mánadagur 28. september 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 184 - 28. september 2009
Um at krevja og ikki
vilja gjalda
Fyriuttan at avgreiða skip
hevur ein havn, í Føroyum
ella uttanlands, eisini aðrar
uppgávur. Hon fremur
vanligt eftirlit á sjóøkinum
út til kommunumarkið,
sum eru havnamerkini.
Eisini er havnaumsitingin
av landsmyndugleikunum
áløgd nakrar eftirlitsupp
gávur. Hesar eru
• Lóg um havumhvørvi
• Kunngerð um vernd
• Góðkenning sum havn, ið
tekur móti førum úr ikki
Schengen øki
Hesar eftirlitsuppgávur
seta greitt ta fyritreyt, at
havnin hevur myndugleika
á sjóøki, innsiglingarleið
og á bryggju, og hevur eina
vaktarskipan, sum kann
fremja hetta eftirlitið.
Allir skattaborgarar
høvdu óivað verið glaðir,
um teirra skattakrónur til
aðrar vaktarskipanir, t. d.
løgregluna, bert vóru
nýttar tá brúk var fyri tí,
tvs tá politistarnir máttu út
á gøtuna og »gera nakað til
nyttu«, men eftirlit og
vaktarhald virka ikki
soleiðis. Ein er noyddur til
at hava eina umsiting og
tilbúgving, sum er har, tá
brúk er fyri henni.
Hetta er tað okkara
landsmyndugleikar í
snævurskygni gera seg til
talsmenn fyri. Fyrst gera
teir sjóøki hjá Tvøroyrar
Havn til einkis við at sáa
iva um myndugleikan og at
siga, at Smyril siglir ikki
inn á Tvøroyrar Havn,
harnæst hava teir einki
ímóti at brúka
Trongisvágsfjørð sum
miðstøð, men vilja ikki
vera við til at gjalda fyri ta
umsiting og eftirlit, teir
sjálvir eru við at krevja
gjøgnum lógir og
kunngerðir.
Hvør eigur bóltin?
Borgarstjóri
Kristin
Michelsen
Tjóðaskaparfólk siga, at
eg fyrst og fremst eri før
oyingur, og at eg fyrst finni
mín sanna identitet, tá vit
fáa fullveldi.
Eftir at hava búð uttan
lands í nógv ár flutti eg til
Føroyar. Eg flutti ikki heim
fyri at finna ein kollektivan
føroyskan identitet, men
vegna arbeiði og familju
mína.
Eg eri komin til ta niður
støðu, at eg ikki havi nakað
meiri felags við ein persón,
bert tí hann er føroyingur.
Tað er ikki stuttligari at
vera saman við føroyingum
enn øðrum. Eg fyritrekki at
vera saman við fólki, sum
hava somu áhugamál/
virðir, sum eg sjálvur.
Eg síggi meg sum »eg«.
Tað er fultkomiliga irrele
vant, um eg eri føroyingur,
danskari ella kanska kines
ari ....... Tað, sum hevur
týdning, er at eg eri eg.
Hetta undirbrotliga
tjóðskaparliga stemplið, ið
onnur vilja hanga rundan
um hálsin á mær, vil eg
gjarna sleppa av við. Eg
síggi meg sum alheims
borgara.
Eg vil liva í einum landi,
ið brúkar sínar avmarkaðu
ressoursir á ein rationellan
hátt, so at ressoursir verða
til yvirs til tey veiku, sjúku
og pensjonistarnar. Eg vil
ikki betala fyri dýrar óneyð
ugar dupultfunktiónir, sum
vit longu hava.
Hetta landið ger júst tað
mótsatta.
Hvar eru tey rationellu
argumentini í loysingar
rørsluni?
Eg dugi ikki at síggja
annað enn følilsir og undir
lutakenslir. Eg gangi inn
fyri einum rationellum
landi og at útdelegera allar
tær tænastur, sum ikki eri
kjarnutænastustur. Hetta
kunnu vit í ríkisfelags
skapinum.
Tað, sum hevur týdn
ing, er at hetta landið
fungerar, er rationelt og
kann kappast við onnur
lond á høgum stigi.
Tað finnast vigtigari ting
í lívinum enn at fáa »Made
in Føroyar« stempul á
reyvina.
Tí velji eg ríkisfelagsskapin
Martin Pauli
Jacobsen
Nú frættist, at Deild 1 á
Psykiatriska Deplinum
vegna sparingar letur aftur
1. oktober og árið út. Sama
dag sum deildin letur aftur
er gildiskoman fyri nýggju
psykiatrilógini. Lógin skal
millum annað: tryggja, at
uppihaldið hjá sjúklingun
um á sjúkrahúsi fer fram
undir tíðarhóskandi um
støðum og kørmum, verður
sagt í viðmerkingunum.
Letur deild 1 aftur er lít
ið samsvar millum orð og
gerðir, eftir mínum tykki!
Tey sum verða innløgd á
deild 1 kunnu til dømis
vera:
• Fólk, sum eru innløgd
vegna sálarsjúku fyri fyrstu
ferð
• børn og ung sum hava
tørv á innlegging – eftir
sum eingin barnapsyki
atrisk deild er
• fólk, sum hava verið
sera sjúk, og kanska verið
á afturlatnari deild, men
sum nú hava tað frægari,
men ikki eru klár at verða
útskrivað kortini
• Yngri fólk við etinga
rólagi, sum til fyri fáum
árum síðani oftani vórðu
send til viðgerðar í
Danmark
• Fólk í øllum aldri við
tunglyndi og svárari angist
Færri songarpláss
Tá deild 1 letur aftur, verða
brádliga 14 seingjarpláss
færri til sálarsjúk fólk. Á
Psykiatriska Deplinum eru
í dag 50 seingjarpláss. Av
teimum eru 20 seingjar
pláss, sum verða brúkt av
liðugtviðgjørdum sjúkling
um, sum bara bíða eftir
einum bústaðartilboði í
Nærverkinum. Nøkur
teirra hava verið á deild
unum síðani í 70unum.
Sostatt eru tað 30 songar
pláss til viðgerð av sjúkl
ingum, sum hava her og nú
viðgerðartørv. At tað so
leiðis verða skorin burtur
14 songarpláss vil siga, at
songarplássini til fólk við
aktuellum viðgerðartørvi
verður skorið við við 50
prosentum. Tað fer at hava
svárar avleiðingar fyri
psykiatriskar sjúklingar,
tað sum eftir er av árinum.
Tað merkir, at bíðilistin til
innlegging verður longri.
Fólk verða helst útskrivað
fyrr ynskiligt í summum
førum, og tey sum verða
innløgd verða verri fyri
enn áður, tí rúm ikki er fyri
teimum, tá tey hava tørvin.
Tað merkir, at viðgerðar
tíðin verður enn longri.
Birta vón, hvør hjá øðrum
Tað sum kanska eisini eyð
kennir deild 1 er, at sjúk
lingarnir hava fótað sær so
mikið, at tey kunnu spegla
sær og birta vón hvør hjá
øðrum. Tosa verður við tey
um útbúgving og arbeiðs
markna og kanska funnið
verður útav, hvussu tey
kunnu koma til arbeiðis
aftur. Nú deildin letur
aftur, missa sjúklingarnir
hendan møguleika. Tá tey
eru innløgd á deild 1 fáa
tey alla ta professionellu
hjálpina tey hava tørv alt
samdøgrið – fleiri teirra
hava ikki orkuna til at taka
av ambulantu viðgerðini.
At vera á aðrari yvirfyltari
deild á stovu saman við
fleiri og nógvari órógv er
ikki besta sálarbótin.
Eingin barna
– og ungdómsdeild
Ein barna –og ungdóms
psykiatrisk deild er ongan
tíð raðfest ovaliga politiskt,
og tí hevur deild 1 vanliga
verið deildin hjá børnum,
ungum og teirra familjum,
tá illast hevur viljað til. Nú
er afturlatin deild ella ein
deild, har fólk eru sera illa
fyri sálarliga einasti møgu
leikin. Ein alt annað enn
ynskilig støða fyri barnið,
hin unga og familjuna.
Vandi at missa starvið
Fleiri teirra, sum í dag
verða innløgd á deild 1
hava ein arbeiðsgevara,
men nú sjúkralegan kann
gerast væl longri enn í dag,
eru tey í størri vanda fyri
at missa starvið. Ofta hava
tey ikki orkuna til at varð
veita sambandi við arbeiðs
gevarní longu sjúkraleguni.
Vandin fyri at missa starv
ið verður alsamt størri, jú
longri tey eru sjúkrameld
að. Missa tey starvið, kann
sjúkralegan gerast enn
longri og ein negativ
ringrás er byrjað.
Starvsfólkini hava
megnað nógv
Psykiatriski depilin hevur
megnað nógv nýggj við
gerðartilboð, nógv nýggj
átøk, umframt at útbúgva
starvsfólkini væl, at rekrutt
era og fasthalda góðum
starvsfólkum, hóast vón
leysu karmarnar og lítla
politiska raðfesting.
Ikki raðfestur
Mangt bendir á, at Psykiat
riski Depilin hevur havt
avbera lága politiska rað
festing øll árini. Fleiri
prógv eru um hetta:
Verandi karmarnir hjá
Psykiatriska Deplinum tala
fyri seg. Fysisku karmarnir
eru niðurslitnir og á allar
hættir ótíðarhóskandi. Ofta
eru fleiri sjúklingar á
hvørjari stovu – hvør við
sínum tørvi. Felags toilett
og baðirúm er eisini
gerandiskostur.
Ætlanir um at byggja
nýggjan depil ella umvæla
verandi depil er útsettar
fleiri ferðir.
Á Psykiatriska Deplinum
búgva framvegis fólk –
nøkur teirra síðani í 70
unum – tí eingin hevur
raðfest polititiskt, at byggja
teimum eitt hóskandi heim.
Tí tey búgva á Psykiatriska
deplinum fáa tey einans
lummapening og ikki fyri
tíðarpensjón, sum tey
høvdu fingið, um tey
høvdu havt eina varda íbúð
ella búð í einum sambýli.
Nýggja psykiatrilógin
Fyrsti oktober er gildis
koman fyri nýggju psykiat
rilógini. Viðmerkingarnar
hjá Heilsumálaráðnum til
hesa vóru millum annað:
“tryggja, at uppihaldið
hjá sjúklingunum á
sjúkrahúsi fer fram undir
tíðarhóskandi umstøðum
og kørmum, so sum bygn
ingar og høli, normering
av seingjum og av
starvsfólki .................... at
landsstýrið skal bjóða
sjúklingunum, at uppi
haldið á sjúkrahúsi fer
fram undir tíðarhóskandi
umstøðum, sum eru í
samsvari við góðan
psykiatriskan sjúkrahús
standard, við tí í hyggju at
fyribyrgja og avmarka
nýtsluna av tvingsli.”
Sjálvan gildiskomudagin
fyri nýggju psykiatrilógini
1. oktober, letur deild 1
aftur restina av árinum. Í
hesum ljósi tykjast við
merkingarnar margháttligar
– fyri ikki at siga pínligar.
Framtíðin
Vóni, at bæði eykajáttanin
til landssjúkrahúsið og
komandi fíggjarlóg fara at
bera brá av, at vit taka
nýggju psykiatrilógina og
viðmerkingarnar til henn
ara frá Heilsumálaráðnum
í størsta álvara. Lat okkum
veruliga tryggja – ikki bert
við føgrum orðum – at
uppihaldið hjá sjúkling
unum á sjúkrahúsi fer fram
undir tíðarhóskandi um
støðum og kørmum.
Virða vit nýggju psykiatrilógina?
bergtóra
høgnadóttir
Joensen
At kalla allir føroyskir journalistar er polit
iskir. Tí var tað sum eitt frískligt lot at hoyra
ein seriøsan viðmerkjara í útvarpinum greina
politiska støðu á einum neutralum grundarlagi
Í útmerkaðu sendingini Eygsjón eftir tíðindini á
miðdegi, sum útvarpið er farið undir, var á
miðdegi mikudagin greinan av innanhýsis støðuni
í Sambandsflokkinum.
Politiskur og ópolitiskur viðmerkjari
Tveir viðmerkjarar vóru bodnir at greina støðuna
innanhýsis í Sambandsflokkinum. Annar var
Brynhild Thomsen, journalistur og blaðstjóri á
Dimmalætting, sum tíverri eins og flestu
føroysku journalistarnir ikki megnaði at halda
síni egnu politisku áskoðan burtur og var meira
upptikin av at viðgera Sambandsflokkin út frá
egnari politiskari áskoðan heldur enn sakliga.
Álvaratos, hvar er fakligi stoltleikin, Brynhild?
Hin viðmerkjarin var stjórnmálafrøðingurin
Hjørdis Gaard, sum við síni sakligu og róligu
viðmerkingum viðgjørdi málið, so sum tað eigur
at vera. Gott Hjørdis, soleiðis eigur ein
viðmerkjari at vera og gera!
Løgmaður veikur ella strekur?
Brynhild vildi eisini gera løgmann til ein veikan
løgmann. Javel, er tað, at vera diplomatiskur og
sakligur og megna at halda saman upp á eina
samgongu, sum spennur frá ytsta samband til
ytstu loysing, og vera væl dámdur av Føroya
fólki, er tað at vera veikur, ja so er løgmaður
veikur.
Men eg vildi heldur sagt, at tað er at vera
sterkur! Og tað tykjast alt fleiri og fleiri
føroyingar eisini at halda.
Gott Hjørdis!
Johan
Petersen
viðmerkingar