týsdagur 29. september 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 185 - 29. september 2009
- Hugskotini, sum
í dag geva størstan
ávøkst, finna vit ofta
í teimum djarvastu
og mest nýhugsandi
verkætlanunum.
Men hesar hava ofta
sera stóran váða, og
kanska er ikki meira
enn ein út av tíggju,
sum bera seg. Tær,
sum bera til, kunnu
afturfyri geva nóg
mikið av sær til at
gjalda fyri allar hinar,
segði Jóhan Dahl, tá
hann setti vinnudagin
Vinnudagur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var Jóhan Dahl, lands
stýrismaður í vinnumálum,
sum setti vinnudagin í Norð
urlandahúsinum
seinasta
fríggjadag.
Hetta er dagurin, tá
vinnulívsfólk úr øllum land
inum koma saman at fáa
nýggjan íblástur og at tosa
um
møguleikarnar
fyri
framman. Hetta er eisini
tað mest týðandi í vinnulív
inum at síggja møguleikar,
har onnur síggja forðingar
og at taka við avbjóðingun
um á vegnum frameftir.
Landsstýrismaðurin
segði, at í heimsfevnandi
búskaparkreppuni eru nógv
ir møguleikar.
Tá fortreytirnar brádliga
broytast, ræður um at halda
høvdið kalt og at síggja
møguleikarnar,
sum
í
krepputíðum kunnu tykjast
fjaldir – og serliga, tá onnur
royna at loysa trupulleikar
úr fortíðini við gomlum
amboðum, er snilt at taka
við nýggjum avbjóðingum
á ein nýggjan hátt, sum
hann tók til.
Jóhan vísir á, at føroyingar
eru vanir við stór búskapar
lig sveiggj tí soleiðis hava
korini altíð verið her hjá
okkum – í fiskivinnuni, ali
vinnuni og í handverksvinn
unum.
Hetta er ein fyritreyt, vit
liva undir, og vit eiga nú at
brúka okkara drúgvu roynd
ir til at laga vinnuna til
broyttar umstøður. Við góð
um treysti skulu vit síggja
verandi vinnur við nýggjum
eygum, og vit skulu troyta
nýggju møguleikarnar, ið
globali marknaðurin letur
upp fyri okkum.
Hann segði, at ein av hes
um møguleikunum, ið ofta
hevur verið umrøddur, men
sum ikki rættiliga hevur
eydnast enn, er at bjóða Før
oyar – fyritøkur og brúkarar
– fram sum royndarland
fyri nýggj vinnulig frambrot
á heimsmarknaðinum.
Bera vit okkum skilagott
at og standa saman um mál
ið, kann land okkara gerast
eitt slag av rannsóknarstovu
á alskyns økjum. Um vit
vilja, kunnu vit gerast roynd
arland innan ílegutøkni,
kunningar og samskiftis
tøkni, nýggjar orkuloysnir
og – ikki minst – innan
cleantech, sum í hesum døg
um stendur ovast á bredd
anum nógvastaðni.
Cleantech kann í stuttum
lýsast sum nýggj tøkni, ið
ger, at vit kunnu varðveita
livistøðið og betra lívs
góðskuna, samstundis sum
vit verja umhvørvið.
Vit eru so heppin, at nú
allur heimurin stendur fyri
ovurhonds stórum umhvørv
isligum avbjóðingum, eru
vit kanska eitt tað besta
staðið í heiminum at royna
nýggjar cleantechloysnir í.
Júst hetta, at vit eru fáment,
isolerað, men kortini eitt
fult útbygt og framkomið
land, gevur okkum heilt
serligar fyrimunir at gera
royndir við nýggjari tøkni í
fullum skala, segði hann.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at tað ber til at økja mun
andi um grønu orkuna í
Føroyum.
Men av tí, at vit ikki eru
samanbundin við elnet í
øðrum londum, mugu vit
finna aðrar vegir at fáa til
vega alla ta grønu, men
óstøðugu orku, sum vit
megna at framleiða. At
goyma streym í elbilum,
og seinni eisini í el ella
vetnisriknum bátum og skip
um, kann gerast ein loysn
fyri okkum, sum eisini kann
nýtast úti í heimi.
Hann segði, at tað ber til
at økja munandi um fram
leiðsluna av grønari orku í
Føroyum.
Trupulleikin er, bæði
hjá okkum og nógva aðra
staðni í heiminum, at fáa
alla hesa óstøðugu orku til
høldar. Ein trupulleiki sum
møguliga kann loysast rætti
liga einfalt við at brúka el
bilar sum orkugoymslu og
við at pumpa brúkta vatnið
frá turbinunum niðan aftur
í vatngoymslurnar við vind
megi fyri so at brúkast
umaftur.
Landsstýrismaðurin helt,
at Føroyar við sínum veð
urlag og stuttu strekkjunum
– eru sum skræddaraseym
aðar til elbilar, og áhugin
er longu stórur at nýta Før
oyar sum royndarland.
Eg eri sannførdur um, at
vit eiga at taka hesa avbjóð
ingina upp á okkum, og at vit
eiga at skapa umstøður til, at
sum mest av samferðsluni í
Føroyum verður elrikin um
heilt fá ár. Samstundis skal
grøna orkuveitingin útbyggj
ast so skjótt, sum vit orka,
legði hann aftrat.
Ílegu-og biotøkni
Fleiri ferði er víst á, at Før
oyar eisini innan ílegu og
biotøkni eru framúr væl
egnaðar sum royndarland.
Skulu vit gera okkum gald
andi á hesum økjum, mugu
vit fyrst skapa grundarlag
fyri einum góðum framtíðar
granskingarumhvørvi.
Jóhan helt, at við støði í
P/F Fiskaaling og í tøttum
samstarvi við Fróðskapar
setrið, Heilsuverkið og Hav
stovuna, hava vit byrjanina
til tað, sum kann gerast eitt
náttúrutøkniskt gransking
arumhvørvi í heimsflokki.
Í dag er granskingin tó
alt ov spjadd, ov lítið sjónlig
og illa útgjørd. Skal vinnu
gransking mennast, er týð
andi, at hon fær nøktandi
karmar. Eg haldi tí, at vit
eiga at taka stigið fult út nú
og byggja granskaraparkina,
sum so leingi hevur verið
ávegis.
Hann segði, at tá vit
brynja okkum til framtíðina,
er eisini sera umráðandi, at
verandi vinna fær treytir at
virka undir, ið gevur henni
skotbrá til umstilling og
endurnýgging.
Eitt nú er umráðandi, at
føroysk
byggivinna
fær
umstøður at mennast, og at
skipasmíð ikki fer fyri
bakka. Tann førleikin, sum
føroyskir
handverkarar,
maskinmeistarar, verkfrøð
ingar og onnur hava fingið í
verandi vinnum, verður eis
ini tørvur á, tá vit skulu
taka til okkum nýggja tøkni
og verða við til at menna
heiminum nýggjar loysnir.
Hetta hava vit sæð í teimum
nýggju uppfinningunum og
framleiðslunum, sum føroy
ingar eru farnir undir seinnu
árini. Royndir – serliga úr
sjóvinnuni – saman við
nýggjari akademiskari vitan
og góðum handverki liggur
til grund fyri flest øll nýbrot
seinnu árini.
Landsstýrismaðurin
nevndi sum dømi orkuspar
andi trollemmar, nýggjar
trolgrunnar, sum bæði spara
havbotnin og orku, og eisini
hightech verkætlanir, sum
tann hjá Decision 3, ið bleiv
heiðrað sum Ársins Átak í
fjør.
Men hóast hugskotini
eru nógv og dirvið stórt hjá
slóðarum, so er alt ov lítið
av váðafúsum kapitali í Før
oyum, segði hann.
Jóhan vísti á, at hugskot
ini, sum í dag geva størstan
ávøkst, finna vit ofta í teim
um
djarvastu
og
mest
nýhugsandi verkætlanunum.
Hesar verkætlanir hava
sera stóran váða, og kanska
er ikki meira enn ein út av
tíggju, sum bera seg. Men
tær sum bera til, kunnu aft
urfyri geva nóg mikið av sær
til at gjalda fyri allar hinar.
Hann vísti á, at hesa upp
gávu lyftir privati markn
aðurin ikki sjálvur, hvørki í
Føroyum ella úti í heimi, og
tí má tað almenna hava ein
virknan leiklut í nýskapandi
íverksetan.
Eg havi tí sett arbeiðið í
gongd at gera uppskot til,
hvussu sáðkapitalur kann
útvegast
teimum
mest
nýskapandi verkætlanunum
í Føroyum, so tær kunnu
búnast.
Fígging útvegast
Hann ásannaði, at einsamalt
er hetta tó ikki nóg mikið.
Skulu størstu vakstrar
møguleikarnir troytast, má
eisini fígging finnast at
fíggja slíkar verkætlanir, tá
ferð kemur á vøksturin. Tá
krevjast kapitalsterkir íleggj
arar, sum bæði klára at bera
nógvan váða, og sum eisini
hava tøkniligan og markn
aðarligan serkunnleika og
altjóða netverk. Tí eru vit
farin undir verkætlanina
“Føroyar sum íløguland”,
sum hevur til endamáls at
marknaðarføra Føroyar fyri
íleggjarar kring allan heim.
Landsstýrismaðurin
segði, at marknaðarføringin
tekur støði í arbeiðslagnum
hjá FAS, sum við miðvísari
marknaðarføring
millum
útvaldar íleggjarar hevur
eydnast at fáa stór útlendsk
reiðarí at stevna inn í før
oysku altjóða skipaskránna.
Fyri at marknaðarføring
in av Føroyum sum íløguland
skal røkka sum longst, skjót
ast og bíligast, hevur Vinnu
málaráðið fingið avtalur við
ymsar stovnar, sum eitt nú
Dansk Industri, og altjóða fel
agskapir, ið hava til endamáls
at fremja íløgur kring allan
heim. Í arbeiðnum at markn
aðaføra Føroyar sum íløgu
land verður samskift beinleið
is við hesi netverk. Vinnu
málaráðið hevur eitt nú
atgongd til allar limirnar hjá
Dansk Industri, og Vinnu
málaráðið setir seg eisini
beinleiðis í samband við
íleggjarar í ymiskum londum,
serliga í Danmark og Bret
land, segði vinnumálaráð
harrin, Jóhan Dahl, tá hann
setti vinnudagin.
Djarvar verkætlanir
við stórum ávøkstri
- Í dag er granskingin tó alt ov spjadd, ov lítið sjónlig og
illa útgjørd. Skal vinnugransking mennast, er týðandi,
at hon fær nøktandi karmar. Eg haldi tí, at vit eiga
at taka stigið fult út nú og byggja granskaraparkina,
sum so leingi hevur verið ávegis, segði Jóhan Dahl,
landsstýrismaður á vinnudegnum
Fleiri fólk til Íslands
Leiðslan í íslendska flogfelagnum Icelandair hevur gjørt av at
økja rutuflúgvingtina 10 prosent næsta ár og at fremja fleiri átøk,
sum skulu fáa fleiri útlendingar til Íslands at ferðast. Sum er
flýgur felagið 140 ferðir um vikuna til 26 býir í Evropa og
Norðuramerika, men næsta ár verða ferðirnar 155 um vikuna,
skrivar Morgunblaðið. Birkir Hólm Guðnason, forstjóri í
Icelandair, sigur, at felagið væntar ar flyta millum 20.000 og
25.000 fleiri ferðafólk til Íslands um árið, nú túratalið verður økt,
og tað fer at geva íslendska samfelagnum nógv fremmant
gjaldoyra, leggur hann afturat.
Radio 100FM farið í gjaldssteðg
Størsta handilsliga útvarpsstøðin í Danmark, Radio 100FM, er
farin í gjaldssteðg. Leiðslan í felagnum hevur leingi arbeitt við
at loysa fíggjarligu trupulleikarnar – bæði saman við møgu
ligum íleggjarum og núverandi eigarum. Jon de Mol, sum eigur
Talpa Radioa Danmark, sigur við Ritzau, at tað vildi verið
ábyrgdarleyst at hildið fram við íløgunum, tá eingin trygd er
fyri, at støðan broytist hjá útvarpsstøðini. Stjórin á útvarps
støðini, Jim Receveur, harmast um, at tað ikki hevur eydnast at
finna ein íleggjara hóast fíggjarkreppu, men hann vónar
framvegis, at tað fer at bera teimum til at finna eina loysn.