Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. september 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. september 2009 – Nr. 185 Tá avgerandi dysturin um føroya meistaraheitið hjá kvinn un um varð spældur av nýggjum í gjárkvøldið, eydn að ist ongantíð AB at hótta KÍ, sum vann ein óvænt að tryggan sigur og tí kundi tryggjað sær tíggjun da meistaraheitið á rað Fleiri av klaksvíkingunum, sum annan dagin á rað vóru komnir at hygg ja á Argjum, kundu í gjárkvøldið fara til hús í munandi betri hýri enn sunnu dagin. Tá endaði dysturin um meistara heitið hjá kvinnunum við av lýs ing og yvirlivilsisdysturin hjá monnu n um við tapi. Men í gjár­ kvøld ið vann KÍ, og kvinnurnar, sum í mong ár hava verið stoltleikin hjá KÍ, leveraðu enn eina ferð vøruna. Tað, at KÍ síðani 2000 hevur vunnið øll meistaraheitini, umframt steypa­ kap p ing ina sjey ferðir, kann so bara vera øllum øðrum til fyridømi, tí hetta er óhoyrt í føroyskum høpi, um framt at leitast skal væl út um land odd a rnar, áðrenn nakað til svar­ an di verður funnið. Hetta er bæði eitt roysni og eitt bragd. Øll hesi árini eru tað bara einstøk lið, ið hava megnað at givið KÍ kap p­ ing, og tí kann kappingin viðhvørt tykj a st heldur lítið áhugaverd fyri fjøld ina, men tað kann so einki taka frá KÍ­kvinnunun, ið veruliga hava ver ið uppsettar hvørt ár og hava tik­ ið uppgávuna í størsta álvara. Tær hava stríðst fyri sakini og gjørt sítt, og so kunnu tær annars ikki gera við, at onnur ikki megna tað sama. Ása gekk undan Í ár hevur tað verið AB, ið hevur bitið frá sær, og við steypasigrinum í juli mánaði fingu kvinnurnar á Argjum eisini víst, at tær kunnu gera tað. Í teimum trimum lands kapp ing ar­ dyst unum, sum høvdu verið millum lið ini undan dystinum í gjárkvøldið, høvdu liðini vunnið hvør sína ferð 1­0 á hvørjum øðrum og spælt eina ferð javnt, 1­1. Tí var stórur spenningur undan dysti num inni í Vika, nú hann fyri aðru ferð skuldi blásast í gongd, eftir at hann sunnudagin var avlýstur fyri veð ur eftir spæl í eitt korter. Men hóast AB legði bragdliga fyri ta allar­ fyrstu løtuna, skuldi tað vísa seg, at KÍ hevði eina styrki, AB ongantíð fekk matsjað ordiliga í hesum dysti­ num. Eftir fyrstu løtuna, har KÍ­kvinnur­ nar høvdu eitt sindur ilt við at fóta sær, komu tær kortini fyri seg og settu seg spakuliga á dystin. Men tað var ikki, fyrr enn hol kom á 19 minutt ir inn í fyrra hálvleik, at tað av álvara fór at ganga tann vegin. Rannvá Andreasen sendi bóltin høgt innfyri úr vinstru síðu, og inni á fimmmetrinum setti Ása K. Thom­ sen høvdið á, og so var 1­0 til KÍ. Átta minuttir seinni var tað aftur Rannvá, sum legði upp, og hesa ferð vísti Ása síni bestu kynstur, tá hon við aftaru stong sera vakurt skallaði bóltin yvir í hin málkrókin til 2­0. Nú byrjaði at koma til sjóndar, hvønn veg hesin dysturin kundi fara, tí KÍ­ kvinnurnar vóru nógv grammari og meira ágangandi, tá tær nærkaðust málinum. KÍ størri álop KÍ spældi við Ásu K. Thomsen og Vivi an Bjartalíð á hvør sínum vongi og Sofíu Purkhús í álopinum, men tær báðar úti í síðunum vóru sera ágrýt nar at koma fram og bjóða seg til, so í veruleikanum spældi KÍ fyri tað nógva við trimum framherjum, og tað gav fleiri ferðir AB­verjuni trupul leikar. Í hinum endanum hevði AB bara Monu Breckmann har frammi, og hóast hon í fyrra hálvleiki fleiri ferðir fekk góða hjálp frá Lisu í Liða, ið Tá mest stóð á, vístu KÍ-kvinnurnar seg frá síni sterkastu síðu. Við sannførandi 4-0 lótu tær ongan iva vera um, at FM-steypið fyri 10. ferð á rað skal til Klaksvíkar Mynd: Terji S. Johansen Liðformaðurin á tíggjufalda meistaraliðnum hjá KÍ, Malena Josephsen, helt avgerandi dystin ímóti AB vísa føroyskan kvinnufótbólt frá síni bestu síðu. – Tað var avgjørt rætt at útseta dystin, tí nú fingu vit at síggja gott fótbóltsspæl frá báðum liðum, og eg haldi, at hetta var góð reklama fyri kvinnufótbóltin, segði hon. – Eg hevði væntað ein sera torføran dyst, men visti tað, at fingu vit eitt mál, so fóru vit eisini at fáa fleiri. Malena, sum er ein av teimum, ið hevur verið við til at vunnið allar hesar tíggju ferðirnar á rað, ásannaði eftir dystin í gjárkvøldið, at tað er bara gott fyri kappingina, at onnur enn KÍ eru um boðið. – Tað er í øllum førum stuttligari fyri hini liðini, at tey kunnu bjóða okkum av. Og so er tað sjálvandi eisini gott fyri føroyskan kvinnufótbólt, sjálvt um vit halda tað vera líka stuttligt at vinna nógv, segði hon. – Áðrenn vit byrjaðu hesa røðina upp á tíggju meistaraheiti, taptu vit alt. Men so tóku vit okkum saman og hava vunnið síðani, so tað er bara at trúgva upp á tað, um onkur ætlar at bjóða okkum av. hil KÍ aftur og aftur og aftur – Hóast kappingin ikki á hvørj um ári hevur verið líka stór, sum hon hevur ver ið tað í ár, so er altíð nógv trýst á okkum, tí øll vænta, at vit skulu vinna, sig ur Rannvá Andreasen, ið er ein av teimum, ið hevur ver ið við til at vunnið hesi tíggju meistaraheitini á rað Tað skerst ikki burtur, at langa sigurs røðin hjá KÍ­kvinnunum er merkis verd, og tað eru heldur ikki mong lið úti í heimi, ið megna at gerast meistarar heilar tíggju ferðir á rað. Onnur lið hava roynt at bjóða av – B36 fyri tveimum árum síðani og AB í ár – men kortini er ikki eydn­ ast nøkrum av hinum at koppa KÍ av trúnuni. – Sjálvandi er tað stuttligari, tá vit fáa kapping, og í ár hevur tað verið øgiliga stuttligt at spælt. Fleiri dystir hava verið tættir, hóast vit í dag smur du AB av, og eisini onkrir aðrir dyst ir hava eisini verið tættir. Men tað er líka stuttligt at vinna hvørt ár, tí vit verða eyka uppsettar. Nógv trýst er á okkum, tí øll vænta, at vit vin na, segði Rannvá Andreasen, ið skoraði eitt av málunum ímóti AB og legði upp til tvey. Fleiri fáa hug – At onnur bjóða av, ger vónandi, at fleiri gentur fáa hug at spæla, men eg vænti allíkavæl, at vit fara at vinna í nøkur ár aftrat, tí vit hava eitt so sterkt lið og fara at fáa nakrar spælarar upp av teimum yngru. Men vit síggja, at eitt nú Skála hevur bygt eitt gott lið upp og at Víkingur hevur jú verið við í fleiri ár, umframt at AB eisini í yngru deildunum hevur verið á veg. Avgerandi dysturin ímóti AB var fyrst settur í gongd sunnudagin, men blástur av, tá eitt korter var far­ ið. Men nú spælast skuldi fyri aðru ferð í gjárkvøldið, vísti KÍ seg at hava munin væl og virðiliga. – Eg haldi, at rutinan hevði nógv at siga og at hon kanska var munurin á liðunum. Vit skuldu jú spæla fyrst í gjár og so aftur í ár, og tað er strævið at seta seg upp til tveir dystir við bara einum degi ímillum, segði Rann vá Andreasen. – Í gjár vóru vit kanska eitt sindur meira anspentar, men í dag vóru vit meira róligar, og tá vit so komu á odda 1­0, gekk tað bara ein veg. Góð reklama fyri kvinnu fótbóltin Rutinan gjørdi munin einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Kvøldardystir í oktober Fótbóltssambandið hevur nú fingið upplýst klokkutíðirnar, har føroyska fótbóltslandsliðið í næstum skal spæla móti Fraklandi og Rumenia. Á Stade Municipal de Roudourou í Guingamp í Fraklandi verður dysturin tann 10. oktober blástur ígongd klokkan 20 okkara tíð. Fýra dagar seinni verður spælt á Ceahlaul Stadium í Piatra Meamt í Rumenia, og tá byrjar dysturin klokkan 18.30 okkarar tíð. Holst á vikuliðið Danska BT hevur hvørja viku sína meting av einstøku spælarunum í donsku SAS­liguni, og ikki heilt óvæntað er Silkeborg væl umboðað hesaferð, eftir at uppflytararnir smurdu Brøndby av. Ikki færri enn fimm av spælarunum hjá Silkeborg fáa toppkarakter, og sambært BT er Christian Lamhauge Holst tann besti av øllum hesum. Føroyski landsliðsspælarin skeyt tvey av málunum hjá Silkeborg, harav tað seinna var ein sonn perla, tá hann frekt hælaði bóltin í neti til 4­0.