mánadagur 28. september 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Nýtt rættarmál móti
»Fjolsinum«
DBU og Parken hava nú reist endurgjaldskrav móti
áskoðaranum, sum í fyrraárið leyp inn á vøllin eftir
dómaranum, tá Danmark og Svøríki spældu í Parkini.
Parkin hevur reist endurgjaldskrav upp á sjey milliónir
fyri mista inntøku, meðan DBU kreuvr 1,9 milliónir.
Áskoðarin varð í desember mánaði í 2007 dømdur 20
daga fongsul fyri harðskap móti týska dómaranum,
Herbert Fandel.
Robson verður lands
liðsvenjari
Bryan Robson, sum í drúgt áramál bar siðvandu troyggjuna við
7-talinum í Manchester United, hevur sagt ja-takk til at royna
seg sum thailendskur landsliðsvenjari. Robson, sum í dag er 52
ára gamal, hevur áður verið venjari hjá Middlesbrough, Bradford
og WBA, men í ongum av førunum gjørdist talan um tey heilt
stóru úrslitini. Í Thailandi hevur hann skrivað undir fýra-ára langa
sáttmála, har málið er at fáa landið til HM-endaspælið í 2014.
Talan gjørdist um
væntaða trygga sigurin
hjá Stjørnuni, men í løtum
vísti VÍF, at liðið væl kann
mennast til nakað stórt
Við Stjørnuni í Klaksvík var talan
ikki um lættastu hugsandi
byrjanina hjá blaðunga VÍF-liðnum,
sum nú aftur roynir seg í Sunset-
deildini.
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum
tóktist hetta tó ikki at nerva tað
allarminsta. Helst hildu tær hjá
heimaliðnum, og sigurin bara
skuldi koma av sær sjálvum, men
tað vildu gestirnir tó ikki.
VÍF loypti hvøkk á alt og øll, tá teir
eitt skifti vóru á odda 5-2, men so
raknaðu tær hjá heimaliðnum við.
Time-out’ið, sum varð tikið, hevði
eisini ta avleiðing, at gestirnir
brádliga fóru at hugsa um, hvat tær
gjørdu, heldur enn bara at spæla,
og so fingu premieru-nervarnir
veruliga fatur á unga VÍF-liðnum.
Talan gjørdist at enda eisini um ein
tryggan sigur hjá Stjørnuni, sum
fyrst og fremst hevði veldugar
fysiskar fyrimunir móti blaðungu
mótstøðuni. Og við níggju málum
og einum góðum hugburði annars,
sýndi Valentina Siciu eisini, at hon
kann verða góður fongur hjá
Stjørnuni, sum aftur í ár strembar
eftir gullinum.
Tað gera tær hjá VÍF ikki, men minni
kann eisini gera tað.
Setningurin hjá liðnum er fyrst og
fremst at halda sær í deildini, og
skal metast eftir fyrstu royndini, so
er nógv og gott tilfar at byggja á.
Royndirnar og kropsliga styrkin
koma við størru avbjóðingunum,
sum nú standa fyri framman, og
megnar liðið samstundis at halda
fast um góða hondbóltsskilið, sum
ofta slapp framat leygardagin, er
talan á ongan hátt um ómøguliga
uppgávu.
VB hevði leingi gott tak á
Neistanum, men seinastu
løturnar av báðum hálv
leikunum vísti, at Neistin
hevði neyðuga yvirskotið
Uttan útlendingar og við hópin av
lokalum spælarum stóð VB til reiðar
at byrja Sunset-kappingina, tá
Neistin kom á vitjan leygardagin.
Nógv hevur verið tosað aftur og
fram um, hvussu styrkin hjá VB
mundi verða, nú tey skriva ár null
eftir Daivu, men skal metast eftir
fyrsta dystinum, so er hetta kanska
ikki verri enn ilt.
Neistin er kanska heldur ikki heilt
so sterkt, sum liðið var í fjør, men
enn telur liðið nakrar av fremstu
spælarunum í landinum, men hóast
hetta, so hekk VB væl og virðiliga vi
størsta partin av dystinum.
Fyri steðgin hevði VB eisini mun in
í fleiri umførum, men stutt undan
steðginum skrædnaði eitt sindur, so -
leiðis at gestirnir vunnu seg framum.
Og teirri leiðsluni sleptu tær bláu
ongan tíð. Munurin varð støðugt
hildin um tey fýra málini ella har á
leið, og seinastu løtuna settu
Neista-kvinnurnar trumf á. Trý mál á
rað tóku fullkomuliga luftina úr
heimaliðnum, og so bilti tað minni,
at VB aftur pyntaði um úrslitið móti
dystarenda.
Stjørnan-VÍF 33-19 (16-9)
10 min: 4-5
20 min: 11-7
40 min: 21-16
50 min: 25-17
Málskjúttar
Stjørnan: Valentina Siciu 9(3),
Simona Petersen 6(1), Joan
Midjord Djordjevic 3, Una Olsen 3,
Hanna Mikkelsen 2, Durita
Mikkelsen 2, Ella Petersen 2, Bára
Skaale Klakstein 2, Maria við
Neyst 2, Edith Hansen 1, Judith
Hansen 1
VÍF: Halla Midjord 6, Liljan
Djurhuus 6, Rannvá á Rógvu 2,
Heidi Joensen 2, Rakul Joensen 1,
Tóra Seloy 1, Finngerð Jensen 1
Brotskøst: Stjørnan 3
Útvísingar: Stjørnan 3, VÍF 2
Dómarar: Hans Thomassen &
Hanus Kúrberg
Fakta
VB-Neistin 21-25 (11-14)
10 min: 5-4
20 min: 8-10
40 min: 13-17
50 min: 17-21
Málskjúttar
VB: Sára Samuelsen 6(1), Teresa
Joensen 4, Andrea Nielsen 4,
Bára Mortensen 3, Svava
Vestergaard 2, Sólrun Winther 2
Neistin: Jacklin Durhuus 6,
Rakul Augustinussen 6(1), Katrin
á Neystabø 3, Anja Heinadóttir
3, Louisa Andreasen 3, Anna
Clementsen 2, Bára Danielsen 1,
Marjun F. Danberg 1
Brotskøst: VB 4, Neistin 1
Útvísingar: VB 1, Neistin 1
Dómarar: Birgir Sondum & Geir
Wardum
Fakta
VBNeistin 2125 (1114):
Orkan á muni
Hondbóltsstøður
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
1
1
-
0
-
0
33
19
14
2
2 Neistin
1
1
-
0
-
0
25
21
4
2
3 Tjaldur
0
0
-
0
-
0
0
0
0
0
4 StÍF
0
0
-
0
-
0
0
0
0
0
5 VB
1
0
-
0
-
1
21
25
-4
0
6 VÍF
1
0
-
0
-
1
19
33
-14
0
Atlantic Airways-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 StÍF
1
1
-
0
-
0
32
25
7
2
2 VÍF
1
1
-
0
-
0
29
23
6
2
3 Neistin
1
1
-
0
-
0
27
26
1
2
4 H71
1
0
-
0
-
1
26
27
-1
0
5 KÍF
1
0
-
0
-
1
23
29
-6
0
6 Kyndil
1
0
-
0
-
1
25
32
-7
0
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
StjørnanVÍF 3319 (169):
VÍF vísti góðar taktir
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað gav ikki Stjørnuni nakrar serligar
trupulleikar, tá VÍF vitjaði leygardagin.
Men unga VÍF-liðið vísti í løtum, at stórt
potentali býr í spælarunum
Mynd: Norðlýsið