týsdagur 29. september 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2009
13
Tað er ógvuliga óheppi,
at fjølmiðlarnir í málin
um um upptiðningina av
blokkinum flyta fokus frá
landspolitikkinum, ríkis
felagsskapinum og væl
ferðini, og heldur dyrka
persónsmál og íspinna
politiskt stríð, nú okkum
mest av øllum tørvar
politiskan stabilitet
Allir føroyingar vita innast
inni, at avleiðingarnar av
skerjingini og fastfrysting
ini av blokkinum, nú tað
sansar at fíggjarliga, síggj
ast aftur í játtanunum til
eitt nú Sjúkrahúsverki,
Almannaverkið og Skúla
verkið, og ikki minst í
hallinum á fíggjarlógini.
Skerjingin og fastfrysting
in hevði nevniliga við sær,
at landskassin seinastu fáu
árini er drenaður fyri 3,8
milliardir krónur. Bara í
2009 hevði blokkurin verið
heilar 597,5 milliónir
hægri, enn hann er, var
avgerðin um at skerja og
fastfrysta blokkin ikki tikin.
Hesi tøl hevur Fíggjarmála
ráðið nágreiniliga rokna út,
og eru tølini at finna á
heimasíðu Føroya Løgtings
undir skrivligu fyrispurning
unum nr. S24/2009 og
S25/2009, sum fíggjarmála
ráðharrin svaraði á Løgtingi
17. apríl 2009.
Inniverandi ár hevur
Løgtingið kent seg noytt til
at skuldarbinda landskass
an og harvið eftirtíðina við
500.000 milliónum krón
um fyri at rinda hallið á
fíggjarlógini og halda sam
felagshjólunum malandi.
Skuldarbindingin er sjálv
sagt ein fylgja av m.a.
skerjingini og fastfrysting
ini av blokkinum. Fíggjar
lógarhallið og harav fylgj
andi skuldarbindingin
verður, sum útlitini eru,
ikki minni í 2010. Talan
verður sostatt um eina
heila milliard krónur ella
meira í skuldarbinding,
eftir bert tveimum árum.
Hettar er tann beiski
veruleikin, vit noyðast at
fyrihalda okkum til.
Boðskapurin frá
Sambandsflokkinum
Sambandsflokkur hevur tí
mælt sínum samgongu
feløgum til at tiðna blokkin
upp aftur, og soleiðis bøta
um tann skaða, sum avgerð
in um at skerja og fastfrysta
blokkin hevur havt við sær.
Við øðrum orðum, so velur
Sambandsflokkurin sosiala
vælferð og samfelagsmenn
ing í ríksfelagsskapi framm
um loysingartilgongdina,
sum vísir sítt sanna andlit,
nú tað sansar at fíggjarliga.
At hinir báðir flokkarnir í
samgongu og loysingar
flokkarnir í andstøðu ikki
eru av somu áskoðan og
Sambandsflokkurin, er so
ein politiskur veruleiki, vit
mugu fyrihalda okkum til.
So einfalt er tað.
Fjølmiðlarnir reingja
veruleikan
Tí er tað burtur úr vón og
viti, at fjølmiðlarnir lata seg
draga eftir hárinum av loys
ingarflokkunum, og kropp á
kroppi gera málið um upp
tiðningina av blokkinum til
ein innanhýsis trupulleika í
Sambandsflokkinum og í
samgonguni.
At loysingarflokkarnir
hava ein forkláringstrupul
leika mótvegis teimum
borgarum, sum nú kenna
sviðan av skerjingini og
fastfrystingini av blokki
num, eins og loysingar
flokkarnir mugu standa til
svars fyri tí veruleika, at
landskassin við lántøku í
løtuni skuldarbindur okk
ara eftirkomarar við
500.000 milliónum krón
um árliga, fyri at kompen
sera fyri blokkniðurskurð
in, er sjálvsagt veruligi
trupulleikin hjá loysingar
flokkunum. Ein trupulleiki,
sum loysingarflokkarnir av
øllum alvi royna at tiga
burtur og snúgva sær
undan.
Sum tað sær út í løtuni,
er tað eisini í ein ávísan
mun eydnast loysingar
flokkunum at krúpa undan
ábyrgdini av egnum
gerðum við at og ávirka
fjølmiðlarnir soleiðis, at
miðlarnir flyta fokus frá tí
politiska veruleikanum.
Dupultmoralsku
fjølmiðlarnir dusa sær
At tað í løtuni sansar at
fíggjarliga í okkara sam
felag er eingin loyna.
Sjúkrahúsverkið leggur
trýst á politisku skipanina
við eitt nú at skerja til
boðið av viðgerðum uttan
lands, av tí at játtanin er
brúkt, eins og talið á skurð
viðgerðum í Føroyum eftir
øllum at døma verður skert
restina av árinum vegna
sparingar. Eisini innan
almannaøkið verður lagt
trýst á skipanina, nú fíggj
arorka ikki er til øll tey
tilboð, sum uttan iva kundu
gagnað brúkarunum. Skúla
verkið, eitt nú Fróðskapar
setrið leggur somuleiðis
trýst á, fyri at fáa meirjátt
an á fíggjarlógini fyri
komandi ár.
Her er tað, at dupultmor
alur fjølmiðlana veruliga
kemur til sjóndar. Fjøl
miðlarnir dusa sær nevni
liga í teimum trupulleikum,
sum fíggjarliga trongstøð
an hevur við sær, men seta
kikaran fyri ta blinda eyg
að, og dyrka íspunnar
samgongutrupulleikar og
persónsstríð, tá Sambands
flokkurin vísir á orsøkirnar
til fíggjarligu trupulleikar
nar og roynir at loysa teir,
eitt nú við at tiðna blokkin
upp aftur.
Persónsmál og stríð geva
eftir øllum at døma betur
yvirskriftir, krevja lítla
arbeiðsorku og selja helst
eisini betur, enn djúptøkin
journalistikkur og lands
politikkur á hægri støði.
Tí er tað ógvuliga umráð
andi, at vit eru kritisk og
meta um tilfarið, sum
fjølmiðlarnir dagliga royna
at selja okkum.
Vit skulu minnast til, at
tíðindaflutningur er ein
handilsvøra.
Sambandsflokkurin, blokkurin og fjølmiðlarnir
løgtingsmaður
Jaspur Vang
Í oddagrein í Sosialinum
herfyri um sendingina við
floksformonnunum á
Hvonn, verður formaður
Javnaðarfloksins endur
givin fyri at hava sagt, at
vælferðin skal skerjast.
Eisini verður nevnt, at
nútimans javnaðarflokkar
ikki himprast við at skerja
vælferðina. Sum undirrit
aða hoyrdi sendingina,
segði formaður Javnaðar
floksins, at tað snúi seg um
at verja og framtíðartryggja
vælferðina.
Skeiva endurgevingin í
oddagreinini kemur tó á
ein hátt inn í kjarnuna í
spurninginum um vælferð.
Hetta er eitt trupult, men
neyðugt evni at taka upp.
Spurningurin er nevniliga,
hvussu tú definerar
vælferð. Er ein fimmti ára
gomul vælferðarskipan
ævug, og skal hon verða
tað, hóast samfelagið og
kringumstøðurnar broytast.
Skal skipanin verða ævug
og ikki kunna endurskoð
ast, so ber ikki til at endur
nýggja og umskipa væl
ferðina, so hon framvegis
røkkir sínum endamáli, at
koma teimum veiku til
góðar.
Vit hava skipannir, við
t.d hjálpitólum, har ein
persónur við t.d løgtings
mannaløn fær somu hjálpu
tól sum ein einlig mamma
uttan at gjalda eina krónu.
Er hetta tann vælferðin, ið
vit skulu halda fast við, so
hava vit ikki fíggjarorku at
innføra betri skipannir til
t.d stakar uppihaldarar.
Hóast hesin bólkur hevur
munandi meira hjálp fyri
neyðini enn ein løgtings
kvinna.
Hetta er ein sera grund
leggjandi spurningur, tí
vælferðarsamfeløgini vóru
uppbygd soleiðis frá byrj
an, at almennu skipaninnar
vóru universellar og harvið
fyri øll óansæð inntøku.
Spurningurin er, um til ber
at broyta ella avmarkað
hetta prinsippið og gera
skipaninar meira beinrakn
ar til tey, ið hava tær fyri
neyðini.
Summi vilja ivaleyst
siga, at um ikki øll fáa sín
part av vælferðini óansæð
inntøku, so vilja tey ikki
vera við til at gjalda. So vil
samhaldsfasta fíggingin av
samfelagnum hvørva.
Sum eg síggi tað, so er
hetta ein balansugongd, har
tað snýr seg um at finna
javnvágina millum tað
universala og tað sosialt
rætta. Tað er ein sannroynd,
at krøvini til betri og fleiri
vælferðarskipanir økjast í
takt við, at vælferðin økist.
Hygg bara at heilsuverki
num. Trupulleikin er, at
inntøkurnar at fíggja
vælferðina ikki økjast
samsvarandi. Tvørturímóti
hava allir flokkar verið við
til at máa støðið undan
vælferðini við at skerja
blokkin og geva stórar
skattalættar til miðal og
hægri inntøkur, uttan at
seta nakað í staðin. Hesar
skerjingar eru ikki avloyst
ar av hægri inntøkum,
tvørturímóti økist hallið á
fíggjarlógini.
Taka vit skattalættarnar
og hvør ið hevur fingið
ágóðan, eru tað tey, ið hava
miðal og hægri inntøkur.
Sostatt er samhaldsfasta
fíggingin av samfelagnum
avskeiklað. Spurningurin
er tí, um hetta ikki kann
legitimera inntøkureguler
ing av ávísum almennum
skipanum.
Javnaðarpolitikkur hevur
altíð verið at vilja broyting
ar, men tað tykist sum um
einhvør broyting verður
uppfatað sum ein skerjing
av vælferðini. Skal onki
broytast ella avviklast, so
ber heldur ikki til at menna
vælferðina, uttan so at
inntøkurnar verða øktar
munandi. Vit mugu endur
skoða gamlar skipannir og
finna eina nýggja javnvág
millum tað universella og
samhaldsføstu fíggingina
av samfelagnum. Hetta má
gerast, um bera skal til at
framtíðartryggja vælferð
ina. Hetta er ein trupul,
men neyðug tilgongd, sum
vit, eftir mínum tykki, ikki
koma uttanum.
Hin neyðuga broytingin
er almenna umsitingin og
mátin hon er skipað uppá.
Vit hava eina, eftir mínum
tykki, sera stirvna skipan,
ið stovnsligger alt og øll.
Tykist mangan sum siktið
er at fasthalda fólk í yms
um almennum skipanum
sum klientar, heldur enn at
vera hjálp til sjálvhjálp.
Hvussu kann almenna
umsitingin umskipast, so
hon virkar skjótt og væl, er
stóri spurningurin.
Tað snýr seg ikki um
støddina av umsitingini,
men meira um, hvussu
gera vit hana einfalda og
hóskandi til tann tørv, ið
eitt so lítið samfelag sum
okkara hevur brúk fyri.
Um samfelagið ikki bara
skal humpa víðari við
einum økjandi trýsti á
almennu skipaninar, sum
vit kanska so dánt klára at
hóra undan, er alneyðugt at
taka støðu til hesar
spurningar.
Vælferð skerjast ella umskipast
løgtingskvinna
Eyðgunn
samuElsEn
Høgni Hoydal hevur fingið
sær til vana at endurtaka
uppí saman, at størsta orsøk
in til ringu fíggjarligu støð
una sum Føroyar eru komn
ar í, eru skattalættarnir hjá
fyrru ABCsamgonguni.
Seinasta dømið um hetta
hoyrdu vit í tíðindasending
ini hjá Rás 2 á middegi
mikudagin 23. september
Endamálið hjá Høgna við
at endurtaka hetta uppí sam
an, er sjálvandi at fáa fólk
at trúgva, at vánaliga fíggj
arstøðan hevur einki við
niðurskurðin av blokkstuðl
inum at gera. Hann vil so
leiðis halda sín rygg frían.
Men hvør er veruliga
søgan aftanfyri skatta
lættarnar?
Sjálvstýrislandsstýrið
gav skattalætta
Tann 19. februar 2003 legði
Karsten Hansen (táverandi
tjóðveldismaður) uppskot
fyri tingið um at lækka
landsskattin í 2003 og 2004
við tilsamans 125 mió. krón
um. Í viðmerkingunum til
uppskotið segði Karsten
Hansen, at eitt av endamál
unum við uppskotinum var
at minka um lønartrýstið,
soleiðis at tað ikki elvdi til
útholing av reallønini, prís
vøkstur, inflasjón og harvið
versnandi kappingarføri.
Skattalættin skuldi við øðr
um orðum vera eitt positivt
íkast fyri samfelags
búskapin.
Vildu halda fram í 2005
og 2006
Uppskotið varð eftir 1. við
gerð beint í fíggjarnevnd
ina, har meirilutin (Óli
Breckmann, Kristina Há
foss, Tórbjørn Jacobsen og
Kári P. Højgaard) skrivaði
soleiðis í álitinum: “Hesin
skattalættin er liður í einum
langtíðar skattapolitikki, ið
hevur til endamáls at lækka
skattin á arbeiði. Væntast
skal tí í samsvari við sam
gonguskjalið ein framhald
andi minking í skattatrýsti
num í 2005 og 2006.”
Hetta vísir at Sjálvstýris
landsstýrið ætlaði at lækka
skattin øll árini, meðan tey
sótu. Men sum kunnugt,
slitnaði samgongan í
desember 2003, og tí bleiv
tað ABCsamgongan, sum
kom at standa fyri skatta
lættunum í 2005 og 2006.
Hongur ikki saman
Um tað var skilagott ella
ikki at geva skattalættar,
kunnu vit altíð kjakast um,
men tað tykist løgið, at
Sjálvstýrislandsstýrið gav
skattalættar og kallaði teir
eitt positivt íkast fyri sam
felagsbúskapin, men nú
aftaná verða somu lættar
hongdir, við húð og hár,
um hálsin á ABCsamgong
uni og lýstir sum størsta
orsøkin til ringu fíggjarligu
støðuna, sum Føroyar eru
komnar í. Her er okkurt,
sum als ikki hongur saman.
Skattalættarnir hjá Høgna Hoydal
løgtingsmaður
HElgi
abraHamsEn
viðmerkingar