týsdagur 29. september 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. september 2009 – Nr. 185 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23
søkti fram, rakk tað ikki til meira enn
hálv ar hóttanir, og ferð eftir ferð vísti
tað seg, at Randi Wardum í
KÍ-málinum dugdi at lesa av, hvat fór
at henda, og tí gjørdist tað ongantíð
vanda mikið.
Fimm minuttir fyri steðgin valdi
AB so at satsa og setti ein framherja
aftr at inn, men hetta hjálpti lítið, tí
minutt in eftir økti KÍ til 3-0. Rannvá
Andrea s en, sum hevði lagt upp til
tey bæði fyrru málini, varð málskjútti
hesa ferð, tá hon við einum góðum
skoti frá brotsteigarmarkinum setti
bólt in í málið. Alt hetta, hóast hon í
út gangs støðinum spældi á vinstra
bakki!
Seinni hálvleikur var heldur ikki
meira enn átta minuttir gamal, so
var 4-0. Hesa ferð var tað Vivian
Bjarta líð, sum fór ígjøgnum í vinstru
síðu og legði høgt innfyri. Simona
Heine sen í AB-málinum fekk ongan-
tíð fatur í bóltinum, sum datt niður
fyri føturnar á Ásu, ið heilt inni fyri
máli num kundi staðfesta sítt »hat-
trick« og sannførandi KÍ-sigurin –
fyri ikki um at tala meistaraheitið.
Einasti veruligi málkjansurin hjá
AB, ið tó skal hava rós fyri at stríðast
og arbeiða allan dystin á tamba, var
eitt skot frá Monu Breckmann, ið
end aði á yvirliggjaranum. Meira
gjørd ist tað ikki til, og hóast vón-
brot ið lýsti av AB-kvinnunum eftir
dyst in, eiga tær stóran heiður av
hes um kappingarárinum, sum við
steypa sigrinum og lands kapp ing ar-
silvuri num var teirra stóra gjøgnum-
brot.
Hinvegin gjørdist talan enn eina
ferð um eitt fantastiskt ár hjá KÍ-
kvinnu num, ið óivað eisini síggja
ljóst upp á framtíðina, tí bæði gentur
14-17 og smágentur eru eisini
meistar ar í ár, so har sær nógv gott
út til at vera í væntu.
Hjartaliga tillukku við væl uppi-
borna meistaraheitinum, KÍ!
AB-KÍ 0-4 (0-3)
0-1: Ása K. Thomsen, 19.
0-2: Ása K. Thomsen, 27.
0-3: Rannvá Andreasen, 41.
0-4: Ása K. Thomsen, 53.
Dómari: Jóan Petur Michelsen
Hjálpardómarar: Bent Tommy Linklett & Ríkin N. Djurhuus
AB: Simona Heinesen – Rudi Rasmussen, Asta Magnussen, Hellen
Haraldsen, Rakul Jógvansdóttir (Ásleyg Súnadóttir, 40.) – Bjørg
Syderbø, Olga Kristina Hansen, Steintóra Joensen, Elin Katrina
Thomsen (Elin Holm, 79.), Lisa í Liða (Rannvá Jarnskor, 59.) – Mona
Breckmann
Gult kort: Hellen Haraldsen
KÍ: Randi Wardum – Sigrid Jacobsen, Paula Mikkelsen (Mariann
Maslyk, 56.), Ragna Patawary, Rannvá Andreasen – Malena Josephsen,
Elsa Maria Simonsen, Tove Sólheyg – Ása K. Thomsen, Sofía Purkhús
(Una Joensen, 87.), Vivian Bjartalíð (Jenny Lydersen, 75.)
Gult kort: Ása K. Thomsen
FAKTA
1. deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 KÍ
19
16
-
2
-
1
94
7
87
50
2 AB
19
14
-
3
-
2
50
11
39
45
3 Víkingur
19
10
-
4
-
5
38
23
15
34
4 Skála
19
7
-
1
-
11
24
46
-22
22
5 EB/Streymur
19
2
-
2
-
15
9
67
-58
8
6 B68/NSÍ
19
1
-
2
-
16
8
69
-61
5
Ása K. Thomsen, sum skoraði trý av
teimum fýra málunum hjá KÍ, var ein
hin størsta upplivingin í dystinum á
Argjum í gjárkvøldið. Støðugt søkti
hon at og var ein hóttan, og tað sá
ikki út til at vera av tilvild, at hon
dugdi at vera á rætta staðnum til
rætta tíð tær tríggjar ferðirnar.
– Ja, hetta var ein alvorliga góður
dystir fyri mítt viðkomandi, tí tað er
ikki á hvørjum degi, eg fái trý mál.
Men eg kom at standa væl fyri, og
tað vóru líka so nógv hinar, sum
gjørdu tað. Men tað var super, segði
trífaldi málskjúttin, ið hevði væntað
ein javnari dyst.
– Vit høvdu slett ikki væntað, at
sigurin fór at gerast so sannførandi,
sjálvt um vit í øllum førum høvdu
ætlað okkum at vunnið. Vit roknaðu
við, at tað fór at verða rættiliga javnt,
men ætlaðu okkum at vera betra
liðið, og tað vóru vit eisini. Betra liðið
vann.
Ása, sum er ein av yngru spælar-
un um á liðnum, har fleiri hava verið
við til at vunnið allar 10 ferðirnar,
sum KÍ nú á rað er blivið meistari,
ætl ar sær at røkka líka langt sum
tær eldru:
– Eg eri rættiliga stolt av at vera
meistari og at vera á liði saman við
fleiri av teimum, sum hava vunnið
øll 10 árini. Men tá tær gevast, so
ætli eg mær eisini at verða ein, sum
hev ur vunnið 10 ferðir, áðrenn eg
gev ist, segði hon.
hil
Hóast AB-venjarin, Lennard
Petersen, var vónbrotin beint
eftir tapið fyri KÍ í gjárkvøldið,
so dugdi hann væl at síggja,
at hetta hevur verið eitt fram-
úr gott ár hjá AB- kvinnunum.
– Nú tekur tað nokk eitt
sindur av tíð at koma fyri seg
eftir hetta, men eg haldi, at vit
kunnu vera errin av hesum
árinum. Hóast vit ikki komu á
mál í meistarakappingini, so
hava vit vunnið steypakappingina,
segði hann beint eftir dystin á
Argjum.
– Og eg vóni, at vit kunnu vera við
har frammi næsta ár eisini. Vit hava
fleiri ungar og evnaríkar spælarar, so
vit skulu nokk bjóða av aftur.
Tá so tosið kom inn á sjálvan
dystin, sum ongantíð gjørdist tað,
sum tey í AB høvdu vónað, var
venjarin sjálvkritiskur og til reiðar at
taka sín part av ábyrgdini fyri, at tað
ikki hesa ferð eydnaðist at geva KÍ
somu mótstøðu sum í øðrum
dystum í ár.
– Eg má nokk taka á mín kappa, at
vit bara spældu við einum framherja,
tí vit áttu kanska at havt roynt
okkurt annað og lagt meira trýst á.
Hetta var jú ein dystur, vit skuldu
vinna, so tað kundi verið gjørt
øðrvísi, staðfesti Lennard Petersen.
hil
Ása ætlar eisini at vinna 10 ferðir
Vit kunnu vera errin
Liverpool vil hava Villa
Sambært Sunday People fyrireikar enska Liverpool í løtuni
eitt boð upp á spanska David Villa, sum spælir í Valencia,
men sum á landsliðnum er liðfelagi við Fernando Torres.
Valencia hevur verið í fíggjarligum brotasjógvi seinasta árið,
men kortini hevur felagið støðugt sagt nei til at selja Villa. Nú
sigst Liverpool vera til reiðar at rinda 365 milliónir krónur fyri
áleyparan, sum í fjør skeyt heili 28 mál í Primera Division,
umframt at hann eisini var toppskjútti í EM-endaspælinum.
Tevez søkti West Ham
Carlos Tevez var stóra hetjan, tá Manchester City í gjár
vann 3-1 á West Ham í ensku Premier League. Tevez
skoraði til 1-0, áðrenn Carlton Cole javnaði fyri West Ham.
Martin Petrov, sum annars hevur verið úti við skaða, legði
City á odda 2-1 við beinleiðis frísparki, og á tímanum
punkteraði Tevez spenningin, tá hann stútaði bóltin í
netið til 3-1. Við sigrinum hevur Manchester City 15 stig
fyri fyrstu seks dystirnar, og er liðið trý stig aftan fyri
oddaliðini úr Chelsea og Manchester United.