týsdagur 29. september 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 185 - 29. september 2009
Túrurin »Í slóðum
føroyinga í Íslandi«
fekk nógv betri undir
tøku, enn roknað varð
við, og tey 25 væntaðu
gjørd ust til fleiri enn
90.
ÍSLANDSFERÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin
- Vit høvdu vónað, at vit
klár aðu at fylla ein buss.
Vit vóru jú eisini nakað
sein úti við hesum túrinum,
men undirtøkan hevur næst-
an tikið okkum á bóli, sigur
Annika Larsen Black, sølu-
leiðari hjá Smyril Line á
heima marknaðinum.
Nú vórðu tey í staðin
noydd at taka tveir bussar
við, sum báðir verða full-
fermd ir.
- Tað eru ikki meiri enn
14 dagar síðani, at túrurin
fekst í lag. Vit hugsaðu um,
at vit áttu at gjørt meiri við
Ís lands siglingina,
og
so
kom hugskotið at seta okk-
um í samband við Óla
Jacob sen at vita, um hann
hevði havt áhuga at verði
ferða leiðari á túrinum, og
tað játtaði hann, sigur
Annika Larsen Black.
Túrurin gongur í morgin
til Bakkafjørðin, har vitjað
verð ur á flakavirkinum.
Fleiri hundraðtals før oy-
ingar eiga síni spor har, og
Óli Jacobsen greiðir frá
søgu ni um føroyingarnar á
Bakka fjørðinum.
Mikudagin
verður
so
vitjað í smiðjuni, tele graf-
støðini og í kirkjuni og
kirkju garðinum í Seyðis-
firði. Har liggja fimm før-
oyingar grivnir, sum fórust
við Riddaranum í 1927.
Siglt verður aftur av
Seyðis firði
mikukvøldið,
og komið verður á Havnina
klokkan 15 hósdagin.
Tað er heilt víst, at
Óli Jacobsen hevur
økt áhugan fyri
hesi ferðini, sigur
Martin Dam Joensen
frá søludeildini hjá
Smyril Line
ÍSLANDSFERÐ
Leo Poulsen
leo@sosialurin
Og tað stendur ein áhuga-
verd ferð fyri framman fyri
tey smáu hundrað fólkini,
sum hava valt at gera hesa
ís lands ferðina.
- Á veg norður til Bakk a-
fjørðin ætli eg mær at
greiða frá um lívið hjá
teim um hundraðtals, ja,
kanska túsundtals føroy ing-
unum, sum vóru á Bakka-
firði summar eftir summar,
sigur Óli Jacobsen.
Nú ber sjávlandi ikki til
hjá honum heldur at vera á
tveim um støðum í senn,
men á vegnum norður til
Bakka fjørðin verður hann
fyrst í øðrum bussinum og
sigur søgu sína, og so verð-
ur steðgað á, og tá skiftir
Óli buss og sigur somu
søgu umaftur.
- Tað verður gjørt á sama
hátt á veg suður aftur til
Seyðis firðar. Tá fari eg at
greiða frá søguni, tá átta
mans
av
Riddaranum
skuldu inn at avrokna við
bónd a n, áðrenn leiðin gekk
aftur til Føroya. Men bátur-
in fekk ein gjálv og hálvdist,
og úrslitið var, at sjey av
teim um átta monnunum
drukn aðu.
Fimm
vórðu
funn ir aftur, og so gekk
tunga leiðin inn til Seyðis-
firð a r at jarða menninar,
greið ir Óli Jacobsen frá.
Tað verður tískil ein lítil
minn ingarhátíð í kirkjuni í
Seyðis firði og í kirkju garði-
num mikudagin, har høvið
verður at minnast nakrar av
teim um, sum mistu lívið
und ir Íslandi í 1927.
- Tað eru bert tríggjar
hóp gravir í Íslandi av før-
oy i ngum, tvær teirra eru í
Reykjavík, og hin triðja so
her í Seyðisfirði, sigur Óli
Jacobsen.
Bæði fólk, sum eru við á
ferðini, og Smyril Line
væna sær nógv av ferðini
og
spennandi
frá greið-
ingunum hjá Óla Jacobsen.
Óli Jacobsen, sum til dagligt starvast á Sosialinum, verður
frásøgumaður á túrinum á »Slóðum føroyinga í Íslandi«
Mynd: Leo Poulsen
Annika Larsen Black, søluleiðari hjá Smyril Line á heimamarknaðinum og Martin Dam Joensen av søludeildini, lurta eftir, meðan Óli Jacobsen kunnar um túrin
Mynd: Leo Poulsen
100 í hølunum á Óla
Føroyingar á Bakkafirði
Sett merktar kalvar út
Magnus Heinason hevur sett út nakrar merktar alikalvar á Landgrunninum. Kalvarnir vórðu klaktir hjá Fiskaaling í
Nesvík í 2005 og eru uppvaksnir har. Kalvarnir eru settir út vestur úr Mýlingi, vestur úr Mykinesi og út fyri Toftum í
Eysturoy, ávikavist 71, 70 og 60 kalvar í hvørjum stað. Nú teir vórðu sleptir út, vóru teir millum 48 og 75 cm til
longdar og vigaðu millum 1000 til 5300 gram. Havstovan sigur, at kalvarnir eru lættir at kenna frá vanligum kalvum,
tí liturin hvítumegin er nógv blandaður við litin á eygnasíðuni. Fjaðrarnar eru eisini nakað slitnar, serliga
uggafjaðrarnar og á teimum flestu eisini sterturin. Harafturat eru teir merktir. Havstovan sigur, at fólk sum veiða ein
slíkan kalva, verða biðin um at senda hann til Havstovuna, Nóatún 1, Tórshavn, helst so heilan sum gjørligt. Tað
meinast óviðgjørdan, hetta fyri at kanningin av fiskinum verður betri. Harafturat vil Havstovan hava upplýsingar um
veiðistað, veiðitíð, veiðireiðskap og annað. Havstovan letur 125 krónur + virðið á fiskinum fyri ein innsendan kalva.
Verður bert merkið latið inn, er finningarlønin 50 kr. Har umframt luttekur innsendarin í árliga lutakastinum um
12500,- kr fyri innsend merkir, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.
Skálaberg heim
við fullari last
Flakatrolarin Skálaberg fór í gjárkvøldið at sigla heim
eystaneftir við fullari last. Skálaberg hevur havt góðan
fiskiskap í seinastuni. Teir fóru úr Føroyum 2. juli og
hava fingið fulla last - 1.160 tons av flaki. Hanus
Hansen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at veiðsan verður
løgd upp í Norðhavnini í Ánunum, og Skálaberg fer
aftur til fiskiskap beinanvegin, sigur hann.