týsdagur 29. september 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2009
15
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Hjartvar Signar Poulsen fer úr heimin
um í Kirkjugarðskapellið týsdagin kl. 18. Jarðar
ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum mikudagin
kl. 14. Tey, ið vilja minnast Hjartvar, kunnu lata
Føroya Ríðingafelag eina gávu. Konta í peninga
stovnunum.
Hans Frederik Huusgaard, (Husgård) fyrrver
andi lærari, Tórshavn, andaðist sunnudagin, 92
ára gamal.
Sonja Jóhanna Kristiansdóttir fødd Danielsen,
Hrountunga 99, Kópavági, Íslandi, andaðist sunnu
kvøldið á Landssjúkrahúsinum, 72 ára gomul.
Hanna Højbro, fødd Lamhauge, Klaksvík, and
aðist sunnudagin 61 ára gomul.
Elsa Margretha Frederiksen úr Miðvági andaðist
á Sýnini sunnudagin, 96 ára gomul.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
29. september.
Mikkjalsmessa. Dagur hildin
høvuðseinglinum Mikael til
heiðurs. Ein av teimum
mishalgidøgunum, sum nógv
hevur verið hildið um í
Føroyum, serstakliga av tí, at
hann hevur verið so nær
knýttur at seyðahaldi. Bíbilska
navnið Mikael merkir ”hvør er
sum Harrin”.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Nú tað ikki eydnaðist mær at heilsa
upp á teg á stóra degi tínum, vil eg
heilsa tær við nøkrum orðum.
Tú ert ein kend mynd í lítla samfelgi
okkara, so flestu okkara kenna teg og
fleiri hava eisini eina meining um teg.
Tað er tí, at tú ikki hevur tagt eina tað
einastu løtu. Tað er, sum hevur tú havt
sama motto, sum hin mæti danski prest
urin og trúboðarin, Vilhelm Bech, hevði:
”Så længe jeg lever, vil jeg gale.”
Tú hevur havt ein eld í tær, sum ikki
er frá kirkjuligu fedrum tínum, heldur
ikki frá brøðrasamkomunum, men frá
hinum livandi Gudi. Frá fedrunum
ervdi tú nógv, frá samkomufeløgum
somuleiðis, men lívið og friðin og
gleðina og vónina hevur tú frá honum,
sum elskaði okkum og gav seg sjálvan
upp fyri okkum.
Tú møtti Jesusi, tú fall á knæ fyri
honum, og síðan hevur tú fylgt og
tænt honum. Seinni ert tú vorðin
varugur við orð ápostulsins, og hóast
eg ikki havi hoyrt tað av varrum
tínum, síggjast tey í lívi tínum. Her í
týðing J. Dahls:
”Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs
og Krists Jesu, sum døma skal livandi
og deyð, og við opinbering hansara og
ríki hansara: Boða orðið, ver at í tíð og í
ótíð, aga, revsa, áminn við øllum lang
móði og allari leiðbeining! Tí at tann tíð
skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina
heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu
lystum taka sær lærarar í hópatali,
soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, og
teir skulu venda oyrunum frá sannleik
anum og venda sær at ævintýrum. Men
ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger
trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!”
(2. Tim 4,15).
Í tíð og í ótíð hevur tú hildið orðið
fram. Tú hevur verið uppi ”á fjallinum”
og niðri ”í dalinum”. Tú hevur fingið
mong høggini, men tú reistist aftur.
Tú hevur tolað ilt, og tú hevur torað.
Tú hevur tikið stig, og hevur gingið
nýggjar leiðir. Og tú hevur ikki kunn
að annað, tí tað lá ein neyðsyn á tær.
Tú hevði møtt honum! Gleðiboð
skapurin fekk valdið í lívi tínum, og
hesum boðskapi vildi tú tæna. Gud fái
tøkk fyri tað.
Tænasta tín hevur umframt brøðrar
samkomurnar fevnt um mong og týð
andi øki í samfelagi okkara. Innan skúla
gátt hevur tú verið virkin bæði í høvuðs
staði okkara og um landið. Tú sat bæði
í Tórshavnar skúlaráði og í Landsskúla
ráðnum. Umframt børnini lógu eisini
tey veiku í samfelagi okkara tær á sinni.
Tíni mongu ár í Sinnisbata, har títt
áhaldandi stríð og djørvu átøk eisini
innan tinghúsgátt vitnað um tað. Tað
tænir tænastu tíni til fyrimuns, at tú
kennir fólk sum fáur her á landi, og hev
ur skrivað bókina Eiðis kommuna til
bata fyri heimbygd tína.
Í dag er mansligleiki ein saknur. Men
mansligur hevur tú verið. Tú hevur stað
ið við tað, tú ert, og tú hevur nýtt tíni
mergjaðu orð, mongu evni og mikla
kropp til ta tænastu, gleðiboðskapurin
føðir í einum menniskja. Tænastan, tú
fekst, hevur fingið ein ”svenningskan”
dám. Tú ert ærligur og roynir at liva tað,
tú trýrt. Tað er ikki ein annar, ein hittir,
tá ið ein hittir teg, tað er Svenning
Svenning av Lofti. Tað er soleiðis, eg
kenni teg.
At tú í orði og á skrift hevur borið
tín boðskap hevur gjørt, at tú náddi so
nógv longri. Viðmerkingar og blað
greinar hevur tú regluliga havt til mál
í tíðini, Dagsins orð og Tað hendi
umborðbøkurnar eru nýbrot, at tú
hevur nomið við títt dópssjónarmið í
einum bóklingi Dópurin eins og onnur
við sítt, skal ein ikki skammast við,
og at skammast haldi eg ikki, ein kann
siga um teg.
Tú hevur ikki skammast við kristin í
øðrum samkomum og kirkjum. Tú
hevur sæð ymiskleikan og líkligleikan
eins og stuttleikan við Krists savnaði.
Tíðliga vildi tú savna kristin menniskju
um hann, sum ikki ger mun á sínum
børnum, og tú hevur tikið stig hesum
viðvíkjandi. Tú hevur, har tú ert, roynt
at bygt brúgv, samstundis sum tú hevur
verið trúgvur, har tú ert.
Tað var tú, Svenning, sum saman við
føroyskum trúboðarum týðliga vakti
mín áhuga fyri útimissión. Sum smá
drongur las eg í frílesing í skúlanum á
Argjum Lívssøga David Livingstones.
Søgan um henda merkisverka kappa,
sum eisini møtti Manninum frá Naz
aret, hevur sett seg í minni mítt.
Tú hevur vágað tað trupla at vísa
virðing fyri jødunum og ávarað ímóti
antisemitismu, og tú hevur eisini havt
áhuga fyri landi teirra og rætti teirra til
egið land. Øll fólk krevja okkara virð
ing, og øll hava rætt til síni marknaskjøl.
Tú heitti í røðu, hildin ólavsøkudag í
ár, at vit biðja fyri Ísrael, keypa vørur
framleiddar í Ísrael og at vitja landið,
og so leggur tú eitt ”men” afturat. Tú
ynskir, at ”vit skulu kenna andans drátt
til at bera teimum aftur tað, ið jødiska
fólkið hevur givið okkum: Bíbliuna,
við bæði Gamla og Nýggja Testamenti
við
gleðiboðskapinum
um
Guds
Messias, Jesus Kristus, sum kom í
heimin at frelsa jødar, heidningar – og
føroyingar.” Og so endar tú røðuna á
tín egna sermerkta hátt: ”Latið okkum
biðja fyri hesum, hugsa um hetta, liva í
hesum og fremja tað í verki og við
einum eyðmjúkum anda.” (Endurgivið
av Vágaportalinum).
Eisini vil eg viðmerkja tað rætta, tit
hjúnini eru komin til: At starva saman!
Tað er hugaligt at síggja og hoyra tykk
um saman. Hetta er eitt loyndarmál, tit
hava funnið øðrum til íblásturs.
Góði Svenning! Hjartaliga tillukku
við 70 ára degum! Tú ert ein kappi!
Tú hevur hildið á trúboðanargerningin
og tað í tíð og í ótíð! Mugu menn og
kvinnur taka við fyridømi tínum og
einfalt fylgja Meistaranum, eins og tú
hevur roynt í lívi og tænastu.
Jesus fylgi tykkum báðum, Svenning
og Birgit, og signi dagar tykkara á fold,
og somuleiðis synum tykkara, Peturi,
Marner og Dan!
Bergur D. Joensen
Svenning av Lofti - maðurin »í tíð og í ótíð«
Ein 70 ár kvøða
65 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. okt. fyllir Kitty Gudmundsen, í Vági, 65 ár.
Føðingardagurin verður hildin í Billiardhúsinum frá kl. 19. Øll
er hjartaliga vælkomin.
80 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. okt. fyllir Johan Thomasen, Tvøroyri, 80 ár.
Dagurin verður hildin 3. okt., frá kl. 15 í heiminum hjá Elin og
John Thomasen, Fornarett 13. í Trongisvági. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
90 ára føðingardagur
Týsdagin 29. sept. fyllir Magnus Jacobsen úr Norðragøtu,
búsitandi í Havn, 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 3.
okt. saman við familjuni.
90 ára føðingardagur
Mikudagin 30. sept. verður Hannemia Petersen, Runavík, 90 ár.
Tey ið vilja heilsa uppá Hannemiu, eru vælkomin í Sjókafeina
mikukvøldið kl. 18.
90 ára føðingardagur
Fríggjadagin 2. okt. fyllir Johanna Johannesen, Jóhanna í
Kinn, Fuglafjørður, 90 ár. Føðingardagurin verður hildin við
køkuborði í Lonini frá kl. 19.30.
merkisdagar
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra kona, mamma, vermamma og omma okkara
Hanna Højbro
fødd Lamhauge
búsitandi í Klaksvík
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin,
61 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Klaksvíkar kirkju
hósdagin kl.13.30.
Familjunnar vegna
Bjarti, Jógvan, Jóan Magnus og Eyðun v/ fam.