Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 21. november 2001 19 Føroyar við til EM í bridge FBS hevur nú avgjørt at senda eitt landslið til EM í bridge. EM kappingin verður komandi summar í Salomaggiore í Italia. FBS arbeiðir í løtuni við at savna ein landsliðshóp og at finna venjara til liðið BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen Avgerðin um at fara við til EM, má sigast vera ein stór- hending í føroyskum bridge høpi. Hetta verður fyrstu ferð, at vit føroyingar taka lut í hesari kappingini. Higartil hava vit bara spælt við í NM kappingunum. EBL Simultan Tann europeiska simultan kappingin verður spæld kom- andi viku. Her í Føroyum verður spælt mánakvøldið 26. november í Havn og í Fuglafirði og mikukvøldið 28. november í Klaksvík. Bæði kvøldini verður byrjað at spæla kl 19.00. Ein simultan kapping er ein kapping, har øll spæla somu kort sama dag ymsa staðni — í hesum førinum í Europa. Tá øll úrslitini eru savnað saman og gjørt er upp, kunnu vit fara inn á internetið og síggja úrslitini. Heima- síðan hjá Havnar Bridgefelag: www.bridge.fo leggur eina slóð út til heimasíðuna hjá EBL, har úrslitini verða at síggja. Átekning til kappingina er á staðnum. Eitt gott mótspæl E/- Sp 532 Hj QJ107 Rú QJ42 Kl Q7 Sp KQ76 Sp 84 Hj K6 Hj A9843 Rú A103 Rú K97 Kl A632 Kl KJ9 Sp AJ109 Hj 52 Rú 865 Kl 10854 NS: Bogi Simonsen — Rói á Rógvu Joensen EV: Henriette Svenstrup — Jóna Grunnveit V N E S - - 1hj pass 1sp pass 1ut pass 3ut pass pass pass Útspæl: rú 8 Spælið er frá dystinum millum Junior Busstaxa og Jónu Grunnveit í 1.deild 3. november í Bridgehúsinum. Rói valdi at spæla rútara út. Um hann hevði spælt spaðara út, hevði spælførarin lættliga tikið 9 stikk. Borðið legði rú 3, Norðan rú Q, og spælførarin tók við kong- inum. Hjartari varð spældur til kongin, og síðan lítil kleyvari frá borðinum til dreingin. Spælførarin tók nú hj A og spældi enn ein hjartara — Sunnan og borðið kastaðu spaðara, og Norðan fekk stikkið við dreinginum. Spaðari frá Norðan, sum borðið slapp at eiga við frúnni. Spælførarin royndi nú, um kleyvarin sat 3-3. Men tað gjørdi ikki, og Sunnan kom inn uppá tann fjórða kleyv- aran. Hann spældi so rútara, og spælførarin skuldi gita, hvør hevði rú J. Lítil rútari frá borðinum, Norðan fekk fyri dreingin, tók fyri hj Q og spældi spaðara til essið hjá makkaranum. Kontraktin fór soleiðus ein niður. Kontraktin kann altíð vinnast, um spælførarin spælir uppá, at sp A er hjá Sunnan, men her gjørdi mótspælið tað trupult fyri spælføraran. At enda skulu vit minna á, at tað er opið hús í Bridge- húsinum hvønn sunnudag kl 14.00! Nývaldi formaðurin í Bridge-sambandinum, Mortan Rasmussen, arbeiðir í løtuni við fyrireikingunum til at senda føroyskt landslið til komandi EM-kappingina Bæði hjá kvinnum og monnum skulu StÍF og Neistin dystast mikukvøldið HONDBÓLTUR Jákup Mørk Í kvøld, mikukvøldið, verða tveir hondbóltsdystir leiktir í Ítróttahøllini á Skála. Upprunaliga skuldu teir báðir dystirnir millum StÍF og Neistan verði leiktir týs- kvøldið, men orsakað av fólkatingsvalinum varð hetta broytt. Tykist spennandi Hjá kvinnunum er einki at ivast í, at Neistin er greiður favorittur, tá tær fara á vøll- in. Høvuðsstaðarliðið hev- ur aftur í ár víst, at tær vilja vera við í stríðnum um heiðursmerki, og hóast StÍF tykist vera um at koma fyri seg, so skuldi styrkin hjá Neistanum verið ov stór til uppflytararnar. Hjá monnunum tykist spenningurin undan dystin- um at vera væl størri. Tá liðini hittust í Havn til fyrsta dystin á árinum, eydnaðist Neistanum at vinna við einum máli. Síðani tá eru tó onkrar broytingar farnar fram á báðum liðum. Strandingar eru nú lidnir at hugsa um fótbólt, og kunnu tí leggja meira í hondbóltsvenjing- ina, og helst fer hetta eisini at geva úrslit á vøllinum. Hjá Neistanum hava teir síðaini fyrsta dystin fingið tilgongd av John Petersen, og hetta verður soleiðis fyrsta ferðin, at hann skal royna seg móti fyrrverandi liðfeløgunum. Hóast hetta er ein styrkur hjá Neistanum, so telur tað øvugta vegin, at Heini Joensen ikki er tøkur miku- vøldið. Hann fekk reyða kortið í seinasta dystinum hjá Neistanum, og er tískil leikbannaður hesaferð. Aldursforsetin í før- oyskum fótbólti er longu komin væl áleiðis í fyrireiking- unum til komandi kappingarárið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Síðani teir í 1987 gjørdist føroyameistarar í fótbólti fyri sjeyndu ferð, hevur til- veran hjá TB í bestu mans- deildini verið heldur skift- andi. Longu árið eftir varð fyrsta niðurflytingin veru- leiki, og síðani hevur liðið við skiftandi eydnu roynt at fingið fastatøkur á bestu deildini. Seinasta royndin í so máta – í 1999 – gav einki úrslit. Felagið endaði niðast í deildini, men eftir at teir nú aftur hava tryggjað sær sess í fyrstu deild, tykjast tvørá- menn at leggja nógv fyri í fyrireikingunum til kom- andi árið. Venjarin, sum at enda stóð við róðrið í fjør, Zoran Mancic, hevur gjørt avtalu um at halda fram, men hann verður so langt ífrá einasti útlendski leikarin á liðnum. Zoran er í løtuni heima í Jugoslavia í vetrarfrí, og her hevur hann nýtt høvið til at fáa tveir av lands- monnum sínum at koma við sær, tá leiðin um nakrar mánaðir gongur aftur til Føroyar. Vit hava fingið upplýst, at talan er um tveir verju- leikarar, harav annar hevur roynt seg í fremstu jugo- slavisku deildini. Eisini hava tvørámenn gjørt avtalu við Sasha Radosavljevic um at halda fram. Vandamikli álops- maðurin var í 1997-1999 at síggja hjá ávíkavíst TB og GÍ, og í seinnu hálvu var hann brádliga aftur at síggja á TB-liðnuim, sum við hesum fekk kanska av- gerandi trumfin í odda- stríðnum í aðru deild. Eisini lokalt Tað ljóðar eisini av Tvør- oyri, at umframt útlendska styrkin, so roynir felagið eisini at fáa onkrar av lokalu leikarunum í Suður- oynni knýttar at felagnum. Mest upplagda navnið her er sjálvandi Tórður Holm, sum seinnu árini hevur spælt við VB, men tað er eingin loyna, at eisini hini suðuroyarfeløgini hava leikarar, sum kundi styrkt um møguleikarnar hjá TB at halda seg í bestu deildini. Umframt hesar leikarar, so eiga tvørámenn eisini fleiri evnaríkar leikarar, men felags fyri nógvar av heum er, at teir enn mugu roknast sum ov ungir til at átaka sær nakran berandi leiklut í bestu deildini. Megnar TB at halda fast um hesar, soleiðis at teir saman við leikarum uttan ífrá kunnu halda liðnum uppi, er kanska ikki óhugsandi, at TB aftur í framtíðini kemur at hava eitt orð at siga í føroyska fótbólts- oddinum. Hóast hetta er ein styrkur hjá Neistanum, so telur tað øvugta vegin, at Heini Joensen ikki er tøkur miku- kvøldið. Hann fekk reyða kortið í seinasta dystinum hjá Neistanum, og er tískil leikbannaður hesaferð. TB riggar til Hondbóltur á Skála 19 Nr. 225 • mikudagur • 21. november 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Nú formaðurin seinastu 20 árini fer at mynstra av, er spurningurin, hvør skal loysa skiparan á føroysku fótbólts- skútuni av FÓTBÓLTSPOLITIKKUR Jákup Mørk Hóast fólkatingsval var á skránni í gjár, so er tað tó ikki bert á hesum pallinum, at politikkur verður førdur. Politikkur er jú so øgiliga nógv annað enn tvey før- oysk umboð á Christians- borg, og mitt í øllum meldr- inum er eisini nakað, sum verður rópt fótbóltspoli- tikkur. Nýggjur formaður skal finnast Støðan í Fótbóltssamband- inum er nevnliga tann, at á komandi aðalfundinum, sum verður hildin í antin januar ella februar, skal ein nýggjur formaður veljast. Skiparin seinastu mongu árini, Torleif Sigurðsson, hevur boðað frá, at hann nú mynstrar av. Síðani tíðindini um hetta bórust, hevur nógv verið tosað og gitt um, hvør skal verða eftirmaðurin hjá Torleifi Sigurðsson. Nógv- ar leysasøgur hava ferðast kring landið, og meðan onkrar hava verið at kalla døgnflugur, hava aðrar verið meira seiglívaðar. Tað hava tó serliga verið trý nøvn, sum alla tíðina hava gingið aftur í hesum. Nevnliga nevndarlimurin í FSF, Dánjal Andreasen, aðalskrivarin, Ísak Mikla- dal og Christian Andreasen, sum í løtuni er limur í sáttmálanevndini hjá Fót- bóltssambandinum. Valevnið hjá FSF Hóast tað enn ikki hevur verið nøkur formlig við- gerð av formansvalinum í FSF, so hevur tað leingi ljóðað, at teirra uppskot til ein nýggjan formann verð- ur Dánjal Andreasen úr Leirvík. Dánjal hevur ígjøgnum nógv ár verið virkin í FSF, og at hann í dag verður roknaður sum ein av álitis- monnunum speglast eisini aftur í, at hann í dag situr í nevndini hjá sambandinum, umframt at hann eisini er í fíggjarnevndini, landsliðs- nevndini og lógarnevndini. Sjálvur vil leirvíkingurin tó gera so øgiliga nógvar viðmerkingar til spurn- ingin, um hann er ein av høvuðskandidatunum til valið. - Hatta er ein spurningur, sum als ikki hevur verið til viðgerðar enn, so tað fái eg ikki sagt nakað um. Sjálvur havi eg so onga áheitan fingið um hetta, men sjálv- sagt er tað nakað, sum eg vildi umhugsað, um ein slík skuldi komið. Norðan Heldur ikki aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sigur seg hava fingið nakra áheit- an um at stilla upp til for- mansvalið. Tað hevur annars ljóðað, at ein bólkur av feløgum í Eysturoynni saman við KÍ ætla at ganga saman um aðalskrivaran, men tað hevur so ikki eydnast okk- um at fáa hesi tíðindi vátt- að. Sjálvur sigur Ísak Mikla- dal, at hetta eru tíðindi, sum hann einki veit um. - Tað er so einki felag ella nakar bólkur av feløgum, sum hevur vent sær tíl mín við eini áheitan um at stilla upp. Tí havi eg heldur ikki tikið nakra støðu til, um eg hevði eftirlíka einari tílíkari áheitan, men tað er sjálv- sagt nakað, sum eg vildi umhugsað. Suðureftir Eftir er so Christian Andre- asen, sum dagliga starvast sum advokatur, men sum leingi hevur verið aktivur á ymsum postum í FSF, og sum í løtuni situr í sátt- málanevndini. Tað hevur ljóðað, at tey bæði stóru havnarfeløgini hava gjørt samgongu við suðuroyarfeløgini um hetta valevnið, og at arbeitt verður eisini við at fáa Vágoynna við í hendan bólkin. Í mun til teir báðar oman fyri nevndu, so váttar Christian Andreasen, at okkurt tos hevur verið. - Tað er rætt, at eg havi fingið onkra óformliga áheitan, men enn havi eg als ikki tikið støðu til, um eg fari at stilla upp, gerst talan um eina formliga áheitan. - Tað veldst jú um so nógv, tí talan er um eina stóra uppgávu, og eg haldi meg ikki hava ov lítið at gera í gerandisdegnum, sigur Christian Andreasen. Ikki Heðin Annars hevur eisini ljóðað, at ÍSF forsetin, Heðin Mortensen, skal hava víst sessinum áhuga. Okkurt graml hevur verið frammi um, at hann enntá skal vera til reiðar at siga ÍSF-sessin frá sær, um hann kundi verið valdur í FSF, men hesum avsannar Heðin avgjørdur. - Eg havi so onga áheitan fingið av nøkrum slag, og eg rokni so avgjørt ikki við, at eg hevði stillað upp kortini. - At eg skal vera til reiðar at siga ÍSF-sessi frá mær, eru helst bara leysatíðindi av onkrum slag ,tí tað havi eg so ongar ætlanir um, sigur Heðin Mortensen um hetta. Sostatt er líkt til, at talan í fyrsta umfarinum verður um teir tríggjar fyrst- nevndu kanditdatarnar, men fyri tað er ikki víst, at allir tríggir stilla upp. Millum annað veldst hetta helst eisini um tann upp- bakning, sum teir møguliga kunnu fáa, og hóast eingin vil siga tað, so er eingin loyna, at feløgini so spakuliga eru farin at reka til valið. Enn er tó eitt fitt pettið, til gongan er komin í rætt, og ikki fyrr enn tá fæst endaligt at vita, hvør nýggi fótbólts-bossurin í Føroy- um verður. Formansstríðið er byrjað Valstríðið í FSF tykist av álvara at vera komið ígongd, men trupult er tó at fáa staðfest, hvussu stórir møguleikarnir hjá ymsu valaevnunum eru at gerast eftirmenn hjá Torleifi Sigurðsson C M Y K 18