týsdagur 29. september 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2009
3
lýsing
Hjá Kleking fær tú góðar karmar at menna títt
hugskot í. Kleking bjóðar skrivstovupláss í
einum spennandi nýskapanarumhvørvi hjá
Bitlandi, har tú hevur atgongd til fundarhøli,
kantinu, internet, skrivstovuhentleikar og tað,
sum hartil hoyrir. Ella tú kanst húsast aðrastaðni
í Føroyum, um tú ikki hevur møguleika fyri at
vera hjá Bitlandi.
Treytin fyri at fáa pláss hjá Kleking er, at tíni
hugskot eru nýskapandi og kunnu mennast til
vørur ella tænastur, ið kunnu útflytast. Talan
skal sostatt vera um hugskot, ið kunnu hava
allan heimin sum marknað. Til dømis kann
talan verða um eina háteknologiska vøru, ein
nýggjan framleiðsluhátt, eina uppfinning við
handilsmøguleikum, eina nýggja tænastu ella
eitt nýskapandi, vitanargrundað handils-
konsept.
Kleking fylgir tínum hugskoti, so tað kann
mennast frá eini ætlan á pappírinum til eina
verkætlan í veruleikanum.
Umframt at geva ráð og útvega
fakliga ráðgeving uttanhýsis,
hjálpa vit tær eisini við at
útvega kapital, skrivstovuhjálp,
umsitingarligar tænastur, bókhald
og løgfrøðiliga ráðgeving.
Saman við tær meta vit um tøkniligu
og marknaðarligu møguleikarnar. Vit
leggja eina fullfíggjaða menningarætlan
fyri ta tíðina, Kleking hjálpir tær at menna
títt hugskot og tína verkætlan. Hetta fyri at títt
hugskot skal kunna gerast veruleiki.
Í okkara skrivstovu hjá Bitlandi er pláss fyri sjey
verkætlanum, ið kunnu brúka tilsamans níggju
skrivstovupláss.
Kleking hevur júst nú pláss fyri trimum verk-
ætlanum, og seinni í ár verður pláss fyri eini
afturat.
Tvær verkætlanir eru júst floygdar eftir eitt væl-
eydnað tvey ára tíðarskeið hjá Kleking.
Decision3 hevur ment eina sera framkomna skipan,
kallað GreenSteam. Hon gevur skipum møguleika
at minka munandi um oljunýtsluna. Tað verður
gjørt við ymsum mátingum umborð, umframt
mátingum av millum øðrum veðri og aldu. Út frá
hesum tølum gevur skipanin boð um, hvussu fl ot,
trim og ferð á skipinum skal verða, fyri at tað skal
brúka sum minst av olju.
Decision3 hevur eftir tvey ár hjá Kleking fi ngið
luft undir veingirnar, millum annað tí fleiri
íleggjarar hava víst teimum álit og sett pening
í virkið.
Føroya Sporførisskipan ger tað møguligt hjá
virkjum í fiskivinnuni at samskifta talgilt við
øllum skjølum, soleiðis at tað er møguligt at
fylgja við heilt frá tí, at fiskur verður veiddur,
til hann stendur á døgverðaborðinum.
Verkætlanin er virkin í dag.
Fýra verkætlanir verða í løtuni klaktar í
okkara góða og mennandi íverksetara-
umhvørvi.
Zmartbox er eitt slag av tryggum e-posti, ið
kann brúkast, tá skjøl skulu sendast frá eitt
nú seljara til keypara. Zmartbox hevur fingið
sín fyrsta kunda, ið brúkar skipanina til at
senda 150 starvsfólkum lønarseðlar.
I-invest, sum er stovnað saman við Set,
mennir Sealpin, ið er útgerð til at tetta
lekar á skipum og tangum innanífrá.
Ocean Rainforest, sum er stovnað saman við
strategiskum íleggjarum, ætlar at ala tara kring
Føroyar og selja hann sum rávøru, eitt nú til at
virka brennievni av.
Tutl arbeiðir við at menna sítt virksemi, so
Tutl verður mest eftirspurdi tónleikaútgevarin
og konsertfyriskiparin hjá bólkum, ið vilja spæla
egnan upprunatónleik.
Gongur tú við einum góðum virkishugskoti, kom so
til okkara og vita, um júst títt hugskot kann fáa luft
undir veingirnar.
Gongur tú við einum góðum hugskoti, ið tú kundi hugsað tær at gjørt til veruleika? Ella hevur
tú skrivað eina serritgerð, sum tú ert sannførd/ur um, kann gerast eitt útfl utningsskapandi
hugskot? So kann Kleking hjálpa tær at klekja hugskotið.
- er eitt átak hjá Vinnuframagrunninum
Vit søkja eftir 3
virkishugskotum
til klekingar
www.kleking.fo
Kleking
Postboks 159
FO-110 Tórshavn
Tel. 217366
sansir.fo