Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 186 - 30. september 2009 Kirkja rapaði Minst 23 fólk doyðu, og uppaftur fleiri fingu skaða, ein kirkja rapaði í Nepal. Myndugleikarnir siga, at umleið 1.500 kristin vóru savnað í kirkjuni til eina ráðstevnulegu, og tey skuldu júst fara til songar, tá vanlukkan hendi. Kirkjan var í trimum hæddum, men tey flestu vóru í niðastu hæddini. Fólk á staðnum siga fyri fjølmiðlunum, at kirkjan var úr bambus og als ikki egnað til at hýsa so nógvum fólki. Vanlukkur av slíkum slagi eru ikki óvanligar í Nepal. Trygdarkrøvini eru ikki nøktandi, og tey verða heldur ikki hildin, skrivar Reuters. Hermenn fáa sekkin Heimsins størsti herur, tann kinesiski, skal skerjast. Ein talsmaður fyri herleiðsluna segði í dag, at tey bæði næstu árini fáa 700.000 hermenn boð um, at teir skulu ikki gera hertænastu longur. Talsmaðurin legði tó dent á, at tað merkir ikki, at herurin verður veikari, tí leiðslan hevur gjørt av at leggja størri dent á tøkni, samstundis sum fólk við góðum útbúgvingum fáa arbeiði í verjuni. Kinesiski herurin hevur sum er 2,3 milliónir hermenn og er heimsins størsti. Til samanberingar kann nevnast, at tann amerikanski, sum er tann næststørsti í heiminum, hevur hálva aðru millión hermenn. - Jú, hetta tími eg ordiliga væl. Hetta er veldugt, og eg eri sera fegin um, at vit í einum góðum samtaki nú kunnu reisa virksemið á føtur aftur, sigur Hanus Hansen, sum ætlar, at nógvar hendur skulu fáa arbeiði á Kósvirkinum, tá virkið um einar 2-3 vikur letur uppaftur KósavirKið Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Banki liggur ikki longur á stóra fiskavirkinum Kósini í Klaksvík, men hevur undirskrivað sáttmála um sølu av virkinum. Enn fæst ikki endalig greiða á, hvussu nógvir – og hvørjir - partar standa aftanfyri keypið, men Hanus Hansen og JFK- samtakið, sum hava ein týðandi leiklut í avtaluni, sigur, at teir hava fingið eitt áhugavert og sterkt “toymi” at reka Kósavirkið. Tá undirskrivingin fór fram á skrivstovuni hjá JFK stutt eftir middag týsdagin, vóru umframt stjóran í Før- oya Banka, Súna Schwarts Jacobsen, Hanus Hansen, umboðandi JFK-samtakið, Hergerð Joensen og Andrias Reyðberg, umboðandi Før- oya grunnin, til steðar. Fleiri partar Sosialurin hevur prátað við Hanus Hansen í morgun, men enn vil hann ikki al - mannakunngera, hvørjir sam starvspartarnir í endur- reisn ini av Kósavirkinum eru. Vit hava tó skilt, at úr vinnuni hevur Hanus Han- sen góðan stuðul í felagnum hjá Kristian Martini Ras- mussen í Kaksvík eins og í felagnum hjá Tummasi Christophersen í Vestmanna, har JFK frammanundan er partaeigari. Sum skilst, verða kendir grunnar í vinnuvirksemi eisini við í endurreisnini. Hanus Hansen sigur, at íleggjarar eru fúsir at endurreisa Kósavirkið, og spurdur um útlendskur kapitalur eisini er við í verkætlanini, sigur hann, at nakað verður, men ikki so nógv. - Vit hava fingið tilsagnir, men enn er ikki endaliga ratifiserað, hvussu saman- setingin verður, leggur hann aftrat. Hann er tó sera fegin um tær tilsagnir, hann hevur upp á hondina í endur- reisnini. Stórt arbeiðspláss Hanus Hansen sigur, at ætlanin hjá samtakinum er, at Kósavirkið aftur skal gerast tað stóra arbeiðs- plássið í Klaksvík, sum virkið hevur verið gjøgnum so mong ár. - Meðan vit róku virkið, vóru fleiri enn 400 fólk á lønarlista gjøgnum eitt ár, og samlaða talið av árs- verkum var eini 180 í tali. Hann sigur, at tá so mong vóru á lønarlista, kemst hetta eisini av, at eitt nú skúlanæmingar arbeiddu á virkinum, tá høvið var til tess, og brúk var fyri eyka arbeiðsorku. - Vit fara í høvuðsheitum at arbeiða upsa, hýsu og tosk, sum er ein náttúrligur partur av ráfiskatilgongini og framleiðsluni á einum slíkum virki. Haraftrat koma onnur fiskasløg, sum eitt nú línuskipini fiska. Hanus vísir á, at Kósin hevur traditión í at arbeiða saltfisk, eins og hýsu, og haraftrat er upsin eisini vorð in týðandi partur av fram leiðsluni. - Uppí saltfiskin hoyrir eisini, at vit umframt at salta tosk, eisini fara at salta longu og brosmu, sum vit væntandi fara at keypa frá línubátunum. Hann sigur, at tað er so mangt, sum tú í løtum kundi hugsað tær øðrvísi, tá tú hugsar um, hvussu saman- setingin á eini virki kundi verið. - Men tað vísir seg, at tá samanum kemur, og veru- leikin er á borðinum, noyð- ist eitt so stórt virki sum Kósin at arbeiða tey fiska- sløg, sum nú einaferð eru í útboði. Skulu vit brúka kapasitetin á virkinum, og Kósavirkið aftur skal gerast tað arbeiðspláss, virkið upp ígjøgnum tíðirnar hevur verið, er lítil ivi um, at vit fara at leggja okkum eftir fleiri fiskasløgum og fram- Fiskavirkis­ vinnan í Klaksvík gongur móti ljósari tíðum - Hetta er veldugt. Eg eri ógvuliga spentur upp á at sleppa í gongd og eri sera fegin um, at vit í einum góðum samtaki nú kunnu reisa virksemið á Kósini á føtur aftur, sigur Hanus Hansen, sum saman við øðrum stendur aftanfyri keypið av Kósavirkinum