týsdagur 29. september 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 185 - 29. september 2009
Síggi í bløðunum, at
sambandskvinnan Jóna
Mortensen hevur grein við
yvirskriftini »Grát mítt
elskaða land«, har hon
hugleiðir um ymisk sosial
viðurskifti, so sum
almannastovu, pensjón,
apotek, sjúk børn, gomul
fólk og annað, ið sanniliga
eisini eru viðkomandi
viðurskifti í hesum døgum.
Hóast hetta, at síggja til,
eru leysar hugleiðingar, eru
tær í veruleikanum ein
lemjandi atfinning at lands
stýriskvinnu Sambands
floksins í almannamálum,
Rósu Samuelsen, tí hon er
helst tann, ið best kann
svara fyri tað nógva, ið
nevnt verður í greinini.
Júst tí tykist tað eisini
sera løgið, at Jóna Morten
sen hevur gloymt at sett
adressu á ella ikki vil gera
tað, tí her verða bara nakrir
bóltar tveittir upp í loft,
hóast hon í eini handavend
kundi avgreitt tað mesta av
hesum innanhýsis í Sam
bandsflokkinum.
Hetta er heilt marghátt
ligt og fær helst fólk at
undrast, um sambandsfólk
framvegis ikki tosa sama
mál ella kanska slett ikki
tosa saman. Jóna Morten
sen er enntá forkvinna í
valfelag floksins í Suður
streymoy, so hon mátti
lættliga fingið »audiens« á
rætta stað, vildi hon veru
liga fingið svarað sínum
spurningum.
Men tað mest merkis
verda við greinini, ið
annars er útmerkað, er tann
beinleiðis skeiva adressan,
ið verður smoygt inn ímill
um í endanum, har undir
ritaði brádliga verður navn
givin og drigin upp í hesa
sugguna, ið sambandsfólk
eiga við høvd og gørnum.
Tann, ið ikki veit betur,
kann tí lættliga lesa alt
hetta, sum skuldi undir
ritaði havt skyldina av
vánaligu stýringini hjá
Sambandsflokkinum á
hesum øki.
So er av øllum góðum
grundum ikki, tí tvørtur
ímóti hava vit í Tórshavnar
kommunu sitið leingi og
bíðað eftir játtan frá júst
Rósu Samuelsen, so vit
kunnu sleppa í gongd við
at loysa okkara part av
trupulleikunum hjá teimum
røktarkrevjandi, men har
hendir bara einki. Vit hava
sanniliga arbeitt skjótt og
hava leingi verið til reiðar
at farið í gongd, men
sleppa bara ikki, fyrr enn
Rósa Samuelsen eisini
avgreiðir sín part.
Hesum kundi Jóna
Mortensen lættliga funnið
útav, um hon bara setti seg
í samband við sína parta
kvinnu í almannaráðharra
sessinum, heldur enn at
brúka undirritaða sum
bíligt offur í síni endamáls
leysu mjørkaboksing.
Av tí sama vil undirritaði
eisini greitt frábiðja sær at
verða settur til svars fyri
allan tann hurlivasa, sum í
løtuni valdar í løgtingi og
landsstýri, tá tað kemur til
almannamálini!
Skeiv adressa, Jóna
borgastjóri
Heðin
Mortensen
Fyrst og fremst vil eg nýta
høvið at takka Hans Atla
Dahl, stjóra á privatu kann
ingarstovuni Amplexa Gene
tics, fyri tað góða samstarv
ið, ið eg veit hevur verið
millum Amplexa og føroy
ska heilsuverkið. Mítt ør
indi við hesi viðmerking er
tó at rætta nakrar misskilj
ingar og skeivar pástandir,
sum koma fram í greinini
úr Dimmu »Nógv fleiri
berarar enn fyrst hildið«,
sum byggir á samrøðu við
Hans Atla Dahl.
Í greinini sigur Hans Atli
Dahl, at Heilsumálaráðið
hevur valt bert at genkanna
tey, sum eru beinleiðis í
familju við onkran sjúkan
og so annars at kanna so
nevndu PKUkortini frá
1986 og fram. Ein loysn
sum sambært Hans Atla
Dahl er óbrúkilig og
kostnaðarmikil.
Hetta er ikki rætt. Høvuðs
ætlanin er fyrst og fremst at
bjóða øllum føroyingum eitt
tilboð um kanning. Tey, ið
ikki hava sjúkueyðkenni ella
eru skyldfólk við ein sjúkan,
fara at gjalda 100 kr. fyri
kanningarnar. Harafturat er
ætlanin at kanna PKUkortini
hjá Statens Serum Institut.
Harumframt metir Hans
Atli Dahl, at loysnin hjá
landsstýrismanninum er
kostnaðarmikil og nevnir
hann, at »hetta er ein
skrúva uttan enda«. Hans
Atli verður víðari siteraður:
»Fyrst eina millión krónur
til Statens Serum Institut til
ónýtiligar PKU kanningar,
so 2,5 mió. kr. í 2010 og so
1,3 mió kr. í fleiri ár fram
yvir til kliniskar genetiskar
kanningar«.
Hinvegin kann Amplexa,
sambært Hans Atla Dahl,
gera hetta nógv bíligari:
»Amplexa hevur bjóðað seg
til at gera arbeiðið fyri
Heilsumálaráðið fyri 2,7
mió. kr. fyri screeningina
og við innsavning og upp
fylging fyri 3,5 mió. kr.«
Villleiðandi roknistykki
Trupulleikin við hesum
roknistykki er, at tað er sera
villleiðandi. Kanningarnar
av PKUkortunum hjá Stat
ens Serum Institut koma at
kosta heilsuverkinum um
leið eina mió. kr. Harum
framt koma tær ókeypis
kanningarnar av teimum, ið
hava sjúkueyðkenni ella eru
skyldfólk við ein sjúkan.
Hesar kosta umleið hálva
mió. kr. Sagt við øðrum
orðum verða tær samlaðu
útreiðslurnar fyri kanning
arnar sostatt umleið 1,5
mió. kr. Kanningarnar, ið
Amplexa mælir til, kosta
umleið 3,5 mió. kr. ella
umleið 2 mió. kr. meira enn
tær, landsstýrismaðurin
eftir fakligari tilráðing ætlar
at seta í verk.
Umframt hetta, so er
sjálv fortreytin fyri rokni
stykkinum hjá Hans Atla
Dahl skeiv. Tað ber ikki til
at fáa PKUkortini ókeypis,
tí tað krevur eitt størri
arbeiði at finna fram tey
røttu. Haraftrat er ein løg
frøðiligur knútur í at loyva
einum privatum vinnulívs
manni fría atgongd til okk
ara ílegur. Hátturin, sum vit
hava valt kann forsvarast
løgfrøðiliga, hóast hann er
á markinum, tí yvirskipaða
endamálið er at bjarga lív
um. At finna berarar er ikki
ein nóg góð løgfrøðilig
grundgeving fyri at kanna
ílegur hjá fleiri túsund
fólkum.
Hinar útreiðslurnar, ið
Hans Atli Dahl sigur skulu
nýtast til kanningar, verða
harafturímóti oyramerktar
til eina sceeningseind og
eina klinisk genetiska ráð
geving, sum skulu stovn
setast óansæð hvør kann
ingarloysn verður vald. Tað
kann vera, at Hans Atli
Dahl ikki er kunnaður við
hesi viðurskifti, men í øll
um førum verður hetta als
ikki nevnt í greinini. Soleið
is er loysnin hjá landsstýris
manninum munandi bíligari
enn tann hjá Amplexa
Genetics.
Ónýtiligar kanningar?
Tvørturímóti!
Hans Atli Dahl hevur eisini
hug at sáa iva um dygdina
av teimum kanningum, ið
heilsuverkið ætlar at seta í
verk. At hesar skulu vera
púrt ónýtiligar, kann undra,
tá landsstýrismaðurin hevur
valt at fylt teimum fakligu
tilmælum, ið eru latin
Heilsumálaráðnum frá
ávikavist danska
heilsustýrinum og Ulriku
Steuerwald, barnalækna.
Í greinini verður víst á, at
fyritøkan hjá Hans Atla
Dahl hevur kannað og funn
ið tveir tilburðir av børnum,
sum hann metir áttu at verið
funnin við PKU carnitin
mátingunum hjá Statens
Serum. Heilsumálaráðið
hevur kannað hesar álvar
ligu upplýsingar við Barna
deildina á Landssjúkrahúsi
num. Haðani er váttað, at
tey hava skrásett tvey sjúk
børn, fødd 2005, men hesi
børnini als ikki eru kannaði
hjá Statens Serum Institut.
Orsøkin til tess er, at PKU
kanningin hevur verið sjálv
boðin, og í júst hesum førun
um eru blóðroyndin altso
ongantíð send Serum
Instituttinum til kanningar.
Harumframt hevur Lands
sjúkrahúsinum upplýst, at
bert ein vaksin sjúklingur
varð funnin í summar við
beinleiðis genkanning,
men, verður sagt frá Lands
sjúkrahúsinum, hesin per
sónurin hevði uttan iva eis
ini hevði verið funnin við at
kanna carnitininnihaldið í
blóðinum.
Ymsar variasjónir
Spurnartekin verður eisini
sett við heilsufakliga til
mælið um, at blóðkanning
in er tann tryggara loysnin,
tí alt bendir á, at fleiri
mutasjónir av CTDsjúkuni
finnast í Føroyum og ein
genkanning finnur ikki
hesar mutasjónir av sjúk
uni. Heilsufakliga metingin
er, at tann sonevnda »sand
oyarvariasjónin« gaman í er
tann mest vanliga, men ein
grundaður illgruni er um, at
tvær aðrar eru í Føroyum,
og serliga er ivi um hvussu
útbreidd onnur av teimum
er. Hans Atli viðurkennir, at
hann ikki hevur nóg nógvar
upplýsingar til at siga
nakað fyri vist, men at hann
metir at hon er komin seint
til Føroyar og tí er meiri
sjáldsom enn »sandoyar
mutasjónin«.
Viðvíkjandi hesi ókendu
mutasjónini, havi eg frá
míni læknafakligu ráðgev
ing fingið upplýst, at tað ber
ikki til at siga, hvussu
óvanlig hon er, fyrr enn øll
CTDsjúk eru funnin. Sand
oyarmutasjónin tykist vera
nógv tann vanligasta, men
hinvegin er eisini kannað
nógv mest fyri CTD millum
sandoyingar og eitt heilt ann
að mynstur kann fara at vísa
seg aðrastaðni í landinum.
Út frá heilsufakligu til
mælunum er eingin ivi um,
at við núverandi kunnleika
til mutatiónsmynstrið er tað
rættast at screena fyri
carnitininnihaldi í blóði
num heldur enn genetiskt.
Tá allar mutatiónir einaferð
eru identificeraðar, kann
genetiska kanningin
útbyggjast og verður gen
kanningin tá ein sera trygg
ur máti at kanna fyri CTD.
Fulla undirtøku frá
heilsumyndugleikunum
At enda má eg nevna, at
loysnin sum ætlanin er at
seta í verk hevur millum
annað verið viðgjørd á fundi
í danska heilsustýrinum tann
28. august 2009, har umboð
fyri Heilsustýrið, Klinisk
genetisku deildini á Ríkis
sjúkrahúsinum, Landssjúkra
húsið, Statens Serum
Institut, Heilsumálaráðið,
umframt Ulrike Steuerwald,
barnalækni vóru til staðar. Á
fundinum var full undirtøka
fyri, at rætti framferðarhátt
urin var at bjóða eina sokall
aða biokemiska kanning fyri
allar føroyingar og ikki eina
kostnaðarmikla genkanning,
sum millum annað Amplexa
Gentics bjóðar fram.
Eg havi fult álit á tí dygd
argóðu objektivu heilsufak
ligu ráðgevingini, sum eg
hevur fingið í hesum máli og
eg havi ongar ætlanir at
ganga ímóti tilmælunum, hó
ast aðrir aktørar hava ivalyst
eisini hava skilagóð sjón
armið hesum viðvíkjandi.
Viðmerkingar til grein í Dimmalætting,
hósdagin 24. september 2009, um CTD kanningar
landsstýrismaður í
heilsumálum
Aksel V.
JoHAnnesen
viðmerkingar
Eg má siga, at eg bleiv sera
kløkkur, tá Heini í Skorðini,
journalistur á Sosialinum,
hevði funnið eina so harð
enda yvirskrift, sum siterer
meg fyri at kalla løgmann
»Føroya stórsta svíkjara«.
Hetta prógvar fyri mær,
at man illa kann taka tele
fonina, tá ólukku journalist
arnir ringja.
Heini tú ringdi meg upp,
eg var staddur í Høvdar
haga. Sum eg segði við teg,
so hoyrdi eg næstan einki
av tí tú segði.
Eg harmist um, at tú
kundi missbrúka hesa støðu
so álvarsliga.
Tað, sum eg segði var, at
løgmaður á samgongufundi
legði fyri við hesum orðum;
at Sandoyartunnilin var ikki
við, tí tað var ikki ráð til
hann. Har hevur samgongan
svikið so dyggiliga.
Hvussu orðini fullu minn
ist eg ikki, men veitst tú nú
hvat ella álvara tos, ein
plakat av mær við hasum
orðunum sum yvirskrift?!
Har missbrúkti tú títt vald
sum journalistur, og tað
harmar meg. Men tað kann
eg so einki gera við.
Men hvussu harmur og
skuffaður eg var og eri um
mína samgongu, klári eg
hvørki at siga við orðum
tíðans heldur festa á blað.
Men tað eru nógv í løg
tinginum, sum eg havi stórt
álit á og havi eg trúgv til, at
samgongan heldur orð og
tekur tunnilin við á fíggj
arlóguna, sum staðfest er í
samgonguskjalinum og seta
tað til síðis sum ikki er.
Men eg komi at sita og
eygleiða hvat fer at henda
og hvat verður endaliga sam
tykt seinnapartin av desemb
er mánaði, tá 3. viðgerð av
fíggjarlógini er liðug.
Viðmerking til Heina í Skorini
løgtingsmaður
GerHArd
loGnberG
Í viðmerking í dag leggur Gerhard Lognberg eftir undir
ritaða fyri at hava ”misbrúkt mítt vald sum journalistur”,
tá eg í Sosialinum um vikuskiftið endurgevi Gerhard fyri
at siga, at “løgmaður er Føroya størsti svíkjari”.
Vil við hesum bert undirstrika, at orðini hjá Gerhardi
fullu presis soleiðis, sum hann er endurgivin, tá eg
hósdagin ringdi til hann og spurdi um Sandoyar
tunnilin, sum er strikaður í ársins fíggjarlógaruppskoti.
Gerhard verjir seg við, at hann var staddur burturi í
haga, og at sambandið var vánaligt. Men tað er hamr
andi líkamikið og broytir einki uppá, at Gerhard segði
tað, sum hann segði.
Kanska man aftur skal fara at banda samrøðurnar, tá
sintir politikarar angra síni orð.
Heini í Skorini, blaðmaður
Gerhard eigur hvørt orð