mánadagur 28. september 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184
Bendtner koyrdi útav við 160 km/t
Danski Nicklas Bendtner er aftur sloppin í yvirskriftirnar á ensku tabloid-
bløðunum. Hera ferð er orsøkin, at 21 ára gamli danin mundi komið heilt galið
avstað, tá hann sunnudagin var farin biltúr. Í flotta Aston Martin-bilinum koyrdi
Bendtner út av vegnum, meðan hann koyrdi 160 km/t, men sambært Ekstra
Blaðnum slapp Bendtner tó frá óhappinum uttan stórvegis mein.
Ónøgdur um 50 milliónir
Tað var ein fátøk troyst hjá Tiger Woods, at hann um
vikuskiftið gjørdist 50 milliónir krónur ríkari. Hetta var
nevnliga vinningurin fyri at gerast nummar tvey í ársins
útgávu av FedEx-tour’inum, har Phil Mickelson gjørdist
nummar eitt. – Eg eri eitt sindur vónbrotin um, at tað ikki
eydnaðist mær at vinna, men um nakrar dagar er lagið hjá
mær helst betri, staðfesti Woods eftir seinastu kappingina.
Við hvør sínum sigri
tryggjaðu VB/Sumba og
B71 sær leygardagin, at
tey verða nýggju liðini í
Vodafonedeildini komandi
ár. Enn er framvegis púra
opið, hvør fer niður saman
við MB, tí har eru ikki færri
enn trý lið um boðið
Hóast eitt umfar framvegis er eftir,
so varð leygardagin endaliga greitt,
hvørji tvey lið flyta úr 1. deild og
upp í Vodafonedeildina komandi ár.
Bæði VB/Sumba og B71 vunnu,
samstundis sum TB tapti, og so var
greitt, at bara tvey lið vóru eftir
heilt har frammi. Nú stendur bara
eftir at vita, hvat av teimum báðum
vinnur gullið og hvat má taka til
takkar við silvurinum.
Tað var annars í farnu viku líkt til,
at TB av álvara ætlaði at melda seg
inn í kappingina um at flyta upp, tá
í Vági eydnaðist at basa VB/Sumba.
Men meiri enn tað rakk tað ikki til,
og tí er TB nú bara eftir í kappingini
um bronsuna, eitt stig aftan fyri HB,
ið ikki kann flyta upp.
At uppflytingin nú endaliga er
avgreidd, merkir samstundis, at tey
í Vági og á Sandi komandi
kappingarár kunnu gleða seg til
dystir í bestu mansdeildini. Í hesum
umfarinum hevur B71 bara verið
niðri og vent hetta kappingarárið,
meðan tað VB/Sumba hevur havt
ein steðg frá toppfótbóltinum í
tvey ár.
Málríkt á Toftum
Dysturin leygardagin hjá VB/
Sumba, sum var á heimavølli, átti
ann ars at verið ein av teimum lætt-
aru, tí mótstøðuliðið var MB, ið bara
hevur átta stig og langt síðani er
farið niður. Men kortini eydnaðist
ikki heimaliðnum at fáa hol á, fyrr
enn nakrir minuttir vóru farnir av
seinna hálvleiki. So gekk eisini slag í
slag, og tá avtornaði, hevði VB/
Sumba vunnið ein tryggan 4-0
sigur.
Heilt so trivaligur var sigurin hjá
B71 ikki, tá sandoyingar vóru í
Gundadali og vitjaðu HB. Tó fekk
B71 eina ynskibyrjan við máli longu
í øðrum minutti, og allan fyrra
hálvleik, meðan tað enn var spæl-
andi, vóru gestirnir eisini við yvir-
lutan. Í seinna hálvleiki versnaði
veðrið og spælið tilsvarandi, so
einki mál kom aftrat í dystinum,
sum B71 vann 1-0.
Ólíka málríkari var dysturin á
Toftum, har Víkingur var og vitjaði
B68, tí ikki færri enn átta mál. Í fyrra
hálvleiki fingu liðini tvey í part, men
fyrsta korterið av seinna hálvleiki
gjørdi Víkingur bart, skoraði trý mál
og vann til síðst 5-3. Sigurin kundi
verið enn størri, tí eitt nú brendi
Víkingur brotsspark, tá støðan enn
var 0-0.
Botnspenningur
Tey bæði eysturoyarliðini, sum
møttust á Svangaskarði, hava tað til
felags, at tey eru bjargað frá niður-
flytingarvanda, men øðrvísi er hjá
hinum báðum, NSÍ og Skála, sum
spældu í Runavík. Har kom einki mál
fyri steðgin, men í seinna hálvleiki
skoraði Skála tvær ferðir, umframt at
málverjin hjá NSÍ eftir tað fekk reyða
kortið í sambandi við eitt brotsspark,
sum Skála enntá brendi.
Triði niðurflytingarkandidaturin
er FC Hoyvík, sum nokk so óvæntað
fekk ein sigur í land ímóti TB, ið
harvið misti sín uppflytingar møgu-
leika. Einsamalli málskjúttin hjá
hoyvíkingum var enntá ein vág-
bingur, men annars var einki at siga
til sigurin, ið var so mikið sann-
førandi, at FC Hoyvík var nærri at
økja, enn TB var at javna.
Sum sagt, er bert tað eina
um farið eftir, og á pappírinum
hevur FC Hoyvík helst besta møgu-
leikan at yvirliva, tí liðið skal til
Miðvágs. Ólíka torførari er hjá NSÍ
og Skála, sum skulu møta ávikavist
B71 úti og VB/Sumba heima. Hinir
dystirnir í seinasta umfarinum eru
TB-B68 og Víkingur-HB.
– Tað er truplari hjá
smærru feløgunum at
standa seg í bestu deildini,
tí tá onkrir góðir spælarar
koma undan, er stórur
vandi fyri, at onnur feløg
nokk so skjótt fara við
teimum, sigur Eli Hentze,
sum ikki heldur fram sum
venjari hjá B71, tá liðið
spælir í Vodafonedeildini
komandi ár
Eftir eitt kappingarár, har B71
kanska kom heldur seint í gongd,
var innsatsurin leygardagin krýndur
við uppflyting, so Sandoyggin aftur
komandi ár er partur av Vodafone-
deildini. Nú stendur so eitt stórt
arbeiði fyri framman, so besta
mansliðið hjá B71 skal vera so væl
fyri, sum tað ber til, tá kappingini
komandi ár fer í gongd.
– Fortreytirnar fyri at standa seg í
bestu deildini eru so nógv broyttar
seinnu árini. Tað er truplari hjá
smærru feløgunum, tí tá onkrir
góðir spælarar koma undan, er
stórur vandi fyri, at onnur feløg
nokk so skjótt fara við teimum,
sigur Eli Hentze, sum hevur vant
B71-liðið síðstu tveir mánaðirnar.
– Skal eg siga tað stutt, so er
núverandi liðið ikki nóg sterkt til at
standa seg og verða verandi í Voda-
fonedeildini. B71 má hava onkrar
meira royndar spælarar aftrat á
ávísum plássum, skal tað eydnast at
halda sær uppi í bestu deildini.
Nýtt fólk krevst
Umframt, at B71 skal út at finna
onkrar spælarar, sum kunnu styrkja
um liðið, verður í øllum førum
neyðugt hjá felagnum at finna ein
nýggjan venjara.
– Tá eg tók við, segði eg, at eg
feg in vildi taka eitt tørn fyri felagið í
2009, men ikki í 2010. Ein orsøk til
tað er, at eg haldi, at tað riggar ikki
ordiliga væl, at tú ert venjari hjá
ein um felag í bestu deildini í Før oy-
um, samstundis sum tú hevur eitt
annað fulltíðarstarv, sigur Eli
Hentze.
Hóast veðrið ikki var tað besta,
var fitt av fólki og hugdi at dystin-
um hjá B71 ímóti HB leygardagin,
og tað fløvaði, viðgongur venjarin,
sum sigur seg hava havt fleiri góðar
løtur í júst Gundadali.
– Tað hevur ferð eftir ferð víst
seg, at tá avgerandi dystir hava
verið hjá B71, so hava teir eisini
verið í Gundadali, og soleiðis skuldi
tað eisini verða hesa ferð, sigur Eli
Hentze.
hil
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
VB/Sumba-MB 4-0 (0-0)
1-0: Hartman Hansen
2-0: Hartman Hansen
3-0: Teitur Tausen
4-0: Jón Krosslá Poulsen
HB-B71 0-1 (0-1)
0-1: Ikechuckwu Onyema
FC Hoyvík-TB 1-0 (0-0)
1-0: John T. Poulsen
B68-Víkingur 3-5 (2-2)
0-1: Bárður Hansen
1-1: Oddur Højgaard
1-2: Martin Olsen
2-2: Súni Fríði Barbá
2-3: Bárður Hansen
2-4: Bárður Hansen
2-5: Sonni Dalheim
3-5: Oddur Højgaard
NSÍ-Skála 0-2 (0-0)
0-1: Bárður Danielsen
0-2: Petur Pauli Mikkelsen
Úrslit, 26. umfar
B71 má hava styrk
VB/Sumba og B71 flyta upp
MB hevur í ár verið veikasta liðið í 1. deild, og tað var eisini avmarkað, hvat miðvingarnir megnaðu at gera við VB/Sumba, sum við
tryggum 4-0 sigri staðfesti oddastøðuna í deildini
Mynd: Dagfinn Olsen