týsdagur 29. september 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 185 - 29. september 2009
Blásti lív í Labour
Bretski arbeiðaraflokkurin Labour heldur ársfund í Brigh
ton í hesum døgum, og í gjárkvøldið var formaðurin í
norska Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, gestarøðari.
Ætlanin var, at hann skuldi tosa um veðurlagsbroytingar
nar, og tað gjørdi hann eisini. Men tað, sum serliga vakti
ans, var, tá hann royndi at sannføra fundarfólkið um, at
Labour kann vinna valið næsta ár, hóast meiningakanning
arnar nú siga nakað heilt annað. Hann ásannaði, at arbeið
araflokkurin hevði tapt í Týsklandi, men í Noregi og Portu
gal vann hann, og tað sama fer at henda í Grikkalandi um
eina viku og í Bretlandi næsta ár, segði Jens Stoltenberg.
Vilja knýta
vinasam-
band
millum
politikarar
Við hesum tiltak
inum, vóna vit
at fremja altjóða
samstarv, sigur
russiska Duman
í innbjóðing
til Løgtingið
um at vera við í
ítróttarkapping í
Moskva
EM fyri tingliMir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vit vóna við hesum til
takinum at fremja altjóða
samstarv og at knýta
vinasambond
ímillum
tinglimir úr Evropa.
Tað
sigur
russiska
Duman í innbjóðingini
til Føroya Løting um at
koma til Russlands at
vera við í fyrstu ítróttar
kappingini ímillum ting í
Evropa og sum tað ber
til at lesa um í greinini
omanfyri.
Tað er ítrótturin, sum
skal vera snúningspunkt
ið og kappast verður í
fimm
ítróttargreinum:
Innandurafótbólti, tennis
og borðtennis, talvi og
golf.
Og tað verða yrkisdóm
arar í øllum kappingum
og kappingarnar verða á
bestu ítróttarvøllum í
Moskva
Harafturat verður skipa
fyri
fólkaheilsurenning
fyri allar luttakararnar.
Men skipað verður
eisini fyri útferðum til
søvn, leikhús og onnur
áhugaverd støð í Moskva
og tað býðst eisini høvi
til at hitta umboð fyri
russisku
stjórnina
og
býarstýri í Moskva.
Løgtingslimir hildu
tað vera skemt, tá ið
russiska Duman nú
ein dagin bjóðaði
Løgtinginum av at
spæla fótbólt. Men
tað var alt annað enn
skemt og nú hava
politikarar hug at
taka av
EM fyri tingliMir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í fyrstuni hildu vit, at tað
var skemt.
Tað sigur John Johannes
sen, næstformaður í Løgting
inum, tá ið Løgtingið nú ein
dagin fekk teldupost við eini
innbjóðing frá russiska ting
inum um at koma til Moskva
at kappast í ítrótti.
Men síðani hava vit
kannað tað og tað var altso
ikki skemt, leggur hann aft
urat.
Tað er russiska tingið,
Duman, sum hevur bjóðað
tinglimum úr flestu londum
í Evropa at koma til Russ
lands at vera við í eini ítrótt
arkapping fyri tinglimir.
Kappingin byrjar longu
hósdagin og endar mána
dagin. Samstundis kann tað
vera nokk so tvørligt við
innferðarloyvum til Russ
lands, so John Johannessen
ásannar, at avgerðin skal
takast skjótt.
Og tað er eisini ætlanin at
taka eina skjóta avgerð, so
tey fara at brúka dagin í dag
at kanna møguleikarnar fyri
at vera við og vónand kann
ein avgerð takast longu
seinni í dag.
Hinvegin ásannar hann, at
tað eru nakrir løgtingslimir,
sum eru áhugaðir at fara.
Sjálvur hevði hann verið
fúsir at farið, men harum
framt hava eisini Karsten
Hansen, Kári P. Højgaard,
Hans Pauli Strøm, Eyðgunn
Samuelsen og Helgi Abra
hamsen víst áhuga fyri
ferðini.
Tað er nógvur ymiskur
ítróttur á skránni, men tað,
sum løgtingslimirnir hugsa
mest um, er at manna eitt lið
til innandura fótbóltskapp
ingina, sum er á skránni.
Tað hevði ikki órógvað
løgtingsarbeiðið
at
farið
avstað, tí vit fara eftir at fíggj
arlógin fyri 2010 er løgd
fram og koma aftur áðrenn
hon kemur til viðgerðar í
Løgtinginum, sigur næst
formaðurin í Løgtinginum.
Hann vísur eisini, at hetta
hevði ikki kostað landskass
anum eitt oyra, tí russarar
betala alla ferðina, sum hon
er, eisini gisting.
Gott at hittast
John Johannessen sigur, at
hetta er fyrstu ferð, at stig
verður tikið til at savna ting
limir úr øllum Evropa til
óformliga samveru av hes
um slagi.
Samstundis er hetta eis
ini eitt slag fyri fólkaheils
una, leggur hann afturat.
Men tað er ikki bara fjant
og fjas á skránni, tí að
verður eisini rúm fyri fund
um ímillum politikarar.
Av tí, at eg eri formaður
í føroysku uttanlandsnevnd
ini, fái eg eisini høvi til at
hitta formannin í russisku
uttanlandsnevndini og vit
fáa eisini høvi til at hitta
borgarstjóran í Moskva og
aðrar politikarar.
Hetta er eitt sjáldsamt,
men fínt høvi til at hitta
politikarar og til at knýta
politisk sambond við ting
limir úr øðrum londum und
ir meiri óformligum umstøð
um, sigur John Johannes
sen.
Hann sigur, at tað er altíð
gott at hitta politikarar úr
øðrum londum, at tosa við
teir um ymisk mál og at
knýta persónlig sambond.
Og áðrenn tú veitst av,
kann tað vera hent at hava
knýtt sambond við politik
arar úr øðrum londum.
Hóast londini eru ógvu
liga ymiskt, hava vit eisini
nógvar felags avbjóðingar
og tað kann avgjørt verða
hent at hitta politikarar úr
ymsum londum og hoyra
um teirra royndir og áskoð
anir, leggur hann afturat.
Løgtingslimir ætla at
fella russisku bjørnina
Føroyskir politikarar hava hug at taka av eini innbjóðing úr Moskva at vera við í eini óformligari EM kapping fyri tinglimir
Ráðgeving & tænastuR
til virkisleiðslur innan:
Fíggjarstýring
Rakstrarætlan
Bókhald og MVG-uppgerð
Prosjektleiðslu
Marknaðarkanningar
Kundakanningar
Dali Consulting sp/f
Tel. 21 73 66 & 50 82 34
steinbjorn@dali.fo
Vit hava meira enn 30 ára royndir innan
tær tænastur vit bjóða, bæði frá privata
vinnulívinum og tí almenna sektorinum
Íslendingar ótolnast
Íslendska stjórnin er um at missa tolið við Altjóða
Gjaldoyragrunninum IMF. Jóhanna Sigurðardóttur,
forsætisráðharri, sigur við tíðindatænastuna Bloomberg,
Grunnurin hevur sagt, at hann skal endurskoða sína tilsøgn
um at læna íslendingum meiri pening, men íslendingar halda,
at grunnurin hevur brúkt órímiliga langa tíð til tað arbeiðið.
Jóhanna Sigurðardóttur sigur við Bloomberg, at íslendska
stjórnin vónar, at IMF fer at taka endaliga avgerð í oktober. Tí
íslendingar kunnu ikki bíða longur, sigur hon.