Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Leygardagin kundi Hans á Lag halda sín 35 ára føðingardag, og sunnu­ dag in var hann við málinum til 1­0 ein stór orsøk til, at hann saman við lið feløgunum og øllum hinum í HB kun di feira føroyameistaraheitið 2009. – Tað var øgiliga deiligt at fáa hol á beinanvegin. Vit vóru væl fyri og vóru samdir um, at í dag skuldi tað verða. Nú eru trý ár, síðani at vit vun­ nu síðst, so tað var øgiliga deiligt at vinna aftur, segði Hans á Lag, ið sam­ stund is harmaðist um, at sigurin hevði við sær, at KÍ helst missir sítt pláss í bestu deildini. – Ja, tað er eitt sindur hugstoytt, at vit so skulu siga farvæl við KÍ, men klaks víkingar skulu bara koyra á, so koma teir aftur. hil Kom heim at avgera Rasmus Nolsøe, sum í ár hevur lagt upp til nógv mál hjá HB í góðum deyðbóltsstøðum, hevði ikki verið við teir síðstu dystirnar, men var við aftur í gjár, tá hann kom beint inn á liðið og spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni. – Hetta er heilt fantastiskt. Eg kom heim, fyri at vit skuldu fáa tað avgjørt, og tað gjørdu vit. Spælið hevur kanska ikki altíð verið so flott og vit hava onkuntíð verið hepnir, men tann, sum liggur ovast, hevur altíð uppiborið tað, segði Rasmus. – Hetta við gummibeinunum er kanska nakað sálarligt, ið ávirkar, men tað var deiligt at koma heim at hjálpa liðnum. Vit merktu kanska ikki, at vit vóru á odda, og tí slappaðu vit eitt sindur ov nógv av. hil Deiligt at fáa hol á – Vit vóru góðir í dag, ja, snøgt sagt suverenir, og her vóru eingi gummi­ bein at hóma í Gundadali, segði Páll Mohr Joensen eftir sigurin á KÍ, ið tryggj aði HB meistaraheitið. – Vit hava havt eitt gott kapp­ ingar ár. Kanska hava vit ikki altíð spælt so góðan fótbólt, men vit hava vunn ið teir nógvu dystirnar, uttan nú í seinastuni. Hetta hevur verið drúgt at bíða eftir. hil Liðformaðurin hjá HB, Fróði Ben ja­ min sen, ið sjálvur taldist millum mál skjútt ar nar ímóti KÍ, var ovur feg­ in eftir sigurin í gjár, tí tað gekk sum eftir ánni – í mun til síðstu dystirnar hjá liðnum. – Eg haldi, at vit fingu okkum gullbein í staðin fyri gummibein. Vit vóru kanska ov langt fremstir, til at menn tóku tað nóg seriøst, men kanska hildu, at tað fór at ganga av sær sjálvum, segði hann. – Men í dag vístu vit, hvat vit dugdu. Vit skuldu vinna dystin, og tað var tað, vit fóru eftir. Eisini kundu vit fegnast um, at spælið koyrdi væl hjá okkum. hil Poul Thomas Dam, ið millum annað legði upp til 2­0 málið hjá HB, var ovur fegin eftir dystin, tá vit fingu orð ið á hann, so skjótt sum hann hevði fingið muss og klemm frá pápa sínum, Ova Dam. – Tað var deiligt at fáa tað avgjørt nú, heilt fantastiskt. Nú hevur verið so nógv prát um gummibein og alt hatta har, so tað var ótrúliga deiligt at fáa tað yvirstaðið, segði Poul Thomas. – Men eg má viðganga, at eg var eitt sindur nervøsur síðsta korterið. Tað helt allíkavæl hjá okkum, og tað er ein ordiliga deilig kensla. Eg var ei si ni við til at vinna meistaraheitið í 2006, men hetta er fyrsta árið, eg eri við allan vegin ígjøgnum og gerist meistari. Tað er heilt fantastiskt. hil Ein av yngru spælarunum hjá HB, sum tað nógva av hesum kapp ing­ ar ári num hevur staðið sterkur í mynd ini, er argjamaðurin, Rógvi Poul sen, sum í gjár eisini taldist millum málskjúttarnar, tá hann í fyrs ta minutti av seinna hálvleiki skor aði til 4­0. – Hetta er ein fantastiska deilig kensla, og hetta er eisini fyrsta føroya meist araheiti í bestu deildini, sum eg havi verið við til at vunnið. Allir vóru tendraðir í dag, tí nú vildu vit vísa, at vit veruliga vóru besta lið­ ið í Føroyum, eftir at tað hevði gingið so illa í síðstuni, segði Rógvi. – Tá vit vóru á odda 4­0, føldi eg, at vit eisini vóru hesi fýra málini betri. Men so slakaðu vit kanska eitt sind ur, so KÍ slapp inn og fekk skotið tvey mál. Men vit vunnu so. hil Millum tey mongu fegnu HB­fólkini, sum tustu inn á vøllin í Gundadali at fagna sínum meistarum seinna part­ in í gjár, var formaðurin í HB, Niels Juel Arge, ið tóktist eitt sindur rørdur av hesum stóra degnum hjá Havnar Bólt felag. – Hetta er okkara tjúgunda meis t­ a ra heiti, og tað kennist sum nak að ser ligt. 20 er eitt tal, sum er eitt sind­ ur magiskt. Tað er eitt sindur síðani, at vit yvirhálaðu KÍ í meistara heitum, so vit nú hava 20 vunnið 20 meist a­ ra heiti og 26 steypakappingar. Men vit steðga ikki her, segði HB­ for mað­ ur in, ið einki hevur ímóti at leita sær íblást ur frá italska Juventus, tá blusur nar skulu pyntast næsta ár. – Tá vit fyltu 100 ár, høvdu vit eitt ser ligt búmerki við 17 stjørnum, men nú kanska vit fara at markera hesi 20 meistaraheitini við tveimum stjørn um á bringuni – einari fyri hvørji 10 meistaraheiti. hil Drúgt at bíða eftir Fingu gullbein Heilt fantastiskt Fyrsta meistaraheitið Fegin formaður Mynd: Jens Kr. Vang