Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 185 - 29. september 2009 Gomul fyritøka Tað vóru forfedrarnir hjá Hans, faðirin Jóhan Hendrik og pápabeiggjarnir, Klæm­ int, Martin og Meinhard, sum í sínari tíð byrjaðu handilsvirksemi á Glyvrum langt afturi í tíðini. Teir høvdu íshús, har teir frystu fjarðasild. Í gomlum døgum varð fryst við kava og salti, men fyri seinna heimsbardaga fingu menn sær eisini turkihús. ­ Tey gomlu turkihúsini høvdu dampketil, sum syrgdi fyri, at heit luft kundi blásast inn á rimar, har fiskurin lá til turkingar. Um summarið, tá veðrið var til vildar, varð fisk­ urin turkaður úti á fiskapláss­ um, eins og gjørt varð nógva aðrastaðni kring landið, og soleiðis spardu teir eisini orku. Hans Jacobsen sigur, at undir seinna kríggi datt virk­ semið mest sum burtur, men varð uppaftur tikið, tá kríggið varð av. ­ Tá fiskavirkini byrjaðu at taka seg upp seinasti í fimmtiárunum, varð tíðin komin at enda hjá gomlu turkihúsunum. Hans og brøður Seinast í sekstiárunum tóku Hans, Rólant og Martin yvir, og tá varð serligur dentur lagdur á sild. Tá vóru eisini fleiri góð sildaár, og í 1969/1970 varð virkið, sum í mong ár stóð niðri á Bakka, bygt. Síðan er virkið útbygt og nútímansgjørt upp ígjøgnum tíðirnar, og seinasta útbygg­ ingin norðureftir er nýliga framd og hevur økt munandi um framleiðsluorkuna. Hans sigur, at fjarðasildin er sild av sama stovni sum norðhavssildin, bert yngri og soleiðis smærri. Viðhvørt fekst eisini størri sild inni á firðunum, og tá varð mett, at hetta var sild, sum hevði verið undir landi og gýtt. ­ Eins og aðrastaðni í landinum, keyptu vit á Bakka nógva sild, sum varð støddar­og góðskuskild, og ein stórur partur av fram­ leiðsluni fór til Pólands. Skipini royndu norðanfyri og í Norðsjónum, og vit kundu keypa upp í einar 2000 tunnur í senn. Tíðliga í sjeytiárunum fóru teir á Bakka eisini und­ ir at virka fjarðasild í gløs. Eini 60­70% var kryddað, og føroyingar tóku væl ímóti hesi framleiðslu, sum var høgt í metum. Ein part­ ur fór eisini í gløs sum marinerað sild ella súrsild, sum tað eisini varð rópt. Hans sigur, at einar 1000 tunnur av sild um árið soleiðis vórðu latin í gløs, og tað var serliga føroyski marknaðurin sum keypti. Eitt skifti fór eisini nakað av sild í gløsum niður á danska marknaðin. ­ Jú, tá var eisini kapping um føroyska marknaðin, tí útlendsk sild kom higar til lands, men her stóðu vit okkum rættiliga væl, leggur hann aftrat. Sum tíðin gekk, minkaði sildaveiðan, og mett varð, at stovnurin var niðurfiskað­ ur. Seint í sjeytiárunum helt veiðan uppat. Svartkjaftur Í 1979 fór Bakkafrost at virka svartkjaft til flak og fars, og hetta var høvuðs­ framleiðslan á virkinum øll áttatiárini. ­ Leivur Øssursson gjørdi royndir fyri Fiskirannsókn­ arstovuna, og síðan skuldi okkara virki gera royndir fyri at vita, hvat kundi fáast burtur úr hesum lutfalsliga nýggja fiskaslagi. Hans sigur, at hesi árini endaði eisini flatfiskurin, sum kom upp á land í Før­ oyum, á Bakka. ­ Flatfiskur var líka sum hjáframleiðsla hjá fleiri flaka­ virkjum, og mett varð ikki, at nóg mikið fekst burtur úr hesum. Tí kom samstarv í lag millum Fiskasøluna og okkum um, at vit skuldu taka okkum av øllum flatfiski, sum kom upp á land. Okkara virki gjørdist miðstøð fyri flatfisk hesi árini. Vit støddar­ og góðskuskiltu fiskin fyri tey virki, sum høvdu keypt hann, og síðan fór hann nið­ ur til felagið Tjaldur í Bret­ landi, sum Fiskasølan átti. Bakkafrost gjørdi hetta arbeiði upp á rokning, sum tað varð rópt. ­ Tað var serliga um várið og um summarið, at vit tóku okkum av flatfiski, meðan svartkjaftaframleiðsla ser­ liga var um heystið og vetur­ in, leggur hann aftrat. Byrja við laksi Í 1979 byrjaði Bakkafrost við sínum alivirksemi. Hans sigur, at teir vóru millum teir fyrstu, sum byrj­ aðu vinnuligt alivirksemi. Frammanundan hevði Júst í Túni, sum vit plaga at rópa sum pionerin á hesum øki, gjørt sínar royndir, áðrenn Fiskaaling tók yvir. Framm­ anundan høvdu vit hoyrt um onkrar gamlar royndir í Suðuroy. Hann sigur, at teir høvdu síl tað fyrsta árið, tí teir fingu ikki fatur á nøkrum nøgdum av laksasmolti. Men síðan var tað laksur, sum gjørdist grundarlagið undir hesum virksemi. ­ Vit fingust soleiðis við aling og kryvjing upp ígjøg­ num árini – heilt fram, til kreppan fyrst í nítiárunum eisini rakti okkum, eins og hon rakti flestu vinnufyri­ tøkur í landinum, sum fing­ ust við aling og fram­ leiðslu. Hans vísir á, at tá virk­ semið byrjaði aftur eftir kreppuna, varð grundarlagið lagt undir ta fyritøku, sum seinasta fríggjadag varð kosin at vera Ársins Virki í 2009. ­ Regin hevur hesi árini tikið sær av framleiðluni, meðan eg havi tikið mær av aling og teimum trimum smoltstøðunum, vit hava. Bakkafrost Holding hev­ ur í dag eini 250 fólk í arbeiði við smoltaling, al­ ing á sjónum, kryvjing og framleiðslu. ­ Í løtuni hava vit umleið 4 miljónir laksasmolt gangandi á teimum trimum smolts­ støðunum, men komandi ár, tá Vestlaks kemur upp í fyritøkuna, skulu vit helst hava eini 6 miljónir smolt. Hans sigur, at alingin í ár fer at geva eini 20.000 tons av ráfiski, men í komandi ári er ætlanin, at fram­ leiðslan verður eini 30.000 tons. Konseptið í lagi “The grand old man” á Bakkafrost heldur, at heið­ urin á vinnudegnum sum Ársins Virki er ein staðfest­ ina av, at konseptið rundan um virksemið hjá Bakka­ frost Holding virkar. ­ Jú, hetta sær út til at vera í lagi, og vit eru sera fegin um tann heiður, sum alt hetta virksemi – og øll tey fólk, vit hava í starvi – hava fingið, sigur Hans Jacobsen. øtur langt aftur í tíðina Regin Jacobsen er stjóri í Bakkafrost Holding. Bakkafrost á Glyvrum hevur røtur langt aftur í tíðina, og tað vóru forfedrarnir hjá Hans og Regini, sum løgdu lunnar undir virksemið Mynd: Vilmund Jacobsen Vilja ikki flyta Tann 106 ára gamla Louisa Watts, sum er fimtaelsta kvinna í Bretlandi, sigur kortanei til at flyta av einum ellisheimi, sum myndugleikarnir skulu lata aftur, tí tað almenna skal spara. Ætlanin hjá myndugleikunum er, at Louisa Watts og hini níggju, sum búgva á ellisheiminum í Wolwerhampton, skulu flyta á onnur ellisheim, men tað vilja tey ikki, skrivar BBC. Sonur Louisu Watts sigur við fjølmiðlarnar, at mamma hansara tolir ikki at verða flutt á eitt annað heim og í eitt nýtt umhvørvi. Han n og onnur hava nú fingið ein sakførara at hjálpa Louisu og hinum gomlu, sum ikki vilja flyta.