Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2001 15 Tað vóru framúr góð tíðindi fyri Atlantic Supply Base, tá olju- málaráðharrin mána- dagin kunngjørdi, at Amerada Hess hevur funnið olju í føroysku undirgrundini. Nú fer útgerðarhavnin undir at fyrireika seg til vøkstur OLJA Rúnar Reistrup Á Atlantic Supply Base í Runavík hava tey síðan virksemið byrjaði havt tvær ymiskar framtíðarætlanir, tveir ymiskar arbeiðshættir og tvey ymisk úrtøkumál. Munurin er í øllum trimum førunum olja. Fyri stuttum var útgerð- arhavnin gearað til at vera millumstøðin millum bori- pallarnar og føroyska jørð í einari leitingarfasu við lut- falsliga lítlum virksemi. Framtíðarætlanirnar strektu seg trý ella fýra ár fram í tíðina, tá føroyska oljuvinn- an, sambært plan A, hevði verið av. Málið var, at virk- semið skuldi bera seg og undir øllum umstøðum ikki enda við reyðum tølum á botnlinjuni, tá leitingar- skeiðið var av, hóast einki varð funnið í undirgrund- ini. Vistu av oljuni frammanundan Men við síðuna av plan A lá plan B, ið skuldi takast fram, um eitt av leitandi oljufeløgunum kunngjørdi, at tað hevði borið við ein munandi oljubrunn. Og tað var júst tað sum hendi mánadagin, tá Eyðun Eltør kundi boða frá, at Amerada Hess hevði funnið olju í síni fyrtu royndarboring á føroyskum øki. Í veruleikanum varð plan B tikin fram nakað væl áðrenn, tí leysatíðindini um oljufundið, sum hava spreitt seg við sjeymíla ferð kring alt landið, hava sjálv- sagt eisini verið framvið Atlantic Supply Base fleiri ferðir, og tí var tað ikki nýtt fyri fyritøkuni, tá Eyðun Eltør ikki kundi bara sær fyri at kunngera leitingarúr- slitið undir einari agetati- ónsrøðu á valfundinum í Útvarpshøllini sunnukvøld- ið. Broytt ætlan Síðan tað gjørdist greitt at hald var í leysatíðindunum um oljufundið hjá Amerada Hess, hevur støðan á Atlan- tic Supply Base verið full- komuliga broytt. Nú eitur tað ikki longur, at tað fíggjarliga skal mala runt, men hvussu vinning- urin verður størstur. Nú strekkja framtíðarætlanirn- ar seg út um sjónarringin heldur enn bara trý ár fram, og nú verður farið undir at tilbúgva seg til eitt møgu- liga skjótt vaksandi virk- semi á føroyskum keikanti. – Nú verður stuttligari hjá okkum, sigur Lassi Borðoy, stjóri fyri Atlantic Supply Base. Hann væntar at Amerada Hess fer undir aftur leiting- arvirksemi longu í apríl ella mei mánað komandi ár, og harafturat væntar hann at hini oljufeløgini fara at vísa størri áhuga fyri føroyska økinum, eisini oljufeløg, sum ikki fyrr hava sýnt áhuga, men sum nú kanska fara at stovna partafeløg og lata upp skrivstovur í Før- oyum fyri at gera seg til reiðar til annað útbjóðing- arumfar. – Vit vænta fyrst og fremst, at leitingarvirksem- ið kring Føroyar helst verð- ur nakað størri komandi ár, men harafturat er eisini sannlíkt at oljufeløg, ið enn ikki eru inni í føroyskum viðurskiftum, fara at leita sær hendanvegin, og tá ætla vit at standa til reiðar at hjálpa teimum, sigur Lassi Borðoy. Soleiðis er líkt til at At- lantic Supply Base í fram- tíðini ikki bert fer at leggja seg eftir at vera logistik- veitari, men eisini vitanar- veitari hjá oljufeløgum. – Nú hava vit jú fingið uppbygt okkum nakað av vitan, og hana kunnu onnur helst fáa gleði av, so hví ikki fara undir at ráðgeva øðrum, spyr Lassi Borðoy, stjóri fyri Atlantic Supply Base í Runavík. Nú verður stuttligari Øll tey 24 umborð doyðu, tá eitt flogfar datt niður eystan fyri Moskva ÚTLAND: Russisku myndugleik- arnir vildu ikki upplýsa, um talan var um eitt rutuflogfar, ella flogfar- ið var á leiguferð, tá vanlukkan hendi. Í kunngerðini hjá myndugleikunum stóð, at flogfarið var á veg úr Khatanga í Sibiria til D o m o d e d d o v o - floghavnina í Moskva, tá tað datt niður. Vrakið varð funnið stutt eftir í einum skógi einar 250 kilometrar í landnyrðing úr Moskva. Sambært myndugleikunum hevði flogskiparin ikki boðað frá nøkrum trupulleik- um, fyrr enn flogfarið datt niður einar 20 kilo- metrar frá bygdini Kaljazin. Flogfarið var av slagn- um Iljusjin-18. Hesi flogførini taka upp í 120 ferðafólk, men á hesari ferðini vóru bara 18 ferðafólk við. Manning- in taldi seks. Tað fyrsta Iljusjin-18 flogfarið varð sett í flúgving í 1957, og sam- bært óhefta felagsskap- inum Aviation Safety Network eru 79 flogfør av hesum slagnum dott- in niður hesi 42 árini. Fartekst Flogvanlukka í Russlandi Staðfestingin av olju í føroysku undirgrundini, hevur gjørt útgerðarhavnina í Runavík nógv áhugaverdari 15 14 Nr. 225 - 21. november 2001 Tá føroyingar fáa adressu í Danmark verða teir við eitt roknaðir sum danir í øllum borgarligum viðurskiftum. Tað ber millum annað í sær, at túsundtals føroy- ingar, ið eru búsit- andi í Danmark í lestrarørindum, høvdu valrætt til danska fólkatings- valið týsdagin. Vit vóru á vali við einum teirra. VAL Rúnar Reistrup, Århus Týsdagurin 20. november, dagurin, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur sett at vera valdag, er ein vakur, sólskynsríkur, men nakað kaldur dagur í Jútlandi. Eg eri á veg út í Århus forstaðin Skødstrup, har eitt av teimum »føroyinga- ríku« kollegiunum í jútska lestrarbýnum liggur. Ein av landsmonnunum, ið hava bústað her, er 33 ára gamli runavíkingurin Hilmar Simonsen, ið lesur jarð- frøði á sætta ári á Århus Universitet. Honum skal eg á val við. Hampaflokkur Danska fólkatingsvalið er eitt sindur av einum vav- greyti. Fyri tað fyrsta tí at Poul Nyrup Rasmussen valdi at leggja sítt fólka- tingsval sama dag, sum danska kommunuvalið og danska amtráðsvalið frammanundan vóru sett á skránna, og tí skal hvør veljari seta tríggjar krossar í dag. Hin orsøkin er, at flokk- arnir eru so nógvir í tali, at tað er ikki hugsingur um at seta seg inn í hvat teir allir standa fyri. Har eru millum onnur Hampepartiet, sum eftir vanligum normum tó langt frá er nakar »hampa- flokkur«, men hinvegin ein flokkur, ið fyrst og fremst stríðist fyri at gera tað lógligt at keypa og selja rúsevnið hash. Á floks- listanum finst eisini Bistandspartiet, ið stríðist fyri at tey, ið eru arbeiðs- leys og fáa almannahjálp, skulu sleppa at vera tað í frið, uttan at nakar »plágar« tey við arbeiðs- og aktiveringstilboðum. Hesir og allir hinir smáu flokkarnir hava tó lítlan og ongan møguleika at koma upp um sperrumarkið, tí partvís hava tey ov lítla undirtøku millum fólk, og partvís kenna fólk einki til teir. Men teir stilla tó allir upp við góðum treysti og vóna at verða valdir inn á fólkating av donsku veljar- unum. Føroyingar skulu blanda seg Ein partur av donsku veljarunum, ið avgera hvør skal mynda danskan politik komandi fýra árini, eru tey túsundtals føroysku les- andi, sum búgva í Danmark í sjálvbodnari útlegd. Tá løgtingsval er, fáa hesi føroyskt valkort sendandi, men til fólkatingsval kunnu tey ikki velja føroysku umboðini. Hinvegin hava tey danskan valrætt so skjótt tey fáa danska adressu. Spurningurin um tað er rætt soleiðis at blanda seg uppí danskan innanríkis- politik, er javnan uppi at venda millum føroysk lesandi í Danmark. Hilmar Simonsen er ikki í iva. – Sjálvandi skal man fara á val tá man hevur valrætt. Tað er sjálvur grundarø- steinurin í einum hvørjum fólkaræði, at fólkið brúkar sín rætt, tá val er. So kann tað vera líkamikið um man ikki kennir seg sum innføddan dana. Tá tú býrt í Danmark, ert tú partur av danska samfelagnum, eisini um tú ætlar tær at flyta til Føroya um eitt ár ella tvey, sigur Hilmar, meðan vit spáka okkum niðan í Skødstrup Sportshal, har valkortini skulu latast inn, og krossarnir setast. – Eg hevði ikki viljað havt valrætt til fólkatings- valið í Føroyum, um hetta stóð mær í boði, tí í løtuni eri eg í størri mun partur av danska samfelagnum enn tí føroyska. Tá valhølini lata aftur og byrjað verður at telja, fer Hilmar Simonsen at fylgja við í uppteljingunum bæði í Føroyum og í Danmark. Við nøkunlunda sama spenningi. – Tað hevur rættiliga nógv at siga fyri meg, hvør fer at umboða Føroyar á fólkatingi. Tað mest um- ráðandi fyri meg er, at tað vera politikarar, sum kunnu vera sjónligir og sum ikki eru bangnir fyri at markera seg, ikki bara í føroyskum hjartamálum, men eisini í stórum donskum málum. Men sjálvandi skal máti vera við. Føroyamálið er ikki avgerandi Nú vit nærkast valhølunum er tað meira ein rutina enn ein avgerð, sum Hilmar skal avgreiða handan gard- inurnar. Avgerðina hevur hann tikið fyri langari tíð síðan, og hon byggir mest á ideologisku markeringarnar hjá flokkunum. Føroya- málið spælir eisini inn, men ikki meir enn so nógv onnur einstøk mál. – Eg haldi at flokkarnir í Danmark eru rættiliga samdir um Føroyar og fullveldismálið. Og hevði tað verið ein munur, so hevði tað kortini verið eitt sindur ringt hjá mær at dømt um, hvør flokkur nú var best fyri Føroyar og føroyingar. Føroyingar eru jú langt frá samdir um hvat er best fyri Føroyar. Ikki persónligt Eftir at hann hevur sett atkvøðuseðlarnar til kommunu-, amts- og fólka- tingsvalið í atkvøðukassan, er ómøguligt at fáa at vita, hvør fekk atkvøðurnar. – Tað er tíbetur loyniligt, men eg kann siga so mikið sum at tað var ein listi, ikki ein persónur, sum fekk mína atkvøðu til fólka- tingsvalið. Har liggur kanska størsti munurin millum eitt danskt fólka- tingsval og eitt føroyskt løgtingsval. Í Føroyum hevði eg allarhelst havt givið einum persóni mína atkvøðu, tí har kennir tú valevnini betur. Her er eitt sindur verri at vita júst hvat hvør einstakur politikari stendur fyri, og tí atkvøður tú meira eftir teimum langu linjunum í politikkinum hjá hvørjum flokki, sigur Hilmar Simonsen, eftir at hava gjørt sína ávirkan galdandi. Javnaðarflokkurin stríðist Ímeðan stríðist danski Javnaðarflokkurin fyri at halda sær á tromini. Eisini í Århus stendur javnaðar- flokkurin fyri falli eftir at hava sitið við valdinum í landsins næststørsta býi í samfull 78 ár. Borgar- stjórin, Flemming Knud- sen, verður lastaður av sínum egnu fyri vánaligu støðuna, meðan politisku mótstøðufólkini og Ekstra- blaðið í felag lasta hann fyri hansara í so góða vinarlag við fløskuna. Nakrar hundrað av teimum atkvøðunum, sum fara at avgera hvørt hann sleppur at halda fram ella ikki, stava frá teimum umleið fimmhundrað før- oyingunum í Århus økin- um. Fleiri túsund av at- kvøðunum, sum avgera um Poul Nyrup Rasmussen sleppur at vera sitandi, stava frá føroyskum velj- arum í Danmark. Føroyska valið í Danmark Svend Auken er andlitið hjá danska Javnaðarflokkinum í Århus. Tað er ikki greitt um fyrrverandi floksformaðurin fekk nakað burturúr atkvøðuni hjá Hilmar – Eg hevði ikki viljað havt valrætt til fólkatingsvalið í Føroyum, um hetta stóð mær í boði, tí í løtuni eri eg í størri mun partur av danska samfelagnum enn tí føroyska, sigur Hilmar Simonsen, ið lesur jarðfrøði á Århus Universitet C M Y K 14