týsdagur 29. september 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 185 - 29. september 2009
Páll
Sambært kommunustýrislógini hava teir
fýra rætt at biðja um fund, tí teir eru
meira enn ein triðingur av kommunu
stýrinum, men teir kunnu ikki avgera,
nær fundurin verður.
Sambært kommunustýrislógini er tað
nevniliga bert borgarstjórin, sum kann
avgera, nær fundir eru. Og sambært
skrivaranum hjá Sands kommunu er
onki í kommunustýrisskipanini á Sandi,
sum gevur vanligum
kommunustýrislimum rætt at dagfesta
ein fund.
Hinvegin hava teir fýra sambært
kommunustýrislógini rætt at krevja, at
mál verða tikin á skrá. Ella orðarætt
hevur borgarstjórin skyldu til at seta mál
á skrá, sum kommunustýrislimir ynskja,
síðan er tað upp til kommunustýrið at
avgera, hvørt málið verður tikið til
viðgerar.
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á
Sandi, vil ikki gera viðmerkingar til
málið, og greiddi í gjár frá, at hetta er so
nýtt. Tí ber ikki til at siga, nær ella hvar
fundurin verður, har mál um nevndarval
verður á skrá.
-eij
Borgarstjórin gevur fundarboð
Reaktiónirnar vóru ymiskar, tá fýra
kommunustýrislimir á Sandi handaðu
Pálli á Reynatúgvu enn eitt bræv eftir
kommunustýrisfundin í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta bræv varð handað Pálli á Reynatúgvu, borgarstjóra, og hinum kommunustýrislimunum á Sandi í gjár.
Undirskrivað hava Brandur Sandoy, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe og Poul Klementsen
Tjóðveldi og Samband dystast í Kollafirði
Næstformenninir í Tjóðveldinum og Sambandsflokkinum bresta saman í politiskum dysti í Kollafirði í
annaðkvøld klokkan 20. Tórbjørn Jacobsen og Jóhan Dahl fara at kjakast um týðandi samfelagsviðurskifti,
eitt nú um vinnupolitikk, fiskivinnupolitikk, fíggjar og búskaparpolitikk o.s.fr. Feløgini hjá flokkunum
báðum í Norðstreymoy skipa fyri fundinum, sum verður í Bygdarhúsinum í Kollafirði. Tað verður
samfelagsdebattørin og verkfrøðingin, Signar P. Heinesen, sum fer at stjórna teimum báðum
næstformonnunum og fundinum. Í steðginum fer rockarin og troubadururin Jens Marni Hansen at spæla
nøkur av sínum egnu løgum, siga Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Sambandsfelag í
tíðindaskrivi.