mánadagur 28. september 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 28. september 2009 – Nr. 184 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Rosenborg aftur
á toppinum
Eftir at tað kiksaði í fjør og í fyrraárið, er
Rosenborg nú aftur á norsku fótbóltstindunum.
Sunnudagin skutu Steffen Iversen og Trond
Olsen málini, tá Rosenborg við 2-0 sigri á
útivølli móti Molde tryggjaði sær norska
meistaraheitið. Talan var um 21. meistaraheitið
hjá Rosenborg, sum annars vann gullið 13
ferðir á rað í árunum 1994-2006.
Saudi-arabiskur prinsur ætlar at
keypa partabrøv í Liverpool
Saudi-arabiski prins Faisal bin Fahd bin Abdullah ætlar sær nú at keypa
helmingin av partabrøvunum í enska Liverpool. Faisal var millum áskoðararnar
á Anfield Leygardagin, og í enskum miðlum verður gitt, at hann skal keypa
partabrøvini frá George Gillett, sum saman við Tom Hicks eigur Liverpool.
Sambært enskum miðlum er prísurin fyri partabrøvini millum 200 og 250
milliónir pund.
– Vit noyðast at styrkja
okkum um liðið komandi
ár, uttan so at ein saman-
legging endiliga verður
gjøgnumførd. Hendir tað,
at TB eisini kemur við,
áttu vit at klárað okkum
við teimum bestu frá
báð um feløgunum, sigur
Jón Gærdbo, formaður í
fót bólts nevndini hjá VB/
Sumba
Nú VB/Sumba aftur hevur tryggjað
Suðuroynni umboðan í bestu
mansdeildini í fótbólti, slepst ikki
undan, at tosið um samanlegging
av øllum feløgunum í oynni spøkir
aftur. Tvey ár eru síðani minniliga
kvøldið, har øll fótbóltsfeløgini í
oynni høvdu aðalfund sama kvøld,
og har øll uttan TB vóru samd um
at samstarva.
Bæði í VB/Sumba og Royn var tá
ovurstórur meiriluti fyri, at øll
Suðuroyggin skuldi samstarva um
eitt felagslið, men ein óvanliga væl
mannaður aðalfundur í TB tók eina
heilt aðra støðu, tí har vóru tveir
triðingar ímóti samstarvinum og
bara ein triðingur fyri.
Hvat er rættast ella ikki, skulu vit
nokk lata suðuroyingar sjálvar finna
útav, men veruleikin í 2010 verður
so tann, at oyggin bert hevur eitt
lið við í bestu deildini, og at tað enn
eina ferð er VB/Sumba. TB, sum
síðstu ferð var í bestu deildini í
2005, rakk heldur ikki hesa ferð á
mál.
Vegurin fram
Tá spurt verður, hvussu VB/Sumba
komandi kappingarár fer at standa
seg í Vodafonedeildini, ásannar
formaðurin í fótbóltsnevndini hjá
VB/Sumba, at í verandi líki er mann-
ingin ikki nóg góð, sam stund is sum
hann rør framundir, at
samanleggingin aftur kemur á
skránna.
– Vit noyðast at styrkja okkum
um liðið komandi ár, uttan so at ein
samanlegging endiliga verður
gjøgnumførd. Hendir tað, at TB
eisini kemur við, áttu vit at klárað
okkum við teimum bestu frá
báðum feløgunum, sigur Jón
Gærdbo.
– Bara tað, at ein spælari sum Pól
Thorsteinsson gevst, krevur styrk, tí
hann er ikki hvør sum helst og
hevur ótrúliga stóran týdning fyri
liðið. Vit hava nógvar góðar
spælarar, men sakna teir við
royndunum, so vit mugu fáa okkurt
slag av styrki, til okkara egnu
ungdómsspælarar eru klárir.
Júst ungdómsspælararnir eru
kanska størsta mótsøgnin í
vantandi samstarvinum millum øll
feløgini í Suðuroynni, tí so leingi
samstarvað verður um tey yngru,
riggar tað í øllum førum væl.
– Vit hava eitt fínt samstarv um
ungdómsdeildirnar, har spælarar úr
allari oynni hava víst, hvat vit kunnu
fáa tað til. Dreingirnir hjá okkum
vinna alt, so tí mátti verið lætt hjá
øllum at sæð, at júst samstarv er
vegurin fram hjá fótbóltinum í
Suðuroynni, sigur Jón Gærdbo.
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 VB/S
26
15
-
6
-
5
64
40
24
51
2 B71
26
14
-
7
-
5
57
35
22
49
3 HB
26
13
-
6
-
7
55
36
19
45
4 TB
26
13
-
5
-
8
53
44
9
44
5 B68
26
10
-
6
-
10
64
54
10
36
6 Víkingur
26
8
-
10
-
8
43
38
5
34
7 NSÍ
26
9
-
6
-
11
44
51
-7
33
8 Skála
26
9
-
5
-
12
38
38
0
32
9 FC Hoyvík
26
10
-
1
-
15
32
53
-21
31
10 MB
26
2
-
2
-
22
27
88
-61
8
Suðuroyggin
roynir aftur
Fagnaðurin var stórur vesturi
á Eiðinum leygardagin, men
í VB/Sumba eru tey fullgreið
um, at komandi ár verður stóra
avbjóðingin at bíta seg fastan
aftur í bestu deildina
Mynd: Dagfinn Olsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen