mánadagur 28. september 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184
Klitschko framvegis heimsmeistari
Ukrainski Vitali Klitschko vann í gjárkvøldið upp á tekniskt konockout í 10. umfarinum,
tá hann vardi HM-heiti hjá WBC í dysti móti mexicanska Cristobal Arreola. 38 ára gamli
Klitschko var betri boksarin frá fyrsta umfari, og eftir dystin segði hann, at hann hevði
væntað sær meira mótstøðu frá 28 ára gamla avbjóðaranum. Arreola hevði ongan tíð
tapt nakran dyst í tungvekt, áðrenn hann í gjár møtti sínum yvirmanni í Klitschko, sum
annars gavst við nevaleikinum í 2005, men sum í fjør gjørdi av at royna seg aftur.
Toni forvinnur mest
Hóast hann vanliga byrjar á beinkinum, so er
italski Luca Toni best lønti spælarin í týsku
bundesliguni. Toni fær 70 mió krónur um árið frá
Bayern München, og tað er meira, enn nakar
annar spælari forvinnur í týsklandi. Næstir á
listanum, sum Bild hevur almannakunngjørt sær
soleiðis út við øllum tølum í milliónum krónum
um árið. Alexander Hleb (45), Grafite (35) og
Sebastian Kehl (25).
Eftir linligt fyrra umfar var
eftir steðgin eingin ivi um,
at toftamenn vóru omaná
og niðurflytararnir úr
Vágum undir
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í gjár var síðsti dysturin í hesum
umfarinum í Vodafonedeildini á
Svangaskarði. Toftamenn hava
verið knáir á heimavølli í ár, um enn
teir ikki hava fingið so nógv
burturúr, sum tað kanska ofta
hevur ljóðað frá.
07 Vestur dysturin var tann
tretta ndi á heimavølli í ár. B68 vann
3-0, og hetta var áttanda ferðin, at
toftamenn vunnu fulla úrtøku á
heimavølli. Nú valdast tað um,
hvussu tað fer at hilnast leygar-
dagin, tá ið B68 fer at vitja B36. Í
løtuni eru toftamenn á fjórða plássi,
og tað kann gott vera, at teir fara at
halda tørn um ta plaseringina.
Møguleiki er framvegis fyri, at
toftamenn seinnapartin leygar-
dagin fara at vinna bronsukrón ur-
nar, og tað er eisini møguleiki fyri,
at teir kunnu detta niður á fimta
plássið. Tað valdast, hvussu tað fer
at hilnast, tá ið B68 fer at vitja B36,
sum í gjár fekk endurnýggjað
atgongumerkið til bestu deildina,
og hvussu tað fer at hilnast hjá
Víkingi og NSÍ, sum fara at spæla
ávikavíst á Argjum og í Fuglafirði.
Tað er stórur munur á, hvat hesar
endastøðurnar bera við sær. Fimta
plássið gevur ongan rætt til altjóða
fótbólt, men tað ber við sær rætt til
ein eyka heimadyst, sum tey frá 6.
plássi og niðureftir ikki fáa. Undir
øllum umstøðum fer endastøðan í
ár at bera við sær, at B68 næsta ár fer
at spæla eina ferð meiri á heima vølli,
enn talan hevur verið um í ár.
Fjórða plássið ber rættin at spæla
Intertoto Cup fótbólt næsta summ-
ar við sær. Tað er altíð hugaligt at
fáa høvið at royna seg uttanfyri
landoddarnar, men hvat inntøkum
viðvíkur verður ikki talan um serliga
stóra upphædd. Steypavinnararnir í
Víkingi og silvurvinnararnir í EB/
Streymi hava tryggjað sær luttøku í
innleiðandi umfarinum í europe-
isku liguni og harvið 800 túsund í
inntøku ella umleið tíggju falt tað,
sum fæst fyri at taka lut í Intertoto.
Sjálvt um tað hevur hilnast væl
hjá B68 á heimavølli, so er tað á
heimavølli, at toftamenn hava mist
tey fimm ella seks stigini, sum nú
høvdu verið hent fyri at røkka
silvur krónunum ella uppaftur fínari
krónum. B68 hevur tapt eina ferð á
heimavølli, og fýra ferðir hevur
úrtøkan verið eitt stig.
Sum eftir ánni
Longu niðurflutta 07 Vestur vitjaði
á Svangaskarði, og leingi var
munurin lítil og eingin. 07 Vestur
hevði fleiri ungar menn á liðnum.
Tað ber boð um, at teir har vesturi
eru farnir at hugsa um at seta fólk
við, sum teir ætla skulu vera stuðlar
á liðnum, tá ið teir næsta ár ætla at
spæla seg upp aftur í bestu
deildina.
Talan var um 16 ára gamli Rógva
Egilstoft Nielsen, sum alla tíðina var
vinstri vongverji, Eli Falkvard Nielsen,
sum í síðstu viku fylti 17, var alla
tíðina á miðvøllinum, og 17 ára
gamli Henning S. Joensen og 16 ára
gamli Holgar Djurhuus vórðu skiftir
inn. Hesin seinni fyri Tór-Ingar
Akselsen, sum orsaka av skaða ikki
kom á vøllin aftur eftir hvíldina.
Óli Olsen legði stutt undan
steðginum heimaliðið framum við
brotssparki. Tað varð dømt, tá ið
Remi Langgaard fór um koll í
brotsteiginum. Hetta var fyrsta
ferðin, at 17 ára gamli og evnaríki
Remi var millum teir fyrstu ellivu,
og so gekk tað sum eftir ánni hjá
heimaliðnum.
Í 2. hálvleiki var eingin ivi. B68 var
leikliga omaná, og tá ið tað restaðu
ein tjúgu minuttir høvdu tofta-
menn tryggjað sær 3-0 sigurin. 2-0
málið skoraði Nenad Stankovic eftir
uppspæl í høgru, har Jóan Símun
Edmundsson og Keita vóru við, og
innskifti Jóhan Petur Poulsen
skoraði síðsta málið á Svangaskarði
í ár, tá ið hann av brotsteigar-
markinum sendi bóltin í málið.
Eru farnir
at seta við
Eingin ivi man vera um, at Tór-
Ingar Akselsen hevur verið
mest eyðsýndi 07 Vestur spæl-
arin í ár. Tór-Ingar kom ikki á
vøllin eftir steðgin. Hann var
darvaður av skaða frá upp gerð-
ini í Klaksvík næstsíðsta
sunnudag.
Tór-Ingar helt ikki, at mun-
urin hevði verið so stórur í 1.
hálvleiki, men í 2. hálvleiki var
eingin ivi um, at heimaliðið var
omaná.
Tór-Ingar hevur áður verið
meistari við HB:
- Vit gleða okkum leygar-
dagin at fáa vitjan av meistar-
un um. Tað er tungt at flyta
niður. Í dag vóru fleiri ungir
spælarar á liðnum. Næsta ár
fara teir at fáa størri leiklut, tá ið
tað aftur skal arbeiðast við at
vinna pláss í bestu deildini, har
vit kenna okkum at hoyra
heima, segði veteranurin, sum
ein av næstu døgunum roknar
við at fara at tosa við leiðsluna í
felagnum um, hvussu tað
verður næsta ár.
-jh
Bill hugsar
ikki um
bronsuna
B68 venjarin, Bill Jacobsen, var
sjálvandi væl nøgdur við, at tað
hevði eydnast hansara monn-
um at vinna trivaligan 3-0 sigur.
- Eg haldi ikki, at talan var um
serligan mun á liðunum í 1.
hálvleiki. Eftir steðgin var leik-
ferðin hjá okkum hægri, og tá
skoraðu vit tvey góð mál.
Tað er framvegis møguleiki
fyri, at tit skulu enda ovast av
liðunum í Eysturoy?
- Nú fáa vit at síggja. Vit
hugsa um okkara uppgávu,
sum verður ivaleysa stór ímóti
B36 í Gundadali. Víkingur og
NSÍ skulu eisini spæla á útivølli.
Teir fokusera sjálvandi upp á
avbjóðingarnar á Argjum og í
Fuglafirði. Seint seinnapartin
leygardagin fara vit at gera upp.
-jh
07 Vestur
B68
Leingi sá púra steindeytt út á Svangaskarði, men eftir at Óli Olsen undan steðginum skoraði upp á brotsspark, var eingin
ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara
Mynd: Álvur
B68-07 Vestur 3-0 (1-0):
B68 tók seg saman