Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-29, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 185 - 29. september 2009 Kenda danska vinnu­ lívs kvinnan, Liselotte Lyng sø, helt fyrilestur á vinnudegnum, sum hon nevndi Innova­ tion i krisetider. Hon sig ur, at vit skulu út ­ nytta okkara serliga kenn s kap til veður og vind FYRILESTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var týðiligt, at Liselotte Lyng sø er á heimavølli, tá tað um fyrilestrar ræður. - Tað ræður um serliga, at kunna venda trupulleikum til fyrimunir. Í hesum kreppu tíð um, sum Føroyar ikki eru so hart raktar av, ræð ur um at gera sær dælt av lítlu støddini, Føroyar hava. Eitt annað, sum er ser ligt við tykkum er fostur- lands kærleikin og evnini at standa saman. Og tað hóast fólk fara av landinum at út búgva seg ella arbeiða, og tað skulu tit útnytta, eins og ein guerrilla-rørsla, sum kann seta eina rúgvu í gongd, sigur Liselotte Lyng sø. Hon sigur, at føroyingar ken na hvønn annan sera væl og stuðla hvørjum øðr- um. Børn okkara spæla sam an, og alt tað er ein fram úr fyrimunur. - Nú havi eg roynt at lent her fleiri ferðir, og tað hev- ur miseydnast. Har verður neyðugt at gera nakað. Men tykkara virtuella ella tøkni- liga infrastrukturi feilar einki, so í staðin fyri at tví- halda um føroyingar her á landi, skulu tit lata tey fara, men syrgja fyri at útnytta tað tilfeingi til at skapa før- leikar og seta nýggjar fyri- tøk ur á stovn, sigur Liselotte Lyngsø. Finna røttu skipanina Í dag ræður ikki so nógv um at eiga tilfeingið, men held ur at hava atgngd til tað, og at kunna útnytta tað í stig við at nýggjur tørvur skapast. - Eitt nú tykkara oljufelag, sum er eitt talandi dømi. Tey hava skapt eina handils skrá, sum gongur út upp á júst at vera lítil og koma inn og gera sær dælt av olju fundum, sum tey stóru olju feløgini ikki tíma at fáast við. Tað eru slíkir møgu leikar, tit skulu gagn nýta. Eg kalli tað at vera tann lítli snýtarin, sum fer inn har, sum tey stóru hava valt frá. Har kunnu tit skapa vøkstur, tí tit eru lítil og fleksi bul, sigur Liselotte Lyng sø. Hava Føroyar so havt ávirk an á donsku vinnu lívs- kvinnu na? - Eg má sita, at tað kann ikki umgangast at tykkara villa veður hevur ávirkað meg. Eg sat allan dagin í gjár uppi í Íslandi, og sein ast eg var í Føroyum endaði eg í Stavanger, og eina aðru ferð kom eg als ikki fram.So tað umgongst ikki, at man kemur at kenna tykkum og lærir, hvar tykkara styrki ligg ur, sigur Liselotte Lyng sø. Hon sigur, at vit skulu út nyt ta kennskapin til veður og vind, so vit kunnu fram- leiða nakað, vit kunnu út flyta, júst tí vit eru so út sett, sum vit eru og hava kenn- skap til nakað, onnur vita lítið og einki um. Liselotte Lyngsø helt ein spennandi og áhugaverdan fyrilestur á vinnudegnum Mynd: Jens Kristian Vang Bardagar í Guinea Minst 58 fólk eru deyð í ógvusligum samanbrestum millum mótmælisfólk og trygdardeildir í Guinea. Ófriðurin kyknaði, tá fleiri túsund mótmælisfólk komu saman uttan fyri ítróttarvøllin í høvuðsstaðnum Conakry, har tey mótmæltu hernaðarstýrinum. Tíðindastovan AP skrivar, at umleið 50.000 fólk vóru við í tiltakinum, og at mong teirra bóru skelti, sum kravdu demokrati. Fleiri mótmælisfólk vórðu tikin, og tað ljóðar, at fleiri andstøðuleiðarar og tíðindafólk eru eisini tikin. Kallaði Obama brúnan Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er aftur vorðin umrøðuevni í fjølmiðlunum. Orsøkin er, at hann hevur umrøtt amerikanska forsetan, Barack Obama, sum »brúnan«. Tað gjørdi hann eisini eina ferð í fjør, og hóast hann fekk hvassar ábreiðslur tá, brúkti hann sama orðið á fundinum í Milano um vikuskiftið. Hesaferð fór hann eitt sindur longur og umrøddi eisini konu forsetans, Michelle Obama, sum "brúna". Italsku fjølmiðlarnir skriva, at Berlusconi bleiv fagnaður við rungandi lógvabrestum á floksfundinum, tá hann tosaði um amerikonsku forsetahjúnini. Skulu útnytta tað serliga føroyska