Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-09-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 186 - 30. september 2009 13 Fólkaflokkurin vil ikki tiðna blokkin. Og tað vil Javnaðarflokkurin held­ ur ikki. Harvið bróta teir samgonguskjalið, tí í staðin fyri, at blokkurin eigur at hækka við nega­ tivum búskaparvøkstri sambært samgonguskjali­ num, verður úrslitið ein reel lækkingin Sambandsflokkurin hevur skotið upp fyri samgongu­ feløgum sínum, Fólka­ flokkinum og Javnaðar­ flokkinum, at strika fast­ frystingina av blokktilskot­ inum úr Danmark. Hetta hevði givið beinleiðis yvir 100 mió. kr meiri í lands­ kassan. Men taka vit við, tað hesin peningur hevði givið afturat í skatti og avgjøldum, er talan um ikki minni enn 250­300 mió kr! Hetta hevði komið sera væl við hjá teimum sjúku, gomlu og veiku, nú sjúkra­ húsverkið ikki hevur ráð at hava skurðstovurnar opnar, ikki hevur ráð at luttaka í katastrofuvenjingum, psykiatrisk deild letur aftur, medisintilskotið verður lækkað, hjálpin til tey menningartarnaðu verður skorin o.s.fr. Fólkaflokkurin ikki sosialt medvit At Fólkaflokkurin ikki tekur undir við uppskoti Sambandsfloksins, er kanska ikki at undrast yvir, tí flokkurin ­ í sjálsvstýris­ samgonguni við Annfinni Kallsberg sum løgmanni ­ gekk á odda fyri at lækka og fastfrysta blokkin. Fólkaflokkurin hevur eina turkatrúgv uppá, at við at skerja blokkin og tilpassa útreiðslurnar, sum altíð fyrst og fremst fara at raka tey sjúku, gomlu og veiku, fáa vit í Føroyum ein sjálvberandi búskap. Heldur áttu vit fyrst at fingið ein sjálvberandu búskap. Síðan kundu vit heldur lækka blokkin. Sjálvur tykist Fólka­ flokkurin ikki at halda, at hann skal gera nakrar tilpassingar – tak bara tað púra óneyðuga og høpis­ leysa Uttanríkisráðið (havi hug heldur at kalla tað Ráðið uttan ríki) – har tað longu starvast 50 (ja hálvtrýss) fólk. Javnaðarflokkurin vorðin loysingarflokkur At Javnaðarflokkurin held­ ur ikki vil vera við til at tiðna blokkin undrar kanska meir. Harvið hevur hann víst, at loysingarvongurin hevur fingið fastatøkur á flokkinum, og at kenslubor­ ið sjálvsstýristvætl hevur størri týdning enn basalu virðini, flokkurin bleiv stovnaður upp á ­ at verja tey sjúku, gomlu og veiku. Bróta samgonguskjalið Við ikki at vilja tiðna blokkin bróta Fólkaflokk­ urin og Javnaðarflokkurin samgonguskjalið, sum sigur, at blokkurin skal lækka við 15% av reella búskaparvøkstrinum rokn­ að yvir 5 tey seinastu árini. Tá ið búskaparvøksturin er negativur, eigur lækking­ in av blokkinum sjálvandi eisini at vera negativ – altso ein hækking av blokk­ inum. Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin fremja við onki at gera eina reella lækking av blokkinum, sum er nógv størri, enn lækkingin vildi verið sam­ bært samgonguskjalinum, sjálvt í góðum tíðum. Og hetta gongur út yvir tey sjúku, gomlu og veiku. Fólkaflokkurin og Javn­ aðarflokkurin uden for pedagogisk rækkevidde Hóast løgmaður hevur gjørt, hvat hann kann fyri at sannføra Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin um tað skila­ góða í at tiðna blokkin upp, eru teir ikki at vika. Teir eru snøgt sagt sum danir siga tað uden for pedagogisk rækkevidde. Og hetta má løgmaður so góðtaka, soleiðis er demokratiið bara. Hvør er tað nú, sum brýtur samgonguskjalið? Johan Petersen Hugsaði mítt, tá sitandi løgmaður so hjartaliga ynskti formanni Javnaðar­ floksins at vera vælkomnan í starvið sum fíggjarmála­ ráðharri. Ivaðist longu tá í, um ikki henda avgerð fór at koma Javnaðarflokki­ num aftur um brekku. Tann rúma tíðin sum gekk, áðrenn Jóannes tók støðu til, um hann yvurhøvur fór út í Fíggjarmálaráðið, gav mær í hvørt fall eina kenslu av, at baklandið upp á ein ella annan máta fyri ein og hvønn prís vildi hava hann út har. Tað sigur seg sjálvt, at, fyri tað fyrsta, við einum púra óroyndum løgmanni og í øðrum lagi við einum Sambandsflokki, sum gekk í fleiri bólkum, onkur for­ nermaður, meðan vongurin hjá »bridgespælaranum« fór at gera lívið hjá óroynda løgmanninum til eina plágu, so fór fíggjar­ málaráðharrin við tveimun borgarligum flokkum undir eina næstan ómøguliga uppgávu. Tíverri gjørdist veruleik­ in kanska uppaftur verri, enn ein hevði væntað. Meðan fíggjarmálaráð­ harrin seinasta hálva árið hevur arbeitt meginpartin av samdøgrinum við at fáa eína fíggjarlóg, sum kundi berast niðan í Løgtingið í heyst, hevur tann »for­ smáddi« sambandsting­ maðurin, ið sjálvur ætlaði sær fíggjarmálaráðharra­ sessin, í tíð og ótíð lagt eftir sitandi fíggjarmála­ ráðharra og skírt hansarra arbeiði óbrúkiligt, uttan at tað hevur fingið avleiðing­ ar. So seint sum hóskvøld­ ið var hann aftur úti við rívuni, tá hann enn eina­ ferð segði, at Løgtingið er noytt at gera fíggjarlógar­ uppskotið um aftur, tí upp­ skotið úr Fíggjarmála­ ráðnum er óbrúkiligt. »Bridgespælarin« av Oyri var herfyri niðri í Bruxelles uttan um lands­ stýri og løgmann, har hann í almennun tíðindaskrivi segði seg hava gjørt avtalu við kommiserin Olli Rehn, ið kom at geva Føroyum fríðari ræsir innan ES. Í seinastu vikur fór hann so út sum einstaklingur og bað fíggjamálaráðharran gera so væl at heita á danir um at prístalsregulera blokkin, og formaður Sambandsfloksins á tingið segði í samrøðu við sjón­ varpið, at hetta er eitt krav frá Sambandsflokkinum, væl vitandi, at sambært samgonguskjalinum, sum teirra løgmaður hevur undirskrivað, so ber tað ikki til. Tá ein so í sjónvarpinum aftan á semjufundin, tá »bridgespælarin« skuldi setast upp á pláss, sá allar, eisini fíggjarnevndarlimir­ nar, sita í skellilátri, er eingin sum helst ivi í míni sál um, at hettar er avtalað spæl: ein sjónleikur, ið hevur eittans endamál, at knúsa Javnaðarflokkin. At Javnaðarflokkurin fór at missa atkvøður við at sita við fíggjarmálum, var eg ongantíð i iva um. Tí meti eg tað var sera djarvt av Jóannesi at taka hesa ábyrgd á seg. Men tá Sambandsflokk­ urin ikki sær út til at vera nøgdur við tey 28 prosent­ ini, flokkurin fekk í seinstu veljarakanning, og haraft­ urat ger sær dælt av, at sit­ andi løgmaður er so fittur, at hinir sambandstinglim­ irnir kunnu gera sum teim­ un lystir við tí úrsliti, at fíggjarmálaráðharrin ferð eftir ferð verður gjørdur til syndabukk fyri at fjala út yvir, at Sambandsflokkurin ikki er ein flokkur longur, men bert nakrir einstakling­ ar, ið als ikki vilja taka ábyrgd á seg, ja tá er bara eittans at gera hjá Javnaðar­ flokkinum, og tað er at taka seg úr samgonguni, ongantíð ov skjótt. Yvir og farin Sørvágur Frank DaviDsen Limalondini í NAFO hava samtykt aftur at loyva fiskiskapi á Flemish Kap eftir 11 ár við veiðibanni. Toska­ kvota á 5.500 tons er ásett, harav Føroyar sam­ bært søguligum rættind­ um eiga 22 % svarandi til 1229 tons av toski Northwest Atlantic Fisher­ ies Organization (NAFO) Føroyar og Grønland hava saman við Kanada, ES, Russlandi og fleiri øðrum limaskap í NAFO, ið er fiskivinnufelagsskap­ ur, sum umsitur fiskiskapin í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum og harvið eisini á Flemish Kap. Seinastu 11 árini hevur vísindanevndin í NAFO mælt frá at fiska tosk, tí stovnurin hevur verið illa fyri. Men stórar broytingar í vistskipanini í seinastuni og menning í toskastovni­ num hava fingið vísinda­ nevndina aftur at mæla til fiskiskap. Komandi ár verður samlaða toskakvotan 5.500 tons og okkara partur 22%, svarandi til 1229 tons. Ídni á fjarleiðum gevur kvotu Orsøkin til okkara lut í kvotuni er einans og bert tí, at føroyingar hava verið framúr ídnir at fiska tosk á Flemish Kap, tá fiskiskap­ ur var har. Býtið millum limalondini í NAFO verður gjørt upp eftir býtislykli, ið er grundaður á søguligan fiskiskap. Tað man vera við bland­ aðum kenslum, at teir, sum í mong ár fiskaðu við línuskipum á Flemish Kap, minnast tíðina. Túrarnir táttaðu mangan í ½ ár og meira. Vísan um húkin og skiparabúkin hjá Annfinni & Co. sigur, um enn skemt­ andi og speirekandi, kortini ikki so lítið um støðuna hjá fiskimanninum tá. Kortini kunnu vit fegnast um, at tað vóru fiskimenn, sum royndu á fjarleiðum í teirri tíðini. Tí søguligur fiskiskapur hevur alstóran týdning, tá fiskastovnar verða býttir millum lond. Nógvar av kvotunum, sum eru grundarlag undir okkara fiskivinnu í dag, byggja á slík søgulig rættindi. Batna umstøðurnar hjá toskinum á Flemish Kap, og størri kvotur verða ásett­ ar, kann tað koma at hava stóran búskaparligan týdn­ ing í framtíðini. Tøkkina eigur fiskimaðurin! Gleðin um toskin drukn­ ar í umsitingarligum yvirkapasiteti Uttanríkisráðharrin boðaði um dagarnar frá, at føroy­ ingar nú aftur kundu fiska tosk á Flemish Kap. Og sjálvandi eiga vit at fegnast um hesi tíðindi. Kortini var tað neyvan rætt, tá ráðharr­ in í Útvarpinum nærmast profileraði toskakvotuna sum gott samráðingarúrslit, heldur enn at lýsa týdning­ in av søguliga fiskiskapin­ um, sum hevði bjargað okkum tey kærkomnu 1229 tonsini av toski. Gaman í gera føroyskir myndugleikar eitt stórt og gott arbeiði í NAFO. Fleiri dømi eru um tað. Nevnast kunnu hendingin, tá kanad­ iskir myndugleikar í 2007 fingust at avtaka havna­ stongsulin, sum var íkomin av orrustuni um rækjurnar á Grand Bank, og tað, at vit hava fingið formannin í fiskivinnunevndini í NAFO komandi tvey árini. Men harfyri er okkara partur av toskakvotuni grundaður á tey søguligu rættindini, fiskimaðurin við tíðini hevur vunnið. Somuleiðis skurrar í oyrunum, tá uttanríkisráð­ harrin er boðberi í slíkum máli á fiskivinnuøkinum. Tað átti sjálvsagt heldur at verið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum varaði av NAFO, og sum kom við gleðiboðunum um toskin á Flemish Kap. Fyri tann, ið kennir um­ støðurnar, druknaði gleðin um toskin snøgt sagt við tankanum um umsitingar­ ligan yvirkapasitet, sum vit ikki hava ráð til, nú tað sansar at búskaparliga og brúk er fyri hvørjari krónu. Toskur á Flemish Kap og umsitingarligur yvirkapasitetur løgtingsmaður BJørn kalsø viðmerkingar