týsdagur 29. september 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 185 - 29. september 2009
Føroyar og her fyrst
og fremst føroyska
undirgrundin stendur
ovarliga á listanum,
tá tað snýr seg um at
gera íløgur í oljuleit
ing komandi árini
hjá størstu vinnufyri
tøkuni í Norðurlond
um, StatoilHydro,
sum nú fyrireikar
eina boring í 2011
Oljuráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta kom fram á oljuráð
stevnuni, sum Jarðfeingi
skipaði fyri í Norðurlanda
húsinum herfyri.
StatoilHydro fer at bora í
minsta lagi ein brunn kom
andi árini og útilokar ikki,
at talan verður um fleiri
brunnar. Felagið er tað av
oljufeløgunum, sum hevur
nógv tey flestu loyvini í
føroyskum øki.
Á oljuráðstevnuni kom
fram, at felagið hevur valt út
fýra leiðir á landgrunninum
at seta borin í í 2011. Aftrat
hesum kemur nú undan kavi,
at møguleiki er at finna kol
vetni undir Brugdubrunni
num, sum StatoilHydro bor
aði í 2006. Tí er ein nýggj
boring her eisini ein av
møguleikunum.
Tað var ein av mest royndu
jarðfrøðingunum hjá Statoil
Hydro, Dave Ellis, sum
loypti rættiligan hvøkk í
lurtarafjøldina, tá hann kom
vi
kanningarúrslitum
av
Brugdubrunninum,
sum
ikki hava verið frammi fyrr.
Dave Ellis greiddi frá, at
sjálvt um feløgini, sum
stóðu fyri Brugdubrunnin
um, boraðu djúpri enn ætl
að av fyrstan tíð, so kom
man ongantíð niður, har
jarðfrøðin segði, at oljan
møguliga var.
Ábendingar frá boringini
vístu eisini, at ein færri av
gassi var har tey vóru noydd
at steðga boringini, orsakað
av
trupulleikum.
Hetta
kundi væl merkt, at olja var
beint undir segði Dave Ellis
í forvitnisliga fyrilestrinum,
sum líkasum kveikti nýtt
lív í vónirnar at finna olju
ella gass í føroysku undir
grundini.
Orsakað av boritekniskum
trupulleikum, sum uppstóðu,
tí man metti, at basaltið var
tynri enn veruleikin vísti seg
at verða, vóru tey noydd at
steðga boringina segði jarð
frøðingurin.
Hetta er sera virðismikil
vitan, sum vit hava í dag at
byggja v íðari á, og sum vit
ikki høvdu tá. Við hesi vit
an, kann tað væl henda, at
einaferð í framtíðini verður
borurin aftur settur í Brugd
an leitimiðið, um enn ikki
júst í sama stað, men onkun
staðni nærhendis síðstu bor
ing segði Dave Ellis m.a.
Clever or crazy!
Eisini hin fyrilestrarhaldarin
hjá StatoilHydro, Garreth
Allinson var jaligur á ráð
stevnuni í Norðurlanda
húsinum. Undir heitinum
“Clever og Crazy” dugna
ligur ella býttur staðfesti
hann, at hóast nógv olju
feløg fara úr Føroyaøkinum
og onkur eisini eru komin
upp í part, so er ikki tað
sama sum, at tað ikki verður
arbeitt sera nógv við økin
um av teimum oljufeløgun
um, sum framvegis hanga í.
Eitt av hesum feløgunum er
StatoilHydro, sum eisini
hevur havt eydnuna við sær
beint hinumegin markið,
har felagið er við í einum
stórum fundi, tað sokallaða
Rosebank, sum bert liggur
8 fjórðingar frá føroyska
markinum.
Gareth Allinson segði m.
a., at StatoilHydro arbeiðir
sera nógv við Føroyaøki
num, nú tað hevur fleiri
loyvi her. Basaltið síggja
teir ikki tann stóra trupul
leikan í longur, men nú er
avbjóðingin at finna út av,
hvar oljan er farin. Vit
hava longu ávíst við teimum
brunnum, sum eru boraðir,
at tað er ein virkin kolvetnis
skipan á Føroyaøkinum, so
nú verður øll orka løgd í at
samanseta ta vitanina vit
hava frá økinum til at finna
út av, hvar næsti brunnurin
skal borast. Vit vænta, at
tað verður longu um tvey ár
at farið verður undir næstu
boring.
Og um StatoilHydro eru
Clever or Crazy, tað mugu
so onnur meta um, men
StatoilHydro velja so at
halda seg vera clever heldur
enn crazy, nú felagið hevur
avgjørt at brúka so nógvar
pengar og orku uppá føroy
ska oljuleiting segði olju
maðurin.
Á oljuráðstevnuni í Norð
urlandahúsinum
í
farnu
viku vóru umframt oljufólk
úr nógvum londum eisini
umboð
fyri
føroyskar
myndugleikar, eitt teirra var
Johan Dahl, oljumálaráð
harri, sum fegnaðist um út
lendska áhugan fyri Føroya
økinum.
StatoilHydro: Møguliga eru kolvetni
undir Brugdubrunninum
Dave Ellis, ein av fremstu jarðfrøðingunum hjá StatoilHydro í hugnapráti við kollegar á oljuráð
stevnu í Norðurlandahúsinum
Mynd Jan Müller
Garreth Allinson, ein av leiðari Statoilfólkunum á Føroyaøkinum
greiðir oljumálaráðharran um, Johan Dahl frá teirra ætlanum
Mynd Jan Müller
Ferðslutrygdartiltøk á Hvítanesvegnum
Nýggjasta ferðslutrygdartiltakið hjá Landsverki er skelting niðri á sjálvari vegbreytini, sum nú
stendur sína roynd á innkoyringarvegnum til Havnar. Skeltið »60km/t« verður fest niður á
vegbreytina við hitara. Sum eina roynd og fyri at økja um ferðslustrygdina hevur Landsverk í
summar fest skeltini »60km/t« og »bygt øki« niður á sjálva vegbreytina á vegateininumn frá
rundkoyringini á Hvítanesvegnum til Mannbrekku í Hoyvík. Skeltini á vegbreytini koma afturat
vanligu skeltunum úti í vegjaðaranum. Hetta verður gjørt fyri at fáa bilførarar at geva skeltingini á
hesum vegastrekkinum meira ans, so at ferðin verður minkað, áðrenn koyrt verður inn í bygt øki,
sigur Landsverk. Hetta hevur ikki verið roynt á landsvegunum í Føroyum áður, men aðrastaðni
hava tey góðar royndir við tílíkari skelting.
StatoilHydro er tað felagið, sum hevur flest leitiloyvi á
Føroyaøkinum. Nú sita serfrøðingarnar hjá felagnum og
meta um, hvar borurin skal setast í í 2011. Tað verður
helst ein av teimum fýra leiðunum, sum kunnað varð
um á oljuráðsstevnu í Havn herfyri umframt økið
nærhendis Brugdubrunnin
Kort: StatoilHydro