Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 186 - 30. september 2009 Hóast Uttanríkisráðið hevur verið til í nærum tvey ár, so var tað ikki fyrr enn í gjár gjørligt hjá almenninginum at vita, hvat tær seks ymisku deildirnar í ráðnum gera Upplýsingar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Uttanríkisráðið hevur verið undir luppinum hjá miðl­ unum seinastu vikurnar, og nú er líkt til, at ráðið roynir at rudda eitt sindur upp, tí nú er heimasíðan dagførd, soleiðis, at tað ber til at síggja, hvat ymisku deildir­ nar í Uttanríkisráðnum hava ábyrgdina av. Tað var 18. septembur, at Sosialurin ynskti at vita, hvørjar arbeiðsuppgávurnar hjá deildunum í Uttanríkis­ ráðnum eru. Onki svar kom, og seks dagar spurdi blaðið um­ aftur. Nú kom svar sama dag. Upplýst var, at ongi almenn skjøl vóru fyri upp­ gávurnar hjá ymisku deild­ unum, men hetta skuldi vera greitt áðrenn 1. oktobur, og tá skuldi teksturin leggjast á heimasíðuna hjá ráðnum. Í gjár komu so hesir upp­ lýsingar, so nú ber til at vita, hvør hevur ábyrgd av hvørjum í Uttanríkisráðnum. Teldur taka tíð Jørgen Niclasen, uttanríkis­ ráðharri, staðfestir, at orsøkin til, at ongi almenn skjøl vóru fyri arbeiðsupp­ gávur í ráðnum er, at ein samanlegging var gjørd millum Samvit og Uttan­ ríkisráðið. – Áðrenn vit løgdu saman var greitt tilskilað, hvør deild hevði hvørja ábyrgd. Síðan samanleggingina hava vit roynt at hava starvs­ fólkini við, soleiðis, at býtið bleiv gjørt so rætt sum gjør­ ligt. Vit hava jú skorið frá sjey deildum til seks, men allar uppgávurnar skulu røkjast. Uttanríkisráðharrin legg­ ur afturat, at orsøkin til, at upplýsingarnir ikki vóru teldutøkir er, at tað tekur sína tíð at gera ymiskt við teldum. Men tá teldurnar eru komnar at virka, so riggar væl. Hákun minimus Snýs tær baby starvast í Uttanríkisráðnum, og starvsheitið er Jihadgás. Soleiðis sá út á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum í gjár. – Slíkt eigur ikki at finna stað, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri Mistak Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hákun Djurhuus eitur í løt­ uni Hákun minimus Snýs tær baby á heimasíðuni hjá tykkum, og eg síggi á síðuni, at tín deild hevur ábyrgdina av heimasíðuni. Hvussu vilt tú greiða frá tí? – Ná? Ok? Tað mugu vit gera nakað við. Takk fyri, at tú ringdi. Upplýsingarnir koma týði­ liga óvart á Sigmund Ísfelt, deildarstjóra fyri alment diplomati í Uttanríkisráðn­ um, sum sambært heima­ síðuni hjá Uttanríkisráðnum tekur sær av heimasíðuni. Men Sigmundur Ísfelt lovar at venda aftur, tá hann veit, hvat gongur fyri seg. Tá heimasíðan verður tik­ in inn av nýggjum lítla løtu seinni er navnið hjá Hákuni J. Djurhuus aftur rætt og starvsheitið er aftur stjóri. Eitt mistak Rúma tíð seinni, tá Sig­ mundur Ísfelt hevur kannað, hvat hendi, greiðir hann frá, at hetta var eitt flovisligt mistak. – Tað var onkur, sum sat og spældi sær við heimasíð­ una og ikki var greiðir yvir, at hetta fór út. Hetta er sjálv­ andi eitt mistak. Eitt flovis­ ligt mistak, staðfestir Sig­ mundur Ísfelt. Spurdur hvørjar avleið­ ingar tað fær, staðfestir deildarstjórin við ábyrgd av heimasíðu, at viðkomandi, sum hevur verið atvoldin til hendingina ikki verður upp­ sagdur, men sjálvandi fær at vita, at hatta ikki ber til. Uttanríkiráðharrin dámar illa Jørgen Niclasen, uttanríki­ sráðharri, staðfestir, at støð­ an við heimasíðuni í gjár var keðilig. – Eg kenni ikki til málið, men slíkt eigur ikki at finna stað, staðfestir uttanríkisráð­ harrin. Hann leggur afturat, at ráðið altíð hevur havt eina seriøsa síða, og soleiðis skal tað halda fram. Uttanríkisdeildir avdúkað síni mál og mið Jihadgás í Uttanríkisráðnum Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, staðfestir, at teldutøkni er ein av orsøkunum til, at tað ikki hevur borið til at vita, hvørjar uppgávur ymisku deildirnar í ráðnum hava Soleiðis sá undirsíða á heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum út beint eftir klokkan 14 í gjár Mynd: Rógvi Nybo Verri enn hildið Samstundis sum tað frættist úr fleiri londum, at tann búskaparliga kreppan er um at hasa av, og at vend er komin í, ásanna danskir myndugleikar nú, at støðan hjá tí danska búskapinum er verri, enn fólk hava hildið. Eitt nú høvdu politikararnir og búskaparfrøðingar væntað, at bruttotjóðar­ framleiðslan fór at minka 1,5 prosent í øðrum ársfjórðingi í ár, men nú tey endaligu tølini liggja á borðinum, vísir tað seg, at afturgongdin var heili 2,6 prosent, sigur DR. Orsøk­ in er sambært teimum serkønu, at bilasølan er framvegis í botni, og at danir keypa minni sum heild nú enn fyrr.