Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 185 - 29. september 2009 kommunal­ politikkur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Páll á Reynatúgvu skiftir lit og blívur reyður, Olga Foss­ dalsá hyggur eitt sindur rundan um seg og Brandur Sandoy byrjar at smírast. Vit eru beint eftir komm­ unustýrisfundin á Sandi í gjár og Páll á Reynatúgvu hevur júst fingið enn ein bræv frá Brandi Sandoy, Eyð­ vari Petersen, Fríða Nolsøe og Poul Klementsen. Á hesum fundinum var upprunaliga væntað, at borgarstjórin fór at leggja frá sær. Men fáar dagar framman undan fundinum boðaði hann frá, at hann fór at halda fram nakrar vikur afturat, tí kanningar skuldu gerast av málum, har borg­ arstjórin hevur verið átalað­ ur fyri ymiskt. Millum ann­ að, at hann setti konu sína í starv hjá barnaverndartæn­ astuni. Men tað er næstan ein mánaður síðan, at borgar­ stjórin boðaði frá, at hann legði kongin, og tað er hetta teir fýra, sum vilja hava hann frá, ikki vilja ganga við til. Eftir fundin fekk Sosialur­ in hendur á brævinum, og í tí verður kravt, at borgarstjórin kallar inn til nýggjan kommunustýrisfund, har skráin verður biðin at vera, at nevndirnar báðar í kommun­ uni skulu veljast av nýggjum, soleiðis at nevndarsaman­ setingin avspeglar meirilutan í kommunustýrinum, sum nú eru Brandur Sandoy, Eyðvar­ ur Petersen, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen. Somuleiðis verður fram­ vegis heitt á borgarstjóran at leggja frá sær. Byrjaði stillisliga Á sjálvum kommunustýris­ fundinum í gjár, er tó ikki nógv, sum bendir á, at opið stríð er í kommunustýrinum. – Fyrsta málið frá vinnu­ tøkninevndini er ein umbøn um at byggja úthús, og nevndin mælir til at játta hesi umbøn, boðar Brandur Sandoy, formaður í vinnu­ tøkninevndini, frá. Ongin setur spurnartekin, og tað verður einmælt sam­ tykt at fylgja tilmælinum hjá nevndini. Onki orð um stríðið um valdið í kommununi. Men tað sæst rímiliga væl á sessunum við borðið, hvør heldur saman við hvørjum. Við annan borðendan Páll á Reynatúgvu. Við hansara vinstru lið Olga Fossdalsá, sum borgarstjórin peikaði á til komandi borg­ arstjóra. Høgrumegin borg­ arstjóran situr varaborgar­ stjórin, og so langt burtur frá Pálli á Reynatúgvu sum gjørligt sita Fríði Nolsøe við hin borðendan og til høgru fyri hann Poul Klem­ entsen og Brandur Sandoy. Í ongamannalandi, fyri seg sjálva situr Lis Clementsen, sum er inni sum varafólk. – Næsta málið er umbøn um grundstykki. Tað er ein í Havn, sum vil byggja sær summarhús á Sandi. Av tí, at hesin ikki ætlar at búset­ ast á Sandi, mælir vinnu­ tøkninevndin til at geva hon­ um noktandi svar. Aftur er tað Brandur Sandoy, sum hevur havt orðið. Ein lítil diskutión verður, um hvørji grundstykki eru, men aftur verður einmælt samtykt at fylgja tilmælin­ um hjá vinnutøkninevndini. Eitt mál afturat er á skránni, og aftur er full semja. – So er fundur lokin, og eg vil takka fyri góðan fund­ arsið, sigur borgarstjórin Eldur í Nú tekur Poul Klementsen orðið. – Vit hava eitt bræv til borgarstjóran. Eitt eintak verður latið hvørjum limi í kommunu­ stýrinum. Páll á Reynatúgvu skiftir lit og blívur reyður, Olga Fossdalsá hyggur eitt sindur rundan um seg, og Brandur Sandoy byrjar at smílast saman við hinum trimum. Í brævinum staðfesta teir fýra. Brandur Sandoy, Eyð­ varur Petersen, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen nú arbeiða saman sum meiriluti í kommunustýrinum. Hetta hevur ikki verið endaliga staðfest. Somuleiðis verður krav reist um eyka kommunu­ stýrisfund. »Vit vilja hava eyka kommunustýrisfund, helst í hesi vikuni, har val av nevnd­ um verður á skrá«, skriva teir fýra millum annað. Eftir stendur tó, at borg­ arstjórin hevur fullan rætt sjálvur at avgera, nær hesin fundur verður, umframt, at hann hevur rætt at sita restina av valskeiðinum, um hann ikki av egnum fríum vilja leggur frá sær, tí borgarstjóri og varaborgarstjóri verða valdir fyri alt valskeiðið. Enn eitt bræv til Beint eftir kommunustýrisfundin á Sandi í gjár fekk Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri, aftur bræv frá fýra kommunustýrislimum. Hann verður framvegis biðin um at leggja frá sær, men nú krevja teir fýra nýtt nevndarval, tí teir meta seg sum meiriluta í kommunustýrinum Manila druknar Óvanliga nógv regn hevur lagt stórar partar av høvuðsstaðnum í Filipsoyggjunum, Manila, undir í vatni. Myndugleikarnir søgdu í morgun, at 140 fólk eru druknað, og at bjargingarlið leita eftir 32 øðrum, sum ikki eru komin afturíaftur. Nógvastaðni er so nógv vatn í býnum, at bjargingarfólk og onnur sigla við bátum ígjøgnum gøturnar. Tað nógva regnið komst av tropiska storminum Ketsana, sum herjaði Filipsoyggjarnar í síðstu viku. Umleið 450.000 fólk hava verið noydd at rýma frá húsi og heimi, og stjórnin hevur biðið aktjóða samfelagið um hjálp, skrivar AP. Meiri týsk kjarnorka At Týskland fær eina nýggja borgarliga­liberala stjórn fer at síggjast aftur á fleiri økjum. Hóast stórt hall í tí almenna húsarhaldinum hava teir borgarligu lovað fólki skattalætta, samstundis sum heilsuverkið og skúlaverkið skulu nýskipast. Eisini á tí arbeiðsmarknaðarpolitiska økinum verða broytingar, sum millum annað skulu geva arbeiðsgevarum betri møguleikar at koyra fólk til hús. Eisini orkupolitikkurin verður ein annar, tí við teirri nýggju leiðsluni fer Týskland at leggja seg eftir at brúka meiri kjarnorku til at nøkta tann stóra orkutørvin, skrivar DPA.