mikudagur 21. november 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 225 - 21. november 2001
Nr. 225 - 21. november 2001
17
VIÐMERKINGAR
S.M International
Ræðuliga hendingin í USA
fyri nøkrum vikum síðani
hevur ikki bert skakað
heimin, men eisini fingið
vestanlond at umhugsa
sjónarmið síni viðvíkjandi
islam.
Kanska tíðin umsíðir er
búgvin til at venda eygun-
um móti islam og gerðum
tess á ein kritiskan, kortini
ikki rasistiskan hátt, heldur
enn at seta okkum væl til
rættis í skotskivuni við
kensluni av, at alt er, sum
tað skal vera.
Muslimskir trúboðarar
og granskarar hava í fleiri
ár roynt at billað Vest-
urheiminum inn, at islam
hevur bert frið og semju at
bera verandi heimi, og ikki
bert frið, men eisini eitt
samfelag, har muslimar og
alskyns samfeløg, trúar-
rørslur og átrúnaðir kunnu
liva í sátt og semju saman
við islam. Kortini er tað so,
at ein og hvør, sum kennir
islamsku trúnna og ikki
minni hevur livað í einum
islamskum samfelagi, veit,
at slíkur dreymur ongantíð
fer at gerast veruleiki.
Ætlanin við hesi greinini
er ikki at eggja til rasismu
ella hatur móti muslimum.
Ein og hvør sannur kristin
og eitt og hvørt menniskja
hevur skyldu til at vísa
menniskjakærleika, hvør so
enn húðalitur, trúgv og
bakstøði er.
Tó eiga vit ikki bert at
blinda okkum í óskynsom-
um tolsemi. Tað, ið okkum
tørvar, er ikki tolsemi, men
skynsemi og javnvág.
Sum kunnigt er ein stórur
flóttafólkastreymur, sum í
løtuni floymir inn í Vest-
urheimin, summi teirra
koma, tí at lívið í egnum
landi hevur verið teimum
ein sonn neyð og plága, tí
kanska meirilutin av hús-
fólki og næstingum hevur
bøtt við lívinum, onnur
kanska, tí at lív og næst-
ingar eru í vanda. Sjálvandi
er tað skylda okkara í
Vesturheiminum at leggja
uppí og veita teimum alla ta
hjálp, teimum nýtist.
Síðani eru tað tey, ið
floyma inn, av tí at Vest-
urheimurin í sjónarmiði
triðjaheims glitrar í gulli og
skarti við nógvum fram-
stigum.
Tað, sum nútíðarsam-
felagið tykist gloyma, er at
seta spurningin, hví tey
koma. Hvørjum flýggja tey
undan? Er tað møguligt, at
tað, tey í veruleikanum
flýggja undan, ikki sleppir
teimum
so
lætt,
men
kanska heldur fylgir við.
Tann kristni í einum
muslimskum samfelagi í
dag
Hvørt ár eru um leið
160.000
kristin,
sum
doyggja fyri sína trúgv, tey
flestu teirra í tí muslimska
heiminum. Haraftrat skulu
vit eisini minnast til tey
mongu, sum sita í fanga-
tippum, fongslum, úti á
gøtuni ella úti í oyði-
mørkini.
Vit kunnu fara frá teim-
um kristnu í Egyptalandi,
har mong verða dripin,
fongslað og pínd uttan
grund, til ta miðvísu týn-
ingina av kristnum bygdum
og býum í Indonesia, til tey
rotnu, krossfestu líkini í
Sudan, til ta 10 ára gomlu
kristnu
trælagentuna
í
Saudi Arabia, hvørs pápi
varð krossfestur og mamm-
an
tvingsilsgift
við
drápsmanni mans hennara.
Lítið ella einki av hesum
verður so mikið sum nevnt
í fjølmiðlum, hvørki sjón-
varpsrásum, bløðum ella av
stjórnum okkara í dag. Øll
vilja tey tekkjast mus-
limsku vinum okkara, og
hvør gevur sær far um, at
ein kristin verður fyribeind-
ur ella fyri tann skuld
krossfestur, ella um 50.000
kristin
smábørn
verða
tvingað til at doyggja í
hungri og tosta í sudansku
oyðimørkini, taka tey ikki
við muslimsku trúnni?
Forfylging í Indonesia
Malukkoyggjanar í
Indonesia
Í juli í ár hevur eydnast
tiltikna islamska herinum
Laskar Jihad at drepa um
leið 5.000 kristin. Heilar
bygdir eru avtoftaðar, 455
kirkjubygningar brendir í
grund eins væl og 55.000
heim og hálv millión kristin
vorðin flóttafólk. Av hesum
vita fólk at siga, at 7000
kristin vórðu noydd til at
taka við islam ella at
doyggja. Hesi vórðu síðani
tvingað til at vera umskorin
til tess at staðfesta nýggju
trúgv sína. Muslimskar
bygdir
nærhendis
untu
hesum neyðars niðurundir-
komnu fólkum onga hjálp,
avnoktaðu tey ikki kristnu
trúgv sína og gjørdust mus-
limar.
Um vit bert nema við tað,
sum okkum er kunnigt, um
atsóknir at kristnum í
Indonesia undanfarin ár,
kunnu vit nevna, at 50
kirkjur vórðu brendar í
grund millum árini 1955-
90. Hetta versnaði munandi
í árinum 98, tá 200 sam-
komubygningar
vórðu
brendir. Síðani hetta er
støðan alsamt versnað.
Í august í ár varð farið
hús úr húsi á oynni Am-
bom, har kristin vóru
slátrað, fyrsta dyrnar vórðu
latnar
upp.
Fleiri
eru
krossfest. Sagt varð, at
gerningsmenninir
gingu
við bíblium og krossum til
tess at líkjast kristnum.
Laskar Jihad hevur svorið
at týna ein og hvønn
kristnan í Indonesia. Tað,
sum tó er so lemjandi, er
hetta, at stjórnin, hóast hon
í januar-februar í ár fekk
fekk eina undirskrivaða
klagu frá 50.000 úr 30
londum, einki ger, og at
fjølmiðlar dylja veruleikan
við at rópa hetta kríggj
millum
ættbólkar
ella
okkurt annað. Hetta er ikki
so løgið, tá ið hugsað verð-
ur um, at BBC er mangan
hótt við bumbuálopum,
»makka teir ikki rætt«. Vit
kundu hildið á við In-
donesia, men latið okkum
nú venda okkum til landið
Sudan.
Forfylging í Sudan
Sudan er ikki bert mus-
limskt land, Sudan er eisini
eitt av teimum fáu lond-
unum, ið hava islamskt
stýri, og júst hetta ger støð-
una hjá teimum kristnu
ótolandi. Norðari partur av
Sudan er meiri arábiskur
eins væl og muslimskur,
meðan sunnari parturin er
kristin og anemistiskur.
Islamska stýrið hevur í
áravís roynt at beina fyri
øllum lívi í sunnara part-
inum. Nærum tvær milli-
ónir eru deyð; kristnar
bygdar verða javnt og samt
bumbaðar av stjórnarflog-
førum. Bygdir hava í áravís
verið
álopnar,
menn
dripnir, mangan í hópkross-
festingum, og kvinnur og
børn tikin og seld sum
trælir.
24. mai í ár vórðu 14
bumbur blakaðar yvir býin
Tonj, meðan fólkið var á
veg úr kirkju. Sama dagin
hevði
stjórnin
alment
kunngjørt, at bumbuálopini
vóru av.
Bert fyri at taka eitt
dømi: Á Nubafjøllunum er
ein triðingur av fólkinum
týnt. Her er talan um
300.000.
Í løtuni sita 200.000
kristin í sokallaðum stjórn-
arstýrdum
friðarlegum,
men hesi fáa bert mat og
heilivág, taka tey við
islamskari trúgv. UN World
Food Programme ávarar
um, at um leið 420.000
sudanar kunnu væntast at
doyggja í hungri, áðrenn
árið er liðið. Viðvíkjandi
sunnara partinum steðgar
stjórnin sum best ber til
øllum innflutningi av hjálp,
mati og heilivági. Tað
undrar okkum, at so lítið
verður sagt um støðuna hjá
teimum mongu kristnu í
Sudan, og upp aftur verri,
at so lítið verður gjørt.
Vit kundu hildið á og
nevnt lond sum Afghanist-
an, Pakistan, Saudi Arabia,
Palestina, Nigeria, har álop,
brenning av kirkjubygn-
ingum, hópneyðtøkur, dráp,
ræning av húsum og jørð og
so víðari er ein partur av
gerandisdegnum hjá krist-
num. Hvussu vit teimum
mongu
blaðungu
paki-
stansku gentunum, ið hava
verið alment neyðtiknar,
har myndugleikin einki
kann gera, tí gernings-
menninir vóru góðir mus-
limar? Ella hvussu við
familjuni, ið er noydd at
fara frá hús og heimi uttan
endurgjald, tí at muslimsku
grannarnir
vilja
hava
grundstykki teirra til eina
mosku? Hvør rópar? Hvør
talar at? Eingin. Tann
kristni kann ikki annað enn
tiga, møguliga gráta, men
ikki
rópa
ella
klaga.
Vesturheimurin talar ikki
at, tí nú skulu vit vísa tol-
semi. Vit vilja ongum
ganga ov nær.
Vit gloyma, at mus-
limsku stjórnirnar, vit sam-
ráðast við, ikki bert loyva,
men eisini taka undir við
slíkum ágangi. Vit gloyma
eisini teir mongu muslim-
arnar, sum búgva í Vestur-
heiminum í stórum tali, at
teir í egna heimlandi sínum
eru blandaðir upp í slíkan
ágang móti kristnum í
egnum grannalagi.
Er hetta islam?
Hetta kjakið er á ongan hátt
lætt, og heldur ikki hava vit
rætt til at skera allar mus-
limar um ein kamb. Munur
er á einum vesturlendskum
islam og tí veruliga. Heldur
ikki mugu vit halda, at tað
veruliga islam bert snýr seg
um terrorismu og ágang.
Kortini mugu vit ásanna, at
terrorisma og ágangur er
ein partur av islam. Hetta
ger tað ikki minni trupult at
greiða, tá ið tú brúkar tað
saman við fundamental-
istiskum muslimum, síðani
hesir kunnu vera av allar
fittastu fólkum, tað sama,
sum kann sigast um hindu-
ar og buddistar - trúgvin á
eina hægri veru við teimum
moralsku reglunum, ið við
fylgja, skapir so sanniliga
nakað gott í einum sam-
felagi (á vissum økjum),
tað kann ikki dyljast. Vit
eiga tó ikki at venda tað
blinda eygað til. Islam
hevur sum allir aðrir átrún-
aðir eina positiva síðu, men
eisini eina dapra.
Koranin sigur týðiliga, at
eingin skal tvingast til at
trúgva (Koranin 2:256), tó
skulu vit minnast til, at
hetta varð skrivað í fyrstu
árunum, har brúk var fyri
øllum kreftunum. Veru-
leikin er ein heilt annar.
Koranin gevur boð um at
týna og oyða øll tey, ið
standa boðskapinum hjá
islam ímóti, boð eru somu-
leiðis givin um at høgga
armar og bein teirra av ella
at krossfesta tey. Bert tey,
ið kunnu gjalda stórar
nøgdir av peningi, kunnu
gjalda seg úr tí (Koranin
2:190-191; 5:36; 9:5, 19-
22, 29,41; 47:4). Hetta
verður eisini rópt jihad
(heilagt kríggj) og er ein
ábyrgd hjá einum og hvørj-
um muslimi (61:10-12).
Muhammed segði við góða
vin sín Abu Dharr, at
størsta dygdin fyri ein
muslim var trúgvin á Gud
og at fremja jihad. Jihad
eftir øllum hesum at døma
var ikki ætlað so nógv til
verju, men til álop á
heidningar, jødar og kristin.
Jødar og kristin sluppu bert
við lívinum, um tey guldu
jizya (skattur, sum tey, ið
ikki eru muslimar, skuldu
gjalda)
(Koranin
9:29,
123). Koranin gav eisini
muslimunum loyvi til at
ræna fíggindan aftan á
sigur (48:20). Kvinnurnar
vórðu eisini lovaðar hesum
sokallaðu gudsmonnunum.
Lurta eftir orðunum hjá
profetinum: »Bara síggj,
Gud fer skjótt at geva
tykkum land teirra, teirra
ognir og teirra kvinnur at
sova við« (Ibn Hisham, vol
II síða 182). Vend við til
islam ella doyggj. Hetta var
júst mannagongdin, islam
nýtti av fyrstan tíð og hevði
gjørt tað í dag, um til bar.
Muslimarnir eru enn tann
dag í dag í øðini um
katólsku
krossferðirnar,
men gloyma teirra egnu
blóðigu søgu, ið byrjaði
longu í Mekka og Medina
við ránsmannaálopum og
drápum bæði av arábum
eins væl og avrættingina av
hundraðtals jødum. Haðani
kundu vit víst á blóðbaðini
í Norðurafrika, Asia, ikki at
gloyma ræðuleikarnar í
India og millum onnur
Ottoman-stýrið, sum í 1914
gjørdi av við nærum tvær
milliónir kristin mong í
turkiskum deyðslegunum.
Ikki fyri at gloyma tey
15.000 í vóru nýtt sum
bajonet trennings skivir í
1918.
Hvat lærir islam um ein
ikki-muslim í einum
muslimskum samfelagi?
Koranin er sera greið: Ein
muslimur hevur ikki loyvi
at hava kristnar ella jød-
iskar vinir (Koranin 5:51).
Tú kanst bara seta teg
niður og lesa, hvat islamsku
gudfrøðingarnir siga um
hetta mál. Nevnast kunnu
nøvn sum Abu Al-Ala Al-
Mawdudi, Ibn Timiyya, Ibn
Hazm,
Al-Jalalan,
Al-
Bukhari.
1. Muhammed sjálvur
lærdi, at blóðið hjá einum
muslimi hevur meir virði
enn hjá einum, ið ikki er
tað. Allir hesir omanfyri
nevndu
gudfrøðingarnir
kunnu játta hetta. Hetta
merkir, at ein muslimur
kann ikki revsast fyri dráp
móti einum kristnum, eins
og móti einum muslimi.
Ibn Hazm, vol 8, síða 39
sipar til orðini hjá sjálvum
Muhammed, at ein mus-
limur má ikki revsast fyri
dráp á ein, ið ikki er
muslimur.
2. Ibn al-Khattab. Hetta
er tann annar kaliffurin eftir
Muhammed. Hann segði:
»Eyðmýk tey kristnu.«
3. Annars kann sigast, at
millum annað kristin hava
ikki loyvi til at byggja
samkomuhús ella kirkjur í
londum, har islam ræður
(Ibn Hazm, Vol. 4 partur 7,
síða 28) (Abu al-ala al-
Mawdudu, síða 28). Verða
kirkjur bygdar ella endur-
bygdar, er revsingin møgu-
liga deyði (Ibn Timiyya
Vol. 28-652).
4. Á sama hátt hava ikki-
muslimar ongan rætt, tá ið
tað kemur til rættarhøllina.
Vitnisburður teirra hevur
als einki virði (Malik Ibn
Ons Vol. 5 Section 13, síða
156) (Imam Al-Shafii, Ahk
Al-Quran, síða 142) (Buk-
hari, partur 3, síða 237).
5. Muslimskir formenn
eiga ikki at loyva kristnum
at arbeiða hjá sær (Ibn
Timiyya. Vol. 28. síða 646).
6. Kristin eiga ikki at
hava somu politisku rætt-
indi sum muslimar (Maw-
dudi, rætturin hjá ikki-
muslimum í einum is-
lamskum samfelagi, síða
268).
Ein listi av reglum, ið
tann kristni og onnur
eiga at laga seg eftir í
einum islamskum
samfelagi, er:
Gev einum muslimi sessin,
um tann eini má standa.
Gakk í klæðum, sum skilja
teg frá hinum. Nýt ikki
saðil, situr tú á esli. Tú skalt
ganga við rakaðum frunti.
Tú mást ikki vísa fram
kristnar bøkur á gøtuni,
mást ikki jarðast undir
liðini á muslimum, mást
ikki gráta, so onnur hoyra,
mást ikki lesa hart upp úr
Bíbliuni. Tú mást ikki hava
muslimskar trælir, mást
ikki hava størv oman fyri
muslimar. Verður hetta ikki
fylgt, hevur ein og hvør
muslimur rætt til at drepa
teg (Ibn Timiyya Vol. 28 og
Ibn Hazm Vol. 4)
Eftir drúgvar royndir og
kjak at royna at umvenda
tey kristnu í Arabia til
islam, gav Muhammed
umsíðir skarvin yvir. Mu-
hammed tók tí inn tríggjar
Islam og hin parturin
Framhald á næstu síðu
revsingar yvir tey kristnu,
ið búsett vóru í landinum.
a. Tey máttu gjalda ein
eyka skatt, og hann var alt
eftir,
hvør
tørvurin
í
landinum var. Skattur mátti
gjaldast fyri øll vaksin,
onkuntíð ognir, dýr og enn-
tá trø.
b. Skatturin mátti gjald-
ast persónliga. Hetta hevði
við sær, at eggjað varð til at
háða, spotta, buka hesi fólk
o.s.fr., til pengarnir vórðu
goldnir myndugleikunum
(Tabari, X, 109ff.; Ibn
Kathir II, 346ff.).
c. Tey kristnu máttu játta,
at tey hoyrdu til ein lægri
stætt av menniskjum, ið
einki virði og onga framtíð
hevði.
Av
hesum
mismuni,
framdur av profeti islams,
vendu 99% av teimum
arábisku kristnu sær til
islamsku trúnna, tað sama,
sum skuldi henda í Norð-
urafrika nøkur ár seinni
eftir ræðuleikar, ið ikki
kunnu setast á pappír.
Hava vit hugsað um, hvat
hevði hent einum vestur-
lendskum samfelagi, ið
hevði verið tvingað undir
islamska átrúnaðin?
Í fyrsta lagi høvdu allir
ateistar, buddistar, hinduar
og so víðari verið týnd.
Tann kristni og jødin, um
hann hevði sloppið við
lívinum, hevði mist øll síni
rættindi, verið roknaður
fyri eitt útskot, noyðst at
gjalda eykaskatt og møgu-
liga sloppið við lívinum.
Hesin tolsami vestur-
lendingurin fær ikki sín
tolsama hugburð endur-
goldnan við tolsemi, men
má velja millum deyða ella
umvending.
Hvat so?
Sum sagt, so er ætlanin við
hesi grein ikki at skapa
øsing, ei heldur at eggja til
rasismu. Teir, ið standa
aftan fyri greinina, hata
ikki muslimar, men elska
muslimar og heita á ein og
hvønn um at leggja sjógv
millum hatrið móti mus-
limum, sum vit síggja í løt-
uni er íbirt í vesturlendska
heiminum. Tó er ynski og
áheitan okkara, at vit duga
at hugsa, og at vit ikki eru
blind fyri veruleikanum.
Vit ynskja eisini, at lond
og fólk okkara eins væl og
vesturlendska samfelagið
stendur
saman
um
at
stríðast fyri frælsi, trúar-
frælsi, javnrættindum og
røttum lívskorum teirra
kristnu og einum og hvørj-
um hjá okkara muslimsku
grannum.
Vilja muslimar, at Vest-
urheimurin skal broyta seg
eftir teirra hugsanarhátti,
so mugu teir eisini læra at
broyta seg eftir okkara. Um
teir vilja, at USA skal
broyta sín heimspolitikk,
mugu
teir
broyta
sín
politikk mótvegis sínum
minnilutum. Vilja teir hava
sín stat í Palestina, mugu
teir eisini veita øðrum, sum
eisini vilja hava egnan stat
fyri at veita sær og fa-
miljum sínum trygd og
frælsi, somu rættindi.
Mong halda, at ein
umrøða viðvíkjandi hesum
viðurskiftum átti at verið
undirskrivað við navni. Tó
vita tey flestu ikki um
vandan við tí muslimsku
altjóða fregnartænastuni.
Hvørjum landi ella býi, tú
so býrt í, er vandin at koma
fram við hesum, deyði,
bæði yvir teg sjálvan og
húskið.
Hetta ger tað ómøguligt
hjá tíðindafólkum at tosa
opið. Støðan viðvíkjandi
Laskar Jihad verður tí ikki
kallað »genocide« (fólka-
dráp), men »conflict«, sum
eisini varð tikið til í BBC
tann 7.10.
Løgið, at opið kann talast
um ræðuleikarnar, framdar
av serbum og øðrum, men
tigast má, tá talan er um
islam.
∆
Framhald av síðu 16
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
17
16
Kostnaður pr. stk. fyri litmynd:
10x15 cm. kr. 80,-
13x18 cm. kr. 100,-
15x21 cm. kr. 130,-
18x24 cm. kr. 150,-
20x30 cm. kr. 200,-
30x45 cm. kr. 350,-
Fyll henda lepan út.
Klipp myndina út og send hana
saman við lepanum til Sosialin.
Tíðindablaðið
Sosialurin
Box 76
110 Tórshavn
Navn:
Blað nr.:
Síða:
Stødd:
Mongd:
Bústaður:
Telefon:
Nú er møguleiki at keypa myndir
sum standa í Sosialinum
Í Býin
- hvønn hósdag
Lýsið
við
brúktum
bilum