Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. september 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 Trapattoni heldur fram Hóast hann er 70 ára gamal, so hevur italski Giovanni Trapattoni ongar ætlanir um at steðga sum venjari. Trapattoni hevur seinastu tvey árini verið írskur landsliðsvenjari, og tað verður hann eisini fram til 2012. Írland er í løtuni nummar tvey í bólki 8 í HM-undankappingini. Vinnur landið komandi heimadystin móti Italia, verður talan um play-off dystir í royndum at koma ti Suðurafrika. Maradone tekur Higuain við Argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradon, hevur heitt á málslúkin hjá Real Madrid, Gonzalo Higuain, um at koma við í hópin, sum í seinastu avgerandi dystunum móti Peru og Uruguay skal royna at stríða seg til HM-endaspælið. Argentina hevur havt tað sera tungt seinasta árið, og í miðlunum hevur fleiri ferðir verið heitt á Maradona, um at taka Higuain við í hopin. Hinvegin eru veteranarnir, Javier Zanetti, Fernando Gago og Lisandro Lopez ikki við í hópinum. Steypavinnararnir úr Neistanum tóku stikkið, tá meistararnir frá í fjør byrjaði hondbóltsárið við tapi á heimavølli Talan varð um spenning fyri allar pengarnar, tá hondbóltslandskapp- ingin hjá monnum byrjaði við ein- um braki millum meistararnar úr H71 og steypavinnararnar úr Neistanum. Í fjør spældu liðini bæði fleiri sera tættar dystir, og eins og Neistin tað fleiri ferðir í fjør, so togaðu teir bláu eisini akkurát sigurin heim hesa- ferð. Undan steðginum var tað tó H71, sum hevði betra takið á dystinum. Hoyvíkingarnir lupu avstað við nøkrum málum, og ta leiðsluna hildu teir fast um í 25 minuttir. Seinastu løtuna eydnaðist tó Neistanum at toga seg upp á javnt, og tað var ein smeitur hjá H71, at Esbern Patursson beint undan steðginum fekk reytt kort. Hetta darvaði vertunum nakað, men teir tóktust kortini vera um at fáa fatur um dystin, tá seinni hálv- leikur var hálvrunnin. Eitt time-out hjálpti tó Neista- num nakað, og seinasta korterið togaðu teir seg avstað. Eitt skifti var munurin komin upp á trý mál, og hetta vísti seg eisini at verða akkurát nóg mikið. H71 stríddist av øllum alvi, men teir lógu kortini støðugt aftanfyri, og máttu tí fara av vøllinum uttan stig. Teir báðir nýggju rumenar­ nir hjá StÍF munaðu væl, tá strandingar vunnu tryggan sigur á Kyndli í Havn StÍF hevur verið í snúningum frá fyrsta bríksli seinnu árini, og tað tykjast teir aftur at vera í ár. Sunnudagin spældu teir fyrsta dystin í hondbóltslandskappingini, og her eydnaðist tað uttan stórvegis hóvasták at vinna tryggan sigur á Kyndli. Kyndil hevur í ár stóran part av ætlaða fólkinum við frá byrjan, men hóast hetta, so var tað ongan tíð nóg mikið til veruliga at koma í nær námind væl spælandi strandingunum. Ikki minst munaðu teir báðir útlendsku spælararnir, sum nú eru afturat Marian Cirloganescu, sera væl, og við helmingin av málunum undistrikaðu teir eisini týdningin, sum teir hava fyri samlaða avrikið. Eitt skifti lá eitt veruligt sorl til Kyndil eisini í luftini, men hóast teir ongan tíð megnaðu at skapa spenning, so reistust teir grønu somikið, at úrslitið ikki gjørdist verri enn ilt. KÍF­VÍF 23­29 (8­14): Enn eigur VÍF grannaup­ pgerðina Vestmenningar løgdu væl frá landi, tá teir vunnu tryggan sigur í grannauppgerðini móti KÍF VÍF er aftur í ár til reiðar at bjóða av í føroyska hond bólts- oddinum. Í øllum førum, um útgangsstøðið skal takast í fyrsta dystinum hjá teimum í ár. Hóast VÍF aloftast hevur verið ovara liðið á stigatalvuni, so hevur talan eisini aloftast verið um tættar uppgerðir móti grannunum úr KÍF, men soleiðis bleiv tó ikki sunnudagin. Frá fyrsta bríksli var tað VÍF, sum setti seg á dystin, og munin, sum teir vunnu sær fyrstu løtuna, spiltu teir sær ongan tíð av álvara burtur. Eitt lítið skifti í seinna hálvleiki var KÍF um at skapa veruligan spenning íaftur, men við fleiri skjótum málum á rað, punkter- aði VÍF effektivt dystin. Og so kundi tað gera tað sama, at kollfirðingarnir fingu loyvi at pynta nakað um úrslitið sein- astu løtuna. mørk H71­Neistin 26­27 (11­11): Meistararnir taptu móti avbjóðarunum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk KÍF-VÍF 23-29 (8-14) 10 min: 1-5 20 min: 4-9 40 min: 15-18 50 min: 18-26 Málskjúttar KÍF: Regin Petersn 6, Niklas Reginsson 5(1), Rógvi Weihe 3, Hallur Hansen 3, Jákup Trygvason 2, Teitur Joensen 1, Suni Johannesen 1, Tony Weyhe 1, Jan Ottosen 1 VÍF: Sámal Joensen 8(2), Áki G. Olsen 6, Bjarti Hansen 5, Sjúrður Poulsen 4, Agnar Joensen 3, Eli Müller 1, Sámal J. Drhushuus 1, Regin Joensen 1 Brotskøst: KÍF 2, VÍF 2 Útvísingar: KÍF 5, VÍF 3 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen Fakta Kyndil­StÍF 25­32 (11­17): Kyndil skotið í senk H71-Neistin 26-27 (11-11) 10 min: 4-2 20 min: 9-5 40 min: 14-15 50 min: 21-20 Málskjúttar H71: Poul Kjartan Dam 8(1), Gunnar Bláberg 5, Hans Kári Hansen 3, Dánjal Tórgarð 3(1), Bárður Brimvík 2, Rógvi Sørensen 2, Esbern Patursson 1, Rúni Højgaard 1, Tróndur Vatnhamar 1 Neistin: Heini Hanusarson 6, Jugoslav Djumic 6, Finnur Hansson 5(1), David Edvardsen 4(1), Jens Mohr 3, Birgir Poulsen 2, Ingi Olsen 1 Brotskøst: H71 3, Neistin 3 Útvísingar: H71 3, Neistin 1 Diskvalifikatión: H71 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen Fakta jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Ingi Olsen og hansara menn prógvaðu longu í fyrsta dystinum, at teir eru til reiðar at bjóða hoyvíkingum av í nýggjastu útgávuni gulldansi í hondbólti Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-StÍF 25-32 (11-17) 10 min: 5-6 20 min: 10-13 40 min: 15-22 50 min: 19-26 Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 6, Josef Abrahamsen 5(2), Bárður Johannesen 4, Høgni Klein 3, Janus Einar Sørensen 3, Rani Ellingsgaard 2, Ken Zachariassen 1, Torvald Abrahamsen 1 StÍF: Kristina Preda 8, Gabriel Stanciv 8(1), Jóannes Prestá 5, Rúni Niclassen 4, Mortan Hansen 3, Bárður B. Danielsen 2, Borgar Danielsen 2 Brotskøst: Kyndil 2, StÍF 2 Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 5 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen. Fakta