týsdagur 29. september 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 185 - 29. september 2009
Dagfinnur Danbjørg, lærari,
50 ár innan skúlans gátt
tann 1. okt 2009.
Dagfinnur Danbjørg er
føddur í Porkeri tann 9. juli
1943, sonur hin navnframa
læraran og løgtingsmannin
Johan Hendrik Danbjørg.
Dagfinnur fór í realskúla
í Vági sum bert 11 ára gam
al í 1955, og har tók hann
realprógv 15 ára gamal í
apríl 1959. Í sama mánaði
fór hann sum messudrongur
við Tjaldrinum og var við
nevnda skipi til á Ólavsøku.
Fyrst í august fór hann á
royndarfiskiskap í Eystur
grønlandi við Karin K og
teimum 10 bátunum, ið
fylgdu við.
Sjálvur var Dagfinnur við
29 tonsaranum Mathildu úr
Leirvík: Teir sigldu vanda
sjógv og vóru m.a. sperraðir
inni í ísinum og vóru nærum
skrúvaðir niður, og hartil
vóru teir illa fyri á heimferð
ini við stórum leka í
himmalsins ódnarveðri.
Heimkomin í oktober
1959 fekk hann starv sum
læraravikarur á Stóru
Dímun frá 1. oktober 1.
apríl 1960. Síðani hevði
hann sama starv í 3 ár aftrat
til apríl 1963. Summarhálv
árini var hann til sjós, har
hann m.a. fiskaði við loddi
og teini við tveimum húkum
og lippukassa við Johannu
á
Eysturlandinum,
við
Saksaberg til ísfisk og við
Havgásini á sildaveiðu.
Í mai 1961 fór hann „jóm
frútúrin“ við Porkerningi
fyrsta stálbygda skipi í Før
oyum ein snellutúr í
Vesturgrønlandi. Í 1962 var
hann bæði vártúrin og
summartúrin í Vesturgrøn
landi við sama skipi– tann
fyrra við línu, og tann
seinna við snellu.
Í 1963 fór Dagfinnur
„jomfrútúrin“ við Porkeris
nesi, ið varð liðugtbygdur
sum triðja stállínuskip á
Tórshavnar Skipasmiðju.
Dagfinnur var ein av
mongum, sum átti í hesum
stásiliga skipi. Teir royndu
fyrsta túrin við snellu í Vest
urgrønlandi.
Heimkomin
fyrst í september fekk Dag
finnur starv sum lærara
vikarur í Tjørnuvík.
Í september árið eftir fór
hann til Jútlands á háskúla í
Støvring, og í 1965 varð
hann upptikin á Holbæk
Seminarium, har hann fekk
læraraprógv í juni 1969. Í
juli sama árið giftist hann
við einum floksfelaga, og
við henni eigur hann tveir
synir: Carl Johan, sum er
føddur í 1970, og Johan
Henrik, sum er føddur í
1973. Av somu orsøk var
hann verandi í Danmark til
1982.
Í 1969 gjørdist Dagfinnur
lærari í Nyborg fyrst 1 ár
við kommunalu skúlarnar
og síðani við „Nyborg priv
ate realskole“ frá 1970
1982.
Dagfinnur fekk skjótt
fleiri álitisstørv á real
skúlanum í Nyborg.
Dagfinnur var næstfor
maður og skrivari í lærara
ráðsnevndini, hann gjørdist
skemaleggjari,
praktikk
leiðari og skúlavegleiðari,
men brádliga verður hann
hart raktur av sjúku, og tá
hann samstundis verður frá
skildur, setur hann kósina
heimaftur, sum hann av
fyrstan tíð hevði ætlað sær.
Dagfinnur fær starv í
Fuglafirði á sumri i 1982,
har hann starvast við sama
lag, men skeiðið er við at
vera at enda komið, tí hann
fellur fyri aldursmarkinum
í juli komandi ár.
Í Fuglafirði hevur Dag
finnur kent seg sera væl,
ella sum hann ofta tekur til:
„sum ein fisk í vatninum“.
Allar tær funktiónir, sum
hann áður hevði, hevur
hann tikið upp aftur í Fugla
firði. Hann hevur m. a.
verið lærararáðsformaður í
7 ár, hann hevur verið álitis
maður í Føroya Lærarafelag,
hann hevur verið skema
leggjari øll árini síðani
1985 og til í fjør. Eisini hev
ur hann verið starvsprakt
ikkleiðari í mong Harrans
ár – eins og hann hevur
verið skúlavegleiðari síðani
tað starvið var sett á stovn.
Í 1996 giftist Dagfinnur á
øðrum sinni við Magdu –
einum starvsfelaga og
saman eiga tey sonin Johan
Magnus, sum er teirra eitt
og alt.
Dagfinnur er væl kendur
fyri sína luttøku í samfel
agskjakinum, men av tí, at
hann ofta verður sensurer
aður fyri lítið og lætt, tá tað
ikki hóvar teimum ráðandi
at hoyra beinriknan kritik
frá einum ektaðum sosial
isti, so hevur hann í ein viss
an mun valt at stinga pípuna
inn í seinastuni.
Eg veit, at tað eru mong
børn, ið hava verið og eru
glað fyri, at tey hava lært
Dagfinn at kenna, og at tey
seta stóran prís uppá tað,
hann lærdi tey. Hetta er
ikki minst komið til sjóndar,
tá ið næmingar í 10. flokki
so mangan hava heiðrað
Dagfinn við minnisgávum.
Sum starvsfelagi havi eg
alt gott at bera Dagfinni.
Hann er sera gløggur og vit
andi. Hann dugir so avbera
væl at nýta hesi evni, so tað
í so mong ár hevur verið
øllum á skúlanum til gagns
og framburð.
Rættvísi og solaridetur er
hornasteinurin í øllum hans
ara virki, og hann torir at
tala at, tá ið órættur verður
framdur, og ikki minst, tá ið
hin veiki verður fyri mis
muni. Hann er avbera góður
í ráðum og ger altíð stóran
mun, har hann er staddur.
Góði Dagfinnur! Eg vil á
henda hátt ynskja tær,
Magdu og Jóhan Magnusi
mong góða ár saman. Stóra
takk fyri gott vinalag!
Vinur
50 ár innan skúlans gátt
nøvn
Sosialurin – altíð við tí nýggjastu og feskastu tíðindunum
Vilt tú hava feskastu tíðindini?
– so er besta loysnin at keypa Sosialin
Her fæst
Sosialurin fæst í leysasølu
kring alt landið. Bara í
Suðuroynni eru 11 handlar, har
tú kanst keypa Sosialin.
Verð við!
Les Sosialin!
S o s i a l u r i n · P o s t b o k s 7 6 · F O - 1 1 0 Tó r s h a v n
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Eisini ber til at halda Sosialin fyri
kr. 475,- um ársfjórðingin
Sølustøð í Suðuroy...
J.D.Hammer Tvøroyri
Tangabúðin Tvøroyri
Bakarí Gaard Tvøroyri
Statoilstøðin Tvøroyri
FK Trongisvágur
Bakkhús Hvalba
Statoil støðin Vágur
D.J.Vilhelm Vágur
Shell Støðin Vágur
Í Toftum Vágur
Signar Olsen Porkeri