Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 185 - 29. september 2009 Ársins Virki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bakkafrost á Glyvrum, sum í dag er nógv meira enn tað virki, vit síggja niðri við sjóvarmálan á Bakka, hevur mong ár á baki. Vit skulu ikki á hesum stað skriva søguna um hetta virksemi, sum hevur røtur langt aftur í tíðirnar, men bert í stuttum nerta við ein part av tí, sum liggur aftan­ fyri, at fyritøkan á vinnudegn­ um fríggjadagin varð kosin at vera Ársins Virki í 2009. Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, vóru Hans, Rólant og Martin ímyndin av virk­ seminum á Bakka. Tá Føroyar rendu seg í djúpa kreppu fyrst í nítiár­ unum, og næstan alt vinnu­ virksemi í landinum, sum hevði við sjógvin at gera, fór av knóranum, fór virksemið á Bakkafrost sama veg. Vit kunnu tí siga, at tað virksemi, sum birtist eftir kreppuna, og sum Regin Jacobsen, sonur Hans og Oddvør hevur staðið á odda fyri, er byrjanin til tað, sum fyritøkan nú hevur fingið sín stóra heiður fyri. Meðan Regin í fyrsta lagi hevur staðið fyri fram­ leiðsluvirkseminum, hevur Hans seinastu árini staðið fyri aling og smoltvirksem­ inum, sum felagið hevur á trimum ymiskum støðum, ávikavist Inni á Dal, tey rópa, á Húsum og á Norð­ toftum. Sosialurin hevur skift orð við Hans um gongdina fram eftir, tó við undantaki av tí stóra virksemi, sum í dag er tengt upp í Bakkafrost Hold­ ing. Her er tað í fyrsta lagi Regin, sum gongur á odda og dagliga hevur fingurin á pulsinum við framleiðslu og marknaðarviðurskiftum. Áðrenn vit koma til kut úr søguni, sum liggur aftan­ fyri, fegnast Hans Jacobsen um stóru undirtøkuna, sum var leygardagin, tá Bakka­ frost hevði “opið hús” í sambandi við heiðurin sum Ársins Virki. ­ Eini 300­400 fólk vóru inni á gólvinum og heilsaðu okkum hendan dagin. Fólk fingu einar 8­10 ymiskar rættir úr laksi, sum Sjó­ kaféin í Runavík hevði gjørt til. Eg haldi, at tilreiðingin var framúr og vísti, at nógv ymiskt kann fáast úr laksi, sigur hann. Í dag virkar Bakkafrost eini 20.000 tons av laksi um árið, harav umleið ein helmingur fer til portiónir og hin helmingurin verður útfluttur sum feskur og frystur laksur, umframt ein minni nøgd av fløkum. Øll kryvjing fer fram í Klaksvík, meðan framleiðsl­ an fer fram á nútímans virk­ inum á Glyvrum. Bakkafrost Holding hev­ ur bæði smoltstøðir, aling, kryving og framleiðslu. Bakkafrost: Hevur rø Tað vóru forfedrarnir hjá Hans Jacobsen og soninum Regini Jacobsen, ið løgdu lunnar undir handils-og framleiðsluvirksemið á Bakka, sum seinastu árini hevur verið fyri stórari menning – so stórari, at vinnudagurin fríggjadagin setti virksemið hjá Bakkafrost Holding í fremstu røð Hans Jacobsen við heiðurskjalinum sum sigur, at Bakkafrost Holding er Ársins Virki í 2009 Mynd: Jens Kr. Vang Krevja endurgjald frá ES Í Grønlandi vil fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK hava landsstýrið at krevja endurgjald fyri inntøku, sum veiðimenninir mistu, tá ES­londini samdust um at banna øllum handli við kópaskinnum. Í einum opnum brævi vil KNAPK hava landsstýrið og Landstingið at leggja trýst á ES fyri at vísa, hvussu misnøgdir grønlendingar eru við bannið. Felagið heldur, at heimastýrið skuldi sent eitt embætisfólk í Bruxelles til at taka sær av málinum. Felagið nevnir eisini møguleikan fyri, at veiðimenninir fara at kæra ES­avgerðina til mannarættindadómstólin. Stuðla skúlaverkætlan í Ghana Tríggjar gentur í Eysturskúlanum eru farnar undir einaverkætlan. Høvuðsevnið hjá teimum er »Lívið – at liva«. Í samband við hetta skipa tær fyri einari stuðulskonsert, sum verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn fríggjakvøldið klokkan 19. Guðrið Hansdóttir, Martin Joensen, Uni Arge, Jákup Lind Dam og Jens Marni Hansen fara at spæla. Stuðulin fer óskerdur til skúlaverkætlanina í Ghana – og atgongumerki kunnu keypast við dyrnar.