týsdagur 29. september 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 185 - 29. september 2009
Russar ótryggir
Tað er komið óvart á fleiri, at Russland tekur undir við
tankanum um tiltøk ímóti Iran fyri at noyða landið at
sleppa sínum kjarnorkuætlanum. Men formaðurin í
russisku uttanríkisnevndini, Mikhail Margelov, sigur við
fjølmiðlarnar, at Russland er líka ørkymlað av teirri
stívrendu iransku framferðini, sum hini kjarnorkuveldini
eru. Sambært formanninum eru russar heldur ikki serliga
fegnir um tær iransku rakettroyndirnar teir seinastu
dagarnar. Millum anna hava iranar roynt eina rakett, sum
ber 2.000 kilometrar, og vælvitandi keldur siga, at teir
arbeiða við at menna eina, sum ber 3.500 kilometrar.
Bakteriur finna olju
Kanadisk vísindafólk kanna nú, um bakteriur, sum trívast
best í hita, kunnu brúkast til at leita eftir olju undir
havbotninum í teimum arktisku økjunum. Kanadiski
vísindamaðurin Casey Hubert og felagar hansara hava
funnið slíkar bakteriur á havbotninum nærhendis
Svalbard. Casey Hubert heldur, at tær hitasøkjandi
bakteriurnar kunnu finna olju og gas á ella undir
havbotninum, men at tað er skilabest at brúka tær saman
við nútímans tøkni so sum teimum vanligu seismisku
kanningunum.
Tá fíggjarnevnd
Løg tingsins í farnu
viku noktaði at lata
eykajáttan til víð ari
kanningar av ílegu
sjúkuni CTD, var tað
sambært Hans Paula
Strøm ein vandamikil
og átaluverd framferð.
Hann vil vita hvørjar
grundgevingarnar
eru
CTD
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fyrst í hesum mánaðinum
søkti Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður í Heilsu
málum, fíggjarnevndina í
Løgtinginum um eykajáttan
til CTDkanningar.
Søkt varð um 900.000
krónur, sum Landssjúkra
húsið kemur at hava í meir
útreiðslum í ár, orsakað av
økta kanningararbeiðinum.
Um orsøkina til at lands
stýrismaðurin
søkti
um
eyka játtanina áðrenn eyka
játtanarlógin kom fyri Ting
ið, skrivaði landsstýris mað
urin soleiðis:
»Orsøkin til, at hetta mál
hevur skund og verður
fram lagt nú er, at tað ikki
kann verða bíðað longur
við at fáa eina skipaða til
gongd at kanna fólk fyri
CTD sjúkuna. Stórt trýst er
á kommunu lækna skipanina
og Landssjúkrahúsið í løt
uni, tí nógv fólk bera ótta
fyri sjúkuni og vilja hava
eina kanning. Tað ber ikki
til innan fyri verandi fíggj
ar karmar at seta ta meiri
skip aðu tilgongdina í verk.
Her verður eisini hugsað
um, at hægri útreiðslur
verða av ætlaðu tilgongdini
í komandi fíggjarárum.«
Vandamikið og
átaluvert
Tann 24. september svaraði
fíggjarnevndin landsstýris
mann inum, at eykajáttanar
skjalið varð víst aftur.
»Fíggjarnevndin hevur á
fundi 22. september 2009
gjørt av ikki at viðgera
fígg j arnevndarskjalið.
Nevndin metir ikki, at
fíggjarnevndarskjalið lýkur
ásetingina um, at málið
hevur bráðskund. Umbønin
um eykajáttan verður við
gjørd sum partur av eyka
játtanarløgtingslógini fyri
september 2009.«
Hetta svarið hevur eftir
øllum at døma fingið sinnið
í kók hjá Hans Paula Strøm,
løgtingsmanni og fyrr ver
andi
landsstýrismanni
í
Heilsumálum.
Hann hevur nú reist
landsstýrismanninum
í
Heilsu málum fyrispurning,
har hann spyr um hann
kann greiða tinginum frá,
hví Fíggjarnevndin hevur
avgjørt at vísa fíggjar
nevndarskjalinum um játtan
til CTDkanningar frá sær.
Upprunaliga
var
fyri
spurningurin stílaður til
An finn Kallsberg, formann
í fíggjarnevndini, men av tí
at málið er avgreitt, slapp
hann ikki at reisa fyrispurn
ingin.
Hann vil hava vita grund
gevingarnar fyri, at fíggjar
nevndin valdi at vísa skjal
inum frá sær, og vísir í við
merkingunum til fyrispurn
ingini á, at »Soleingi ser
støk fígging ikki er til
enda málið, verður útreiðsl
an hildin av Landssjúkra
húsinum, við teirri avleið
ing,
at
annað
neyðugt
sjúkrahúsvirksemi, bæði á
kirurgiska, medisinska og
psykiatriska
deplinum,
verð ur skert fyri at geva
fíggjarliga rúmd fyri CTD
kanningunum. «
Somuleiðis vísir hann á,
at bæði frá heilsupolitiska
myndugleikanum og frá
heilsufakligu
serfrøðini
verður mælt til beinanvegin
at fara undir at fremja ta
ætl anina, sum landsstýris
maðurin hevur greitt frá í
fíggjarnevndarskjalinum.
At enda fýlist hann harð
liga á viðferðina, skjalið
hev ur fingið, og sigur, at
»Ein hvør seinking av mál
in um er vandamikil. Tí er
tað bæði undrunarvert og
átaluvert, hvussu umbønin
um játtan við fíggjar nevnd
arskjalinum er viðfarin í
Fíggjarnevndini.«
Óneyðugt rumbul
um álvarsmál
Formaðurin í fíggjar nevnd
ini, Anfinn Kallsberg, held
ur hinvegin ikki, at Fíggjar
nevndin hevur borið seg
skeivt at, og metir, at Hans
Pauli Strøm roynir at skapa
óneyðugt rumbul við ein
um, við hansara egnu orð
um, »alt ov álvarsligum
máli«.
Áðrenn landsstýrismað
urin hevði fingið svar upp á
umbønina upp á eykajáttan,
hevði hann sett eina kunn
gerð í verk, sum setti hol á
arbeiðið, og er tað henda
avgerðin, sum er orsøkin til
at skjalið ikki lýkur treytir
nar.
Tá landsstýrismaðurin í
Heilsumálum setti skipan
ina í verk við kunngerðini,
er tann akutti tørvurin vekk,
og tí fáa vit ikki viðgjørt
eykajáttanarumbønina,
greið ir Anfinn Kallsberg
frá.
Hann vísir eisini á, at
Fíggjarnevndin hevur havt
allar avvarðandi myndug
leikar til fund, og at víst
varð á, at skipanin, sum
varð sett í verk, fungerar
sum hon skal og skapar
størri tryggleika til øll tey,
sum eru ávirkað av hesum.
Tí er eingin orsøk til at
grugga hetta málið meira
enn neyðugt, tí hetta er eitt
somikið
álvarsligt
mál.
Fíggjarnevndin hevur eina
minnilutaverju, og vit hanga
øgiliga
fast
í
teimum
manna gongdum, ið eru at
fylgja í einum slíkum máli.
Ístaðin fyri kemur eykajátt
anarumbønin við í eyka
játtanarlógina fyri sep temb
er mánað, og sostatt koma
pengarnir hóast hetta skjalið
varð afturvíst, vísir Anfinn
Kallsberg á.
– Hetta málið er alt ov
álvarsligt til at byrja at
brúka sum politiska kasti
bløku, staðfestir Anfinn
Kallsberg, formaður í fíggj
arnevndini.
Hans Pauli Strøm um játtan til CTD kanningar:
Vandamikil og átaluverd
framferð av fíggjarnevndini
Hans Pauli Strøm vil hava at vita, hvørjar grundgevingar vóru fyri at nokta at viðgerða eykajáttanarumbønini um játta meira
pengar til CTD-kanningar. Anfinn Kallsberg staðfestir, at skipanin er sett í verk, og at tí er akutti tørvurin vekk, og eykajáttanin
verður viðgjørd í eykajáttanarlógini ístaðin. – Harafturat er málið alt ov álvarsligt til at brúka sum politiska kastibløku, staðfestir
hann
(tilgjørd mynd)