Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Torres als ikki til sølu Hóast eini tvey ensk feløg hava sýnt stóran áhuga fyri at keypa Fernando Torres leysan av sáttmálanum við Liverpool, er hetta ikki eitt tema, sum kemur upp á tal hjá Rafael Benitez, venjara hjá Liverpool. – Eg veit, at umboðsmenn hjá onkrum feløgum hava tosað við okkum í royndunum at fáa ein prís upp á Torres, men eg havi bara sagt, at hann er ikki til sølu. Tað er hann veruliga ikki, og so er fullkomuliga líkamikið, hvussu nógv nakað felag vil betala fyri hann, sigur Rafael Benitez við SportingLife. Bech var errin Venjarin hjá Christian Lamhauge Holst í Silkeborg, Troels Bech, var ein errin maður, eftir at lið hansara hølvaði Brøndby av sunnudagin. – Heilt erligt, so eri eg pissistoltur um at vera partur av hesum liðnum. Brøndby hevur spælt væl seinastu tíðina, men í dag gjørdu vit, sum okkum lysti, og teir fingu ikki eitt bein til jørðina. Sjálvandi kunnu vit seinni fáa tað trupult, men í løtuni koyrir tað væl, og tí haldi eg, av ti spakuliga kunnu hyggja uppeftir á stigatalvuni, segði ein ovurfegin Bech eftir dystin í Silkboerg sunnudagin. Avgjørdu fyri steðgin Bogi Løkin, sum við tveimum málum gjørdist dagsins maður við Løkin, staðfesti eftir dystin, at tað mesta varð avgjørt í fyrra hálvleiki. - Vit spæla væl í fyrra hálv- leiki, og vit koma til nógvar møguleikar, harav vit skora upp á teir tríggjar. - Eftir steðgin hugsaðu vit meira um at verja leiðsluna, men vit hugsaðu eisini um at skjóta fleiri mál, sum kunnu gerast avgerandi í kapprenn- ingini um plássini í Europa. Í kappingini um seinasta plássi í Europa-liguni er NSÍ í løtuni beint aftan fyri B68. Men at tað júst eru grannarnir, sum kappast verður við, er ikki tað, sum runavíkingar hugsa mest um. - Tað er nakað síðani, at teir vóru framman fyri okkum, men júst tað er ikki tað, sum vit hugsa mest um. Tað ræður um at sleppa út í Europa at spæla, so tað er tað, sum vit sikta eftir, segði Bogi Løkin. -mørk Teir vóru tendraðir Allan Mørkøre stafðesti eftir dystin, at tað var motivatiónin, sum var stóri munurin í dystin- um í Runavík. - Vit møttu einum NSÍ-liði, sum var tendrað, og tað vóru vit ikki. Eftir steðgin komu vit betur við, men tá stóð tað longu 3-1 á talvuni, og tað fingu vit ikki broytt. Hava spælararnir verið eitt sindur sløktir, eftir at tit tryggj- aðu tykkum sessin í Vodafone- deildini. - Tað kann gott vera. Tað er kanska eisini náttúrligt, tá tú so leingi hevur havt tað sum mál, og tað so at enda eydnast. - Seinasta dystin spæla vit móti Víkingi á heimavølli, og tað er ein dystur, sum vit vlija vinna. Tað haldi eg eisini, at vit skylda áskoðarunum, eins og tað kann hava týdning, at vit taka eitt gott seinasta minni við okkum í vetrarsteðgin, segði Allan Mørkøre. NSÍ eltir enn møguleikan fyri europiskum fótbólti. Sunnudagin kveistraðu teir AB til viks fyri fyrstu ferð í ár Eingin ivi er um, at fyrri dysturin millum júst NSÍ og AB við Løkin í ár stendur fast í minninum hjá báðum pørtum. Hetta var dysturin, har AB við einum teprum 1-0 sigri stað- festi, at teir á ongan hátt vórðu lættir at syfta í ár, meðan tað hjá NSÍ var talan um trý stig, sum væl kundu mangla í roknibókini eftir kappingarlok. Og seinasta tesan stendur fram- vegis sterk í myndini, hóast tað í gjár eydnaðist NSÍ at basa argja- monnum. Enn tá sannførandi. Trýstu AB í botn Sigurin varð grundaður í fyrra hálvleiki, tá NSÍ sat á mest sum øllum. Spælið gekk fyri tað nógva fyri seg á AB-hálvuni, og runavíkingurin í málinum hjá AB hevði á ongan hátt nakrar serliga róligar arbeiðsumstøður. Og um miðjan hálvleikin skrædn- aði eisini. Karoly Potemkin hevur ikki verið so sjónligur seinastu mongu dystirnar, eftir at hann annars byrjaði kappingarárið við buldur og brak, men hann var tó maðurin, sum fekk sent NSÍ á sigurskós. Og tá Bogi Løkin seinni økti eftir gott forarbeiði frá Jann Inga var luftin mest sum farin úr AB. NSÍ helt á at trýsta, men AB kveikti tó eina lítla vón, tá Nikolai Eriksen minkaði um munin bara fimm minuttir undan steðginum, men løtu seinni var aftur galið, tá Bogi Løkin stóð einsamallur við handara stólpa eftir innlegg úr høgru. Kapprenning um Svangaskarð Sigurin ber við sær, at NSÍ framvegis hevur møguleikan at tryggja sær atgongd út í Europa. Talan er tó um harða kapprenning við grannarnar av Toftum, og bara tað í sjálvum sær eigur at vera nóg mikið til at tendra runavíkingar heilt nógv. Seinasti dysturin hjá NSÍ verður í Fuglafirði, og skulu trý stig fáast úr tí dystinum er neyðugt, at avrikið verður á minst sama støði, sum tað var við Løkin sunnudagin. Samstundis skulu toftamenn á útivølli royna seg móti B36, sum í minsta lagi skal hava eitt stig fyri at køva niðurflytingarvandan fullkomuliga. Gongur tann kabalin upp, so er árið at kalla bjargað í Runavík, men tað skerst ikki burtur, at tey í ár hugsa um nógvar møguleikar, sum eru mistir á heimavølli. Ikki minst tann móti AB. AB NSÍ NSÍ-AB 3-1 (3-1): Spentu Bogan við Løkin Eftir at hava tapt tvær ferðir móti AB, fingu runavíkingar øll stigini hesaferð. Men stóri spurningurin er, um hetta er nóg mikið til at vinna seg aftur á grannarnar hinumegin Svangaskarð Mynd: Álvur Haraldse jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk