mikudagur 30. september 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 186 - 30. september 2009
11
tíðindi
Jagland formaður
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin og
stórtingsformaðurin Thorbjørn Jagland varð í gjár valdur
til formann í Evroparáðnum. Valstríðið upp undir
formansvalið hevur vart eitt ár, og hesa tíðina hevur
Thorbjørn Jagland vitjað umleið 40 av teimum 47
limalondunum í Evroparáðnum. Tá atkvøtt varð í gjár,
fekk Jagland 165 atkvøður, og kappingarneytin,
Wlodzimierz Cimoszewicz úr Póllandi, fekk 80. Aftan á
atkvøðugreiðsluna segði tann nývaldi formaðurin, at hann
fer at virkan fyri ymsum nýskipanum í ráðnum, sum eftir
hansara tykki er vorðið ov líkt einum skrivstovuveldi.
leiðslum. Men tað vil altíð
vera soleiðis, at nøkur
fiska sløg og nakrar fram
leiðslur loysa seg betri enn
aðrar, sigur Hanus.
Ljós framtíð
Hetta er veldugt, og hetta
tími eg ordiliga væl. Eg eri
ógvuliga spentur upp á at
sleppa í gongd og eri sera
fegin um, at vit í einum
góð um samtaki nú kunnu
reisa virksemið á Kósini á
føtur aftur. Eg vildi ynskt,
at vit kundu sloppið í gongd
beinanvegin, men neyðugt
er fyrst, at aðalfundur verð
ur hildin í felagnum.
Hanus sigur seg vóna, at
virksemið á Kósavirkinum
kann takast uppaftur um
einar 23 vikur.
Spurdur, hvussu hann
metir útlitini vera fyri, at
roynd fólk aftur eru tøk til
framleiðsluna, nú fiska
arbeiði hevur ligið stilt tað
mesta av einum ári, sigur
hann:
Jú, sjálvandi vóni eg, at
fleiri av teimum, sum vóru
álitið á virkinum, koma
aftur. Hinvegin er hugsandi,
at tey, sum eru farin í vinnu
aðrastaðni, trívast, har tey
eru. Nú fáa vit at síggja,
hvussu verður, men eg ætli
mær í øllum førum, at tey,
sum koma at arbeiða á
Kósavirkinum, tá virksemið
kemur í gongd aftur, skulu
hava eitt gott og trygt
arbeiðspláss við lønandi
vinnu. Tað er í øllum førum
okkara mál, og tað vóni eg,
at vit megna at halda.
Umframt at Kósin eins
og onnur virki verður við í
kappingini um fiskin á upp
boðssøluni, liggur eisini í
endurreisnini av virk sem
inum, at tvey pør burtur av
koma at leggja veiðina upp
til Kósavirkið. Hetta eru
skipini, Nónhamar, Fjals
hamar, Safir og Smargd,
sum felagið hjá Kristian
Martin Rasmussen keypti
frá Føroya Banka fyrr í ár.
Ríkiliga dýr
Hanus Hansen sigur, at
sam takið, sum stendur aftan
fyri keypið av Kósavirk
inum, letur einar 18 miljónir
krónur fyri virkið.
Sjálvur heldur hann, at
hetta er ríkiligt, sum hann
tekur til, men hetta er tað,
sum partarnir eru komnir
ásamt um.
Seinastu árini hava Jóhan
Páll Joensen og aðrir átt og
rikið fiskavirkið á Kósini,
men teir hava skula forrent
að eina nógv størri skuld,
enn nýggju eigararnir koma
at gera.
Við søluni hevur Føroya
Banki mist einar 12 miljónir
krónur, eins og Norðoya
Sparikassi áður hevur mist
eitt miljónatal, sum er enn
størri.
Soleiðis mugu vit rokna
við, at tað, sum nýggju eig
ararnir skulu forrenta við
keypinum av Kósavirkinum,
er út við 30 miljónir krónur
minni enn tað, sum gomlu
eigararnir sótu við.
Ætlanin hjá okkum er at
keypa og arbeiða nógvan
fisk, og tað er eisini neyð
ugt, um møguleikarnir hjá
virkinum skulu troytast til
fulnar,
samstundis
sum
hetta kemur at skapa nógv
virksemi aftur í Klaksvík,
sigur Hanus Hansen, sum
var í góðum hýri, tá vit hittu
hann í telefonini í morgun.
- Ætlanin hjá okkum er at keypa og arbeiða
nógvan fisk, og tað er eisini neyðugt, um
møguleikarnir hjá virkinum skulu troytast til
fulnar, samstundis sum hetta kemur at skapa
nógv virksemi aftur í Klaksvík, sigur Hanus
Hansen, stjóri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Loysnin bíðar eftir
Fiskimálaráðnum
Tummas Christhopersen, reiðari í Vestmanna,
bíðar nú eftir svari úr Fiskimálaráðnum um loyvi
at flyta fiskidagarnar, sum ísfiska trol ararnir
Nornagestur og Kolumbus eiga, yvir á Nónhamar
og Fjalshamar, sum avtala er gjørd um at keypa
frá Kristian Martin Rasmussen og synum. Ætlandi
skulu hesi bæði skipini saman við Safir og Smaragd,
sum eisini eru við í keypsavaluni, verða partur av
ráfiskagrundarlagnum undir Kósavirkinum
KósavirKið
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki einki samstarv millum JFKsamtakið í
Klaksvík, sum Hanus Hansen stendur aftanfyri og
Tummas Christhopersen, reiðara í Vestmanna.
JFKsamtakið eigur 10% í Miðalsbrekku í Vest
manna, sum eigur partrolararnar Vestmenning og
Fram. Hini 90% eigur Tummas Christhophersen
sjálvur.
Keypsavtala
Fyrr í ár keyptu Kristian Martin Rasmussen og synir
teir fýra trolararnar, Safir, Smaragd, Nónhamar og
Fjalshamar frá Føroya Banka.
Men hesi skipini áttu bara stívliga 400 fiskidagar
tilsamans, og tað er ov lítið til øll skipini.
Tá Føroya Banki seldi Navaran og Borgaran til
Hvalbiar, fylgdu fleiri fiskidagar við, enn skipini
frammanundan áttu. Tí varð so lítið eftir til tey fýra
skipini, ið bankin tá framvegis átti og seinni seldi
Kristian Martini.
Sum part av endurreisnini av Kósini, hevur reiðarin í
Vestmanna, sum saman við Dánjali Jacobsen eigur
løgdu partrolararnar, Nornagest og Kolumbus, gjørt
avtalu við Kristian Martin Rasmussen og synir um
keyp av øllum fýra skipinum, Safis, Smaragd, Nón
hamri og Fjalshamri.
Tað er P/F Vár í Vestmanna, sum eigur Nornagest og
Kolumbus, og her eiga Tummas og Dánjal hvør síni
50%.
Avtalan, sum gjørd er við felagið í Klaksvík um
keyp av teimum fýra skipunum, er tó treytað av, at
dagarnir hjá Nornagesti og Kolumbussi kunnu flytast
yvir á Nónhamar og Fjalshamar, sum síðan – og saman
við Safir og Smaragd – ætlandi skulu leggja veiðina
upp til Kósavirkið, tá tað kemur í gongd aftur.
Bíða eftir svari
Tummas Christhophersen, reiðari, sigur, at teir fram
vegis bíða eftir svari úr Fiskimálaráðnum um loyvi at
flyta loyvini hjá Nornagesti og Kolumbussi yvir á
Nónhamar og Fjalshamar.
Vit halda okkum hava bíðað nóg leingi og vænta
okkum svar hvønn einasta dag. Hinvegin munnu tey í
Fiskimálaráðnum neyvan halda, at vit hava bíða leingi.
Tað er so tað, leggur hann aftrat.
Tummas Christhophersen sigur, at Kristian Martin
Rasmussen og synir vilja, at tey fýra skipini verða
partur av ráfiskagrundarlagnum undir Kósavirkinum.
Tað er eisini í hesum sambandi, at skipini verða
keypt treytað av, at loyvini hjá Nornagesti og
Kolumbussi kunnu flytast yvir á Fjalshamar og Nón
hamar, sigur hann.