ikki í dystinum, og sum tað leið ímóti endanum, var HB hin vegin fleiri ferðir um reppið at økja um leiðsluna og tann framman- undan trygga sigurin. Millum annað var eitt skot á stongina, umframt at HB vassaði í øðrum møguleikum, ið saktans kundu elvt til fleiri mál aftr- at. Her var altso veruliga klassamunur á liðunum, tá alt kom til alt! Fleiri mál komu so ikki í dystinum, og tí gjørdust tey bæði hjá Hjalgrím stokkutur uggi hjá KÍ, sum við tapinum nokk má síggja í eyguni, at til ver an í bestu deildini er av. Teo ret- iskt er ein kjansur enn, men KÍ er alt- so trý stig og níggju mál aftan fyri B36, nú bara hesin eini dysturin er eft ir, so realistiski møguleikin er helst farin. Fyri HB er hinvegin øll orsøk til at fegn ast, tí hetta meistaraheitið er tað tjúgunda í røðini síðani 1955, umframt at HB hevur vunnið helvtina av meistaraheitunum, sum spælt hevur verið um í nýggju øldini. Gjøgnum alt kappingarárið hevur HB verið klárt tað besta liðið, og tann støðan er fyrst og fremst grundað á ein stabilitet, ið einki av hinum liðunum hevur verið bara í nánd av. Hjartaliga tillukku við væl uppiborna meistaraheitinum, HB! Seinasta bríkslið hevur ljóðað, og so tysja HB-viðhaldsfólkini inn á vøllin at feira 20. meistaraheitið hjá felagnum Mynd: Jens Kristian Vang HB­KÍ 4­2 (3­0): Frá gummi til gull einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen KÍ HB Rodwell sum Rooney 18 ára gamli Jack Rodwell er nýggjasta stjørnuskotið hjá Everton, og har metir venjarin, David Moyes, at spælarin hevur møguleika at gerast minst líka góður sum Wayne Rooney, ið eisini er úr Everton. – Wayne er vorðin ein stjørna, men vit hava eisini aðrar spælarar ávegis. Ein teirra er Rodwell, sum hevur eins stórt potentiali, hóast hann spælir á øðrum plássi, sigur Moyes. Rodwell spælir fyri tað mest sum verjukendur miðvallari, men kortini hevur hann longu skorað tvær ferðir hetta kappingarárið. Juventus misti í evstu løtu Italska Juventus hevði møguleikan at leggja seg á odda í seriu A, tá teir á heimavølli spældu móti Bologna. Leingi tóktist sigurin eisini gerast veruleiki, men í seinastu sekundunum javnaði Martins Bolzan fyri Bologna, sum soleiðis fekk eitt stig við sær úr dystinum.