mánadagur 28. september 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 28. september 2009
29
Tíanbetur hevur tað ikki
verið siðvenja, at tingmenn
úr Eysturoy hava ligið í
hornatøkum hvør við ann
an. Kanska er tað orsøkin
til, at so frægt er komið
burturúr, hóast alt. Bara
einaferð havi eg søkt at
Regnamanninum í bløðu
num, og tað var táið missi
ónsblaðið Trúboðin legði
pappír til hesa religiøsu
sambandsbandbulluna frá
Alfredi Olsen til partar av
tingmanningini: “Vit eru
kallað til at verða salt og
ljós jarðarinnar, og við tí
gera vit meira gagn sum er,
við at hava kristin umboð í
øllum flokkum, enn vit
høvdu gjørt saman í einum
flokki.” Hvør skal siga, tað
eru guðloysingar í øllum
flokkum, og harímillum
stendur múrurin. Svart og
hvítt. Tesa og antitesa, men
ongin syntesa, tí sjálvhá
tíðarligheitin er teimum
sjálvsútnevndu kristnu
nógmikil. Royndi at svara,
men blaðið valdi pappírs
trogið heldur enn prents
vertuna, og tað sigur ikki
so lítið um fólkaræðisliga
tærið á tí mótinum.
Hvassa neonljósið frá
ljóskastarunum í fjølmiðla
heiminum hevur staðið á
enninum á Alfredi Olsen
hesar seinastu dagarnar.
Hann er ikki hvør sum
helst, formaður í tingbólki
floks síns, og hjartað bank
ar harðari enn hjá nøkrum
øðrum fyri donsku maktini
í Føroyum. Giti mær til, at
Heinrikkur prinsur hongur
á bróstinum, við fullari
royalari modering, í fínaru
stovuni. Í sjónvarpinum
mánakvøldið var hann
avkláraður og ísakaldur.
Hann kravdi av sínum
samgonguflokkum, at
materiella meginforðingin
fyri, at føroyingurin kann
teljast ájavnur við onnur
fólk í heiminum, ríkisveit
ingin danska, skuldi fáa
nakað væl av donskum
substrali aftur. Átøkur ein
um Golem, sum Edmund
og Magni høvdu pumpað
upp við blokkadrenalini,
gjørdi hann bart. Vant seg
upp í ættina, men stokkut
var tó stundin, tí sólarring
urin mól ikki hálvur, fyrr
enn løgmaður gjørdi hann
politiskt kynsleysan, og
svór seg til status quo
kredduna hjá Anfinni og
Jóannesi. Hóast Kaj Leo
sigst vera partur av felags
semjuni í Sambandsflokki
num, um at vaksa blokkin
aftur, fór opportunisturin
dragsandi avstað við hon
um, og hóast ruðuleika,
infights og kaos, ímillum
partarnar í vónleysa regime
hansara, er fløvin frá radia
torunum úti á nesinum so
vælsignað vermandi fyri
sálina og kroppin. Hann
sveik sínar egnu á marka
mótinum, táið fíggjar
nevndarformaðurin av
Viðareiði reisti uggafjarð
arnar, og Jóannes ikki
orkaði sambandska glantri
leikin longur. Ein koloniali
serað og elektrifiserað før
oysk útgáva av Don King,
sum altíð stendur í tí rætta
horninum við dystarlok,
hjá vinnaranum, líkamikið
hvussu leikur fer, og hvønn
hann umboðaði tá neva
leikurin byrjaði.
Eftir at vera skotin niður
av sínum egna floksfor
manni mátti Alfred flyta
fokus. Ein metamorfosa á
heimsstøði lá nú í kjalar
slóðini. Rituvíksvegurin
varð hentur, nú Landsverk
umsíðir hevur boðað frá, at
vegurin verður boðin út
fyrsta dagin. Rituvíksking
ar fáa eina kvøðu við á
vegnum, teir vera klapp
aðir blíðliga á herðarnar,
og fáa at vita, hvussu heilt
einastandandi teir eru, í
mun til allar aðrar føroying
ar. Hetta er sálarligur heili
vágur í brimplássi, so tað
stendur eftir, betri enn vali
um og librium, sum man
kann fáa dánilsi av. Medi
sin ímóti dukandi hjartas
látti og kvababbilsi. Fái
meg nú ikki at trúgva øðr
um enn, at teir hinumegin
láglendið bara bíða eftir, at
Alfred kemur um Svanga
skarð, fram við vatninum
og um Hálsin, í ketilsdrakt
og hvíttbotnaðum gummi
skóm, við spaka, kráku
nevi, hvísl og eyrhakara á
akslunum, og legst í svørð
in at grópa mold og eyr
upp í hjólbøru. Hann letur
jú ongan iva vera ímillum
reglurnar, at fyrireikingar
arbeiðið er hansara. Hann
var vónin, sum gjørdist til
veruleika. Hebrearabrævið
er yvirhálað. Frammanfyri
mær á bróstinum hongur
ein mynd, sum Tóroddur
hjá Palla í Brekkum hevur
teknað. Einastaðni á bílæti
num stendur soleiðis skriv
að: ”Eg trívist so væl har
eg ikki grynni.” Á leið
soleiðis man tað vera hjá
Alfredi viðvíkjandi Ritu
víksvegnum. Haldi meg
vita, at rituvíkskingar hava
meiri enn ein varhuga av,
at ein upphædd fyri nøkr
um árum síðani var flutt
frá hesum vegnum til ein
vegastubba, sum stóð
hjartanum á Alfredi so nær,
at hann lynti væl undir,
táið konverterað varð ímill
um kontur á fíggjarlógini.
Og tað rak burtur frá
Rituvíksvegnum.
Neyðugt er helst at gera
eitt yvirlit yvir gongdina í
málinum um Rituvíksvegin
á hesum sinni, um ikki ann
að fyri at søguligi rættleik
in kann vera skjalafastur:
30. september 2008
leggur ABCsamgongan,
sum Alfred Olsen er ein av
oddvitunum í, løgtings
fíggjarlógaruppskot fyri
2009 fyri tingið. Ongin – 0
– króna er sett av til Ritu
víksvegin.
Eftir drúgva togan í
fíggjarnevnd løgtingsins
eydnaðist tað umsíðir at
gera semju um íløgurnar.
Ein rættiliga sjáldsom
hending, og úrslitið varð,
at 2 mió. kr. vórðu settar
av til Rituvíksvegin.
Stutt fyri jól í 2008 at
kvøða 31 tingmenn (Sjálv
stýrisflokkurin atkvøddi
ímóti) m.a. fyri raðfesting
unum í álitinum til løg
tingsfíggjarlógina frá
fíggjarnevndini. Vegagerð
in skuldi kunna byrjað eftir
árskiftið 08/09.
Táið evsta mark var farið
fyri at leggja uppskot fram á
ting í seinastu tingsetu, var
uppskotið um verklagslóg
fyri Rituvíksvegin ikki kom
ið tinginum í hendi. Sam
gongan helt tí tilvitað aftur.
Á summarmála, 14. apríl
2009, leggja fíggjarnevnd
arlimirnir báðir, Bill
Justinussen og undirritaði,
fram verklagslóg fyri ting
ið um Rituvíksvegin, fyri
at vegurin kann bjóðast út í
einum. Kostnaðurin verður
mettur til 14 mió. kr. Málið
endar í rættarnevndini, har
Alfred Olsen er formaður.
11. mai skrivar nevndin
undir álitið, og mælir
Alfred Olsen saman við
einum meiriluta í nevndini
tinginum til ikki at taka
undir við málinum.
21. apríl 2009 leggur
ABCsamgongan, sum
Alfred Olsen er ein av odd
vitunum í, fram eykajáttan
aruppskot, og nú eru teir
av álvara farnir at pírnast
mótvegis raðfestingunum
hjá fíggjarnevndini. Nú
mæla teir til at lækka játtan
ina til Rituvíksvegin við
eini helvt, niður í 1 mió.
kr. Nú hómast konturarnir
av eini tøming úr kontuni.
Vit kenna okkum ikki sørt
bakbitnar av samgonguni.
Uppskotið um verklags
lógina kom til aðru viðgerð
í tinginum 13. mai. Sum
uppskotsstillari tók eg
uppskotið aftur, táið ongin
kjansur var fyri, at tað fekk
undirtøku, soleiðis sum
rættarnevndin hevði hand
farið tað. Uppskotið var tó
ikki tikið aftur treytaleyst,
men eftir at umfatandi
samráðingar ímillum
fíggjarnevndarlimir endaðu
við, at vit fingu 5 mió. kr.
settar av til Rituvíksvegin,
ístaðin fyri ta einu, sum
samgongan hevði ætlað í
hesi syftuni. Samgongu
limirnir í fíggjarnevndini
skulu eiga tað til rós, at teir
sviku ikki gjørdar semjur
og givin lyfti. Úrslitið
gjørdist ein fimmfalding í
játtan og samstundis slapst
undan, at verklagslógin
varð vrakað í tinginum.
Dagin eftir fekst undirtøka
fyri hesum, táið ein
meiriluti atkvøddi fyri eyka
játtanarlógini fyri apríl
2009.
Síðani hava Bill Justinus
sen og undirritaði spurt
upp í saman aftur um drál
ið í málinum, og svarini
hava verið sum Harra Guð
veit. Sum maðurin segði,
hvør var forðingin, táið
hetta ikki var annað enn
eitt framhald av vegi, sum
stígur kom í fyri fjórðings
hundrað árum síðani?
Nú røkist fyri at Lands
verk fer í gongd við arbeið
ið, men seinasta heilsanin
frá ABCsamgonguni og
Alfredi Olsen kom 4. sep
tember, táið teir í eini
nýggjari eykajáttanarlóg
skjóta upp, at nartlaðar
verða 1,3 mió. kr. burturav
aftur Rituvíksvegnum, so
leiðis, at játtanin nú bara
verður 3,7 mió. kr. Vón
andi akslar fíggjarnevndin
síni skinn saman við ritu
víkskingum, og teimum
sum hava stríðst fyri hes
um vegi, soleiðis, at málið
fæst at liggja í eini fastari
legu hagartil verkætlanin
verður liðug og lokað.
Ætlaði mær ikki at taka
hetta málið uppá tunguna
aftur, men táið menn á ein
so burturav fjákutan hátt
rista breiðar álir av herðum
annara, má rætt og skjal
gerast. Serliga táið menn,
sum hvørki eiga deil ella
lut í málinum, koma klór
andi í so tráir undan polit
isku væðingini, nú, táið
flatbønirnar eru komnir í
trogið. Landsins skatta
borgarar eiga allan heiður
in fyri, at málið nú kann
gerast veruleiki, og ivaleyst
hava rituvíkskingar lagt
somikið í ta tæguna, í mun
til almennu íløgurnar í
bygdini annars, at hetta í
ein mun er slag av sjálvs
fígging og skilagóðari
afturbering.
Annars skal Alfred Olsen
hava takk fyri, at hann
hjálpti til við tí einu atkvøð
uni (av 33), táið vit umsíð
ur fingu lyft hesa verk
ætlanina inn í veruleikan,
sum var kálvað, gødd og
leidd út av fíggjarnevndar
básinum fyri áleið níggju
mánaðum síðani.
Kanska er tað lagnunnar
speisemi, at ein heil barns
burðartíð skuldi ganga, fyri
at fáa glið á eitt mál, sum
Sjálvstýrisflokkurin at
kvøddi ímóti. Flokkurin,
sum nú bara tykist hava
eitt mál eftir av síni yvir
hundrað ára gomlu stevnu
skrá, at stríðast fyri, og tað
er ígjøgnum donsku rættar
skipanina at inkassera
hálvthundrað túsund krón
ur í barnsburðarfæi til jura
doktaran og sjefideologin,
sum hevur verið fyri al
mennum órætti, táið hann
gjørdist pápi. Tað kennist
nú altíð sorgblítt allíkavæl,
táið annars skilagóðir
menn ikki síggja skógina
fyri berum trøðum.
Tá er líka frægt at trívast
væl har man ikki grynnir.
Tá kann tað vignast onkun
tíð, um onkur á leiðini er
góður í ávikum. Tað hevur
dastið av núverandi fíggjar
nevnd løgtingsins verið í
málinum um Rituvíksveg
in. Heiðurin er tykkara.
Takk fyri atkvøðuna – Alfred !
Tórbjørn
jacobsen
Lag: Lítla Elsa ...
Eg frá fittu ommu míni súkklu havi fingið,
tá eg fari onkran túr, við klokkuni eg ringi.
Fólk tey halda, súkkla mín er snotulig og vøkur.
Sjálv eg haldi, ikki nøkur súkkla er so vøkur.
Abbi mín hann sigur mangan: »Omman hugsar eftir.
Hugsar tær um okkar barn á súkkluni nú dettur«.
Omman svarar abbanum, sum Jógvan Páll í Hólmi:
»Hon fær ikki súkkluna, um ei hon er í hjálmi«.
Omman hevur mær nú keypt ein hjálm, og abbin frøist.
Abbin keypt mær ein vest, ið sæst, hvar enn eg rørist.
Omma mín og abbin eru skilafólk tey bæði –
uttan hjálm og vest á súkkluna eg ikki fari.
Óðin Ódn
Tit, ið súkkla,
gloymið ikki hjálmin
Nú, tað frættist, at eitt
týðandi menningartilboð
verður spart burtur,
mótmælir Javni, at tað
áhaldandi verður klípt og
skarvað av tænastum og
tilboðum hjá fólki við
breki
Tað kemur dátt við, at
Almannastovan 1. januar
2010 gevst at rinda fyri
ríðing hjá menningar og
rørslutarnaðum børnum.
Fyri nógv børn við breki
er ríðing ein týðandi partur
av menningartilboðnum.
Ríðing vísir seg nevniliga
at vera sera gagnlig og
hevur í áravís verið nýtt
sum mennandi tilboð, bæði
sum venjing, uppvenjing
og røkt í samband við brek
av ymiskum slagi. Ríðing
ávirkar rørsluøkið í heilan
um og stimbrar balansu
evni og vøddar. Hetta er
sostatt ein sparing, sum
sker burtur eitt mennandi
og fyribyrgjandi tiltak.
Tiskil mugu vit rokna við,
at avleiðingarnar av spar
ingini koma at síggjast
aftur í meirkostnað á
onkrari aðrari kontu.
Ríðing er eitt av fáu
tilboðunum, sum børn við
breki kunnu fara til. Vit
skulu hava í huga, at flestu
børn við breki kunnu ikki
fara út at spæla við onnur
børn ella at sparka á sparki
vøllinum í grannalagnum,
sum børn vanliga hava
møguleika til – og fáa tí
hvørki tann hugnan ella ta
rørsluligu menningina,
sum fylgir við vanligum
spæli.
Hjá summum teirra er
hetta kanska tað einasta
frírtíðarítrivið, tey hava
møguleikan at luttaka í.
Samstundis, sum ríðing er
ein góð uppliving, ið tey
gleða seg til gjøgnum alla
vikuna, er tað eisini eitt
mennandi og í summum
førum eitt beinleiðis
linnandi tiltak.
At taka tilboðið um
ríðing burtur er tí enn eitt
dømi um, at man sam
tykkir STsáttmálan um
rættindi hjá brekaðum,
men í verki verða rættindi
og møguleikar tikin frá
teimum.
Javni heitir tí á politiska
myndugleikan um at skipa
soleiðis fyri, at børn við
breki framhaldandi sleppa
at hava ríðing sum frítíðar
ítriv og menningartilboð.
Óli Wolles, formaður.
Rúna Sivertsen, dagligur
leiðari
So skóru tey aftur hjá fólki við breki
viðmerkingar